hósdagur 24. august 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
JÁKUP MØRK
Longu undan dystinum á
Volkspark Stadion vóru
donsku vónirnar fyri fram-
haldandi luttøku í meista-
rakappingini ógvuliga lítlar.
Silvurvinnararnir frá í
fjør, Brøndby, høvdu tapt
heimadystin móti Ham-
burger SV við tveimum
málum móti ongum, og øll
vistu, at hetta fór at verða
sera tungt at vinna aftur.
Vónin bygdi tó á, at
Brøndby, sum hevði allar
møguleikar at vinna fyrsta
dystin, veruliga tykist hava
fingið ferð á í heimligu
kappingini, og so høvdu
danir heldur ikki gloymt úti-
dystin móti Karsruhe fyri
nøkrum árum síðani. Ta
ferðina vendi Brøndby ein-
um 3-1 tapi á heimavølli við
Brøndby úti
Tað verður neyvan nakað danskt umboð í UEFA
Champions League hetta kappingarárið
at banka týska liðið sundur
og saman.
Eingin endurtøka
Talan gjørdist tó ongantíð
um nakra endurtøku av hes-
um úrsliti í Hamburg.
Heimaliðið,
sum
var
rættuliga verjukent, megn-
aði at halda tætt allar 90
minuttirnar, hóast teir í ein-
um føri fingu góða hjálp frá
linjuverjanum.
Hetta var tó einasti veru-
ligi møguleiki, sum danska
liðið hevði í dystinum, so
samanumtikið mundi tað
vera á eini leið, at javnleikur
gjørdist úrslitið. Hamburger
kom sostatt víðari við sam-
anlagt 2-0.
Seinasta danska vónin á
hesum sinni er sostatt Her-
følge, men eisini her sær
svart út. Herfølge skuldi i
gjárkvøldi royna seg á úti-
vølli móti skotska stórfe-
lagnum, Glasgow Rangers,
sum í fyrra dystinum sera
sannførandi vann 3-0.
Heilt burtur úr europeisk-
um høpi eru tey bæði don-
sku liðini tó ikki. Tey liðini,
sum verðautsligin í triðja
undankappingarumfarinum
sleppa nevnliga eisini at
royna seg í UEFA Cup
kappingini.
Úrslitini av dystunum týs-
kvøldið vóru annars hesi:
Slavia Prag-Shaktar Do-
netsk 0-2 (1-2 samanlagt)
Hamburger SV-Brøndby 0-
0 (2-0 samanlagt)
Dinamo Zagreb-AC Milan
0-3 (1-6 samanlagt)
Galatasary-St. Gallen 2-2
(3-2 samanlagt)
JÁKUP MØRK
Besta føroyska avrikinum í
europeiskum høpi higartil í
ár hevur GÍ staðið fyri.
Hóast tað í tølum ikki var
betri enn tað, sum KÍ megn-
aði á útivølli móti Reyðu
Stjørnu, so var talan tó um
ein heilt øðrvísi dyst. Hetta
var nevnliga als ikki ein av
teimum dystum, har tú alla
tíðina hevði varhugan av, at
útlendska
mótstøðuliðið
alla tíðina hevði nakað at
geva av, soleiðis at teir
sjálvir avgjørdur, hvussu
leikur fór fram.
GÍ ætlar at betra um úrslitið
Hóast teir stóðu seg væl í fyrra dystinum móti IFK Norrkøping, so meta gøtumenn, at teir kunnu røkka einum betri
úrslitið í kvøld enn fyri tveimum vikum síðani
Burtur sæð frá fyrsta kort-
erinum á Tórsvølli, vóru
gøtumenn hinvegin væl við
í dystinum, og í einum
tveimum førum var tað bert
svartasta óhapp, sum forð-
aði teimum í at skora.
Sami setningur
Setningurin undan fyrra
dystinum var í fyrstu atløgu
at forða mótstøðumonnu-
num í at leggja seg fram um
beinanvegin, fyri síðani at
royna at ota seg longur nið-
an á vøllin.
Beinan vegin eftir fyrra
dystin segði liðskiparin hjá
GÍ, Magni Jarnskor, at set-
ningurin í Svøríki fór at vera
júst hin sami, og einki ben-
dir á, at hesar ætlanir eru
broyttar.
Til at røkka hesum máli
hevur GÍ venjarin, Johann
Nielsen so at siga allar mans
tøkar. Rúni Justinussen
breyt beinið í heimadysti-
num móti svenska liðnum
og verður ikki við tað, sum
eftir eftir er av kappingar-
árinum, men annars eru allir
mans tøkir til dystin í kvøld.
Ikki verri
Í gjár fingu vit fatur á einum
av meira royndu gøtumonn-
unum, Henning Jarnskor, og
sum heild lat hann sera væl
at ferðini higartil.
Gøtumenninir høvdu tá
júst verið og vant eina løtu,
og bæði venjingarumstøður
og veður vóru av tí allar-
besta.
Lagið í hópinum var eis-
ini gott, og vónirnar fyri
einum líkinda úrslitið vóru
heldur ikki verri.
Spurdur um úrslitið í
kvøld, segði yngsti Jarnskor
maðurin, at tað sum so var
eitt sindur torført at gita um
sjálvt úrslitið. Hann legði tó
afturat, at teir so avgjørt ikki
ætlaðu, at talan skuldi gerast
um eitt verri úrslit enn 2-0
tapið á Tórsvølli:
- Ta ferðina haldi eg at
vit vóru heldur óhepnir, tá
tað ráddi um at skjóta mál,
meðan spælið annars var á
eini góðari leið. Megna vit
at vera eins væl skipaðir í
verjupartinum, verður tað
sera torført hjá teimum at
koma ígjøgnum verju okk-
ara, og so kann tað vera, at
vit fáa skapt okkurt hinveg-
in. Vónandi verður hetta
nóg mikið til at betra um
úrslitið, og møguliga til at
skapa ein javnleik, heldur
Henning Jarnskor.
Óbroytt spæliætlan
At gøtumenn ætla sær at
vera væl skipaðir í verju-
partinum merkir tó sambært
landsliðsleikaranum, at tal-
an verður um eina serstak-
liga verjukenda útgávu av
GÍ:
- Vit spæla nokk við somu
uppstilling, sum vit hava
gjørt higartil í ár. T.v.s. við
einum manni heilt frammi
og so tveimum hangandi á-
leyparum. Verjan verður all-
arhelst eisini hin sama, so
eg haldi ikki, at talan verður
um nakað serstakliga ver-
jukent útgangsstøði, heldur
hann.
At enda vísir hann á, at
teir ætla sær at vera við til
at skapa ein góðan dyst, og
so er bert at vóna, at hetta
eisini røkkur til eitt gott úr-
slit hjá gøtumonnum, sum í
kvøld fara undir sína 14.
altjóða uppgávu.
Gøtumenn stóðu seg væl, tá teir fyri fjúrtan døgum síðani vóru vertir fyri svenska IFK Norrkøping. Stendur til teirra
sjálvar, verður talan í øllum førum ikki um eitt verii úrslit hesaferð
14
15
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 161 - 24. august 2000
Nr. 161 - 24. august 2000
gult cyan magenta svart
Lesið eisini
ÍtróttaSosialin á
alnetinum:
www.sosialurin.fo
JÁKUP MØRK
Tá B36 fyri tveimum vikum
síðani stóð framman fyri
stórari avbjóðing ímóti aka-
demikarunum úr AB, mun-
du vónirnar fyri einum lík-
inda úrslitið vera hampuliga
góðar.
Árstalsfelagið hevur áður
fingið góð úrslit á útivølli,
og vónirnar um eina endur-
tøku av einum heiðurligum
úrslitið vóru so avgjørt til
staðar undan dystinum.
Vaska sær
90 minuttir og átta mál
seinni lógu allar hesar vónir
tó í skeljasori. B36 varð
spælt fullkomuliga út av
vøllinum móti bólttryggu
JÁKUP MØRK
FC København, sum mill-
um annað hevur føroyska
Toda Jónsson i hópinum,
hevur als ikki fingið nakra
sannførandi byrjan upp á
nýggja kappingarárið.
Við kappingarbyrjan
varð annars roknað við,
at FCK so avgjørt fór at
teljast millum heitastu
evnini til DM gullilð. Ikki
tí, leikarahópurin var ikki
broyttur so nógv í mun til
undanfarna ár, men á
beinkinum hevði felagið
fingið eitt navn av teim-
um heilt stóru, og tey
flestu væntaðu, at enski
Roy Hodgson veruliga
skuldi seta ferð á stiga-
innsavnanina.
Avgjørt á vøllinum
Nú er tað tó soleiðis, at
fótbóltsdystir verða av-
gjørdir úti á vøllinum, og
eftir at venjarin hevur sent
leikarar sínar hagar, er
ikki so øgiliga nógv, sum
venjarin sjálvur kann ger-
a. Heldur ikki um navnið
er Roy Hodgson, og úr-
slitini hjá FCK hava verið
lítið frægari higartil í ár,
enn tey vóru í fjør.
Fyrsta dystin vunnu teir
sannførandi, men síðani
kom ein javnleikur og trý
tap, og hetta er eingin í
felagnum nøgdur við.
Spælið hevur tó ikki verið
av eini leið, men málini
hava væntað í ólukkumát.
Tí varð fyri fáum vik-
um síðani gjørd avtala við
svenska áleyparan, Pascal
Simpson, men heldur ikki
hann hevur fingið hol á,
hóast tað eitt nú móti FC
Midtjylland ikki skortaði
upp á møguleikar.
Fáa nú málverja
Venjarin hevur nú vent
eyguni móti øvugta end-
anum av vøllinum, har tað
heldur ikki hevur staðið
so væl til.
Ungi Rune Pedersen
hevur teir báðar seinastu
dystirnar vart málið fyri
Michael
Steensgaard,
men eru tíðindini úr Ek-
stra Bladet eftirfarandi,
verður avtala í næstum
FCK styrkir
um hópin
Donsku bløðini skriva í dag, at hø-
vuðsstaðarfelagið skal hava nýggj-
an málverja
gjørd um at keypa eyka-
málverjan hjá Dundee U-
nited. Kanadiumannin,
Alan Combe. Hesin kom
til skotska premier league
felagið fyri einum ári síð-
ani, men hevur millum
lítið og einki spælt.
Úr Skotlandi frættist, at
venjarin hjá Dundee, A-
lex Smith, ikki avsannar
tosið um málverjan, og tí
verður roknað fyri vist, at
avtalan fer at gerast veru-
leiki.
Umframt nýggjan mál-
verja, hevur FCK eisini
vent eyguni móti fyrrver-
andi landsliðsleikaranum,
Jacob Laursen, sum sein-
astu árini hevur roynt seg
hjá Derby í bestu ensku
deildini.
Laursen, sum í fjør var
liðskipari hjá Derby, hev-
ur í summar sagt leiðsluni
frá, at hann fegin vil heim
aftur til Danmarkar, og
tískil hevur venjarin gjørt
av, als ikki at nýta hann í
ár.
AGF fær
brasiliumann
Eisini AGF, har Óli Jo-
hannesen telist millum
leikararnar, hevur styrkt
sær um hópin.
BT skrivaði í gjár, at
brasiliumaðurin, Richar-
do Boirdeiro Silva, sum
seinastu vikuna hevur
vant við felagnum, verður
í hópinum hjá AGF fram
til vetrarsteðgin.
Í fyrstu atløgu er talan
um leigusáttmála, men
eru partarnir nøgdir um
samstarvið, verður henda
møguliga broytt til ein
varandi sáttmála.
Richardo er áleypari,
og í fjør skeyt hann 18
mál í 22 dystin fyri bra-
silska felag sítt, Gols.
Einki stendur tó at lesa
um, á hvørjum støði hetta
felag spælir.
B36 skal reisa seg
Fyrsti setningurin hjá B36 leikarunum má verða at vaska stórtapið í
Gladsaxe av sær
AB-leikarunum, og allur
spenningur um samanlagda
vinnaran av uppgerðini var
beindur burtur, langt áðrenn
hon veruliga var liðug.
Tað verður heldur ikki
víðari luttøku fyri eygað, at
B36 leikararnir í dag fara á
Tórsvøll at gera returdystin
móti AB av sær.
- Fyrst og fremst mugu
vit royna at vaska stórtapið
frá fyrra dystinum av okk-
um. Tað krevur ein góðan
innsats frá okkara síðu, men
tað skulu vit gera. Eisini fyri
føroyskan fótbólt er týd-
ningarmikið at prógva, at
talan var um ein svipsara í
Gladsaxe.
Orðini eigur liðskiparin
hjá B36, Jens Kristian Han-
sen. Umframt at vera B36
leikarin við drúgvastu royn-
dunum á landsliðnum, er
hann eisini tann av B36
leikarunum, sum hevur
flestar royndir í europeisk-
um høpi.
Dysturin í kvøld verður
12. altjóða uppgáva felags-
ins, og Jens Kristian hevur
verið við í hvørjum einasta
minutti av teimum undan-
farnu 11. Sostatt fer hann,
um alt gongst eftir vild, at
runda teir 1.000 minuttirnar
tíðliga í fyrra hálvleiki.
Royna frameftir
Jens Kristian leggur annars
dent á, at teir hava ongar
ætlanir um at grava seg nið-
ur í egnum brotsteigi í
kvøld: - vit mugu royna at
skapa nakað fram eftir vøll-
inum, soleiðis at talan
verður um ein góðan dyst,
har áskoðararnir eisini fáa
nakað fyri pengarnar, heldur
liðskiparin.
Júst í framrættaða spæl-
inum er B36 liðið annars
nakað skert í hesum døgum.
Ronnie Samuelsen, sum
varð skaddur á danmarkar-
ferðini, verður ikki tøkur
restina av árinum, og all-
arhelst er tað sama galdandi
fyri Bjarna Prior. Har um-
framt er Jákup á Borg í løt-
uni staddur í Danmark í út-
búgvingarørindum, so held-
ur ikki hann er tøkur hjá
venjaranum, Pelle Anders-
son.
Taka sær av løttum
Møguleikarnir fyri einum
heiðurligum úrslitið hjá
B36 áttu so avgjørt eisini at
verið til staðar í kvøld.
Úr AB ljóðar, at teir ætla
at nýta føroyaferðina sum
eitt kærkomið høvi at taka
tað eitt sindur róligt.
At teir hava tryggjað sær
atgongd til næsta umfar eru
teir ikki í iva um, og sum
skilst kann roknast við, at
fleiri
eykaleikarar
fáa
møguleikan í kvøld, meðan
landsliðsleikarar felagsins
fáa høvi at hvíla seg.
Hinvegin kann hetta eisini
gera møguleikarnir hjá B36
verri, tí nýggju leikararnir
hava allarhelst okkur at
prógva fyri venjaranum.
B36 liðskiparin er í øllum
førum ikki í iva um, at mót-
støðuliðið fer at gera sítt
besta:
- Teir skulu nokk pressa,
tað sum teir eru mentir, og
so er tað bara upp til okkum
at gera tað sama. Talan
verður so undir umstøðum
um eina endurtøku av fyrra
dystinum.
Vit skulu prógva, at
talan var um ein
svipsara í útidystinum
móti AB, sigur B36
liðskiparin, Jens
Kristian Hansen.
Hann og liðfelagarnir
ætla at skapa ein
góðan dyst á Tórsvølli
í kvøld