Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-12, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mars 2005síða 33

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 50 - 12. mars 2005 33 NS HENRIK LERFELDT grashoppuni og síðani hevur hann málað nakrar linjur fyri at kamuflera andliti á kvinnuni og myndina sum heild. Ein sera grotesk og pervers mynd. Double image eitur ein akvarell frá 1982, vit síggja beinini hjá eini frodigari og fyldigari kvinnu hvítar stroppar hevur hon og man sær beint inná herligheitina inngongina inn til lívmóðurina fullkomuliga realistist nágreinliga og presist málað ein sera einføld og kraft- mikil mynd mála av kvinnuni og hennara sexualiteti, henda myndin virkar sera sexuelt øsandi uppá meg. Portrett2 eitur ein akvarell frá 1983 vit síggja eina vakra kvinnu, andlitisbráið sigur frá sexuellari girnd sum um at henda kvinnan vil hava eina stóra kanón uppí seg sum allar vilja tað sjálvandi. Hetta sexuelt øsandi andlitis- brái hjá hesi vøkru kvinnu er meistarliga fangað og endur- givið. Its ablue world around us eitur akvarell frá 1986. Vit síggja eina eiggiliga kvinnu við myrkum svørtum flottum hári við eini svartari masku fyri andliti hon heldur hendurnar um síni vælskaptu brøst hon hevur reyðan gjøgnumsigtigan brøsthaldara svartar sexuttar stroppar, kyns- hárini síggjast rundan um herlig- heitina hon er í svørtum hetta er eins og nógvar aðrar myndir hjá Lerfeldt ein hora. Lerfeldt var góður við og hugtikin av horunum og brúkti tær m.a. til model. Horurnar vóru sum heilagar gudinnur fyri hann, tær inspire- raðu hann og hann hevði fram- haldandi samband við tað søta lívið á vesterbro har í hann í mong ár kom fram um náttina undir breyðskuggaðum kunstnarahatti og stokki við silvurhondtaki sum ein annar Toulouse Lautrc fyri ár- hundraðskifti. Hann leitaði eftir vakurleik- anum hann vildi ikki provokera men vildi liva seg inní sínar myndir so hann kundi føla súsi fyri sínum oyrum, um sína list segði Lerfeldt eisini stutt einfalt og rámandi. Egentliga havi eg ongantíð ynskt at provokera eg vil út- trykkja eitt upplivilsi nakrar kenslur nakað sum hevur facinera meg. Men provokera tað gjørdi hann og fólk vóru eisini glað fyri hannsara opinleika, fólk streym- aðu til hansara framsýningar. Hans Henrik Lerfeldt dámdi sera væl Jazz tónleik hann átti yvur 7000 jazzplátur Chet Baker og Bill Evans vóru millum hansara favorittar. Hans Henrik Lerfeldt og Chet Baker vóru vinir, í bókini um Lerfeldt er eitt sera gott fotoendurgivið í bókini har í Teir vóru saman í Glyptotekinum í Købinhavn í 1988 bara eitt ár áðrenn Lerfeldt doyði. Vit síggja Hans Henrik Lerfeldt sitandi hann hyggur viðkvæmt og við eyðmjúkari virðing og kærleika uppá Chet Baker sum sær út júst sum tað hann var eitt vónleyst Heroin- vrak, hann loyp úr einum hotelvindeyga í Amsterdam og doyði ein tragiskur jazzmeistara. Lerfeldt spældi í Ingmar Bergmann filminum Fanny og Aleksander tað var hansara stóri korpus sum fangaðiBergmansa áhuga, Lerfeldt spældi tann sjúka fasturin Elsa Bergins sum til síðst brendi upp í filminum sera symbolst fyri Lerfeldtsa egna lív. Hans Henrik Lerfeldt doyði av sínum harða lívið sum alkoholik- ari og heroin narkomanur í 1989 42 ára gamal. Einsamallur og menniskja- styggur, kom man tætt inn á hann upplivdi man hann sum tað fína og hjálpsama men eisini sárbæra menniskja hann var. Hann brendi seg sjálvan upp innanífrá, hann leitaði eftir eymleikanum og kærleikanum sum hann ikki fekk sum barn, men fann einki av hesum. Ein av mínum listamanna- vinum úr København sum er deyður nú vitjaði einaferð Lerfeldt og segði at hann var litterur og hann segði m.a. at hann ikki hataði Gud sjálvt um hann átti at gjørt tað. Hann prát- aði seint sløvur og niðurdoyvdur av heroini. Umframt at vera ein stórur listamaður var Hans Henrik Lerfeldt eisini ein stór persón- ligheit og hann er í dag blivin ein legenda og ein myta. Í einum av hansara seinastu sjálvsmyndum síggja vit hann í sólbrillum hyggja uppeftir í luftina við stórum skeggi og langum hári í síni egnu einsa- møllu eksentrisku og gátuføru verð gjøgnumsyrgaður av síni list og jazzi, stoffum og horum.................... Keldur: Bók um Lerfeldt og Alex Steen í Kunstárbogen. Hans Henrik Lerfeldt og Chet Baker í Glyptotekinum í København í 1988