leygardagur 12. mars 2005síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 50 - 12. mars 2005
Í sambandi við útsendingina av Lív sum trúboðara
til Senegal hevði Jastrid Sørensen úr samkomuni
Betania í Porkeri eisini nøkur góð orð til Lív.
Hon las fyrst nøkur ørindi úr 2. Móesbók kap.
33:
• Síðani segði HARRIN við Móses: „Far nú avstað
-
• HARRIN talaði við Móses andlit til andlit, sum
táið maður tosar við mann.
• Móses segði við HARRAN: Er tað nú so, at eg
havi funnið náði fyri eygum Tínum, so vís mær
vegir Tínar, so eg kann kenna Teg og finna náði
fyri eygum Tínum! Hugsa kortini um, at hetta
fólkið er Títt fólk!"
• Hann svaraði: „Skal Eg tá sjálvur koma við tær
og leiða teg til hvílu?"
• Tá segði Móses við Hann: „Kemur Tú ikki
sjálvur við, so lat okkum ikki fara avstað hiðani!
• Tí av hvørjum skal tað síggjast, at eg havi funnið
náði fyri eygum Tínum, eg og fólk Títt, um ikki
av tí, at Tú ferðast við okkum, so vit, eg og fólk
Títt, verða ærd fram um øll fólkasløg á jørðini!"
• HARRIN svaraði Mósesi: „Eisini hatta, ið tú nú
biður um, skal Eg gera; tí tú hevur funnið náði
fyri eygum Mínum, og Eg kenni teg við navni."
Góða Lív!
Við hesum orðum senda vit í samkomuni her, tær
Porkeri – Senegal: Bilar í hópatali standa parkeraðir allastaðni
í bygdini hetta leygarkvøldið. Í missiónshúsinum savnast fólk
til missiónsviku, men í samkomuhúsinum "Betania" er eisini
missión á skránni.
Fólk úr allari oynni eru samankomin at vera saman við teirri
31 ára gomlu Lív Poulsen, sum hetta kvøldið verður send út
sum trúboðari til afrikanska landið Senegal.
Í gongini verða fólkini møtt við vøkrum sangi frá
sangkórinum úr oynni, og tá tey eru liðug at syngja kann sjálv
útsendingin byrja.
Nógv fólk eru samankomin, bæði ung og eldri, tí tað er ikki
gerandiskostur, at ein trúboðari verður sendur so langa leið sum
til Afrika.
Øll vilja tey samgleðast og vísa sín stuðul, nú
fyrireikingarnar til ta longu ferðina eru at enda komnar. Tveir
dagar seinni skal hon úr Føroyum og út í heim.
Skal ein bera eina heilsu fram til henda trúboðaran, so má tað
vera nú!
Álvarsom løta
Tað er ein serstakur dámur yvir eina slíka fráferðarsamkomu.
Og tað skilst á fólki, at hetta eisini er ein álvarsom løta fyri
hesi trúgvandi systkin hennara.
Løtan byrjar við at Mikkjal Sørensen hevur eitt orð og biður
síðani eina bøn.
Eftir ein felagssang er samrøða á skránni. Bróðir Lív, John í
Skemmuni, sum er í fulltíðar tænastu í Føroyum, setur fram
spurningar til Lív um ta tænastuna, sum nú liggur fyri
framman.
Símun í Túni, sum er leiðari fyri felagsskapin New Tribes
Mission, hagani Lív verður send út frá, ber síðani fram ein
boðskap, áðrenn løtan er komin til tær serstøku heilsanirnar frá
útvaldum fólkum.
Frá samkomuni Ebenezer í Havn bar Osvald Kjærbo fram
heilsu, meðan fólk frá fýra samkomum í Suðuroynni somuleiðis
bóru fram heilsur: Samkoman á Tvøroyri er umboðað av
Hildigarð Jacobsen; samkoman í Hvalba av Jens Sofus
Thomsen; samkoman í Vági av Kára Hammer og samkoman í
heimbygdini av Porkeri av Jastrid Sørensen. Hennara heilsan er
at lesa aðrastaðni á hesi síðuni.
Forbøn fyri Lív er somuleiðis á skránni, og fyri hesi stóðu
Pidda Larsen úr Porkeri, Róald Norðberg úr Vági og Andrew
Thomsen úr Porkeri.
Løtan í møtisalinum endaði við at Lars Djurhuus úr Porkeri
endaði við bøn, áðrenn felagskórið sang sín seinasta sang.
Aftaná var hugnaløta við einum drekkamunni har enn fleiri
nýttu høvið at at koma við góðynskjum til Lív.
Útsending við heilsan
og bøn
Lív Poulsen úr Porkeri
hevur altíð lurtað við
áhuga, tá trúboðarir
vitjaðu samkomuna. -
Teir tosaðu um at
tørvur var á
trúboðarum. Men sjálv
ætlaði eg mær ikki
avstað, sigur hon. Í
farnu viku fór hon
kortini til afrikanska
landið Senegal, har hon
í framtíðini fer at virka
sum trúboðari
KRISTNIBOÐAN
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Porkeri – Senegal: – Tað var tá
eg arbeiddi á einum lítlum
sjúkrahúsi í Gambia, at eg fekk
eyguni upp fyri tí stóra tørvinum
á trúboðarum í Vesturafrika.
– Eg sá nú, at eg eisini kundi
gera mun her, sigur Lív Poulsen,
trúboðari, sum í Senegal fyri-
reikar seg til eina tænastu sum
trúboðari í hesum landinum.
Hon hevur roynt ymiskt á
leiðini til tað nýggja og ókenda,
sum nú stendur fyri framman.
Hon hevur verið í Ísrael, verið
volontørur á einum barnaheimi
fyri menningartarnað, hevur
arbeitt á Eirargarði og hevur
útbúgvið seg til sjúkrasystir.
Síðani hevur hon arbeitt sum
sjúkrasystir í Havn, Danmark og
á Tvøroyri, inntil hon í 1999 fór
til Gamiba at arbeiða sum sjúkra-
systir á einum lítlum sjúkrahúsi í
14 mánaðir.
Tað var her at hon veruliga
fekk eyguni upp fyri neyðini og
tørvinum í hesum landinum. Og
nú – seks ár seinni – er hon
afturkomin til Senegal, har hon í
lýdni bíðar eftir teirri uppgávuni,
sum Hann, ið sendi hana hagar,
skal vísa henni.
Áhugavert er at nevna, at fyri
fáum árum síðani varð ein onnur
kvinna úr Porkeri og maður
hennara send út sum trúboðarar.
Tað eru hjúnini Maureen og
Christopher Clarke, ið virka sum
trúboðarar í Norðurafrika.
Mentan og siðir
Lív fór úr Føroyum í farnu viku
og skal verða í Senegal teir
komandi fýra til seks mánaðir-
nar.
Henda tíðin er ein fyrireik-
ingartíð til ta víðari tænastuna,
og umfatar m.a. at hon skal læra
seg eitt nýtt mál, ið kallast
woolof.
– Eg skal tó ikki læra hetta
málið til fulnar, men bara so at
eg kann klára meg í tí dagliga –
t.d. tá eg farið á marknaðin at
keypa ella um eg skal spyrja um
veg, sigur Lív.
Henda undirvísingin er skipað
við lesnaði, men eisini við
praktiskum arbeiði, har Lív
kemur at vitja fleiri støð, har
fólkið tosar hetta málið. Á henda
hátt fær hon møguleika at royna
tað hon hevur lært framman-
undan, umframt tað at hon
soleiðis fær gott innlit í mentan
og siðir hjá fólkinum.
Enn veit Lív kortini ikki til
fulnar, hvat hennara arbeiði
kemur at vera, tá tænastan av
álvara byrjar í Senegal.
– Men júst gjøgnum hesar
vitjanirnar á mongum ymiskum
støðum, vóni eg so at kunna
síggja, hvar brúk er fyri mær, og
hvar eg kann gerast mestan mun,
sigur hon.
Týða Bíbliuna
Hóast Lív er útbúgvin sjúkra-
systir, so er tað kortini eitt heilt
annað øki, ið hevur hennara
áhuga: Týðing av Bíbliuni.
Í dag er støðan tann, at ein
rættiliga stórur partur av heim-
sins fólkasløgum ikki enn hava
eina heila Bíbliu á teirra móður-
– Far nú
– Eg sá at eg eisin
Lív svarar spurningum um tænastu sína, sum bróðir hennara John í
Skemmuni setti henni