leygardagur 12. mars 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 50 - 12. mars 2005
35
Ein lítil heilsan úr Senegal. Her gongur sera gott og tað er gott
at verða aftur í Afrika. Sjálvt um tað minnur nógv um Gambia
er tað ørvísið álíkaval. Her í Dakar búgva 3 milliónir fólk. Og
her eru fólk allastaðni og trongt er á vegnum og gongubreytini.
Her er eisini sera nógvur larmur alla tíðina. Veðrið er sera gott,
eini 25 gradir um dagin, so tað er alle tiders.
Eg kom til Dakar týsdagin (1. mars, blm.) kl 00:30. Eitt
sindur seinni enn vænta. Flogfarið úr Keypmannahavn til
Brússel var 1 tíma seinka, og flogfarið úr Brússel til Dakar 5
tímar seinkað, og so millumlendu vit eisini í Spanien og vóru
har í ein tíma. So eg var móð tá eg endiliga kom á Gestahúsi
hjá New Tribes Mission (NTM). Fólk var eftir mær á
flogvøllinum, og eg hevði ongar trupulleikar at koma ígjøgnum
toll ella nakað annað, so tað var gott. So eg var glað tá eg hevði
fingið eitt gott brúsubað, og kundi leggja meg í vatnsongina, og
eg svav sum steinurin.
Mikudagin byrjaði so kunningin, so nú er høvdið um at
bresta. Eg, og eitt annað par, møta sum oftast 2-3 ferðir um
dagin við ymiskum fólkum. Vit eru eisini boðin út til døgurða
og náttura hvønn dag. Vit eru sera væl móttikin allastaðni og
øll eru sera blíð.
Mikukvøldið slapp eg so eisini at royna meg, av tí at Anna
Rodda (ein føroyskur trúboðari her niðri) var sjúk. Men eg sá
skjótt, at eg ikki var før fyri at hjálpa henni, og tí blivu boð
send eftir lækna. Hon bleiv innløgd á eini klinikk, sum er tætt
við her og hevur tað nógv betur nú. Hon verður innløgd í
nakrar dagar afturat.
Í gjár bleiv so e-mailið ordnað, so nú kann eg nýta mína egnu
teldu. Vit vóru eisini ein lítlan túr í býnum í gjár og royndu
eisini at taka ein taxabil. Tað var bara stuttligt at sleppa at royna
seg. Vit vóru eisini í ymiskum handlum og kannaðu prísir á
ymiskum, sum eg skal keypa. Var eitt sindur sjokerað yvir at
síggja, at tað mesta her niðri kostar tað sama sum í Føroyum.
Eg komi at verða her á gestaheiminum til 15. mars, og síðani
skal eg búgva saman við eini, sum eitur Diane, hon er eisini við
NTM. Men tað verður kanska eisini møguligt hjá mær at leiga
eina íbúð frá 1. juni til síðst í septembur. Hon er beint við
gestaheimið hjá NTM. Onkur sum hevur sæð hana, helt at hon
kanska var eitt sindur primitiv. Har er einki heitt vatn og næstan
eingir møblar. Eg fari at hyggja at henni mánadagin ella
týsdagin, og so fáa vit at síggja, hvat tað blívur til.
Hjartaliga takk fyri forbønirnar sum hava so ómetaliga stóran
týdning og hjartaliga takk fyri peningagávurnar sum eg fekk
áðrenn eg fór avstað.
Harrin vælsigni tykkum.
Kærar heilsanir
Lív
Fyrsta heilsan úr Senegal
máli. Og hjá Lív er hetta eitt
mál, ið Gud hevur lagt á hennara
hjarta at gera nakað við.
Kemur tað hartil, at hon fer at
luttaka í hesum arbeiðinum, so
verður tað kortini ikki einans
týðingin, sum verður hennara
arbeiðsøki. Fólk skula helst
eisini læra seg at lesa hesa
heilagu bók.
– Í samband við týðingina, so
komi eg eisini at arbeiða við at
læra fólk at lesa og at skriva.
Samstundis við hetta, verður
eisini arbeitt við at menna tey
smáu lokalsamfeløgini á øðrum
økjum, soleiðis sum ein sær
tørvin á.
– So tað verður okkurt av
hesum, sum eg helst komið at
arbeiða við. Eg verði har, sum
tørvurin er størstur, sigur Lív.
Í fyrstu atløgu kemur hon ikki
at arbeiða við útbúgving sínari
sum sjúkrasystir, men sum hon
sigur:
– Tá fólk fáa at vita, at eg eri
sjúkrasystir, so kann ein ikki
umganga at tey banka uppá fyri
at biðja um hjálp.
Tá tað so endaliga er avgjørt,
hvar Lív kemur at útinna tænastu
sína, skal hon av álvara í holtur
við at læra seg málið, hjá tí
fólkinum hon skal arbeiða
millum.
– Hetta kann lættliga taka tvey
til fýra ár. Alt er treytað av,
hvussu ringt tað er at koma inn í
mentanina og læra seg málið.
Lívslang tænasta
Tá trúboðarar fara í onnur lond
at arbeiða er ójavnt, hvussu
leingi tey eru úti ísenn: Summi
binda seg til eitt ávíst tíðarskeið,
meðan onnur eru úti, so leingi
sum tey duga at síggja, at Gud
hevur brúk fyri teimum.
Á Føroyum eru dømir um
trúboðarar sum hava verið úti í
nærum fjøruti ár, meðan onnur
eru úti í tvey til fýra ár. Men
hvussu við Lív – hvussu leingi
ætlar hon at vera úti sum trú-
boðari?
Skipanin, sum hon virkar undir
er vanliga hon, at ein er tvey ár
úti ísenn og kemur síðani heim í
eitt hálvt ár, ella ein er fýra ár úti
og so eitt ár heima.
– Men tá man er singul, sum
eg, so er tað kanska í longra lagi
at verða heima í eitt heilt ár, so
eg havi valt at býta tað upp. Men
sjálvandi, alt er ikki fastlæst, og
tí ber til at variera hesi
tíðarskeiðini, um tørvur er á tí.
– Men, hvussu leingi? Eg veit
ikki, - eg hopi, at eg kann verða
úti til eg verði 65 ár! Men, tú-
veit, alt er opið, tí einki tíðarmál
er sett á, sigur Lív.
Hippokrit
At Lív nú er farin so langa leið
sum til Senegal sum trúboðari
hevur sjálvandi sína søgu, tí hon
altíð hevur havt stóran áhuga í
missiónsarbeiði.
Heilt frá tí at hon var ung,
hevur hetta havt hennara stóra
áhuga. Ikki beinleiðis tað, at hon
sjálv skuldi fara avstað, men hon
lurtaði altíð við áhuga, tá trúboð-
arar komu á vitjan í samkomuni í
Porkeri.
Tað var serliga eitt orð úr
Bíbliuni, sum hon hoyrdi ferð
eftir ferð:
– Eg hoyrdi ofta nevnt hetta
skriftstaðið, um at fleiri fólk
mugu fara út í akurskurðin at
arbeiða, tí tað mangla fólk. Tað
bað eg so eisini um at Gud mátti
gera, men tá ætlaði eg mær ikki
sjálv avstað.
– Seinni helt eg meg tó vera
ein "hippokritt", tá eg bað so-
leiðis, og ikki sjálv ætlaði mær
avstað. So ein dagin segði eg
bara við Gud, at vilt tú at eg skal
fara, ja, so fari eg, sigur Lív.
Hon sigur, at hon ikki sum so
hevur fingið nakað serstakt kall
frá Gudi, men heldur hetta, at
"Her eri eg, send meg!".
Og soleiðis bar tað til, at hon
nú er komin til Senegals sum
trúboðari.
ú avstað
ni kann gera mun
kærastu heilsur til tín, nú tú fer avstað. Minst til, at
tann veldigi Gud, sum var við Mósesi, tá ið hann
var sendur avstað, er tann sami í dag. Hann sum
við skýstólpa um dagin og við eldsúlu um náttina
fylgdi Sínum fólki, sum gjørdi beiskt vatn
drekkandi, sendi føði av Himli, gav vatn úr
klettinum og bað Móses gera koparorm til bjarging
fyri fólkið.
Tú hevur funnið náði fyri eygum Guds við trúgv
á Harran Jesus, og hann kennir teg við navni. Hann
hevur lovað: "Eg skal als ikki sleppa tær og als ikki
fara frá tær".
Vit vilja so fegin verða ein liður í hesum so
týdningarmikla arbeiði. Vit ynskja at koma at
kenna tað fólk, sum tú kemur at liva millum. Verða
tað bakland, sum kann stuðla tær. Bæði tá ið
gongur væl, og ikki minni, tá ið á stendur. Lat
okkum fáa tað at vita, so vit saman kunnu, hóast
langt burtur frá hvørjum øðrum, møtast framman
fyri ásjón Guds í bøn. Vónandi hevur tú møgu-
leikan at senda teldupost, so skjótt kann hoyrast
millum okkum.
Vit ynskja tær ríku signing Guds, og Jesus fylgi
tær.
Lív, saman við mammuni Sigrid Poulsen