Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-12, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mars 2005síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 50 - 12. mars 2005 KONSERT Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Umleið 70 fólk møttu til eina væl fyriskipaða konsert á Føroya Fornminnissavni seinasta sunnu- dag. Hugskotið við konsertini var at framføra kirkjutónleik, sum hóskar til so hábærsligar karmar, sum kirkjubøstólarnir eru. Sjálv konsertin byrjaði við, at Tórshavnar Kamarkór kom syngjandi inn í framsýningar- hølið frá báðum síðum á rúmin- um, eftir at áhoyararnir høvdu sett seg. Tónleikurin hevði onkusvegna tilknýti til myndaevnini á stóla- vangunum ella ta tíðina, teir eru frá. Rættiliga nógvur kórtón- leikur snýr seg um Mariu moy (Ave Maria, Ave maris stella, Maria var moyggin o.s.fr.), og av tí at sunnudagurin 13. mars er Boðanardagur Mariu, og at Maria er umboðað á tveimum av stólavangunum, vóru heilir fýra sangir til hennara á skránni. Myndaevnið á fremsta stólinum, sum kallast Visitatio - Vitjanin -, har Maria kemur at vitja Elisabet, sum eisini er við barn, er beinleiðis umboðað við sanginum við sama heiti. Á skránni vóru annars kór- sangir úr miðøld, úr renesansuni, romantiska tíðarskeiðnum, tvey kingoløg og nýggjur føroyskur kórtónleikur. Ein blásikvintett, mannað av lærarum í musikkskúlanum, luttók eisini í konsertini við tónleiki eftir J.S. Bach, Percy Grainger og Darius Milhaud. Í steðginum hevði Regin Debess, savnslærari, eina stutta frágreiðing um myndaevnini á Konsert við kórsangi mi Sunnudagin 6. mars 2005 var ein forvitnislig kon- sert við Tórs- havnar Kamarkóri í hábærsligum umhvørvi á Før- oya Fornminnis- savni, har kirkju- bø-stólarnir verða sýndir fram