fríggjadagur 25. august 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
19
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 162 - 25. august 2000
Nr. 162 - 25. august 2000
Frá 1000 ára haldinum
Sunnudagin 27. august kl. 16.00 heldur
Johs. Andr. Næs fyrilestur um kristniundir-
vísing í skúlaverkinum í kirkjuni í Hósvík.
FØROYAR KRISTNAR Í 1000 ÁR
Postboks 1121 · tlf. +298 321132 · fax +298 321761 · FO-110 Tórshavn
Bakarasveinur
søkist.
__________________________________
Bakaríið hjá Gunnleivi
Tlf. 312161 ella 221534
Lærari
Søkt verður eftir lærara til Fuglafjarðar skúla
at byrja umleið 20. september. Starvið er
fyri lærara, sum hevur barnsburðarfarloyvi í
umleið 24 vikur.
Tímatalva:
2 t. í enskum í 5. fl.
2 t. í lívfrøði í 8. fl.
6 t. í ítrótti (gentur) í 3.–9. fl.
4 t. í handarbeiði í 5.–7. fl.
5 t. serligan tørv
Starvið verður lønt samb. galandi avtalu mill-
um Føroya Lærarafelag og Fíggjarmála-
stýrið.
Umsóknir saman við ljósriti av próvskjølum
o.ø. verða at senda skúlanevndini í seinasta
lagi mikudagin 6. september kl. 16.00.
Fuglafjarðar skúlanevnd
v/ Terja á Lakjuni
FO-530 Fuglafjørður
Leiga av ítróttar-
høllini í Runavík
Tey, ið ætla at leiga ítróttarhøllina í Runa-
vík veturin 2000/2001, skulu senda skriv-
liga umsókn til býráðsskrivstovuna í sein-
asta lagi 31/8-2000.
Runavíkar Býráð
Dr. Jakobsensg¿ta 16 ¥ Box 320
110 Trshagvn ¥ Tel 31 40 05
Sosialurin - 311820
ÚTSØLAN
byrjar fríggjadagin 25. aug.
Nógv ymisk meturvøra
úr 30-50%
í avsláttri
Eisini eru nakrar seymi-
maskinur við avsláttri
Allar restir fyri
hálvan prís
Vaskifólk
til Mýrifípuna
Vit søkja eftir dugnaligum vaskifólki 10 tímar
um vikuna at byrja 1. sept.
Tann, ið søkir, skal eisini vera avloysari á
stovninum. Nærri fæst at vita við at tosa við
leiðaran.
Dagstovnurin Mýrifípan
826 Trongisvágur
Tlf. 372700
Vegna summarfrí er avgreiðslan á Films-
eftirlitinum stongd frá 28. august til 15. sep-
tember 2000.
N. Winthersgøta 7 · Boks 124 · 110 Tórshavn
Tlf. 31 73 44 · Fax 31 93 30
Summarfrí
Frá
Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag
Fundur
verður mánakvøldið 28. aug. kl. 20.00 í høl-
unum hjá Starvsmannafelagnum, J. H.
Schrøtersgøta 9.
Skrá:
1. Annar og møguliga triði uppstillingar-
fundur til býráðsvalið
2. Landsfundurin
3. Ymiskt
Nevndin
Dagrøktarmamma
í Hósvíkar kommunu
Søkt verður eftir avloysara fyri dagrøktar-
mammu at byrja skjótast møguligt.
Nærri fæst at vita við at ringja 422416 ella
422435.
Nýggjar
TANNPROTESUR
Broytingar og umvælingar av gomlum protesum
Kliniskur tannteknikari
BERGUR
Á REYNATRØÐ
Børkuvegur, 620 Runavík
Tlf. 448480
Opið er mánadag-fríggjadag frá kl. 9-16
Vit útvega eisini:
Plastbakkar
Pakkibond, tape
Merkir, etikettir
Knívar
Kitlar, húgvur,
handskar, svintur o.l.
Ymisk tól til ídnaðin
Reingerðisevnir
Tilsetningsevnir
Plattar
Ráðgeving í tilevning
av pakkitilfari
...sjálvandi til besta prísin!!
Staravegur 5, P.O. Box 3099
FO-110 Tórshavn
Telefon +298 35 30 00
Fax +298 35 30 10
E-mail: farpack@farpack.com
Føroya størsta
úrval av
PAKKITILFARI
úr karton,
bylgjupapp og plast
innan øll vinnuøkir
*
*
*
*
*
*
*
*
*
*
KETLAR
Teir væl-
umtóktu ketlarnir
eru á goymslu
Bæði dupultir
og einkultir
Skulu tygum hava nýggjan
ketil, so tosið við okkum
og fáið eitt gott tilboð.
Vit hava serkøn fólk, ið geva
eina skjóta og góða tænastu.
- Alt tilfar til hitaverk og
sanitet fæst hjá okkum
MARIA POULSEN & CO
Smyrilsvegur 8 - tlf. 312000
Góðir brúktir
BILAR
á goymslu
Ein Mercedes Benz
C.220 diesel, 6 ár, koyrt
125.000 km, svartur me-
tallakk, svart leður inn-
trekk, sentrallás, el-rútar,
el-sóltak, ABS-bremsur,
luftpútur, radio/kassettu-
spælara, mahogny interi-
ør, servostýring og alu
felgur
Ein BMW 525 TDs, 6 ára
gamal, koyrt 127.000 km,
gráur, metallakk, el-sól-
tak, el-rútar, sentrallás,
airbag, alufelgur o.a.
Allir bilarnir eru í sera
góðum standi og
síggja út sum nýggir
FR-900 Vágur
Fartlf. 223380
Tlf. 373680 - 373660
Fax 374680
Loysnin frá seinastu viku
Loysunarorðið: KORNLENDI
Hvønn fríggjadag
er krossorðagáta í blaðnum. Drigið verður millum røttu inn-
sendu loysnirnar. Vinningurin er ein bók frá Bókadeild
Føroya Lærarafelags ella Føroya Skúlabókagrunni. (Krossa
av á listanum høgrumegin, hvørja tú best kundi hugsað tær).
Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, má loysunar-
orðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin. Vinnarin
verður saman við loystu gátuni kunngjørdur í blaðnum næsta
fríggjadagin.
Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs-
havn – og viðmerkið »Krossorðagáta nr. …« á bjálvan.
✁
Loysunar-
orðið: …………………………………………………
Navn: …………………………………………………
Bústaður: ……………………………………………
Bygd/býur: ……………………………………………
Bøkur og annað tilfar
– bæði innan og uttan skúlagátt
Lesið føroyskt – hugsið føroyskt!
❑Úti á leysum oyggjum - Marianna Debes Dahl
❑Matur í myndum - Sigrid Dalsgaard/
Beinta Johannesen
❑Í skýmingini - Sofía Petersen/Elinborg Lützen
❑Meistarin og teir fýra skrivararnir
- Ulf Nilsson/Kalr N. Hansen týddi
Frá
BÓKADEILD
FØROYA LÆRARAFELAGS:
❑Grønur var dalurin - Richard Llewellyn/
Knút Olsen týddi
❑Tit bygdu hetta land - Arbeiðsmarknaðurin -
Jákup Pauli Strøm
❑Føroya jarðfrøði - Jóannes Rasmussen
❑Frumsagnir - Neil Philip/Amy Tausen týddi
❑Mállæra - Paulivar Andreasen/Árni Dahl
Frá
FØROYA
SKÚLABÓKAGRUNNI:
Vinnari: J. H. Dragasund
Boks 3007
110 Tórshavn
240
Minningarorð um
Vilhjálm Patursson
Deyðin spyr ongan til ráðs, men kemur altíð óboðin
og óynsktur á gátt. Onkuntíð kortini meira óvænt-
aður enn aðrar tíðir.
Sunnudagin 13. august ár 2000 andaðist Vilhjálm-
ur Patursson knapt áttati tvey ára gamal.
Fyri tey, ið stóðu Vilhjálmi næst, vóru deyðsboð-
ini helst ikki heilt óvæntað, tí hesi seinastu árini var
hann heilsuveikur og troyttur. Tað duldi hann heldur
ikki fyri.
Fyri okkum, ið hava verið nærmastu grannar hans-
ara í meira enn tríati ár, fer tað at kennast undarligt,
at hann ikki verður at síggja her niðri á Velba-
staðvegnum, tí morgunmaður var hann burturav, og
altíð til dystin fús og á ferð. Lættur sum fuglurin,
oftast meira rennandi enn gangandi.
Fyri flestum okkara man tað vera so, at tey vin-
fólk, ið tú fært í lívi tínum, seta onkur spor, sum tú
ikki gloymir, og sum eru av stórum týdningi fyri teg.
Okkurt tílíkt vil eg fegin nevna í hesum fáu minn-
ingarorðum.
Vilhjálmur var ein ógvuliga positivur og kveikj-
andi maður, hevði gott mót, og hevði tiltrúgv uppá
framgongd; ikki dapurskygdur. Møtti tú honum ein
illsligan tungan regndag, og byrjaði prátið við at
gremja teg um hetta regn, so var svarið: Tey munnu
ikki vera betur fyri, ið ongan regndropan hava.
Gramdi tú teg ein annan dag um, at eingin sól var
í Føroyum, so kundi hann minna teg á, at tey mundu
ikki vera betur nøgd, sum kódnaðu av hita og sól.
Hann var ikki ein av teimum, ið gramdi seg um
føroyska veðurlagið, men hevði viðføddan alsk til
føðiland sítt. Tað kanst tú vísa á ymiskan hátt.
Seinasta prátið, ið vit høvdu báðir so hugnaliga
saman, mundi vera dagin fyri, sum hann gjørdist
rættiliga sjúkur.
Veðrið var so sera gott henda dagin. Hann sat á
einum lágum krakki í túninum og flutti hann hann úr
stað so hvørt, sum hann tók okkurt órudd upp úr
túninum.
Nei, nú tjeni eg einki meira, og eg orki einki.
Tú hevur kortini ikki mist eyga fyri, at plastikk,
sigarettstubbar og fløskubrot ikki prýða um okkara
vegir og tún. Hann bara smíltist. Men eg hugsaði
sum so: Gævi so var, at fleiri av okkara ungu høvd
henda hugburð tín, so hevði Áarvegurin ikki sæð
soleiðis út, sum hann plagar at gera 3. ólavsøku-
morgun. Ikki minst í ár.
Eina tøkk vil eg fegin, og helst fleiri við mær,
veita Vilhjálmi fyri tað tol og beinasemi, ið hann
sýndi mongum ungdómi, ið hann vildi taka í arbeiði,
sum var hansara lívsyrki at bøta og fríðka um vegir
okkara, ið ikki mundu vera so góðir, tá ið hann tók
hetta arbeiði á seg.
Góða Sólveig. Fyri teg man missurin og saknurin
kennist svárast, og vit eru mong, ið hava samkenslu
við tær og tykkum.
Eg fari at enda hesi fáu minningarorð um Vilhjálm
við teimum sera vøkru orðunum, ið abbi hansara
Jóannes Patursson á sinni endar eitt av mongu vøkru
sálmaørindi síni:
Í túsund ára tal
Guð menti oss so væl,
at fólk til føðiland
tað bant sítt trygdarband,
sum aldri kundi vikna.
Friður veri við minninum um Vilhjálm Patursson.
SjúrðurGGG