hósdagur 17. mars 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 53 - 17. mars 2005
Fólk brúka framvegis pengar
Stjórin í Norðoya
Sparikassa harmast,
at 70 arbeiðspláss í
alivinnuni í Norð-
oyggjum hvørva inn-
an tveir mánaðir, men
hann vísir samstundis
á, at tað gongur upp
og niður í ymsum
pørtum av vinnuni,
og í løtuni gongur tað
væl hjá øðrum. Og
fólk hava framvegis
stóran keypihug
VINNA
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Klaksvík: Stjórin í Norð-
oya Sparikassa hevur langt
frá mist mótið, nú alivinnan
í Norðoyggjum er við at
steðga upp.
70 arbeiðspláss á virkin-
um Kryvjing fara í søguna,
og áður er alivirksemið á
sjónum minkað niður í lítið
og einki.
– Tað er spell, at tað skal
hava gingið so illa í ali-
vinnuni, og vit mugu venja
okkum til, at arbeiðisloysið
í Norðoyggjum fer at
kvinka eitt sindur uppeftir
næstu tíðina, sigur Eyðfinn
Reyðberg, stjóri í Norðoya
Sparikassa.
70 arbeiðspláss burtur
Í farnu viku vóru 25 fólk
søgd
upp
á
virkinum
Kryvjing í Klaksvík, sum
virkar alilaks, og tey 35
fólkini, sum eru eftir til
arbeiðis, verða send heim
innan tveir mánaðir, tá ið
eingin alilaksur er eftir at
taka í Norðoyggjum. Tá ið
flest fólk arbeiddu á Kryvj-
ing, vóru tey 70 í tali, men
um nakrar vikur eru hesi
arbeiðspláss burtur.
– Kryvjivirkið er rímiliga
nýtt, og tí eru hesi arbeiðs-
plássini ikki so gomul, men
tað er sera spell fyri tað, at
tey nú rúka. Alivinnan hev-
ur verið í kreppu í eina tíð,
men tað er líkt til, at áhugi
hóast alt er millum íleggj-
arar fyri at seta pengar í
alivinnuna aftur, og tí kann
gongd koma á aftur vinn-
una, heldur Eyðfinn Reyð-
berg.
Fólk brúka tað sama
Spurningurin er so, hvørjar
avleiðingar
tað
fær
í
Norðoyggjum, at ein heil
vinna mest sum steðgar
upp, og nógv arbeiðspláss
hvørva.
– Vit hava vitað, at hetta
fór at koma, tí støðan í
alivinnuni hevur verið so
vánalig. Men samstundis
skulu vit ikki gloyma, at tað
gongur upp og niður í
ymsum vinnum, og í løtuni
kunnu vit fegnast um, at tað
gongur væl hjá Næraberg,
sum hevur eini 120 ársverk
umborð. Tað gongur eisini
væl hjá øðrum skipum í
flotanum, sigur Eyðfinn
Reyðberg.
– Tað er ikki líkt til, at
gongdin í samfelagnum
hevur ávirkað keypihugin í
Norðoyggjum,
tí
tær
ábendingar, sum vit fáa frá
handilslívinum er, at teir
selja eins nógv í ár, sum teir
gjørdu somu tíð í fjør, og
onkrir handlar selja enntá
meira.
– Í løtuni er avleiðingin
av niðurgongdini, at fólk
spara minni upp, men
brúka tað sama. Um niður-
gongdin
í
búskapinum
verður størri og varðar
leingi, so kemur tað sjálv-
andi eisini at ávirka keypi-
hugin hjá fólki, sigur Eyð-
finn Reyðberg.
– Tað er ikki líkt til, at
gongdin í samfelagnum
hevur ávirkað keypihugin í
Norðoyggjum, tí tær
ábendingar, sum vit fáa frá
handilslívinum er, at teir
selja eins nógv í ár, sum teir
gjørdu somu tíð í fjør, og
onkrir handlar selja enntá
meira, sigur Eyðfinn
Reyðberg, stjóri í Norðoya
Sparikassa
Konsertir
við Kim
Sjøgren
Fríggjadagin 8. apríl
kemur kendi violin-
leikarin, Kim Sjø-
gren, til Føroya at
hava konsertir, um-
framt ein sokallaðan
master-class, har øll
kunnu luttaka
KONSERTIR
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Kim Sjøgren er víðakend-
ur violinleikari. Blaðung-
ur gjørdist Kim limur í
Kgl. Kapellinum og er
hann yngsti konsertmeist-
ari nakrantíð í hesum ork-
estri. Sum tónleikari hevur
Kim altíð roynt nýggjar
leiðir uttan at lata seg tøla
av, hvat ið fólk vanliga
meta verða rættast fyri ein
tónleikara á hansara støði.
Meðan hann var konsert-
meistari, var hann stund-
um at síggja á gongugøt-
uni í Keypmannahavn
sum gøtutónleikari. Hetta
undraði fólk stórliga, tí
samstundis ferðaðist Kim
Sjøgren dúgliga runt og
framførdi í kirkjum, fyri
konsertfeløg og sum sol-
istur við mætastu orkestr-
unum í landinum.
Á sín heilt egna hátt
heldur Kim Sjøgren fast
við, at tónleikur er sam-
skifti, og einki skal binda
hann at samskifta við øll
fólk. Tað gav til dømis at
bíta, tá Kim Sjøgren trein
fram í donsku Grand
Prix-kappingini og fram-
førdi saman við Birthe
Kjær. Eisini hevur Kim
roynt seg sum sjónleikara
í filmi og á palli.
Fyri stuttum varð Kim
Sjøgren útnevndur pro-
fessari á Det Jyske Mus-
ikkonservatorium.
Á konsertunum fer Kim
at framføra sítt heldur øðr-
vísi solo-show, har hann er
púra einsamallur á pallin-
um sum violinleikarin,
tónleikarin, samskiftarin
og undirhaldarin Kim Sjø-
gren. Eisini skipar Kon-
sertfelagið saman við
Tórshavnar Musikkskúla
fyri einum sokallaðum
master-class, har ið Kim
Sjøgren fer at leggja ung-
um evnaríkum føroyskum
violinspælarum lag á.
Skráin hjá Kim Sjøgren
sær soleiðis út: Fríggja-
dagin 8. apríl kl. 17.00
Master-class í Norður-
landahúsinum (ókeypis
atgongd)
Leygardagin 9. apríl kl.
19.00 Konsert í Ósáskúl-
anum, Klaksvík (saman
við 17 sangarum)
Sunnudagin 10. apríl kl.
16.00 Konsert í Norður-
landahúsinum
- Etingarólag snýr seg
um so nógv annað,
enn mat - í veruleik-
anum kanska minst
um mat, men heldur
um kenslur, sjálvs-
virðing og eitt ynski
um at hava tamarhald,
segði Finn Skårderud,
professari, millum
annað á ráðstevnini
um etingarólag á
Hotel Føroyum
mikudagin
ETINGARÓLAG
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Mikudagin skipaði Synergi
fyri ráðstevnu um etingar-
ólag. Á stevnuni luttóku
ymisk fakfólk, læararar,
heilsusystrar umframt for-
eldur
at
børnum
við
etingarólagi.
– Hóast vit ongi hagtøl
hava og ikki hoyra so nógv
um tað, er tað er eingin ivi
um, at etingarólag eisini er
trupulleiki hjá nógvu føroy-
ingum. Eftir at vit høvdu
lýst við hesi stevnuni, vendu
heilt nógv foreldur sær til
okkum at frætta nærri, so
tørvurin at varpa ljós á evn-
ið er avgjørt til staðar, siga
fyrireikarnir av stevnuni.
Kenslur og tamarhald
Finn Skårderud hevur meir
enn 20 ára royndir við sjúk-
lingum, sum líða av eting-
arólagi. Í fyrilestrinum
greiddi hann frá, at eting-
arólag í grundini er ein sál-
arsjúka, har tað er kenslan
av at vera ov tjúkkur heldur
enn veruleikin, sum fær
sjúklingin at skúgva matin
frá sær ella spýggja hann
uppaftur.
Finn nevndi sum dømi
eina kvinnu við etingar-
ólagi, sum livdi saman við
einum manni, hon ikki
treivst saman við. Samlívið
teirra millum var merkt av
brigsli og illneitan, og
kvinnan kendi eg alsamt
tjúkkri og minni eiggiliga, tá
hon var saman við honum.
Seinni fann kvinnan saman
við einum øðrum manni,
sum var púra burtur í henni.
Hetta fekk frá eini løtu til
aðra kvinnuna at kenna seg
klæna og vakra, hóast vektin
segði júst tað sama.
Dømi er rættiliga typiskt,
greiddi Finn frá, og vísir
bara, at tá tað snýr seg um
etingarólag, er maturin og
harvið vektin bert eitt sjúku-
tekin um, at okkurt annað
bagir. Ein orsøk til etingar-
ólag er til dømis ynski um at
hava
tamarhald
á
sær
sjálvum ella bara onkrum
her í lívinum. Við at lata
vera við at eta ella spýggja
matin upp aftur kann sjúk-
lingurin varveita eina støð-
uga vekt og harvið kensluna
av at vera tann, ið stýrir.
Tankin um at byrja at eta
sum vanligt aftur verður
ræðandi, tí fyri sjúklingin
merkir tað, at hann setir
tamarhaldið á sær sjálvum í
vanda. Eitt normalt forhold
til mat verður sostatt ein
hóttan móti allari sjálvsvirð-
ingini, sjúklingurin hevur
bygt upp um etingarólagið.
Hóast sjálvsmyndin hjá tí
sjúka lítið og onki hevur
við veruleikan at gera í
eygunum á øðrum, ger tað
ikki støðuna minni veruliga
fyri tann sjúka. Finn Skård-
erup kom í hesum sam-
bandi inn á, hvussu lærarar,
pedagogar
og
foreldur
kunnu koma á tal við tann
sjúka og royna at seta seg
inn í, hvussu hann fatar
støðuna. Í øllum førum
nyttar tað lítið bara at júka
tann sjúka um at eta sum
onnur, tí tað fær ongantíð
loyst ein trupulleika, sum
ikki snýr seg um mat.
Aftaná fyrilesturin hjá
Finn Skårderud greiddu
Heri Kragesten og Anna D.
Henze, sálarfrøðingar, frá
viðgerðarmøguleikum
í
Føroyum fyri etingarólag,
har luttakranir eisini fingu
høvi at seta spurningar.
Tá matur er ein hóttan
– Etingarólag er eitt slag av sálarsjúku, har maturin og vektin
bert eru sjúkueyðkenni um, at okkurt annað feilar, segði Finn
Skårderud, professari, millum annað á ráðstevnuni um
etingarólag