Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. august 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 9 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 163 - 26. august 2000 Nr. 163 - 26. august 2000 F‡ meira at vita hj‡ Yndi, kom framviÝ og f‡ t¾r ein faldara og eitt pr‡t. M¿guligt er at f‡a —keypis royndar- t’ma ’ SPINNING og AEROBIC. M¿guleiki er hj‡ fel¿gum, fyrit¿kum o.¿. at leiga t’mar ’ Yndi. Tilmelding verður í Yndi, Yviri við Strond 21, leygardagin tann 26. august frá kl. 15.00 til kl. 17.00 KomiÝ inn ‡ g—lviÝ ella ringiÝ ‡ tel.: 311 311, 310 025 ella 312 868. Tlf.: 311 311 Fax: 318 527 AEROBIC SPINNING OG BALLETT SPINNING Sum nakaÝ spinnandi nàtt kunnu vit nœ bj—Ýa t’mar ’ SPINNING, sum seinastu ‡rini er vorÝin sera v¾lumt—kt v’Ýa um. SPINNING er sera gott fyri Y, lungu og bl—Ý- rensliÝ. SPINNING er sera konditi—nsstimbrandi og ein —gvuliga g—Ýur h‡ttur at kl¾nka seg. SPINNING kann ’Ýkast av ¿llum, eisini teimum viÝ veikum liÝum ella ryggi. ByrjaÝ verÝur m‡nadagin 28. august og halda vit ‡ til 03. desember Mánadag Týsdag Mikudag Hósdag 16:00 Ð 16:50 Spinning Byrjarar 18:30 Ð 19:30 Spinning Vand 18:15 Ð 19:05 Spinning Byrjarar 19:30 Ð 20:20 Spinning Byrjarar 20:00 Ð 21:00 Spinning Vand 20:30 Ð 21:30 Spinning Vand Mánadag Mikudag 19:30 - 20:00 Trimm 20:00 - 21:00 Spinn 19:30- 20:00 Trimm 20:00 - 21:00 Spinn KOSTNAÐUR FYRI ALT SKEIÐIÐ Skúlanæmingar 1 ferÝ um vikuna: 490 kr. 20% avsl‡ttur 2 ferÝir um vikuna: 790 kr. 20% avsl‡ttur 3 ferÝir um vikuna: 1050 kr. 1050,- kr. KOSTNAÐUR FYRI ALT SKEIÐIÐ 60 min. 75 min. Skúlanæmingar 1 ferÝ um vikuna : 490 kr. 610 kr. 20 % avsl‡ttur 2 ferÝir um vikuna: 790 kr. 990 kr. 20 % avsl‡ttur 3 ferÝir um vikuna: 1050 kr. 1310 kr. KOSTNAÐUR FYRI ALT SKEIÐIÐ Trimmari Ð Aerobic Ð Steppbonkur Ð Venjing uttan hopp Ð Mix Ð Menn AEROBIC FEITTKNÚSARI 17:15 - 18:15 Aerobic Byrjarar 18:15 - 19:30 Aerobic Vand 15:00 - 16:00 Trimmari ¯ll 17:15 Ð 18:15 Kvinnur Uttan hopp 17:15 Ð 18:15 Aerobic Byrjarar 15:00 Ð 16:30 Mix 18:15 - 19:30 Aerobic Vand 19:00 Ð 20:00 Trimmari ¯ll 19:30 Ð 20:30 Trimmari ¯ll 18:15 Ð 19:30 Cirkulvenjing ¯ll Yndi kann bj—Ýa ¿llum okkurt slag av kropsvenjing. Kvinnum sum monnum, ungum sum eldri, st—rum sum sm‡um, sterkum sum veikum. 20:00 - 21:00 Steppbonkur 20:00 - 21:00 Menn Vigar tœ ov n—gv? ....Her er kjansurin! Trimma & Spinn NÚ BYRJA VIT AFTUR Sum nakaÝ nàtt bj—Ýa vit teimum, iÝ viga meiri enn 10 kilo ov n—gv, venjing tv¾r ferÝir um vikuna. ByrjaÝ verÝur viÝ styrkivenjingum fyri bœk, rygg, enda, armar og bein. S’Ýani verÝur fariÝ at spinna, har taÝ serliga er bl—ÝrensliÝ og feittbrenningin, iÝ dentur verÝur lagdur ‡. T’Ýirnar eru: KOSTNAÐUR FYRI ALT SKEIÐIÐ 6-12 ‡r: 375 kr. 13 ‡r og eldri: 490 kr. RingiÝ ella komiÝ yvir ’ YNDI leygardagin 26. august millum kl. 15:00 og 17:00 ella m¿ti bara til t’man. ByrjaÝ verÝur m‡nadagin 28. august og halda vit ‡ til 03. desember BALLETT 16:00 - 17:00 9-10 ‡r 16:00 Ð 17:00 11-12 ‡r 16:00 Ð 17:00 13 ‡r og eldri 17:00 - 18:00 6-8 ‡r 18:00 - 19:00 Dansur Vaksin T’Ýirnar verÝa hesar: T’Ýirnar eru: T’Ýirnar eru: v/ Elsu Mariu Bærentsen Mánadag Týsdag Mikudag Hósdag Leygardag Týsdag Mikudag Hósdag Sosialurin - 311820 EYÐUN KLAKSTEIN Klaksvík: Shell-tangabilar úr høvuðsstaðnum og Eysturoy gjørdu innrás í Klaksvík hósdagin. Orsøkin til hetta var, at tangaskipið, Magn, hevur havt brek við skrúvuni, og tí ikki kundi sigla sum vanligt hesa vik- una. Fyri at tryggja at nóg mikið av bensini var á sølu- støðunum í Havn og Innrás av Shell-bilum Tangabilar hjá Shell vóru hósdagin í Klaksvík eftir bensini, tí Magn hevur havt brek við skrúvuni Tangabilar hjá Shell noyddust hósdagin í Klaksvík eftir bensini til bensinstøðirnar í Havn og Eysturoy Eysturoy, fóru bilar hjá Shell til Klaksvíkar, har iva- leyst av bensini var á goymslu. Shell-bilarnir fyltu tang- arnar og fóru so um Leir- víksfjørð við Dúgvuni í døgurðatímanum hósdagin. Bensin kann ikki flytast saman við ferðafólki, og tí var neyðugt hjá Shell at leiga Dúgvuna um midd- agsleitið. Tá liggur strand- faraskipið vanligt ein góðan tíma í Klaksvík. Lættasta loysnin - Magn er longu farin aftur at sigla sum vanligt, og kemur alt í rættlag aftur nú, sigur Hákun Djurhuus, stjóri á Føroya Shell. Hann sigur, at um Magn hevði verið noyddur at ligið í longri tíð, hevði Shell leig- að annað skip til flutningin av brennievni, men brekið varð umvælt eftir stuttari tíð, og so var lættasta og bíligasta loysnin at flyta bensin úr Klaksvík til sølu- støðini í Eysturoy og í Havn. - Við at flyta bensin á hendan hátt hava vit tryggja okkum, at allar bensinsøl- urnar hjá okkum hava nóg mikið av bensini til Magn kemur aftur til landið. Brúk- ararnir má jú fáa ta vøruna, sum hann hevur brúk fyri, sigur Hákun Djurhuus. Tvøroyri: Leygarkvøldið fer poppbólkurin Aria úr Klaksvík at spæla til dans í TB-húsinum. Aria hevur spælt til dans ymstastaðni í summar, og nú eru tað suðuroyingar, Aria í TB- húsinum Klaksvík: Nú eru vatnvið- urskiftini í Klaksvík við at koma í rættlag aftur. Sein- astu dagarnar hevur verið vátt í veðrinum, og tað hev- ur gjørt, at báðar goymsl- urnar hjá Klaksvíkar kommunu eru fullar aftur. Fyrr í vikuni varð stongt fyri vatninum um náttina til vestara arm fyri at tryggja, at nóg mikið av vatni var um dagin. Hetta er tó ikki neyðugt longur. Goymslan í Ánagjógv, sum letur vatn til øll virkini í Klaksvík umframt til eyst- ara arm hevur ongantíð ver- ið stongd, og tann goymslan er eisini full nú. Hendan goymslan fær í løtuni vatn úr Svartadali og onkrum Vatngoymslurnar fullar aftur Nú er nóg mikið av vatni í báðum vatn- goymslunum í Klaksvík keldum, og er tað ikki nóg mikið, er nógv vatn í Strandadali at taka av. Goymslan í Ánagjógv tekur 1800 tons av vatni, meðan brunnarnir á Horni samanlagt taka 2400 tons. ek sum standa fyri tørni. Aria er á hvørjum ári í Suðuroy, har verða teir vanliga væl móttiknir. Aria fer at spæla løg hjá sær sjálvum og hjá øðrum. JÚSTINUS LEIVSSON EIDESGAARD OG EYÐUN KLAKSTEIN Ritan kemur inn móti Skansaboga av øðrum túri- num í morgun, og ættin er skeiv á Skansanum í Havn. Hon er ongantíð til vildar hjá tí, sum hevur Skansan sum sítt heim á náttartíð í Havn. Her er altíð trekkur, sjálvt um tú liggur í le. Og ein av teimum, sum av og á svevur á Skansanum, er 56 ára gamli Martin Eliassen úr Klaksvík. Hann er heimleysur –Tá hann er lágur í ættini, plagi eg at liggja her, sigur Martin og peikar á ein bonk á norðaru síðu á Skansa- num. Beint sunnanfyri nýggja fyrisitingarbygning- in hjá Føroya Sparikassa – gamla Fiskasølubygningin. Hesin er júst settur í stand fyri 53 milliónir og í gjár var móttøka í bygninginum, har sjálvur mergurin í før- oyska samfelagnum savn- aðist. Kransakøkurnar, sum lupu av, liggja enn og storkna og torna í rustíløtu- num hjá Sparikassanum. – Tá hann er høgur í ætt- ini, fari eg suður um, sigur Martin, sum er meinkunn- igur á Skansanum. Hann fer ígjøgnum eina tronga smogu í verndargarðinum, og vit koma útaftur hinu- megin og síggja beint niður yvir havnalagið á Eystaru bryggju. – Eg plagi at liggja á hes- um beinkinum, nei, hann er horvin, teir hava tikið song hjá mær, sigur Martin undr- andi. – Tú svevur ikki væl úti, vaknar ofta og undrast, hví tú endaði soleiðis í lívinum, sigur Martin Eliassen, sum er útbúgvin fysioterapeutur og hevur sæð betri dagar. Eingin hjálp Martin er ein av okkara borgarum, sum hevur ilt við at passa inn í samfelagið við teimum krøvum, sum sam- felagið setir til tann ein- staka. Í dag eru allar dyr stongdar. Hann er heim- leysur hóast, hann eigur pening til at leiga eina íbúð, tí ongin vil hava hann at búgva hjá sær. Martin vil helst búgva í Klaksvík, men her hevur kommunan givið upp. Hon klárar ikki at hjálpa einum borgara, um hann er sum Martin. Tá sosialu myndugleikar- nir i Klaksvík hava givið upp, er Martin vorðin eitt landsproblem, og hann kennir seg burturvístur til Havnar. Men Almannastov- an fær heldur ikki hjálpt honum, og tí býr Martin á einum bonki á Skansanum í Havn, har gamlir fangar spøkja og rustaðar kanónir minna um orrustur í farnum døgum. Umgyrdur av ein ríkum vælferðarsamfelag skelvir Martin so tenninar ringla í munninum, meðan náttin spakuliga viknar meira og meira. Almannastovan fær einki gjørt Martin Eliassen hevur sein- astu tvey árini livað uttan at vita, hvar hann skal sova komandi náttina. Er veðrið gott, yvirnáttar hann undir opnum himni, men er illsligt í veðrinum, noyðist hann at leita sær skjól hjá Frelsunarherinum. Men tað er eingin varandi loysn og verður bara nýtt í neyðstøðu. – Eg havi eisini rikist á øllum gistingarhúsunum, sum eru í Tórshavnar kommunu, men nú vilja hesi gistingarhús ikki hava meg innaftur, tí hotellini ikki skulu brúkast sum bú- staður, sigur Martin. 56 ára gamli Martin Eliassen úr Klaksvík býr á gøtuni í Havn. Hann passar ikki inn í føroyska samfelagið. Hvørki kommunan í Klaksvík ella Almannastovan kunnu hjálpa honum við at finna bústað. – Eg eri verju- leysur í eini sosialari skipan, sum ikki virkar fyri mítt viðkomandi, sigur Martin Eliassen Heimleysur í Føroyum Hann hevur roynt at fing- ið Almannstovuna at finna sær eina íbúð, men heldur ikki tað hevur borið til. Týsdagin fekk hann skriv frá Almannastovuni, sum sigur, at Almannastovan ikki kann hjálpa honum við bústaðartrupulleikunum, tí hon hevur ikki hús ella íbúð at vísa á. – Tað einasta Almanna- stovan kann gera, er at vísa á tann privata íbúðarmarkn- aðin, verður sagt í skrivi- num. Og har ber ikki til at finna nakað. – Eg havi roynt alt, sum eg kann, fyri at finna mær okkurt at búgva í, men eg fái einki, sigur Martin Elias- sen, sum hevur verið í sam- bandi við nógvar politikarar fyri at fáa hjálp – men uttan úrslit. Vil helst búgva í Klaksvík Martin Eliassen hevur búð størsta partin av lívi sínum í Klaksvík, og har starvaðist hann eisini. Men fyri fleiri árum síðani flutti hann til Havnar, og seinastu tvey ár- ini hevur ongan fastan bú- stað havt. – Eg havi búð størsta partin av mínum lívi í Klaksvík, og tað er eisini har, eg helst vil búgva. Men heldur ikki har kann eg fáa innivist nakrastaðni, sigur hann. Martin hevði hús saman við konu síni, men tá tey vórðu skild, vórðu húsini seld. Síðani leigaði hann í Klaksvík, men endin var, at hann stóð uttan bústað. – Eg kendi meg noyddan at fara til Havnar, og tað er ikki av góðum vilja, at eg eri her. Eg vil sleppa aftur til Klaksvíkar at búgva, tí tað er har eg kenni meg heima, sigur hann. Í Havn hevur hann møgu- leikan at yvirnátta í herberg- inum hjá Frelsunarherinum av og á, men einki líknandi stað er í Klaksvík. Dagar á gøtuni Á herberginum hjá Frelsun- arherinum kann Martin Eliassen leita sær skjól, men har er ikki opið um dagin. Fólk sleppa inn klokkan 10 á kvøldi og fara út aftur klokkan 10 á morgni. – Tí má eg ganga og mæla allan dagin í Havnini. Eg plagi at fara á bókasavnið at lesa bløðini, men har ber ikki til at verða sitandi fyri dagin. Onkuntíð eri eg á far- støðini ella koyri eg eina løtu í einum býbussi, greiðir Martin Eliassen frá. – Eg eri illa gongdur og somuleiðis sjúkur, so tað er sera trupult hjá mær at skula verða allan dagin á gøtuni. Eg kann ikki leggja meg á nakran bonk, tí so kemur løgreglan og sigur, at eg má ikki sova á einum bonki í býnum. – Tað er heldur ikki ófar- ligt at ganga fyri seg sjálvan at kalla verjuleysur, og eg var niðursligin fyri kortum. Eg eri illa fyri, og fái tí einki gjørt fyri at verja meg, sigur Martin. Roynir nú Kærustovnin Í vikuni hevur Martin Elias- sen sent Føroya Kærustovni skriv, har biður um eina prinsipiella avgerð um hansara bústaðartrupulleik- ar. – Kommunan, haðani eg komi, sigur seg ikki hava nakra ábyrgd av, um eg havi ein bústað ella ikki, og Al- mannstovan kann ikki hjálpa mær. Eg eri tí verju- leysur í eini sosialari skipan, sum ikki virkar fyri mítt viðkomandi, sigur Martin Eliassen í skrivinum til Kærustovnin. – Veturin stendur fyri durðum og okkurt má henda í hesum máli, sigur Martin, sum biður um eina hjálp- andi hond frá Kærustovni- num. Ein hjálpandi hond, sum er at finna nógvastaðni, men sum enn ikki hevur ført til, at hann hevur fingið varandi bústað. – Tá hann er høgur í ætt- ini, fari eg suður um, sigur Martin, sum er meinkunnigur á Skansa- num. Mynd: Álvur Haraldsen Martin Eliassen hevur seinastu tvey árini livað uttan at vita, hvar hann skal sova komandi náttina. Er veðrið gott, yvirnáttar hann undir opnum himni, men er illsligt í veðrinum, noyðist hann at leita sær skjól hjá Frelsunar- herinum. Men tað er eing- in varandi loysn og verður bara nýtt í neyðstøðu. Mynd: Álvur Haraldsen