Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. mars 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 55 - 19. mars 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Andlát 11. mars Magnus Heinesen, Viðareiði, 58 ár. 12. mars Olina Olsen úr Skopun, ættað av Skarvanesi, 80 ár. 13. mars Knút Joensen, Tórshavn, 71 ár. 16. mars George Joensen, Tórshavn, 62 ár. Elsa Maria Fagraberg, vanliga nevnd Essemi, Mið- vágur, ættað úr Rituvík, 79 ár. Hans Jacob Gaard Petersen, Fámjin, 75 ár. Dagurin 19. mars. Jósef. Dagurin hildin til minnis um festarmannin hjá Mariu Moy. Hann gjørdist, sum vera man, halgimenni hjá húsasmiðum og hand- verksmonnum. Bíbilska navnið merkir "Guð lati meg fjølgast". 20. mars. Gordius. Pálmasunnudagur og dymbil- dagavikan byrjar. Gordius, deyður umleið 300. Rómverskur hermaður, sum gjørdist kristin og varð tikin av døgum. 21. mars. Vársjavndøgur. Tvær ferðir um árið eru sólin og jørðin staddar soleiðis hvør móti aðrari, at dagur og nátt eru líka long. Vársjavndøgur er van- liga 21. mars, men kann eisini vera 20. Dagurin eitur eisini bænadiktsmessa, til minnis um Bænadikt úr Nursia, sum stovnaði eina munka- skipan, ið skjótt kom víða um londini. Bygdi eitt tiltikið kleystur á Monte Cassino í Italia. Navnið kemur av orðinum "benedictus", sum merkir tann vælsignaði. Bænadikt doyði í 547. 80 ára føðingardagur Heri Mohr, Tórshavn, fyrrverandi stjóri á Gjald- stovuni, fyllir í dag, 19. mars, 80 ár. Dagurin verður hildin í heiminum Oman Stóragarð 9, kl. 10.00- 14.00. Góða omma. Nú eru fýra mánaðir síðani tú legði árarnar inn, eftir eitt langt og gott lív. Tú gjørdist 95 ára gomul. Tung vóru boðini, vit fingu 13. nov. 2004, tá vit fingu at vita, at nú hevði okkara elskaða omma ikki langa tíð eftir hjá okkum. Tíðliga á morgni 19. nov. sovnaði omma stillisliga inn til teir ævigu bústaðirnar. Omma var ættað av Norðskála, men giftist til Kvívíkar við abba okkara, Jørgen Danielsen. Abbi doyði eftir langa sjúkralegu í 1958, so omma gjørdist einkja á ungum árum. Omma greiddi okkum mangan frá hennara upp- vøkstri á Norðskála; hvussu trygg og góð árini vóru har. Hon kom úr eini stórari familju og var hon altíð sera familjukær og helt fast um sína familju. Omma andaðist sum tann seinasta av hennara systkjum, so við henni doyði ættarliðið út. Omma var vorðin kvívíkingur eftir at hava búð so mong árini har. Hon giftist til Kvívíkar sum 23 ára gomul, og búði í bygdini til hon, sum 93 ára gomul, flutti inn á pleygudeildina í Havn. Vit, sum vuksu upp saman við ommu og altíð høvdu hana um okkum, vita, eins væl og flest øll, ið kendu hana, at hon var eitt fyrimyndarliga gott menniskja. Omma var altíð heit, góð og uggandi. Hon var altíð positiv og tolin, sum fáur, og hevði bara gott at bera øllum. Vit, sum kendu ommu væl hava ongatíð hoyrt ommu fordøma nakara, og vita, at tað var ikki í hennara natúr. Vit minnast øll okkara barnaár, hvussu omma fortaldi okkum søgur. Hetta vóru ævintýr, sum hon megnaði at gera so livandi fyri okkum, - ævintýr, sum kanska eingin kennir tann dag í dag, tí hesi búði øll í minninum hjá henni. Hvørt kvøld, tá vit fóru í song, var okkurt ævintýr á skránni. Aftaná tveir omma í onkran "góða nátt"-sang. Serliga væl dámdi henni vakra sangin "Góða mamma, eg vil sova", og sang hon hann nærum hvørt einasta kvøld. Tað var sangurin vit mangan sovnaðu til. Omma útsendi altíð tryggleika. Vóru vit bangin fyri trøllum o.ø. uggaði omma okkum altíð við, at Jesus- pápi og einglar hansara ansaðu okkum. Hetta fekk okkum at kenna okkum trygg, tí tað omma segði, var altíð satt, trygt og gott. Omma var eisini sera gestablíð. Ein var ikki meir enn komin innum, tá hon fór at stákast við drekka- munn. Og alt tað góða hon átti at borðreiða við. Soleiðis var tað eisini hjá okkum ommubørnum, ið mangan saman við øðrum børnum fóru inn til ommu at fáa okkum okkurt gott. Hon tímdi altíð so væl, og var so góð við øll børn. Hóast hon var omma okkara, so var hon "Bin-omman" hjá øllum. Tað er ikki ov nógv sagt, at omma var altíð við tí góða orðinum. Tað er ein gáva at hava hoyrt, hvussu vakurt og mangan sjáldsamt hon málbar seg, fyri altíð at leggja tað besta í alt. Nú er omma sloppin heim til Harran, gomul og mettað av døgum. Eftir sita vit, rík av minnum, men við stórum sakni eftir okkara elskaðu ommu. Við hesum orðum lýsa vit frið yvir elskaðu ommu okkara, Binu. Bjørg, Vilhelm, Bina, Marjum og Jórun Tøkk Vit takka øllum hjartaliga, sum sýndu samkenslu, tá kæra kona mín, mamma og omma okkara Randi Johansen andaðist og varð borin til hvíldar. Tøkk til talararnar fyri troystarrík orð. Tøkk til samkomuna í Ebenezer, sangkórið og tykkum, ið hjálptu til við ervinum. Eina serstaka tøkk veita vit vinum og skyldfólki, sum hjálptu henni og okkum so væl ta tíðina, hon lá sjúk á ríkissjúkrahúsinum. Takk fyri blómur, kransar, vitjanir og heilsanir. Tøkk til tykkum, sum fylgdu. Fyri tey avvarðandi Olaf, Guðrun og Súsanna Minningarorð um okkara elskaðu ommu Jacobinu N. Danielsen (Bina) 1909 – 2004 Leygarkvøldið 9. apríl fara Hjarnar, Absurdy Fair, Gissur Patursson og Atli Larsen at føra okkum aftur í 70 árini AFTURHVARV Tíðindaskriv frá ÍF-stuðlum Leygarkvøldið 9. apríl skipa ÍF-stuðlar fyri ser- ligum 70´ara kvøldið í Mentanarhúsinum. Tá fara fýra kend 70-ara nøvn á pallin; tveir bólkar og tveir DJ´s. Bólkarnir, sum fara at spæla, eru Absurdy Fair og Hjarnar, meðan teir báðir Atli Larsen og Gissur Pat- ursson fara at venda plát- um. Tað man hava verið langt síðani - fyri ikki at siga ongantíð - at fýra so stór nøvn frá 70 árunum spæla til dans sama kvøldið og í sama húsi. ÍF-stuðlar vóna við hesum, eisini at megna at fáa ung frá tí tíðini í dans. Hetta kvøldið verður 20 ára aldursmark. Atgongumerki fáast í forsølu á hesum støðum: Kioskini hjá Bassa, Shell í Gøtudali, Statoil í Leirvík, Statoil í Saltangará, Statoil í Skálabotni, Café´ini við Streymin, Statoil í Gunda- dali og 3-aranum í SMS. Um tiltakið ikki er útselt í forsølu, kunnu atgongu- merki eisini keypast við dyrnar. Sama kvøld er DJ-show í Ítróttarhøllini á Kambsdali fyri teimum ungu. Fyri- skiparar á Kambsdali eru ÍF fótbóltur og ÍF-stuðlar. Ultimate seventies 9. apríl Hjarnar eru ein av bólkunum, sum verða at síggja í Mentanarhúsinum í Fuglafirði tann 9. apríl