Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. mars 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 55 - 19. mars 2005 Seinast í mai mánaði verður eitt spennandi altjóða tiltak á Lær- araskúlanum, har fólk úr øllum heims- pørtum hittast til ein altjóða mentanardag ALTJÓÐA SAMBAND Snorri Brend Havn: Tey, ið hava áhuga fyri at læra meiri um út- lendska mentan og teirra mat, eiga at seta sær leyg- ardagin 28. mai av til hetta. Tá verður nevniliga skip- að fyri einum serstøkum altjóða mentanartiltaki har umboð fyri íalt 17 ymisk lond fara at luttaka við øll- um tí, sum teirra land hevur at bjóða. Á skránni verða bæði framsýningar, tónleikur, matur, søgur og uttan iva nógvur látur, tí væl liggur fyri hjá útlendingum at skera í látur bert av einum einstøkum orði. Tað eru Olga Hentze og Jórun Simonsen, ið hava tikið stig til henda altjóða dagin fyri føroyingar og útlendingar. - Endamálið við hesum degnum er at fáa í lag góð viðurskifti og betri kunnan um og millum londini, siga tær báðar, Olga og Jórun. Søgur og matur Tær báðar, Olga og Jórun hava arbeitt við hesum tiltakinum í eina tíð, og hava, sum er fingið fatur á fólkum úr íalt 17 ymiskum londum. Heis fólkini koma úr fýra londum í Latínamerika, fimm londum úr Afrika, trimum londum úr Asia, úr Russlandi, Amerika, Cana- da og Australia. Tær hava somuleiðis fingið samband við ein professjonellan trummuslá- ara úr afrikanska landinum Gamba og sum býr í Dan- mark. Hesin fer at verða partur av tí afrikansku skránni á degnum. Ein framsýning verður eisini á degnum, har ymiskt handverk úr Afrika og Latínamerika verður at síggja, eins og fólkini úr øllum hesum 17 londunum fara at vísa fram tjóðarbún- ar sínar. Ætlanin er somuleiðis at vísa luttakarunum á før- oyska mentan, og tí verður miðað eftir eisini at hava føroyskan dans á skránni. So her ber til at siga, at skráin fyri tiltakið sær sera spennandi út. Alt kostar sjálvandi pen- ing, og tí eru tær báðar í løtuni í ferð við at útvega sær fígging til hetta tiltakið. Altjóða mentan Í samband við tíðindini um útlendingar í Føroyum kom fram eitt tal, sum vísti at tað helst eru nærri 1000 útlendingar her á landi. Hvønn felagsskap hesi 1000 úr mongum yniskum londum hava við hvønn annan er ilt at meta um. Men nú verður so í øllum førum gjørd ein roynd at sjóða hesi fólkini saman í ein dag. Hvat so hesin dagurin so víðari kann føra til, tað fer tíðin at vísa. Men Olga og Jórun dylja ikki fyri at tær hava eisini aðrar ætlanir í hyggju. - Gongur sum ætlað, so verður eisini savnaður pen- ingur inn til ein felagsskap fyri altjóða mentan, siga tær báðar. Tær hugsa sær her ein felagsskap fyri fremmand í Føroyum, har tey kunnu fáa innføring í ta føroysku mentanina, eins væl og ein her kann fáa í lag vinar- bond millum fólk og lond. 17 lond hittast á føroyskari grund NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Føroyskt og fremmant í Smiðjuni Havn: Henda komandi mánaðin verða fleiri áhugaverdar framsýn- ingar í Lítluvík. Listin yvir komandi framsýningar er klárur, og verða hesar fram- sýningarnar fram til 3. mai: Bent Erdland frá 25. - 29. mars Bruno Mikael Eysturstein frá 1. - 5. apríl Astrid Macdonald frá 8. - 12. apríl Magni Dalsgaard, Vigdis Sigmundar- dóttir og Lena Maria Ellingsgaard frá 15. - 19. apríl Helgi Midjord frá 22. - 26. apríl, og Bengt Calmeyer frá 29. apríl - 3. mai. So her skuldi verið nakað til øll at farið og hugt eftir. Í døgunum 19. til 26. mars fer kórið Tarira at ferðast kring norðurlond. Kórið fer saman við kórleiðara sín- um, Sunleif Rasmussen, at hava konsertir í Göteborg, Stockholm og Mariehamn (Áland). Seinasta fram- førsla á norðurlandaferðini verður Langafríggjadag í Ny Carlsberg Glyptotek í Keypmannahavn. Hóast Tarira er lutfalsliga nýtt, hevur kórið longu gjørt vart við seg við fleiri framførslum á sera høgum støði, m.a. í sambandi við Listastevnuna. Kórið hevur valt at mið- savna seg um ávikavíst tónleik úr endurburðartíð- ini (renesansuni) og sam- tíðartónleik. Millum tær størru avbjóðingarnar hjá kórinum kann nevnast re- nesansuverkið "Lamenta- tions of Jeremiah" hjá Robert White, sum varð framført á Føroyaferð í fjør. Blandaður sangur Til norðurlandaferðina er skráin samansett av norður- lendskum modernaðum tónleiki við serligum denti á føroyskt tilfar. Føroyingar fáa eisini høvið at uppliva kórið, sum, tá tað kemur heimaftur, fer at hava kon- sert í Norðurlandahúsinum. Kórið fer m.a. at syngja "Pater Noster" hjá Bjarna Restorff frá 2001 og "Herrens Bön" frá 1998 hjá álendska tónaskaldinum Kjell Frisk. Harumframt verður "En ny himmel och en ny jord" hjá Sven David Sandstrøm framført. Eitt sera dramatiskt verk, har tað veruliga er eydnast tónaskaldinum at raka tann ekstatiska tónan í Jo- hannesar Opinberingini um hitt nýggja Jerusalem, ið kemur av himni sum ein brúður, ið er skrýdd fyri brúðgómi sínum. Meðan tekstirnir í nevndu verkum eru bíb- ilskir, tykjast teir flestu av hinum tekstunum eksti- stentielt grundaðir, har til- veran onkursvegna verður skoðað sum relieff deyð- ans. Hetta er m.a. galdandi í teirri konsentreraðu yrk- ingini hjá Róa Patursson "Skærur vindur", sum Sunleif hevur tulkað í eini leitandi, andsættaðari kom- positión. Fimm núlivandi føroysk tónaskøld eru um- boðað á skránni og herí- millum er eisini kór- leiðarin. Gitin kórleiðari Sunleif Rasmussen er sum kunnugt tónaskald, hann vann tónleikaprísin hjá norðurlandaráðnum fyri ta fyrstu føroysku symfoni- ina: Symfoni nr. 1 "Oceanic Days", ið júst er útgivin á fløgu. Hóast hann kanska er mest kendur sum tónaskald, er hann als ikki óroyndur kórleiðari. Líka síðani 80´ini hevur hann bæði sungið við í og stjórnað ymsum kórum, m.a. var hann við í Cantus Borealis, eins og hann stjórnaði úti- setakórunum Mpiri og Húsakórinum eitt tíðar- skeið. Føroyskt samtíðartóna- smíð er væl umboðað í skránni. Og hóast yrkjarirnir á skránni sum heild eru nakað eldri, er góðskustøðið høgt í yrking- unum hjá m.a. hjá Christ- iani Matras, Williami Heinesen, Karsteni Hoydal, Steinbirni B. Jacobsen, og Róa Paturssson. Fýra konsertir Konsertirnar hjá kórinum verða hesar: Í kvøld, 19/3 Göteborg. Hagakyrkan. Haga Kyrkoplan kl. 19.30; 20/3 Stockholm: Maria- kyrkan. Skogåstorget 10, S- 142 21 Skogås kl. 18; 22/3 Mariehamn: Jomalakyrka, Jomala kl. 19, og 25/3 København: Ny Carlsberg Glyptotek, Dantes Plads 7 kl. 14. Kamarkórið Tarira telur á ferðini 19 royndar kórsang- arar. Sopran: Joanna Johan- sen, Berghild Poulsen, Malan Hansen, og Urd Jo- hannesen. Alt: Píl Reinert, Gunnvør Poulsen, Durita Eliasen, Elspa Samuelsen og Kinna Poulsen. Tenor: Peter Hentze Niclasen, Hans Debes, Pauli Hansen, Allan Dalsgarð og Herluf Lützen. Bass: Høgni Deb- es, Eyðun Eliasen, Andrias Petersen, Niels Winther og Fróði Sandoy. Teirra tjóðbúni líkist ikki okkara. Seinni í vár verður høvi at síggja fólk í tjóðbúnum úr íalt 17 londum, tá tvær virkisfúsar kvinnur skipa fyri einum altjóða mentanardegi á føroyskari grund Tarira og Sunleif á norðurlandaferð Tarira fer í kvøld at hava fyrstu konsertina á eini konsertferð til Norðurlond nú um páskirnar