leygardagur 19. mars 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 55 - 19. mars 2005
15
Silvur til Føroya Bjór
Tá Vestjysk Ølkultur herfyri hevði roynd-
arsmakking av páskabryggi, gjørdist ølið
hjá Føroyabjór nummar tvey
ØLSMAKKING
Jákup Mørk
Føroya Bjór hevur í fleiri ár verið partur av ølsmakk-
ingini hjá Vestjysk Ølkultur, og aftur í ár vóru teir
millum tey átta sløgini, sum skuldu roynast.
Hesaferð gjørdist talan tó ikki um oddasess til Før-
oya Bjór, tí í hørðu kappingini máttu teir víkja fyri øli-
num frá Vestfyn.
Góð skoðsmál fekk føroyska bryggjaríið kortini.
- Tað er fantastiska flott, at Føroya Bjór ferð eftir
ferð endar í oddinum, tá vit hava okkara royndar-
smakkingar, segði formaðurin fyri Vestjysk Ølkultur,
Jan P. Larsen, eftir kvøldið.
Og eisini millum fjølmiðlarnar, vakti føroyska ølið
ans. Soleiðis staðfesti ein blaðmaður eftirfylgjandi, at
hann ikki visti av, at føroyingar dugdu at bryggja øl,
yvirhøvur.
Nevnast kann, at bryggjaríini, Hancock og Thisted
Bryghus, gjørdust ávíkavist nummar trý og fýra.
Løgmaður á vitjan í
Evropasamveldinum
LØGMANSVITJAN
Tíðindaskriv
Í døgunum 10. til 13. apríl verður løgmaður, Jóannes
Eidesgaard, á vitjan í Evropasamveldinum. Endamálið
við vitjanini er at hitta umboð fyri politiska kervið í
ES á máli um áleikandi mál og at skifta orð um fram-
tíðarviðurskifti millum ES og Føroyar.
Millum økini, ið løgmaður eftir ætlan fer at umrøða
við ES-myndugleikar, eru vinnumál, útbúgving og
gransking. Sendistova Føroya í Evropasamveldinum
hevur í hesum sambandi fingið í lag fundir við ES-
myndugleikar bæði mánadagin og týsdagin 11. og 12.
apríl.
Vitjan løgmans í Evropasamveldinum endar við eini
móttøku týskvøldið 12.apríl í Brússel.
Ein av okkara fremstu songfuglum, Eivør Pálsdóttir,
fer at framføra á móttøkuni, og útlendsku gestirnir fáa
eisini høvi at royna forkunnugar føroyskir brellabitar.
Føroysk listafólk fara eisini at sýna fram á móttøkuni.
KT vinnan fær sín dag!
KT-DAGUR
tíðindaskriv
KT felagið skipar tann 6. mai fyri fyrsta KT degnum
undir heitinum KT Dagurin 2005. Dagurin skal seta
fokus á føroyska KT vinnu, og geva munandi vitan um
nýtslu av KT loysnum til luttakararnar. Norðurlanda-
húsið verður karmur um Dagin.
Endamálið við Degnum skal m.a. náast gjøgnum 3
fyrilestrar á fakliga høgum støði har 1 føroyskur fyri-
lestrarhaldari og 2 útlendskir koma at geva degnum
innihald. Evni á fyrilestrunum verður digitalisering,
har m.a. digitalur signaturur verður umrøddur.
Ein dómsnevnd er sett, og hon fer at velja eina fyri-
tøku/stovn á almennum ella privatum hondum, sum
hevur hepnast serliga væl við innføring av einari væl
skipaðari KT loysn. Vinnarin fær handað heiðursprógv
og -lut fyri slóðbrótandi framtak í føroyskum høpi.
Øll kunnu tekna seg sum luttakarar á degnum á
www.vrg.fo, og kostnaðurin er 520 kr.
Við í prísinum eru 3 fyrilestrar umframt ábit í
steðginum.
Ætlanin er halda KT Dagin ólíka ár og KT Stevnuna
líka ár soleiðis, at føroyska KT vinnan og almenning-
urin sum heild hvørt ár hava møguleika at nema sær
vitan um, hvat rørir seg í KT heiminum.
Hóast tónleikarnir í
danska symfoniorkes-
trinum eru vanir við
eitt sindur av hvørj-
um, so setti symfo-
ni’in "Oceanic Days"
hjá Sunnleifi Rasmus-
sen teimum serstøk
krøv til upptøkuna.
Hetta var samstundis
fyrstu ferð at teir
tóku upp eina fløgu í
surround-ljóði
FLØGUÚTGÁVA
Snorri Brend,
snorri@sosialurin.fo
Tónleikur: Tað er ikki á
hvørjum degi at út kemur
ein føroysk symfoni. Og
tað er heldur ikki á hvørjum
degi, at ein føroysk fløga
verður útgivin við sur-
round-ljóði.
Tað var júst hetta sum
hendi mikudagin, tá nýggj-
asta symfoni’in hjá Sunn-
leifi Rasmussen "Oceanic
Days" varð útgivin á fløgu.
Eina slíka stórhending
ynskti eingin at lata fara
aftur við borðinum, og tí
var Norðurlandahúsið kar-
mur um løtuna, tá henda
fløgan varð at hoyra á
fyrsta sinni.
Til løtuna hevði Norður-
landahúsið sett upp eitt an-
legg við surround-ljóði, so-
leiðis at fólk fingu høvi at
hoyra, hvussu vindur og
veður ferðaðust gjøgnum
rúmið. Ein merkti nærum
vindin blása í nakkan úr há-
talarunum aftanfyri.
- Ætlanin var at geva
fløguna út fyrri. Men vit
hava bíðað eftir at útgerðin
til upptøkuna av surround-
ljóðinum varð sett upp í
Danmarks Radio.
- Nú er so fløgan her, og
eg haldi, at hon er framúr
góð, segði Henrik Rørdam,
sum er stjóri í Dacapo, ið
hevur givið fløguna út.
Á fløguni er eisini ein
konsert fyri saxofon, sum
Sunnleif skrivaði fyri fýra
árum síðani.
Gott bland
Tað var ein ikki sørt errin
Sunnleif Rasmussen sum
henda dagin greiddi fólki
frá arbeiðinum við fløguni.
Við nýggju útgerðini
fekk hann eitt av stóru
ynskjum sínum uppfylt, við
møguleikanum at brúka
alla upptøkuhøllina til tón-
leikin, og samstundis fáa
hetta ynskið brent niður á
eina fløgu.
Til verkið krevst nevni-
liga, at blásararnir standa í
einum staði og sjálvt sym-
foni-orkestrið í einum øðr-
um staði. Á henda hátt fæst
eisini eitt sera gott bland í
ljóðið og veðrið, sum spæl-
ir so stóran leiklut í hesi
fyrstu
symfoni’ini
hjá
Sunnleifi.
- Eg eri tí sera væl nøgd-
ur við úrslitið, segði Sunn-
leif, og takkaði samstundis
øllum teimum 90 tónleikar-
unum sum í tveir dagar
høvdu verið við til upptøk-
urnar av fløguni.
Hóast fløgan er upptikin í
surround-ljóði, so kann hon
eisini spælast í einum van-
ligum fløguspælara við
góðum úrsliti.
Finskur áhugi
Sunnleif hevur veruliga
ment seg tey seinnu árini,
og einki bendir á, at hann
fer at hava nógva tíð til av-
lops í framtíðini.
Hann hevur longu nú
fingið ein hóp av bílegg-
ingum av ymiskum verk-
um, sum skulu framførast
bæði heima og úti.
Henda fyrsta symfoni
hansara kann ikki framfør-
ast á øllum støðum, tí at
orkestrið stendur plaserað
so víða. Av hesi orsøk eru
heldur ikki allar konsert-
høllir, sum eru eins væl
egnaðar til framførslu.
Líkt er kortini til, at finn-
ar eiga slíkar høllir, og tí
verður symfoni’in framførd
í Helsingfors í heyst og
næsta ár í einum øðrum
finskum býi, sum kallast
Tammerfors.
Hinvegin hevur hann
longi fingið bíleggingar av
symfoni nr. 2. Henda bí-
leggingin er komin úr ein-
um øðrum finskum býi,
sum kallast Turku, har
Dómkirkjan verður karmur
um framførsluna. Har er
ætlanin
at
henda
symfoni’in skal framførast
á fyrsta sinni á heysti 2007.
Henda symfoni’in hevur
vindin sum tema, og verður
øðrvísi á mangar mátar enn
ein vanlig symfoni, tí her
verða eingir strúkarar við, -
bara blásarar og ein urga.
Á skránni hjá Sunnleifi
eru annars onnur umbiðin
verk – m.a. ein kamar-
opera, sum skal framførast
í Norðurlandahúsinum á
vári næsta ár.
- So tit skilja, at eg verði
ikki í ALS fyribils, segði
Sunnleif skemtandi.
Føroysk symfoni setti krøv
til danskar tónleikar
Sunnleif Rasmussen er errin
av nýggju fløguni. Líkt er til,
at hann ikki verður
arbeiðsleysur sum
tónasmiður í framtíðini, tí
hann hevur longu fleiri
bíleggingar til nýggj tónaverk
Mynd Jens Kr. Vang