Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. mars 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 55 - 19. mars 2005 ROYKING Annika Isfeldt og Guðrun Jacobsen - Tey seinastu tvey árini hevur Klaksvíkar komm- una skipað fyri einum átaki fyri 6.-10. flokk fyri at minka um roykingina: »Ein roykfríur skúli«. Fyri at fáa næmingarnir at taka undir við hesum uppskoti, hava vit havt fyri- lestrar uttanifrá um vansar- nir við at roykja. Og fyri at gera tað heila meira spenn- andi hevur Jákup Weihe eina ferð verið og undir- hildið og skipað hevur ver- ið fyri sangum. Eisini hevur ein kapping verið millum flokkarnar, har tað ráddi um at vera roykfríur. Teir flokkarnir, ið vóru roykfríir fingu eitt prógv frá skúlanum og eina virðisløn frá kommununi, sigur Asbjørn Lómaklett, skúlastjóri í skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík. - Tað er ikki loyvt at roykja á skúlans øki, og síggja vit onkran roykja, verða sigarettirnar tiknar frá teimum. Eg haldi, at tiltakið hjá okkum hevur minkað um roykingina í skúlanum, og eg haldi, at aðrir skúlar burdu gjørt sum vit, sigur hann. Loyvt at roykja í skúlanum Hvørjar reglugerðir hava tey í Havn við víkjandi royking? Á tveimum av teimum størstu skúlunum í Havn hava tey rættiliga ymiskar meiningar um hetta evnið: Ì Kommunuskúlanum er ikki forboð móti royking, men tað er tað í Venjingarskúla- num, men báðir halda, at royking burdi ikki verið í skúlatíðini. Hanus Joensen, skúla- stjóri í Kommunuskúla- num, fortelur um støðuna har - og hvat tey gera fyri at fyribyrgja royking: - Royking er eitt evni, ið vit taka upp viðhvørt. Vit fortelja her næmingunum, at man skal hugsa seg væl um, áðrenn man byrjar uppá royking, og eg haldi, at hetta hevur hjálpt. Eg haldi ikki, at royking sum so er ein trupulleiki í skúlanum, men vit hava onki tal á, hvussu nógv roykja. Eg haldi, at øll burdu gjørt líkasum í Klaksvík við einum roykfríum skúla, men so hevði tað eisini skulað verið allir skúlarnir í Føroyum, sum gjørdu tað. Tí eg haldi ikki, at tað hjálpir, um vit eru tey ein- astu, ið gera hetta. Eisini haldi eg, tað burdi verið bannað at roykja á almenn- um støðum, eins og tað er í útlondunum. Ynskja at útrudda royking - Tað er eitt stórt ynski hjá okkum at útrudda royking millum skúlanæmingar í Føroyum. Vit royna at forða næm- ingunum í at roykja, og lær- ararnir hava skyldu til at boða frá, um tey síggja ein næming roykja. Eg haldi, at royking er ein trupulleiki í skúlanum, tí eg sá helst, at ongin roykti, sigur skúla- stjórin í Venjingarskúla- num, Niels Nattestad. Nógv ung roykja í skúlunum, men hvat halda skúlastjórarnir um hetta málið? - Vit meta, at vøran, ið vit selja, fyrst og fremst er til fólk í aldrinum 15 ár og eldri, til tey, sum føla seg ung, sigur leiðarin í Bianco í Handilskjarnanum Mynd: Jens Kr. Vang Leygardagin 5 mars opnaði skóghandilin Bianco á nið- astu hædd í Handilskjarna- num. Handilin er rúmligur, ljósur og at alt er pent sett upp - sum Bianco handlar- nir vanliga eru í útlond- unum. Og sum í øðrum Bianco handlum, er eitt stórt úrval av modernaðum skóm í alskins litum. 123 Bianco handlar eru runt í heiminum í Dan- mørk, Føroyum, Íslandi, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Týsklandi, Póllandi og í Russlandi. Fyrsti Bianco handilin varð stovnaður í Danmørk í1987 av Helle og René Piper Laursen. Gavin Arvizo, sum hevði ákært Michael Jackson fyri at hava misnýtt hann kynsliga hevur nú viðgingið, at hann hevur logið. Meðan rættarmálið móti Michael var, við- gekk Gavin, at Michael ongantíð hevur fingið hann til at gjørt nakað kynsligt við ella saman við Michael Jackson. Gavin hevði eisini sagt, at Michael hevði tikið Arvizo familjuna sum gíðslar, men her hevði hann eisini logið. Sann- leikin var, at Arvizo familjan bert hevði verið á vitjan hjá Micha- el Jackson. Tað var bert mamman, sum ikki hevði dámt at verið har so leingi. Michael kundi vænta 20 ár í fongsli, um hann varð dømdur sekur. Men tað varð hann als ikki, aftaná Gavin hevði for- talt sannleikan. Eftir at fyrsti filmurin hjá Britney Spears »Crossroads« fekk ring ummæli frá øllum, vil Britney nú vísa, at hon veruliga dugir at spæla sjónleik, og at hon sakt- ans kann vera stuttlig. Nú verður hon so við í nýggja filminum »In The Pink«, har aðrar stórar stjørnur, so sum Cher, Bette Midler og Tim Allen spæla við. Hesi trý hava verið sera virkin innan fyri hetta fakið, so tað kann ikki ganga heilt galið hjá Britney hesuferð... Tíðindi úr stjørnuheiminum SKRIVAÐ HAVA: Annika Isfeldt og Guðrun Jacobsen Vit ynskja at takka øllum á Sosialinum fyri tvær góðar og læruríkar vikur her. Tað hevur verið ordiliga stuttligt at verið her hjá tykkum, tí tit øll hava verið so fitt við okkum. Takk! :) Ein kona fann eina gamla lampu, og tá hon gníggjaði á hana, kom ein andi út og segði við hana, at hon kundi fáa trý ynski uppfylt. Tó ávaraði andin um, at maður hennara vildi fáa 10 ferðir meiri enn tað, hon ynskti til sín sjálvs. - Eg vil vera penasta konufólkið í heiminum. - Men minnst til, at maður tín fær 10 ferðir meir. Hann verður tað penasta mannfólkið í heiminum, og øll konufólk fara at renna eftir honum. - Ger tað bara. Næsta ynski hjá mær er, at eg vil vera tann ríkasta konan í heiminum. - Men tað fer at gera mannin hjá tær 10 ferðinar ríkari enn tú. - Tvætl, tað ger onki. - Hvat er títt síðsta ynski? - Gev meir ein mildan blóðpropp...! UNGDÓMSSÍÐA