Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-19, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. mars 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 55 - 19. mars 2005 17 Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út stórt savn við 29 ævintýrum eftir H. C. Andersen. Flemming B. Jeppesen hevur myndprýtt bókina. ÚTGÁVA tíðindaskriv Nógv verður gjørt í ár at hátíðarhalda, at 2. apríl eru 2000 liðin, síðan heimsgitni danski rit- høvundurin, Hans Christ- ian Andersen, varð føddur. Um allan heim eru nógv tiltøk, og í heimlandinum, Danmark, verður m.a stórt tiltak í "Parken", sum teir siga, á sjálvum føðingar- degnum við upplestri, sjónleiki og tónleiki. Men grundarlagið undir øllum er skrivaða orðið, og nú ber til at ogna sær framúr vakra bók við nøkrum av bestu ævin- týrum H.C. Andersens á føroyskum. Ævintýrini eru 29 í tali, og tað er Marius Johannessen, sáli, ið hevur týtt flestu teirra, 19. Av hes-um hava 10 ikki áður verið á prenti í týðing Mariusar. Trý onnur, ið eisini eru farin, hava týtt hvør sítt: Christian Lüt- zen, Maria Mikkelsen og Hans Marius Eidesgaard. Sigrun Hjalmarsdóttur hevur eisini týtt eitt, og afturat eru so 6 ævintýr, ið ikki áður vóru á føroysk- um; tey hevur Amy Tausen týtt. Ævintýrini í bókini eru: Klokkan (MJ), Lítla hav- frúgvin (MJ), Blómurnar hjá Idu lítlu (AT), Grann- træið (MJ), Snjódrotn- ingin (MJ), Snurr-an og bólturin (SH), Seyða- gentan og skorsteinssóp- arin (AT), Tað, sum maður mín ger, er altíð best (MJ), Álvheyggjur (AT), Hin áhaldni tinsoldáturin (HME), Tað er rættuliga vist! (CL), Flúgvandi kuffertið (MJ), Villu svanarnir (MJ), Hon nytt- aði onki (MJ), Søgan um eina mammu (MM), Reyðu skógvarnir(MJ), Vætturin hjá viðskera- keypmanninum (AT), Kavamaðurin (AT), Smá- gentan við svávulpinnun- um (MJ), Náttargalin (MJ), Eldførið (MJ), Nýggi búni keisarans (MJ), Mishátti dunnu- ungin(MJ), Dólg-Hanus (MJ), Lítli Klávus og stóri Klávus (MJ), Prinsessan á ertrini (MJ), Pinkulisa (MJ), Svínadrongurin(MJ) og Galosjurnar hjá Eydn- uni (AT). H.C. Andersen á føroyskum Tað er ikki eiti á bókagávu, allir 6. floks næmingar í í danska ríkinum hava fingið í sambandi við føðingardagin hjá stóra ævintýrskaldin- um H.C. Andersen. Fríggjamorgunun fingu føroyskir næmingar hvør sítt eintak av bókini, sum er eitt savn av 29 av kendastu ævintýrun- um saman við 150 heilt nýggjar tekning- um BÓKAGÁVA Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Fríggjamorgunin fingu allir 6. floksnæmingar í Føroy- um hvør sítt eintak av eini nýggjari útgávu av útvald- um H.C Andersen ævin- týrum. Í hesum sambandi var stórt hátíðarhald í Norðurlandhúsinum, har fleiri hundrað næmingar vóru savnaðir. Eftir at Jenny Lydersen, leiðari á fólkaskúladeildini, hevði greitt frá um H.C Andersen og hansara lív, las Súsanna Tórgarð ævintýrið um Svínadrongin, áðrenn spennandi bókagávan varð handað H.C. Andersen í Føroyum ... Tað var Jørn Grønkjær Jen- sen, stigtakari til bókagáv- una, sum handaði lands- stýrismanninum í menta- málum, Jógvani á Lakjuni fyrsta eintakið. Jørn G. Jensen hevur arbeitt við hesi ætlanini seinastu tvey árini og var sera ovfarin av stóra hátíðarhaldinum í Føroyum. - Hetta er avgørt størsta hátíðarhaldið, sum hevur verið hildið í sambandi við bókagávuna, og fyri meg er tað heilt ótrúligt at síggja, hvussu nógv verður gjørt burtúrúr her í Føroyum. At føroysku fyrireikarnir hava valt hava tiltakið í Norður- landhúsinum og saman við Altjóða Frásøgudegnum ger hetta eisini til nakað heilt serligt. Hetta er jú sum í einum ævintýri, segði ein bergtikin Jens G. Jensen. Jørn G. Jensen hevur vitjað fleiri ferðir í Føroy- um og helt fyri, at tað var spell at H. C. Andersen ongantíð legði leiðina til Føroyar, tá hann ferðaðist. - Ímynda tær, hvat hann hevði fingið bururúr øllum trølla- og huldusøgunum og kvæðunum og tí ótrúligu føroysku náttúrini, helt Jens fyri, men var kortini sannførdur um, at eisini føroysk børn lættliga kunnu liva seg inn í ævintýrheimin hjá H.C.Andersen, ikki minst saman við nýggju tekningunum hjá Flemm- ing B. Jeppesen 80.000 eintøk Umframt donsku og før- oysku næmingarnar, fáa eisini íslendskir og grøn- lendskir 6. floks næmingar hvør sítt eintak av ævin- týrbókini. Í alt 80.000 ein- tøk eru prentað til gávus, men tað ber eisini til at keypa bókina í bókabúð- unum. Bókagávutiltakið hevur kostað uml 2,6 mill og er fíggjað av danska undirvísingarmálaráðnum, HCA grunninum, Nor- haven Book og Gyldendal. Í sambandi við handanina av bókini í Føroyum nýtti Jens G. Jensen eisini høvið at takka Atlantic Airways fyri stóra vælvild og pen- ingaligan stuðul til flutn- ingin av nógvu bókunum til Føroyar. Bókadeild Føroya Lær- arafelags hevur latið nýggju ævintýrbókina týða til føroyskt í sambandi við H.C.Andersen árið, og varð føroyska útgávan eisini løgd fram á hátíðarhaldin- um fríggjamorgunin. Niels Jákup Thomsen á Bókadeild Føroya Lærarafelags legði føroysku útgávuna av ævintýrbókini fram Mynd: Jens Kristian Vang H.C. Andersen hald: Sum í einum ævintýri Næmingarnir í 6. Flokki í Fuglafjarðar Skúla gleddu seg at sleppa at kaga nærri í stóru H.C. Andersen ævintýrbókina Jens Grønkjær Jensen, stigtakari til stóru H.C.Andersen bókagávuna, handaði Jógvani á Lakjuni fyrsta eintakið av bókini í Føroyum Súsanna Tórgarð las ævintýrið "Svínadrongurin"