Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. mars 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 55 - 19. mars 2005 Samfelagsstevna á Skálafjørðinum SAMFELAGSSTEVNA TÍÐINDASKRIV Á hvørjum ári verður tað á páskum skipað fyri samfelagsmøtum í Eyst- uroy. Aðru hvørja ferð eru tað samkomurnar eystan fyri Gøtueið, sum bjóða til møtini, og aðru hvørja ferð eru tað samkomurnar við Skálafjørðin, sum eru innbjóðarar. Hesa ferð verða samfel- agsmøtini á Skálafjørð- inum. Tað eru samkomur- nar í Nerija á Skála, Elim í Søldarfirði, Berøa í Salt- angará og í Nebo á Toft- um, sum bjóða til møtini. Lagt verður fyri í Nerija á Skála Skírisdag og Langa fríggjadag klokkan 19. Langa fríggjakvøld kl. 22 verður opið hús í ítróttarhøllini í Runavík og páskaaftan og báðar páskadagarnar verða øll tiltøkini á eystara armin- um á Skálafjørðinum. Serligt barnatiltak verð- ur páskaaftan klokkan 16 og eisini páskadag klokk- an 12 í Berøa í Saltang- ará. Leygarkvøldið kl. 20, páskadag klokkan 18 og 2. páskadag klokkan 16 og 19 vera møti í ítróttarhøllini í Runavík. Páskaaftan klokkan 22 verður sangløta fyri øll ættarliðini í ítróttarhøllini og páskakvøld klokkan 22 verður opið hús í ítróttarhøllini. Opið hús tiltøkini eru serliga ætlað yngra ættarliðnum, men øll eru hjartaliga væl komin at vera við í øllum tiltøkunum. Millum tey, sum fara at syngja, vera sangkórið í Siloa, og kvinnubólkur, barnakór og smábarnakór úr Nebo á Toftum. Nógv fólk plaga at vitja, tá ið samfelagsmøtir eru í Eysturoy, og tað verður eisini hesa ferð roknað við stórari luttøku. Besta myndin finnast Leygardagin verða vinn- ararir ár Fotomarathon 2005 avdúkaðir á Torg- inum í SMS. Sjálv kappingin fór fram á Grækarismessu, tá yvir 40 luttakarar í bítandi kulda royndu at fáa bestu myndina til vega. Hóast kuldan, so bilti huginum at taka myndir einki, og í steðgunum, sum eisini vórðu fyriskip- aðir, beyð 3’arin eisini okkurt ábit, áðrenn farið varð til næstu uppgávuna. Sum vera man, so gjørdi talan um hópin av góðum myndum, og nú skal so avdúkast, hvør hevur verið besta mynda- fólkið hendan dagin. -jm Inni á skrivstovuni hjá Pál Weihe hongur nú eitt prógv um, at hann er vorðin gestagranskari við kenda universitetið Harvard í USA. Pál Weihe hevur tey seinnu árini havt eitt økt samstarv við granskarar á hesum universiteti, og nú er hann so vorðin meiri form- liga knýttur til staðið sum gestagranskari í eitt tíðar- skeið. Pál fer kortini at halda fram sum áður við gransk- ingararbeiði sínum í Før- oyum, men hevur nú fingið ein serstakan møguleika at hitta starvsfelagar sínar "over there". – Hetta er ein stórur heiður fyri meg. Tí hetta vísir, at teir á Harvard hava sett prís uppá tað sum eg geri, segði Pál Weihe við Rás 2 á middegi í gjár. Nú fær Pál møguleikan at fara inn í eitt enn tættari samstarv við granskararnar á Harvard og gerst sam- stundis ein partur av hesum bólkinum. Pál sum gestagranskari í Harvard Pál Weihe hevur fingið lyklar til Harvard University í USA, nú hann er vorðin gestagranskari har Løgmaður og tveir landsstýrismenn eru í ferð við at fremja valdsmisnýtslu ímóti kommunum í Suður- oy og tað kann Løg- tingið undir ongum umstøðum liva við, sigur Hergeir Nielsen KÆRA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hergeir Nielsen, løgtings- maður, klagar nú lands- stýrið fyri Landsstýris- málanevndini. Tað er framferðin hjá landsstýrinum í málið um miðnámsskúlan í Vági, sum løgtingsmaðurin er so misnøgdur við, at hann nú ger bart og klagar til lands- stýrismálanevndina. Hann sigur, at nevndin hevur eftirlit við, at starv landsstýrisins verður útint á lógligan hátt. Tað heldur hann ikki, at landsstýrið ger í hesum føri. Hann sipar til ætlanina um at flyta miðnámsskulan til Hovs. Tað er Løgtingslóg, at skúlin skal byggjast í Vági Men nú er skilligt at Lands- stýrið, uttan játtan og uttan at kunna løgtingið, í meira enn eitt hálvt ár hevur arbeitt við øðrum ætlanum enn teimum, ið lógin heim- ilar. Samstundis er sjálv byggiætlanin løgd still, sigur Hergeir Nielsen. – Hóast verkætlanin hevur verið á fíggjarlógini á fimta ári, er løgtingið ikki kunnað um, at hon er slept. Landsstýrið er í staðin fyri farið undir aðrar ætlanir í staðin fyri hesa við ongari játtan og ongari viðgerð. Valdsmisnýtsla Hergeir Nielsen vísur á, at Vágs kommuna hevur tvær ferðir havnað ætlanini at flytaskúlan til Hovs, og tað er upplýst, at tað fer ikki at geva byggiloyvið til annað enn ein miðnámsskúla vesturi við Vatnið í Vági. – Eingin tilsøgn er givin av Tvøroyrar kommunu um at flyta almanna- og heilsu- skúlan av Tvøroyri, sam- stundis sum kommunan skal byggja ellis- og røktar- heim í Vági. Hergeir Nielsen sigur, at eftir ætlanini hjá Lands- stýrinum, koma báðar kommunurnar at missa skúlar, sum tær hava gjørt lutfalsliga stórar íløgur í. – Kommunan er byggi- myndugleiki á staðnum, og tað ber ikki til at taka kommunala myndugleikan av ræði. – Verður hetta kortini gjørt, er talan um valdsmis- nýtslu, og er tað júst tað, ið løgmaður fremur saman við landsstýrismonnum sínum, sigur løgtingsmaðurin Samstundis skýrir hann ætlanina hjá landsstýrinum um at flyta miðnámsskúlan til Hovs sum eina stóra pro- vokatión móti løgtingsins vilja og kommunala sjálv- stýrinum. Hergeir Nielsen vísur á, at kommunurnar í Suðuroy hava samstarvað um ellis- og røktarheim í friði og náðum í nógv ár. – Eingin ivi er um, at kommunurnar eisini í framtíðini kunnað sam- starva um hesa røkt og møguliga byggja víðari á felags røktina, sum er á Tvøroyri. Hergeir Nielsen sigur, at Løgtingið kann undir ongum umstøðum liva við, at greiða endamálið við byggingini av miðnáms- skúlanum í Suðuroy er slept, samstundis sum landsins myndugleikar við sjálvum løgmanni á odda fremja valdsmisnýtslu móti lokalum myndugleikum. Tí vil hann hava lands- stýrismálanevndina at við- gerða málið sum skjótast, so at viðurskiftini koma aft- ur á beint samsvarandi samtyktum løgtingsins. Hergeir klagar um miðnámsskúlan í Vági – Ætlanin hjá Landsstýrinum at flyta miðnámsskúlan til Hovs, er ein stór provokatión ímóti kommunala sjálvstýrinum og løgtingsins vilja og tað kann Løgtingið undir ongum umstøðum liva við, sigur Hergeir Nielsen í klagu síni til Landsstýrismálanevndina