Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-19, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. mars 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 55 - 19. mars 2005 19 Kristiliga fótbóltskapp- ingin longu fullteknað Eiði: Tað gekk helst skjótari enn væntað at koma á mál við teirri kristiligu fótbóltskappingini, ið ætlanin er at hava í ítróttarhøllini á Eiði 2. apríl. Teir boðaðu frá kappingini í bløðunum, og tað vísti seg rættiliga skjótt, at hetta hevði áhuga millum tey ungu. Tað gekk nevniliga ikki long tíð inntil kappingin var fullteknað. Kappingin verður skipað sum aðrar kappingar við eini dreingjakapping og eini gentukapping, har trý tey fremstu liðini fáa heiðursmerki. Umframt fótbóltskappingina verður eisini nógv ann- að á skránni. Har verða eisini borðtenniskapping og tað teir nevna Fussball-kapping, umframt andakt og áhugatímar. Sagt verður, at tað kostar hvørki at koma inn í høll- ina at hyggja ella at fara til áhugatímarnar. sb. Teknikapping fyri børn Havn: Í samband við at H. C. Andersen fyllir 200 ár í ár verður skipað fyri eini teknikapping á barnabóka- savninum fyri børn upp til 13 ár. Bestu uppskotini verða prentað sum bókamerkir, og teknararnir vinna eina bókavirðisløn á 500 kr. Mynda- evnið skal vera úr onkrum H. C. Andersen-ævintýri. Teknitilfar og pappír hava ligið frammi á barnabóka- savninum frá seinasta mánadegi, og verða tey liggj- andi frammi til leygardagin 2. apríl, sum jú er føðing- ardagur H. C. Andersens. Sagt verður, at tað ber til hjá børnunum at sita inni á bókasavninum og tekna, ella tey kunnu taka pappír heim við at tekna á. sb. Tónleikur, frásøgn og yrkingar Klaksvík: Fríggjakvøldið 1. apríl kl. 21 verður ein heldur forvitnislig konsert í Atlantis. Tá fara bæði klaksvíkingar og gestir aðrastaðni frá fara at luttaka. Tey luttakandi eru Páll Sólstein, Karl Martin Samuel- sen og Aldubáran. Páll Sólstein hevur sítt dagliga virki sum tónleikari í Kongaliga Kapellinum í Keypmannahavn. Hann spæl- ir horn í hesum úrmælingaorksetri, ið telist millum all- arbestu í Norðanlondum. Vit kenna hann sum lim í Føroya Symfoniorkestri og Tónleikabólkinum Aldu- báruni. Páll hevur seinni árini gjørt løg til yrkingar hjá m.a. Christian Matras og William Heinesen. Afturat sær hevur hann fingið limir í Aldubáruni at leika undir, og fer Karl Martin Samuelsen at leggja rødd til. Tað er Páll ið hevur lagt tónleikin til rættis, og lut- takarnir vera hesir: Karl Martin Samuelsen og Anna Maria Olsen, sangur; Andrea Heindriksdóttir, floyta; Jógvan Zachariassen, fagot; Sámal Petersen, violin; Andras Olsen, trombon; Ólavur Olsen, trompet; Ólav- ur Jacobsen, guitar; Arnhold Ludvig bass og Stamen Stantchev, keyboard. Umframt tónleikin, verður eisini frásøgn um yrking- arnar, og hetta fer Andras Sólstein at taka sær av. Hálvt kilo av hasji Fríggjamorguin var tollvaldið í Havn umborð á grøn- lendska bátinum, Polar Natoralik. Hesin var komin at havn at taka útgerð, áðrenn farið varð víðari til Grøn- lands. Men nú er ikki víst, at allir mans sleppa við heim til Nuuk. Umborð fann tollvaldið nevnliga hálvt kilo av hassji, og tann fongurin er nú latin løgregluni, sum ger av, hvat víðari skal henda í málinum. -jm Í kvøld fara Terji Ras- mussen og hansara orkestur á pall í Hvalba fyri fyrstu ferð í langa tíð TÓNLEIKUR Áki Bertholdsen, aki@sosialurin.fo Í kvøld, leygarkvøldið, verður forvitnisligt tón- leikatiltak í Hvalba. Tí tá fer gamli Prix Føroyar vinnarin, Terji Rasmussen á pall í Roynhøllini í Hvalba. Terji Rasmussen Band liggur eisini væl fyri í Prix Føroyum í ár. Terji Rasmussen band var favorittur at vinna inn- leiðandi umfarið í Prix Før- oyum í Fuglafirði fyrr í mánaðinum og tað stóð heldur ikki á at koma víð- ari. Fyri fyrstu ferð síðani, eru teir nú í suðuri og spæla - kanska sum eitt slag av upphiting til Prix Føroyar hálvfinaluna á Tvøroyri fyrst í næsta mánaði. Tað er nú næstan eitt heilt ár síðani at teir vóru í Hvalba seinast, so hetta verður eitt kærkomið høvið til uppliva ein av okkara royndastu og mest mar- kantu tónleikarum seinastu nógvu árini. Terji Rasmussen er ein av okkara allarkendastu tón- leikarum og sangarum og ikki minst eru hansara framførslur í serflokki og hann er ein av okkara allar- bestu framførarum. Og tað er onki at ivast í, at suðuroyingar hava nakað at gleða seg til. Eftir Prix Føroyar umfar- ið í Fuglafirði, skrivaði um- mælarin hjá Sosialinum, at Terji var enn í Prix-formi og hann helt, at tað var rættvíst, at Terji Rasmussen Band slapp víðari í kapp- ingini. – Stílurin minti um Moirae-dagarnar, men saman við framúrskarandi rútmunum hjá Rógva á Rógvu og Arnhold Ludvig bleiv tað meir funky, segði ummælarin hjá Sosialinum, sum eisini helt, at hetta var nakað av tí besta, vit hava hoyrt frá Terja í fleiri ár. – Tað var ikki nakað beinleiðis nýtt, men hin- vegin so var tað so hamr- andi væl leikt og framførsl- an hjá Terja var so mikið góð, at fá mundu ivast í, at hann kom víðari í kapping- ini. Í sambandi við dansin í Roynhøllini í kvøld, verður ferðasambandið kring oynna gott, tí MP-Bussar fara at koyra av Tvøroyri og Poul Johannus Poulsen koyrur úr Vági. Terji á pall í Hvalba Hetta er nakað av tí besta, vit hava hoyrt frá Terja í fleiri ár, skrivaði Sosialurin eftir Prix Føroyar umfarið í Fuglafirði fyrr í mánaðinum. Hann helt at teir spældu hamrandi væl og tað var ikki minst takka verið framúrskarandi rútmunum hjá Rógva á Rógvu og Arnhold Ludvig Málið um millum- bylgjusendaran fyllir nógv hjá føroyingum. So nógv, at málið er latið landsstýrismála- nevndini at viðgera SENDARIN Tórbjørn Jacobsen, løg- tingsmaður, vil hava lands- stýrismálanevndina at við- gera málið um slóknaða millumbylgjusendaran. Løgtingsmaðurin vil stað- festa eina ábyrgd av støð- uni. Løgtingsmaurin heldur, at málið er meira gruggað enn greitt, og hann vil nú hava landsstýrismála- nevndina at staðfesta eina ábyrgd fyri hesi ólikindi og plasera hana á røttum stað, sum hann málber seg í brævinum til landsstýris- málanevndina. Uttan at hann sigur tað beinleiðis, kann brævið frá løgtingsmanninum tulkast soleiðis, at hann hevur hug at halla til at tað er lands- stýrismaðurin við vinnu- málum heldur enn Føroya Tele, sum hevur ábyrgdina av støðuni, sum er íkomin. Og við Dag og Viku hóskvøldið segði hann, at kann tað staðfestast, at landsstýrismaðurn hevur ábyrgdina, eigur hann at leggja frá sær. Tórbjørn Jacobsen er ikki nøgdur við, at landsstýris- maðurin ger eina kanning »av sær sjálvum«, sum hann tekur til og so fer at lata løgmanni eina frá- greiðing um hesa kanning. ej Sendarin hjá landsstýrismálanevndini