Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. mars 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 55 • leygardagur • 19. mars 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Rannvá Augustinussen, VB: - Vit skulu steðga málskjótingini hjá teimum Liðskiparin hjá VB, Rannvá Augustinus- sen, heldur tað verða sera umráðandi hjá VB, at verjan virkar væl í oddadystinum móti Stjørnuni í dag ODDABRAK Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Spenningurin er í hæddini í Vági undan oddabrakinum millum VB og Stjørnuna í dag. Vinnur VB dystin, eru tær at kalla meistarar, hóast nógv umfør eru eftir at leika. Tað verður mett ógvuliga lítið sannlíkt, at nakað av hinum liðunum kann taka stig frá annað- hvørt VB ella Stjørnuni, og tí hava innanhýsis dystirnir millum hesi bæði lið ovurhonds stóran týdning. Full høll Spurd um hon er samd við teimum, sum siga, at VB er meistari, um tær vinna dystin móti Stjørnuni, sigur Rannvá Augustinussen: – Ikki heilt, tí tað eru nógvir dystir eftir at spæla, og um vit spæla, sum vit gjørdu móti VÍF herfyri, so kann alt henda. Men eg vænti, at dysturin móti VÍF var eitt eindømi, tí so illa spæla vit ikki aftur í vár, sigur Rannvá. Tá ið VB spældi móti VÍF í Vági, var um reppið, at tær snávaðu. Vestmannakvinnur vóru á odda stutt fyri leiklok, men í evstu løtu fekk VB tryggj- að sær sigurin. Rannvá Augustinussen sigur, at um VB skal vinna dystin móti Stjørnuni, er tað neyðugt, at verjan hjá teimum kemur at virka til fulnar í dystinum. – Verjan skal verða góð, og vit skulu verða góðar til at renna aftur, tí tær eru góðar í skjótálopunum. Spælir málmaðurin eisini ein góðan dyst, so sær tað heilt gott út, sigur liðskip- arin hjá VB. Rannvá Augustinussen sigur, at ivaleyst verður høllin í Vági stúgvandi full til dystin í dag, og hon væntar, at tað ikki bara verða vágbingar, men eisini fólk aðrastaðnis úr oynni, sum koma til oddabrakið í Vági. Venjarin hjá Stjørn- uni er sannførdur um, at skal Stjørnan vinna í Vági, so krev- ur tað, at verjan verð- ur knallhørð ODDABRAK Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Í Klaksvík vita tey væl, at um Stjørnan skal gera sær nakrar vónir um aftur í ár at gerast greipuvinnarar, so er neyðugt, at tær vinna dystin í Vági í dag. Eru svangar at vinna dystin Rógvi Nielsen sigur, at Stjørnan er topptunað til dystin í Vági, og at leikar- arnir eru sera svangir eftir at vinna dystin. Hann vísir aftur, at tað at Stjørnan í fjør gjørdist greipuvinnari, og í ár hevur vunnið steypakappingina, hevur ført við sær, at spæl- ararnir eru mettaðir av sigrum. – Nei, vit eru svang, og vit skulu hava føroyameist- araheitið í hús, sigur Rógvi Nielsen. Spurdur hvør uppskriftin upp á ein sigur á VB er, sigur Rógvi Nielsen: – Tað er partvís tað, sum vit megnaðu í hálvfinaluni her í Klaksvík. Tá høvdu vit eina grótharða verju og eitt effektivt álop, sum skoraði upp á teir møgu- leikar, ið vit fingu, sigur venjarin hjá Stjørnuni. Rógvi Nielsen sigur, at um veðrið verður til vildar, so verða óivað nógvir klaksvíkingar til dystin í Vági. Hinvegin er veðrið minni gott, so verða tað óivað fleiri, ið setast aftur. Spurdur um hann væntar ein spennandi dyst, sigur Rógvi Nielsen: – Tað er tað altíð, tá ið Stjørnan og VB spæla! Eyguni vend móti Vági Einasti spenningur- in, ið er eftir í Sun- set-kappingini hjá kvinnum, er um gullið. Hóast fult umfar er á skránni í dag, so er tað einki dulsmál, at øll eygu eru vend móti Vági, har oddabrak er millum VB og Stjørnuna SUNSET-KAPPINGIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Í ár er tað soleiðis, at tað eru bert innanhýsis dyst- irnir millum Stjørnuna og VB, sum gera av, hvar føroyameistaraheitið 2005 í kvinnuhondbólti endar. Sum støðan er í løt- uni, hevur VB rættuliga góð kort á hondini. Ein sigur tryggjar nærum FM VB er í teirri støðu, at hó- ast liðini í løtuni eru jøvn á stigatalvuni, og nógvir dystir eru eftir at spæla, so kann VB allarhelst tryggja sær FM-heitið, um tær vinna dystin móti Stjørnuni á heimavølli í dag. VB hevur nevnliga væl betur málmun enn Stjørn- an, nærum 100 mál, og tá ið tað ikki kann væntast, at nakað av hinum liðun- um í deildini tekur stig frá hvørki VB ella Stjørnuni, er VB nærum meistari, um tær vinna í dag. Hinvegin eru tær í Stjørnuni uttan iva ógvu- liga uppsettar upp á at prógva, at tær framvegis hava besta kvinnuliðið í landinum, og at stóri ósig- urin í Klaksvík fyrr í ár var eitt hendiligt óhapp, sum ikki kemur fyri aftur. Júst hesi bæði lið hava eisini sínar trúfastu áskoðarar, og tað er lítið at ivast í, at talan verður um eina fullsetta høll suð- uri í Vági sunnudagin, og óivað fara nógvir klaks- víkingar at teljast millum áskoðararnar, um veðrið er til vildar. Hinir tríggir dystirnir í Sunset-kappingini leygar- dagin hava sum so ongan týdning, og tey liðini hava einki at spæla fyri, tí tað er at kalla greitt, at Neist- in fær bronsuna, og at Tjaldur endar á aftasta plássinum. Rógvi Nielsen, venjari hjá Stjørnuni: - Ein knallhørð verja er lykilin Stjørnu-venjarin sigur at ein góð verja og effektivitetur í álopinum eru lyklarnar, sum skulu vissa Stjørnuni stigini – Verjan skal verða góð, og vit skulu verða góðar til at renna aftur, tí tær eru góðar í skjótálopunum, staðfestir Rannvá Augustinussen