Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. august 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 15 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 165 - 30. august 2000 Nr. 165 - 30. august 2000 JÁKUP AV SKARÐI Fimleikaárið 2000/ 2001 Tilmeldingin verður í høll- ini á Stórheyggi leygardagin 2. september kl. 16-18. Í sambandi við tilmeldingina verður sølubúð, har møgu- leiki verður at keypa vatn- dunkar og t-shirtir við Havnar Fimleikafelag bú- merkinum á. Eisini verður møguleiki at tekna seg sum stuðul - tá ið ein hevur fylt út eitt skjal, verður váttað at stuðla felagnum við kr. 50,- um árið. Havnar Fimleikafelag er mannað við nógvum fim- leikarum og høllin á Stór- heyggi er vorðin ov lítil at húsa øllum. Hettar hevur við sær, at venjingarnar „Kom í form I-IV“ verða í hølinum í HB-húsinum í Gundadali. „Kom í form“- liðini eru ætlað vaksnu fim- leikarunum, og byggja á callanetic-liðini seinasta Havnar Fimleikafelag aftur í gongd Nú summarfrítíðin hjá teim flestu er av, byrja venjingarnar í Havnar Fimleikafelagi aftur. Hendan veturin er felagið bæði á Stórheyggi og í Gundadali. vetur. Upplýsandi faldari um felagið Ársætlan er løgd við flestu tiltøkunum og longu nú fáa fimleikarar og venjarar at vita nær m.a. stórkapping, FM, venjingarlegur og framsýningar verða. Hetta verður í faldara- num, ið fimleikarin fær, tá ið meldað verður til leyg- ardagin. Í hesum faldara er skipanin í felagnum, ársætl- anin og eisini venjingartíð- irnar. Fyrstu greinina eigur formaðurin, ið býður ein- staka fimleikaranum væl- komnan í felagið og ynskir øllum gott fimleikaár. Liðini 4-5 ár Leygardagin 2. september er tilmeldingin til ymsu lið- ini - hetta fer fram í høllini á Stórheyggi. Fimleikaven- jingarnar byrja mánadagin 4. september eftir yvirlit- inum, sett er upp - tó er undantak fyri liðini „Børn 4 ár“ og „Gentur 5 ár“. Hesi lið byrja vikuna seinni, tað vil siga, at „Gen- tur 5 ár“ eiga fyrsta fim- leikatíma mánadagin 11. september og „Børn 4 ár“ byrja hósdagin 14. sep- tember. Skipanin í størsta fimleikafelagnum í Føroyum At fleiri fimleikarar enn na- krantíð eru í Havnar Fim- leikafelagi, hevur ført til umskipan í nevndar-arbeið- inum. Afturat nevndini, har Anni Kyster Durhuus er for- maður, eru eisini undir- deildir, ið hava ymisk ar- beiðsøki. Hettar verður grund undir tættari samstavi millum fimleikaran/foreld- rini og felagið. Havnar Fimleikafelag er mannað við hesum nevnd- arlimum: Anni Kyster Dur- huus - formanni, Karinu Nú verður farið undir fimleikavenjingar í Havnar Fimleikafelagi og nógv tiltøk eru á skránni komandi vetur Nattestad - næstformanni, Ann-Mari av Skarði - skriv- ara og Katrin Abrahamsen - kassameistara. Deildirnar afturat nevnd- arskipanini eru: „Fíggjar- deildin“, „Stuðladeildin“, „Fimleikadeildin“, „Út- búgvingardeildin“ og „Tíð- indadeildin“. Hesar deildir fara at gera sítt til at betri og greiðari arbeiðið er í fe- lagnum. Sum dømi er týdningar- mikið at nevna skipanina í fimleikadeildini. Fólk er sett við málsøkjum innan fim- leikapartin í felagnum: „Amboðslið“, „FM-lið“, „Børn til 12 ár“, „Vaksin lið“ og „Stórkapping“. Ætl- anin við hesi skipan er, at um spurningar eru um ávíst innan fimleikin, skal ein venda sær til ábyrgdaran at einstaka málsøkinum - hetta eigur eisini at verða trygg- leiki hjá foreldrunum, at tey vita hvønn tey kunnu venda sær til afturat venjaranum. JÁKUP MØRK Einki er at taka seg aftur í, at úrslitið í heimadystinum hjá B36 móti B71 ikki var eftir vild. Endaliga støðan gjørdist 4-2 til B71, og hóast sigurin sum so var fult uppiborin, so ætlar B36 nú, at dysturin skal leikast av nýggjum. Dómaramistak Orsøkin til, at B36 hevur sent inn kæru um dystin, er ein dómaraavgerð, sum varð tikin í dystinum. B36 metir, at talan var um eitt somikið týðandi mistak, at hetta hevði avgerandi á- virkan á dystin, og tí vilja teir hava, at FSF ógildar úr- slitið av dystinum sunnu- dagin, og ístaðin ásetur nýggjan dyst. Í skrivinum til FSF verður greitt soleiðis frá tilburðinum: »Í 75 minutti – støðan var tá 2-2 – varð Jón Brekku, B71, rikin av vølli fyri hevnisøku inni í B71-brots- teiginum. Bólturin var í spæli, tá tilburðurin fór fram, og dómarin, Jens Pe- tur Brattalíð, steðgaði dyst- innum, gav leikaranum reyða kortið og byrjaði dystin aftur við brotskasti uttan fyri brotsteigin. B36 hevur sjónbandsupptøku av dystinum, sum FSF kann síggja, um tað er neyðugt.«. B36 vísir í hesum sam- bandi til grein 12 í fótbólts- lógini, har tað er ásett, at dómarin eigur at døma brotsspark fyri spark av, ella roynd at sparka, mótstøðu- mann, í brotsteiginum, meðan bólturin er í spæli. Hetta uttan mun til, hvar á vøllinum bólturin er. Til at vísa á líknandi til- burðir nýtir B36 eina hend- ing úr donsku superliguni, sum fór fram undanfarna kappingarár. Hetta var tá Esbjerg fekk viðhald í eini kæru, har teir kravdu at úti- dystur teirra móti AGF skuldi leikasta umaftur. Ongar viðmerkingar Tá vit í gjár settu okkum í samband við umrødda dóm- aran, Jens Petur Brattalíð, hevði hann als ikki fingið boð um kæruna. Hann kundi tí sum so ikki gera nakrar konkratar við- merkingar til málið. Hann vísti tó á, at dómarar eins og leikarar bert eru menn- iskju, og tí kunnu tey sjálv- sagt eisini gera mistøk. Um sjálva hendingina við útvísingini segði hann, at hann hevði sent frágreiðing til FSF hesum viðvíkjandi, soleiðis sum fyriskrivað í kappingarreglunum, og at hann ikki hevði frætt meira um hetta. Børge B. Hansen, for- maður í kappingarnevndini hjá FSF, vildi heldur ikki gera beinleiðis viðmerking- ar til málið: - Eg havi biðið umsiting okkara um at senda avrit av kæruni og frágreiðing dóm- arans um útvísingina til lim- irnar í kappingarnevndini, so hesir kunnu verða kunn- aðir. Væbntandi verður fundur um málið leygardag- B36 kærir dómaran B36 hevur kært eina dómaraavgerð í dystinum millum B36 og B71. Kravt verður, at nýggjur dystur verður ásettur in, og verður tá avgjørt, um nakað skal henda víðari í hesum máli. Helst 2 vikur Mannagongdin í slíkum før- um er annars tann, at um kappingarnevndin metir, at nakað meira skal henda í málinum, skulu allir inn- blandaðir partar geva frá- greiðing um málið. Hetta merkir, at um kapp- ingarnevndin á fundi leyg- ardagin kemur til tað nið- urstøðu, at málið skal kann- ast gjøllari, skulu bæði dómari og B71 geva frá- greiðing í málinum. Kemur kappingarnevndin hinvegin til ta niðurstøðu, at kæran skal avvísast, er málið sum so avgreitt frá teirra síðu. B36 hevur tá møguleikan at kæra avgerð- ina hjá kappingarnevndini til dómsnevndina. Gevur kappingarnevndin hinvegin B36 viðhald í kær- uni, hava sandoyingar sjálv- andi møguleika at kæra dómin, so líkt er til, at tað í øllum førum ganga einar tvær vikur, áðrenn endalig avgerð er tikin í málinum. Spenningur var sera stór- ur, áðrenn seinastu kapp- sigling, sum var nú sunnudagin 27. august hjá Lions Club Eysturoy, tí tað var tætt millum teir fremstu bátarnar. Føroyameistari gjørdist ”Leivur” í Kollafirði við 99 stigum, nr. 2 gjørdist ”Hoyviks- báturin” úr Hoyvík við Formaðurin í kappingarnevndini, Børge B. Hansen, hevur ongar beinleiðis viðmerkingar til málið, men sigur, at kappingarnevndin væntandi fer at viågera hetta á fundi hósdagin Kappsiglingar- nar í ár eru at enda komnar. Kollfarðabáturin, Leivur, gjørdist føroyamestari í kappsigling 97 stigum, meðan ”Gjá- arbáturin” úr Kollafirði gjørdist nr.. 3 við við 89 stigum. Tilsamans 42 bátar hava tikið lut í kappsiglingu- num í ár. Áhugafelagið ”Seglið” takkar øllum fyri lut- tøkuna og fyri hjálpina. Barnalið Venjingartíðir Høll Venjari Framsýning Unglingar og vaksnamannalið Framsýning Børn og foreldur Mik. 17.00-18.00 I+II Elsa Børn 4 ár (byrja 11/9) Hós. 16.30-17.30 I Ann-Mari og Jákup Gentur 5 ár (byrja 11/9) Mán. 16.30-17.30 I Ann-Mari Gentur 6 ár Týs. 17.00-18.00 I Katrin H. Gentur 1. fl. Mik. 16.00-17.00 I Elsa, Gyðja og Ásla Gentur 2. fl. Hós. 17.00-18.15 II Anja og Ása Gentur 3. fl. Mán. 15.30-16.45 II Gunn og Jóna Gentur 4. fl. Týs. 15.45-17.00 II Hildigunn og Rannvá Gentur 5. fl. Mán. 16.45-18.00 II Bára Gentur 6. fl. Mik. 19.15-20.45 I Eilen og Birita Gentur 7. fl. Mán. 19.00-20.30 I Joan Gentur 1. fl. amboð Mán. 15.30-16.30 I Sólrun og Marjun Per. Gentur 2. og 3. fl. amboð Hós. 18.15-19.30 II Sigga og Marjun Pet. Gentur 4. og 5. fl. amboð Mán. 17.45-19.00 I Frida Gentur 6. og 7. fl. amboð Hós. 19.00-20.30 I Elin og Svanna Dreingir 5 ár Hós. 17.45-18.45 I Dreingir 6 ár Týs. 17.00-18.00 II Jákup J. og Heini H. Dreingir 1 fl. Mik. 16.00-17.00 II Tórarinn og Heini H. Dreingir 2. og 3 fl. Mán. 18.00-19.15 II Andrias Dreingir 4. og 5 fl. Mán. 19.15-20.30 II Heini í D. Dreingir 6. og 7 fl. Mik. 19.15-20.45 II Høgni A. og Marina Gentur 8. fl. Hós. 19.30-21.00 II Kára og Katrin K. Unglingar 8. fl. og eldri amboð Frí. 17.00-18.30 I+II Heini og Svanna Gentur 9. fl. til 19 ár Hós. 20.30-22.00 I Sisse Kvinnur frá 20 ár Týs. 19.30-21.00 I Karina Kvinnur Týs. 19.30-21.00 II Anni Menn Týs. 21.00-22.00 II Torkil Hós. 21.00-22.00 II Kom í form I, vand Mán. 18.00-19.15 HB- húsið Jeanette Kom í form II, byrjarar mán. 19.15-20.30 HB- húsið Jeanette Kom í form III Hós. 18.00-19.15 HB- húsið Valborg Kom í form IV, tilkomin Mik. 19.15-20.30 HB- húsið Helena Motiónslið Ikki framsýning Callanetic, styrki og konditión Pinkur (7-9 ár.) Mik. 18.00-19.15 I June-Eyð Frí. 15.30-17.00 I+II Smágentur (9-12 ár.) * Mik. 17.00-19.15 II Joan og Katrin J. Ley. 14.30-16.00 I+II Gentur (13-16 ár.) * Mik. 20.45-22.15 I Salua Ley. 11.30-13.00 I+II Kvinnur * Mik. 20.45-22.15 II Sun. 14.30-16.00 I+II FM 9-13 ár Týs. 18.00-19.30 I+II Sjúrður og Heidi Ley. 10.00-11.30 I+II FM 14 ár og eldri Mán. 20.30-22.00 I+II Eyvind Ley. 13.00-14.30 I+II * Tilmelding: Úttøka eftir tveimum vikum. Úttøkulið Kappingar og framsýning Fimleikurin byrjar: Mánadagin 6. september 2000. Tilmelding: leygardagin 2. september 2000 kl. 16.00-18.00 í høllini á Stórheyggi. Limagjald: Verður goldið við tilmelding ella eftir 1. venjingartíma. Kostnaður: Fyri allan veturin Børn 4 ár - 1. flokk 200,- kr. 2. flokkur - 5. flokk 225,- kr. 6. flokkur - 8. flokk 250,- kr. 9. flokkur - 19 ár. 350,- kr. Børn og foreldur 350,- kr. Frá 20 ár 450 kr. Menn 500,- kr. Fyri hvørt eykalið 100,- kr. Kom í form: 1. ferð um vikuna 400,- kr. 2. ferð um vikuna 500,- kr. Íðka fimleik hjá Havnar Fimleikafelag Vit hava fimleik fyri øll Sosialurin - 311820 Havnar Fimleikafelag á Stórheyggi • Postboks 3145 • Tel. 314851• Korttelefon: 320739 VENJINGARTÍÐIR 2000/2001 Venjingartíðir hjá Havnar Fimleikafelag í høllini á Stórheyggi Kl. Mánadag Týsdag Mikudag Hósdag Fríggjadag Leygardag Sunnudag Íðka fimleik hjá Havnar Fimleikafelag Vit hava fimleik fyri øll 15.30 15.45 16.00 16.30 17.00 17.30 17.45 18.00 19.00 19.15 19.30 20.00 20.30 20.45 21.00 22.00 22.15 1. fl. gentur amboð Gentur 5 ár 4. og 5.fl. gentur amboð 7. fl. gentur Gentur 3.fl. Gentur 4.fl. 1 fl. gentur Børn og foreldur SK pinkur 6. fl. gentur SK gentur SK kvinnur 6. og 7. fl. dreingir SK smá- gentur 1 fl. dreingir Børn 4 ár Pinkur Unglingar 8. fl og eldri amboð FM 9-13 ár 10.00-11.30 FM 14 ár og eldri 13.00-14.30 SK gentur 11.30-13.00 SK smágentur 14.30-16.00 SK kvinnur 14.30-16.00 Dreingir 5 ár 6. og 7. fl. gentur amboð 9. fl - 19 ár gentur 2. og 3 fl. gentur 8. fl. gentur Menn 2. fl. gentur Dreingir 6 ár Gentur 6 ár Kvinnur frá 20 ár Kvinnur Menn Gentur 5.fl. 2. og 3. fl. dreingir 4. og 5. fl. dreingir FM 14 ár og eldri FM 9-13 ár Venjingartíðir í HB-húsinum Callanetics, styrki og konditión 18.00 19.15 20.30 Kom í form I vand Kom í form III vand Kom í form II byrjarar Kom í form IV tilkomin Kl. Mánadag Mikudag Hósdag ÚTSØLAN heldur fram M.a. Nakrir brúðarkjólar fyri kl. 1.200,- Konfirmatiónskjólar úr feston toy (egna seg at seyma burturúr) fyri kr. 50,- Sosialurin - 311820 Vælkomin inn á gólvið Frakkar • Jakkar Niðurdeilar NÓGV NIÐURSETT! Sandvíkarhjalli Tel. 315600 - Fax 318008 Galvaniseraðir viðfestisvognar Sosialurin - 311820 Tosið við okkum! Nýggjar TANNPROTESUR Broytingar og umvælingar av gomlum protesum Kliniskur tannteknikari BERGUR Á REYNATRØÐ Børkuvegur, 620 Runavík Tlf. 448480 Opið er mánadag-fríggjadag frá kl. 9-16