Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. september 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 7 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 167 - 1. september 2000 Nr. 167 - 1. september 2000 STEFAN Í SKORINI Børnini møttu klokkan 9 á morgni, og so varð ringur sligin í teimum trimum lon- unum í Eysturskúlanum. Dansað varð so eftir gongini til øll vórðu savnað í skúla- høllini, og har dansaðu so øll saman. Flóvin Bæna- diktson varð kvøðin. Eysturskúlin rundan føðingardag 31. august eru 20 ár síðani, at størsti skúlin í Føroyum varð vígdur, og í hesum sambandi hevur skúlin skipað fyri ymiskum tiltøkum Nógv varð sungið hendan dagin, og í skúlahøllini hevði hvør flokkur yrkt eitt ørindi um skúlan, sum tey sungu fyri hinum. Øll tóku síðani undir í niðurlagnum. Lærararnir høvdu eisini fyrireikað sítt til hetta høv- ið, og í skúlahøllini fram- førdu teir ein sjónleik fyri næmingunum. Síðani varð farið út um, og á vøllinum, sum er beint við Eysturskúlan, skuldu næmingarnir mynda tjóð- fugl okkara, tjaldrið. Næm- ingarnir hava fingið eina T- shirt í part, so at litirnir skuldu vera teir røttu. Allir næmingarnir stillaðu seg soleiðis, at teir myndaðu eitt stórt tjaldur, sum sæst á myndini. Brandbilurin var á staðnum, og myndin er tikin úr stiganum hjá hjá brandbilinum. Aftaná fóru næmingar og lærarar omanaftur í skúlan, har borðreitt varð við heima- bakaðum kakao og bollum, sum lærararnir høvdu bakað. Tað eru nú 20 ár síðani, at Eysturskúlin varð vígdur, men longu í 1974 varð fyrsti parturin av skúlanum tikin í nýtslu. Allur skúlin var tó ikki liðugt gjørdur fyrr enn í 1980 og síðani vígdur. Eysturskúlin er størsti og næmingaríkasti skúlin í Føroyum. Í løtuni hava 570 næmingar sína dagligu gongd á skúlanum, og teir kunnu nú hátíðarhalda 20 ára dagin saman við lærar- unum. Næmingarnir fegnast kanska meira um, at teir sleppa undan undirvísing ein dag. Næmingarnir á Eysturskúlanum mynda eitt tjaldur á 20 ára degnum fyri vígsluni av skúlanum. Myndin er tikin úr stiganum á brandbilinum Mynd: Álvur Haraldsen Stefan í Skorini Um hálvgum fýra tíðina mikudagin varnaðust menn umborð á Tróndi, at ein bát- Fór á land sunnanfyri Borá Ein bátur, sum hevði verið eftir havhestaungum, sigldi ov nær og fór á land, men allir komu heilskapaðir frá hendingini ur var farin á land beint sunnanfyri Borá, sum er millum Glyvursnes og Kirkjubønes. Teir umborð á Tróndi vóru fyrst hjá bátinum og varskógvaðu aðrar smábát- ar, sum vóru har um leiðir, og nakrir komu teimum skjótt til hjálpar. Bátur varð eisini settur út av Tróndi, tí skipið kundi ikki fara so nær. Menninir vórðu tiknir upp, og eingin fekk mein av óhappinum. Báturin, sum fór á land, hevði kós móti Havnini, og onkur av smábátunum tók menninar við sær til Havn- ar. Báturin var illa farin og er nú tikin av aftur. Tróndur helt leiðina fram úr Havn til Skopunar. EIRIKUR LINDENSKOV – Tað var sjálvandi vænt- andi, at nýggja tryggingar- felagið fer at leggja seg eftir at fáa fólk frá okkum. Tað kunnu vit ikki gera so nógv við - og vit kunna ikki stavnsbinda fólk. Hetta sigur Gunnar í Liða, forstjóri í Trygging- arfelagnum Føroyar, tá Sosialurin bað hann um eina viðmerking til, at Páll Kunoy, stjóri á sjóvátrygg- ingardeildini hjá Trygging- arferðalagnum Føroyar er farin í starv sum deildar- stjóri á sjóvátryggingar- deildini hjá Trygd. – Vit hava ikki longur lógarfest monopol - og tí eru vit eisini fyrireikaðir upp á kapping, sigur Gunn- ar í Liða. Hann heldur ikki, at tað er ein stórhending, at teir nú eisini fáa kapping á sjóvátryggingarøkinum. – Vit hava havt eina ávísa kapping á hesum øki, um vit hugsa um tey altjóða- Vit kunnu ikki stavnsbinda fólk skrásettu skipini. Men tað er greitt, at nú verður kapp- ingin størri, sigur hann. – Men boðskapurin hjá okkum er tann sami: Eingin – Vit hava ikki longur lógarfest monopol, tí var kappingin á sjóvátryggingar- økinum væntandi, sigur Gunnar í Liða, forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar Hesi seinastu árini hevur Havnar Sjónleikarfelag ver- ið sera virkið. Umframt fleiri leikuppsetanir á hvørj- um ári, gevur Sjónleikar- húsið nógvum øðrum og fjølbroyttum tiltøkum inni- vist, umframt at hýsa sjón- Dagligur leiðari í Sjónleikarhúsinum Gunnar í Liða, forstjóri og Mortan Poulsen, stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar tryggingartakari skal fara frá okkum, tí at hann fær eina bíligari trygging aðrastaðni, sigur Gunnar í Liða, sum leggur afturat, at hetta eisini er galdandi, um teir verða noyddir at fara óforsvarliga langt niður í prísi. Men eisini hann lovar, at skilið ikki verður so ringt, sum við bilatryggingunum - og hann ætlar sær ikki út í eitt tílíkt prískríggj. – Eg haldi, at báðir partar hava lært av biltryggingun- um, sigur forstjórin hjá Tryggingarfelagnum Føroy- ar. – Um prísirnir nú eru komnir í fasta legu, ella um vit kunnu vænta fleiri hækk- ingar, veit hann ikki um at siga, tí hetta veldst um skaðaprosentið - sum nú er alt ov stórt,sigur Gunnar í Liða. leikarskúla fyri børnum og øðrum skeiðvirksemi. - At leggja til rættis og samskipa øll hesi tiltøk er sera orku- og tíðarkrevjandi, og hjá nevndini, sum øll hesi árini hevur tikið sær av hesum arbeiði, hevur tørvurin á einum dagligum leiðara leingi verið eyðsýndur. Tí hevur nevndin nú gjørt av at seta eitt fólk at taka sær av hesum burturav. Í dag byrjar Birita Kross- teig í starvi sum dagligur leiðari hjá Havnar Sjónleik- arfelag, og í hesum sam- bandi verður móttøka í Sjónleikarhúsinum í dag frá klokkan 14-16. Øll eru hjartaliga vælkomin, verður heilsa úr Sjónleikarhúsin- um. EIRIKUR LINDENSKOV Illa hevur gingist í hond hjá Skipasmiðjuni á Skála at fáa skrokkin til Sandoyarferj- una, sum skuldi byggjast á pólskari skipasmiðju. Eftir ætlanini skuldi skrokkurin latast føroysku skipasmiðjuni tann 20. apríl í ár, men greitt varð fyrr í ár, at hetta fór ikki at eydn- ast. Fyrr hevur Skipasmiðjan á Skála boðað frá, at skrokkurin fór at verða seinkaður, men ikki so nógv, at ferjan ikki kundi latast til tíðina. Men trupulleikin gjørt størri enn væntað, og nú um dagarnar hava umboð fyri Skipasmiðjuna á Skála, m. a. stjórin, Jón Danielsen og Poul Mohr, stjóri á Tórs- havnar Skipasmiðju verið í Póllandi, har teir hava tikið skrokkin frá skipasmiðjuni, Stoznia Porta Odra í Stettin og gjørt nýggja sáttmála við skipasmiðjuna Stocznia Remontova í Gdansk, sum skal gera skrokkin lidnan. Nýggis sáttmálin sigur, at ferjan skal latast skipa- smiðjuni á Skála 5. oktober, Onnur skipasmiðja gera skrokkin lidnan Skipasmiðjan í Gdansk skal lata Skála Skipasmiðju skipið 5. oktober. 1. januar skal nýggja sandoyarferjan setast í sigling tá skrokkurin verður sleip- aður til Føroya. Arbeiðið skal síðani gerast liðugt til nýggjárs. Skipasmiðjan á Skála hevur so slakar tríggjar mánaðir at gera skipið lið- ugt. Gamli Tróndur, sum varð keyptur gamal til Føroya í 1967, siglir við undantaks- loyvi, sum bert er galdandi til 31. desember í ár. – Skulu vit biðja Skipa- sýnið um enn eitt undan- taksloyvi, so verða vit noyddir at hava haldgóðar grundir. Og vit kunnu ikki gera tað, uttan vit við vissu síggja ein enda á hesum málinum, sigur Reidar Nón- fjall, stjóri á Strandferðsl- uni. Men stjórin á Strand- ferðsluni er als ikki vísur í, um tað ber til at fáa und- antaksloyvi - og um tað ikki ber til, og nýggja ferjan ikki er liðug, so fyriliggur ein nýggj støða, sigur hann. – So verða vit noydd út á marknaðin at finna eitt hóskandi skip, og tað er ikki so lætt at finna til hasa far- leiðina, sigur hann og legg- ur afturat, at hetta sjálvnadi eisini er ein spurningur um pengar. Reidar Nónfjall hevur enn ikki fingið onnur boð enn tey, at ferjan verður lat- in til tíðina, hóast mangt bendir á, at so fer ikki at verða. Men hann hevur bið- ið um fund við skipasmiðj- una, har hann fer at biða um frágreiðing um málið. Vit hava fyrr nevnt, at skipasmiðjan verður noydd at rinda dagbøtur, um ferjan ikki verður latin til tíðina. Reidar Nónfjall sigur, at ongar dagbøtur verða rind- aðar teir fyrst 90 dagar, ferj- an verður seinkað. Men síð- an skal skipasmiðjan rinda 5.000 krónur teir næstu 40 dagarnar og síðani 10.000 krónur um dagin. So tað fer ikki at kosta Skipasmiðjuni á Skála eina krónu, um ferjan ikki verður latin fyrr enn 1. apríl… Nýggja sandoyarferjan verður nú gjørd liðug í Gdansk