fríggjadagur 8. apríl 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 66 - 8. apríl 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Fyri fyrstu ferð í
langa tíð er samlaða
sølan av nýggjum
akførum størri í mun
til í undanfarna ár.
Sølan av persónbilum
er vaksin við 17,5
prosentum, meðan
sølan av t.d.
vøruvognum er
minkað
BILHAGTØL
Í nýggjasta tíðindaskriv-
inum frá Bileftirlitinum
sæst, at sølan av nýggjum
persónbilum er vaksin við
umleið 40 bilum, meðan
sølan av øðrum bilum er
minkað. Frá januar til og
við mars í fjør vórðu seldir
234 persónbilar í mun til
275 í ár. Samlaði vøksturin
var upp á 5,3 prosent.
Í dag, fríggjadagin 8. apríl,
fyllir Jógvan Simonsen,
vanliga nevndur Egga, í
Saltangará 60 ár.
Jógvan er ættaður úr
Saltangará. Foreldrini vóru
Karolina, f. Petersen, ættað
av Selatrað, og Esbern
Simonsen, úr Saltangará,
og hann er nummar fimm
av sjey systkjum.
Jógvan er giftur við
Sofíu, f. Midjord, úr Fugla-
firði. Tey hava búð í Fugla-
firði til fyri umleið trimum
árum síðan, tá tey keyptu
barnaheimið hjá Jógvani á
Høgabóli í Saltangará, har
tey búgva í dag.
Jógvan er kendur, sum
ein pionérur á fleiri økjum,
hann var ein tann fyrsti,
sum byrjaði við oljufýrser-
vice í Føroyum. Men tað er
serliga innan tyrluflúgving
hann hevur gjørt vart við
seg. Hann hevði stóran
áhuga í tyrluflúgving, og
saman við øðrum leigaði
hann eina tyrlu úr Danmark
til royndarflúgving. Ætlan-
in var at royna, hvussu
tyrluflúgving royndist í
Føroyum, og hvør tørvurin
var.
Hesar
royndir
vístu,
hvussu átrokandi tað var at
fáa tyrluflúgving í Føroy-
um. Nøkur ár senni keypti
landið sína egnu tyrlu, og
Jógvan varð settur sum
leiðari á tyrludeildini hjá
Strandfaraskipum Lands-
ins.
Jógvan hevur eisini roynt
seg á øðrum økjum. Hann
átti og rak fyritøkuna
Fuglafjarðar
Skipaav-
greiðsla, og eitt tíðarskeið
var hann reiðari á rækju-
trolaranum Borgini. Hann
hevur eisini arbeitt, sum
kaifúti í Fuglafirði. Seinni
bleiv
hann
stjóri
á
Bergfrost í Fuglafirði.
Hann hevur eisini arbeitt
uttanlanda, hann var t.d.
sølumaður hjá Faroe Sea-
food í Hirtshals og leiðari
hjá AWI-Boats í Uumanaaq
í Grønlandi.
Í dag tekst Jógvan við at
umvæla barnaheimið hjá
sær á Høgabóli og er
onkran túr til sjós.
Fía og Egga eiga fýra
børn, sum øll búgva í
Havn: Billa Jóhanna, Jóhan
Esbern, Súsanna og Durita.
Eisini
eiga
tey
fimm
ommu-
og
abbabørn,
Suffía, Martha, Jógvan
Pauli, Marin og Bogi.
Vit ynskja babba hjarta-
liga tillukku við degnum
Børnini
Tøkk
Elskaða mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Anna av Kák
fødd 4. august 1931, doyði heima 23. mars 2005.
Vit systkin takka øllum fyri alt, sum tit hava verið fyri
og havt saman við mammu gjøgnum hennar lív.
Takk fyri samkenslu, hjálp og uppmerksemi av øllum
slag, meðan mamma var sjúk og tá mamma doyði.
Takk fyri øll tit, sum saman við okkum
fylgdu mammu til gravar.
Ingibjørg, Katrin, Jógvan, Jákup og Petur
Tøkk
Hjartaliga takki eg fyri sýnda samkenslu,
tá góða kona mín
Sanna Joensen
Skúvoy
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til tykkum, ið hjálptu henni, tá hon brádliga
bleiv sjúk.
Ein tøkk til tyrlumanningina.
Tøkk til kirkjutænarar, prest, sangarar og berarar.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Sclerosufelagið.
Hjartans tøkk til tykkum, ið hjálptu við ervinum
og tykkum, ið fylgdu henni til gravar.
Maður tín,
Jógvan Joensen
Jógvan Simonsen 60 ár
Fleiri persónbilar seldir
Hagtøl fyri skráseting av nýggjum akførum fyri fyrsta ársfjórðing
í 2005 og 2004
Mars
Mars
Broyting
Jan-Mar
Jan-Mar
broyting
%broyting
Akfaraslag
2005
2004
Mar 04/05 2005
2004
2004/2005
2004/2005
Hýrubilar
0
7
-7
2
8
-6
-75,00%
Lastbilar
1
0
1
1
6
-5
-83,33%
Motorsúkkla
1
1
0
2
2
0
0,00%
Neyðsendakfar
1
0
1
1
0
1
Persónbilar
118
102
16
275
234
41
17,52%
Smábussar
1
1
0
2
2
0
0,00%
Tangabilar
2
0
2
3
0
3
Viðfestivognar
5
7
-2
12
20
-8
-40,00%
Vøruvognar
14
22
-8
40
49
-9
-18,37%
Samlað
143
140
3
338
321
17
5,30%
Tað eru skrásett 57 nýggj prutl í fyrsta ársfjórðingi 2005, samanborið við 36 nýggj
prutl í fyrsta ársfjórðingi 2004.
n
Lesið
-so eru tit við!
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in