Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. apríl 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 66 - 8. apríl 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Í sambandi við at Bústovnurin Eirar- garður 1. apríl fylti 25 ár, var skipað fyri móttøku á stovninum hendan dagin, har umleið 150-200 fólk vóru komin saman MÓTTØKA Myndir: Jens Kristian Vang Fríggjadagin 1. apríl 2005 vóru 25 ár liðin síðan Bústovnurin Eirargarður varð settur á stovn. Í hesum sambandi var skipað fyri móttøku á stovninum. Tey sum hildi talu vóru: Ragnhil Dahl, sum var fyrsti leiðarin á stovninum, Bjarni Clementsen, fyrr- verandi leiðari á ser- forsorgini, Jóannes Dals- garð, leiðari fyri heima- røktina og serforsorgina, og Helena Samuelsen, sum foreldur. Í eini heilsan í bløðunum til Eirargarð á 25 ára degnum, skrivar Eilif Samuelsen, fyrrverandi lærari og landsstýrismaður, m.a. »Sum flestum kunn- ugt, so vórðu við undantak av sjúkrahúsunum eingir stovnar til brekað fólk í Føroyum fyri 1960. Tá vóru fólk send á stovnar í Danmark. Teir psykiatrisku sjúkl- ingarnir fingu ein ávísan bata, tá ið settur varð ein yvirlækni í sálarsjúkum í Føroyum í 1967. Á heysti 1969 komu teir fyrstu 20 sjúklingarnir á tað nýggja statshospitalið, og tá ið liðugt var at byggja hospi- talið í 1972 var ikki neyð- ugt longur at senda hesar sjúklingar til Danmarkar. Tey ið vóru á stovni í Dan- mark fingu nú høvi at koma heim aftur. Í 1971 var Javni, Lands- felagið evnaveikum at bata, stovnað. Hetta felagið hev- ur við eini røð av eldsálum á odda gjøgnum árini verið ein drívmegin til, at vit í dag eru komin so mikið langt ávegis, sum vit eru komin til tess at útvega teimum evnaveiku rímilig livikor í Føroyum. Í dag búgva einans 14 búfólk á Eirargarði. Her hava tey sítt heim, og sigast má, at manningin hevur megnað at gera hetta til eitt veruligt heim fyri tey. Tú hevur als ikki varhugan av, at hetta hevur dám av einum kaldligum stovni. Tey fólkini, sum hava verið leiðarar gjøgnum árini, og øll hini, sum eisini hava lagt sína sál í arbeiðið við hesum fólkum, sum av eini ella aðrari orsøk ikki eru fullfør, hava uppiborið okk- ara størstu virðing og djúpastu tøkk fyri teirra avrik. Vit eru mong, sum minnast tykkum, og sum ynskja tykkum tillukku við hesi fyrstu fjórðingsøldini, og siga tykkum hjartaliga tøkk fyri tað stóra arbeiðið, tit hava lagt í at veita okkara næstringum eina rímiliga tilveru«, skrivaði Eilif Samuelsen m.a. í síni heilsan til stovnin. Eirargarður 25 ár: Her hava búfólkini sítt heim Leiðarin á Bústovninum Eirargarði, Bjørg Mohr, (v.m.) beyð øllum at vera vælkomin til móttøkuna. Her er hon saman við einum av starvsfólkunum, Lindu Clementsen, F.v.: Lena Rasmussen, starvsfólk á verkstaðnum Vón, Jóannes Dalsgarð, leiðari fyri heimarøktina og serforsorgina, Marguerith Tórsheim, fyrrverandi náttarvakt á stovninim, og Maud Vang, leiðari á verkstaðnum Vón F.v.: Jákup Birgir Mohr, maður leiðaran á stovninum, Kristianna Jensen, avvarðandi, Herborg Nyholm Debes, fyrr- verandi varaleiðari á stovninum, Ragnhild Dahl, fyrrverandi leiðari á stovninum, Bjørg Hanusson, starvsfólk á Virkni, og Hanus Samuelsen, avvarðandi Lisa og Mary vóru til móttøkuna, her saman við Maritu Joensen (h.m.), starvsfólki á stovninum Ingibjørg Nielsen, starvsfólk, og tvey av búfólkunum á stovninum, Trúgvi Egholm og Lillian Joensen