Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. apríl 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 66 - 8. apríl 2005 Húsini eru verd at varðveita, men óvissa er um heimildina HAVNAMYND Havn: Jógvan á Lakjuni hevur nú tikið avgerð um ikki at staðfesta tilmælið hjá Fornminnisnevndini í málinum um Degnshús. For nminnisnevndin hevði annars mælt lands- stýrismanninum til at friða ognina, ið vanliga verður nevnd Degnshús við Ting- húsvegin í Havn. Tilmælið er grundað á eina meting hjá Fornminn- isnevndini um serliga húsa- sniðið, upprunastandin og søguliga umhvørvið. Landsstýrismaðurin tekur kortini undir við sjón- armiðinum um, at ognin er verd at varðveita. – Hinvegin er tað tó iva- samt, um tað við støði í lógini um friðan av forn- minnum og bygningum er neyðugt at friða Degnshús til tess at tryggja varðveitsl- una, sigur Jógvan á Lakj- uni. Fornminnissavnið hevur eisini í tilmæli sínum til Fornminnisnevndina víst á, at tað er ivasamt, um tað tænir húsinum best at friða tey. Landsstýrismaðurin er samdur í hesum sjónarmiði og metir, at málið verður ikki loyst á skilabestan hátt við so víðgongdum stigi sum friðing. Málið snýr seg sambært meting landsstýrismansins í roynd og veru um varð- veitslu av ávísum øki við Vaglið og niðara part av Tinghúsvegnum. Varðveit- ingin av nevnda øki verður best tryggjað við heimild í byggi- og býarskipanarlóg- ini eins og gjørt er við aðrar partar av gomlu Havnini. Sampakkar ikki Petur Olsen er ein teirra, sum fylgir væl við í orða- skiftinum um Degns Hús. Hann hevði ætlanir um at byggja ein skrivstovu- bygning á økinum, men tá henda ætlanin kom fram fóru fólk at savna inn undirskriftir ímóti hesum. Tí varð ætlanin í fyrsta umfari slept. Nú Jógvan á Lakjuni hevur tikið støðu í málinum, og at fleiri politikkarar vóru frammi og søgdu at hús- ini áttu at verðið varðveitt, hevur hann sent býráðnum skriv um málið. Skrivið kallar hann »Friðing av Anton Degn – húsinum, sum undirritaði eigur«. Petur Olsen sigur, at hann nú er áhugaður í at fara til samráðingar við býráðið um umsókn hansara um eitt byggiloyvi á økinum. Degns hús við óvissari lagnu Degns hús við óvissari lagnu Koyrilíkindini í útvarpinum er hent hjá bilførarunum. Nú skulu tey gerast enn betri og tryggari FERðSLUTRYGD Flest allir føroyingar hava hoyrt koyrilíkindini í út- varpinum. Tað er Lands- verk, sum í mong áratíggjur hevur savnað hesar upplýs- ingar, og nógvar aðrar við, ið snúgva seg um veðrið. Umframt at savna upp- lýsingar um koyrilíkindi við at fara út á vegirnar, savnar Landsverk somu- leiðis upplýsingar um veð- ur og vind í veðurstøðum, ið eru settar upp ymsa staðni í landinum. Fleiri teirra máta bert vind og fukt í luftini, men nakrar máta eisini hita og fukt á vegabreytini. Hetta seinna er sera hent, tá met- ast skal um koyrilíkindini. Í vetur hevur Landsverk kannað, hvar vegurin fryst- ur fyrst. Mátingarnar hava víst, at omanfyri timbur- handilin í Runavík og á Sundi gerst skjótt hált, tá broytingar eru í veðrinum, upplýsir heimasíðan hjá Landsverki. Tvær nýggjar veðurstøðir eru settar upp á hesum plássum, og Landsverk ar- beiðir nú við skipanini, sum skal taka ímóti upplýs- ingum frá veðurstøðunum. Og fleiri veðurstøðir skulu setast upp, har hálkan fyrst ger um seg. sb. Frystir fyrst á Sundi og Runavík Veðurstøðirnar framvið vegunum geva neyvar upplýsingar um hálkuna Tøkniliga menningin hevur gjørt, at hesar fráboðarnir nú gerast neyvari og neyvari