Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. apríl 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

- Atlantic Petroleum er sunt kapitaliserað í løtuni í mun til tann aktivitetin, sum er. Men ambitiónin er at vaksa um felagið relativt skjótt í mun til hvat vit hava gjørt árini frammanundan. Tískil varð tað skotið upp á aðalfundinum at geva nevndini rættiliga nógv víðari heimildir, sigur Wilhelm Petersen, stjóri í felagnum OLJUFELAG Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Atlantic Petroleum styrkti sær um kapitalin í fjør, tá felagið framdi eina kapital- hækking upp á 74 milliónir krónur. Hetta var tað fyrsta stigið, sum Atlantic Petroleum tók ímóti einari nýggjari strategi, sum gongur út upp á at vaksa munandi um felagið. - Í føroyskum høpi er At- lantic Petroleum eitt lut- falsliga stórt felag, men í oljuhøpi er føroyska olju- felagið lutfalsliga lítið. Við tað at Atlantic Petroleum er lítið, so er tað avmarkað, hvørjum verkætlanum fe- lagið kann luttaka í, sigur Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum. Tað var við hesum í hug- anum, at kapitalhækkingin varð framd í fjør. Og nú hevur Atlantic Petroleum tikið enn eitt stig á leiðini ímóti størri og breiðari virksemi. Á aðalfundi tann 31. mars varð gjørt av at geva nevndini víðari heim- ildir, soleiðis at felagið kundi vaksa enn skjótari enn tað hevur gjørt framm- anundan. Hálv milliard í kapitalhækking - Á aðalfundinum varð skotið upp at geva nevndini rættiliga nógv víðari heim- ildir. Tað er eitt ynski um, at tingini skulu henda skjótari, og at felagið kann vaksa skjótari. Felagið verður eisini noterað á marknaðinum, soleiðis at marknaðurin kann reagera positivt uppá, at vit hava eina rímiliga aggressiva vakstrarstrategi. Í tí sam- bandinum er tað neyðugt at geva nevndini víðari heim- ildir, og tað er í form av, at felagið kann gera aktie- missiónir uttan at hava eykaaðalfund. Nevndin fær ta heimildina til 2009 at gjøgnumføra kapitalhækk- ingar upp á 100 milliónir nominelt. Tað er ein mar- kant broyting, og ætlanin er eisini at brúka hesa víðkaðu heimildina, sigur Wilhelm Petersen, stjóri. Víðkaðu heimildirnar merkja, at Atlantic Petrol- eum kann gera kapital- hækkingar upp til einar 400 til 500 milliónir fram til 2009. Virðismikið felag - Ein kapitalhækking kann fremjast í einum skjótum viðfangi, og tað er oftani neyðugt at gera skjótt av, um møguleikar fyriliggja. Nevndin hevur eisini fingið heimild til at yvirtaka feløg og leggja saman við øðrum feløgum. Hetta eru nakrar týdningarmiklar broytingar í langtíðarmenningini av felagnum, sigur Wilhelm Petersen. Atlantic Petroleum er í løtuni við í trimum feltum, sum skulu byggjast út. Atlantic Petroleum luttók eisini í 2. útbjóðing í før- oyskum øki, har felagið fekk tvey áhugaverd loyvi saman við øðrum felagi. Atlantic Petroleum hevur 40 % av lisensinum á hes- um økjunum. Eginpening- urin hjá Atlantic Petroleum er 110 milliónir, men fe- lagið er virðismett til væl meira enn tað. Undan kapitalhækkingini varð virðið á felagnum mett til at vera einar 200 milliónir krónur. Nr. 66 - 8. apríl 2005 15 - Vit hava stórar visiónir fyri Smyril Blue Water, sigur Kurt Skov, stjóri í Blue Water Shipping FLUTNINGSVINNA Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo - Vit hava arbeitt saman við Smyril Line í fleiri ár við- víkjandi flutningi. Vit leggja dent á fraktpartin, soleiðis at vit fáa samskip- að flutningin millum Før- oyar, Ísland, og Danmark. Tað vil siga, at vit bert fáast við fraktina - vit lata Smyril Line um passagerflutning- in, sigur Kurt Skov, stjóri í Blue Water Shipping, í sambandi við at hansara felag og Smyril Line hava víðkað um flutnings-sam- starvið. Smyril Line og Blue Water Shipping stovnaðu í seinastu viku eitt nýtt felag. Tað eitur Smyril Blue Wat- er og skal standa fyri flutn- ingi í Norðuratlantshavi. Teir skjótastu - Vit bjóða okkara kundum hurð til hurð levering frá Norðuratlantshavinum og til Danmarkar og síðani til alt Evropa. Hetta bjóða vit við støði í Norrønu, og vit eru einasta felagið, sum kann bjóða eitt slíkt ferju- samband. Harvið eru vit eisini teir skjótastu til at flyta farm, sigur Kurt Skov. - Vit hava stórar visiónir kring hetta nýggja sam- starvið við Smyril Line. Vit hava í fleiri ár samstarvað við Smyril Line um flutn- ing millum Føroyar, og vit hava stóran áhuga fyri hes- um. Og vit vænta at koma at arbeiða við hesum í nógv nógv ár afturat, sigur Kurt Skov, stjóri í Blue Water Shipping. Nýggj aggressiv vakstrarstrategi Hurð til hurð Vit eru einasta felagið, sum kann bjóða eitt slíkt ferjus- amband. Harvið eru vit eisini teir skjótastu til at flyta farm, sigur Kurt Skov, stjóri í Blue Water Shipping Nú hevur Atlantic Petroleum tikið enn eitt stig á leiðini ímóti størri og breiðari virksemi. Á aðalfundi tann 31. mars varð gjørt av at geva nevndini víðari heimildir, soleiðis at felagið kundi vaksa enn skjótari enn tað hevur gjørt frammanundan. Wilhelm Petersen er stjóri í felagnum Mynd: Jens Kr. Vang