Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. apríl 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 66 - 8. apríl 2005 Tingmenn vóru títtir á palli mikudagin, og teir flestu søgdu seg hava góðan vilja, tá ið Løgtingið enn eina ferð umrøddi, hvørjir møguleikar eru at venda gongdini í alla stadda útjaðaranum, sum lítil vón tykist vera fyri, um ikki farið verður undir munandi tiltøk SVÍNOY OG FRAMTÍÐIN Jóannes Hansen Nú er tað so at siga in, at Svínoyggin verður munn- liga endavend, og at Svínoy og harvið útjaðarin eru miðdepil í almenna orða- skiftinum og í miðlunum. Talan tykist vera um gott undirhald og stóra undir- tøku, og hjá teimum, sum varða av útjaðaranum, finst ivaleyst einki størri ynski, enn at umrøðan skal bera við sær, at fokus verður sett á trupulleikarnar og ikki minst á, hvussu - og ikki á um - teir kunnu loysast. Tað er í tøkum tíma, tí út- jaðarin bløðir sum ongantíð fyrr, og tað er neyvan skeivt at spyrja, um tað man vera komið so langt, at eingin vón er fyri onkrar av oyggj- unum. Tað sær rættuliga svart út. Tað eru bara nakrar fáar vikur síðani, at mjólkar- kvotan, sum sigst vera á veg úr Svínoy og í Eysuroy, varð viðgjørd í Løgtingin- um. Ta ferðina vóru nógvir á pallinum, og útjaðara- spurningurin í síni heild varð umrøddur. Almenni mjólkastuðulin hevur í hvussu so er partvís verið útjaðarastuðul. Nú er langt millum mjólkineytini í út- jaðaranum, og harvið verð- ur nógv størsti parturin av mjólkastuðlinum rindaður í miðstaðarøkinum. Sunnukvøldið var fín sending í SvF um Svínoy, har eitt nú strandferðslu- maðurin Regin Justinussen, Hanna Jacobsen, sum hev- ur postin, og borgarstjórin og fyrrverandi og vónandi framtíðar alarin lýstu støð- una. Hetta var ein av teim- um sendingunum, sum tæn- ir Sjónvarpi Føroya til miklan sóma, og hetta var sending, sum vísti, at út- oyggjarnar eru gott miðla- tilfar. Steintór Rasmussen og Studio Pegasus høvdu nakað herfyri leygarkvølds sendingar, har evnið var upplivingar og prát á ferð við Másanum til Fugloyar og aftur í Hvannasund. Tað var áhugavert og upplýs- andi, og tað hevur tað eisini verið, tá ið teir í Pegasus hava vitjað í Kalsoynni. Akkurát sum allar hinar sendingarnar, ið óføru klaksvíkingarnir borðreiða við. Tað var Tórbjørn Jacob- sen, tingmaðurin hjá Tjóð- veldisflokkinum í Eysturoy, sum spurdi um mjólkar- kvotuna í Svínoy. Í Sjón- varpinum sunnukvøldið gav borgarstjórin í Svínoy, Eyðun Jacobsen, til kennar, at tað hevur stóran týdning fyri tey, sum búgva í Svín- oy og ivaleyst á hinum smá- plássunum, at tað eru sig- nal, sum siga, at tað er áhugi fyri smáu samfeløg- unum. Tað varð nevnt, at teir har úti kanska høvdu fingið eitt sindur av nýggj- um móti um, at okkurt fór at spyrjast burturúr frá al- mennari síðu, tí nú høvdu eisini tingmenn aðra staðni frá enn úr Norðoya valdømi sýnt bygdini og grundarlag- num undir henni áhugað. Mikudagin var tað Karst- en Hansen, tingmaðurin hjá Tjóðveldinum í Norðoyggj- um, sum í munnligum fyri- spurningi fregnaðist eftir, hvat var hent í útjaðaramál- inum og viðvíkjandi sam- ferðsluni til Svínoyar, síð- ani hann saman við Jógvani við Keldu, landsstýris- manni í útjaðaramálum, vitjaði í Svínoy síðsta sum- mar. Tjóðveldismaðurin legði afturat, tá ið hann setti fyri- spurningin fram, at hann og hinir tingmenninir í Norð- oyggjum vóru bjóðaðir at vera við í ferðalagnum hjá landsstýrismanninum, men at tað bara var hann, sum møtti í Hvannasundi henda morgunin. Samgonguting- menninar sást einki til, hóast Másin bíðaði fitta løtu, men landsstýrismað- urin og fulltrúðarnir og tjóðveldistingmaðurin høvdu havt ein góðan og kunningarríkan dag í Svín- oy, har blíðsskapurin sum altíð var stórur, visti tjóð- veldismaðurin at siga. Og løtu seinni nýtti Annita á Fríðriksmørk eitt sindur av sínum minutti at takka partamanninum fyri, at hann hevði verið í Svínoy, hóast hinir tingmenninir í Norðoyum ikki høvdu verið tað! Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í samferðslu- málum, svaraði. Tingskip- anin avmarkar talutíðina hjá hvørjum einstøkum tingmanni rættuliga nógv, tá ið talan er um munnligar fyrispurningar. Fokus var kortini á oynni og útjaðar- anum í ein lítlan hálvan tíma. So nógv høvdu ting- menn upp á hjartað um út- jaðaran og serliga Svín- oynna, og so fæst at síggja, um nakað fer at spyrjast burturúr, tá ið allir flokkar og flestu tingmenn tykjast sinnaðir at nýta hugflog og Svínoy aftur ein hálvan tím Svínoyar bygd