Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-08, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. apríl 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 66 - 8. apríl 2005 17 fíggjarliga orku til at fáa útjaðaran á føtur. Higartil hevur talan ikki verið um nógv annað enn føgur orð, og síðani Útoyggjafelagið fór undir sítt arbeiði og sín- ar stevnur, so er so at siga einki politiskt tiltak framt, sum hevur borið boð um, at nú fer tað at vera. Á gravarbakkanum Sjónvarpssendingin sunnu- kvøldið gav týðuligar ábendingar um, at Svínoy so at siga er komin á grav- arbakkan. Har eru millum 20 og 30 fastbúgvandi fólk og burtursæð frá samfe- lagstænastunum og eitt sindur av landbúnaði er einki arbeiði. Miðalaldurin er rættuliga høgur, og har eru eingi børn og eingi ung- fólk. Ein bygd, har tað ikki er handil, og har eingin skúli er, tað er ein illa stødd bygd. Soleiðis tók Irena Joensen, sála, sum var bygdarráðsformaður í Svínoy og eitt av álitisfólk- unum har úti, til meiri enn eina ferð. Hon fór sjálv at handla, tá ið eingin annar handil var í bygdini. Nú er eingin handil, og nú eru eingi skúlabørn í Svínoy. Tað er eingin troyst fyri svínoyginar og Føroyar, at støðan ivaleyst er uppaftur verri í onkrari aðrari út- oyggj, enn hon er í Svínoy. Sunnukvøldið vísti landsstýrismaðurin í út- oyggjamálum á ítøkilig viðurskifti og umstøður í gerandisdegnum, sum eru út av lagi vánalig, og sum tað hevði verið ein hjálp at bøtt um. Eitt nú, tá ið olja skal latast á tangarnar. Landsstýrismaðurin helt, at tað hevði verið eitt stig rætta vegin, um útoyggja- fólkini høvdu sloppið und- an baksinum við oljutunn- unum, og tað er nevyan nakar ósamdur við honum í. Politikararnir og øll onn- ur vita, at hetta fer ikki at bjarga nakrari bygd ella oyggj. Tað eru onnur viðurskifti, sum útoyggjafólk liva við, og sum samfeløgini inni á fastlandinum høvdu hildið verið heilt burturvið. Eitt dømi eru bløðini. Í stórum parti av landinum verða bløðini borin út hvørt kvøld. Í t. d. Svínoy og Fugloy fáa tey bløðini við postinum dagin eftir, at tey flestu hava fingið tey, og bløðini, sum aðra staðni verða borin haldarunum fríggjakvøld, fáa tey í út- oyggjunum við postinum mánadag. Tá fáa tey møgu- leika at síggja vikuskiftis- lesnaðin. Fyri fáum vikum síðani fór FM sendarin hjá svín- oyingum. Um sama mundið var eingin millumbylgju- sendari. Tá var onkran dag- in neyðugt hjá teimum í Svínoy at ringja inn á fast- landið fyri at vita, hvørji tíðindi vóru at frætta í Út- varpinum! Tey kendu tað vera sum fyri hundrað árum síðani. Nú ella ongantíð Í Løgtinginum seinnapartin mikudagin varð nógv tosað um samferðsluna, um tunn- ilin yvir í Havnina, um eina møguliga havn í Havnini og um nýtt strandferðsluskip fyri Másan, sum varð bygd- ur í 1959. Forkanningar og royndar- boringar og seismikkskjót- ingar ætlast at verða gjørd í summar og næsta ár, upp- lýsti landsstýrismaðurin, og so verður tað vónað, at tað kanska fer at bera til at seta eitt sindur av pengum til sjálvt arbeiðið av á fíggjar- lógini fyri 2008. Svínoy- ingar hava sjálvir syrgt fyri serfrøðingakanning, sum roknar við, at útreiðslan av ætlanini verður niðanfyri 30 milliónir. Frá almennari síðu verður roknað við, at ætlanin fer at kosta í minsta lagið hálvt hundrað milli- ónir, varð sagt í sjónvarpin- um sunnukvøldið og endur- tikið í Løgtinginum miku- dagin. Tingmenn vístu miku- dagin á, at samferðslan hevur alstóran týdning, og at hon kortini ikki er alfa og omega. Men eingin ivi er um, at hon er fyritreyt fyri øllum øðrum, og tí er al- neyðugt at fara undir hetta arbeiðið. Bjarni Jacobsen, sum í níti árunum og fram til fyri stuttum hevði smolt- støð í Svínoy og harvið rindaði løn til fleiri starvs- fólk, er 72 ára gamalur, og hann staðfesti sunnukvøld- ið, at higartil hava svínoy- ingar ikki sæð stórvegis meiri til politikararnar har úti, enn tá ið teir upp undir val eru komnir út at biðja um atkvøðurnar! Bjarni Jacobsen vísti eis- ini á, at burtursæð frá teim- um 14 milliónunum, ið vórðu nýttar til bátahylin, sum tað higartil ikki er fingin so stór nytta burtur- úr, uttan tað at byggingin í fleiri ár var inntøka hjá fleiri í bygdini, so hevur einki frá almennari síðu verið játtað Svínoy. Sam- mett við t. d. Kalsoynna, har kanska tvey hundrað milliónir eru lagdar í sam- ferðslukervið, er talan um lítla upphædd. Kalsoyggin tykist kanska hava møgu- leika at menna seg, og í fleiri øðrum førum hevur tað verið eyðsýnt, at ný- mótans samferðsla er al neyðug. Í Norðoyggjum eru Við- areiði, Hvannasund, Norð- depli, Árnafjørður, Harald- sund og Kunoy dømi um bygdir, sum sammett við útjaðaran hava tað gott. Ferðsluæðrarnar eru ikki alla staðni so ógvuliga góð- ar, men tað ber til at ferðast til og frá, og tað hevur gjørt stóran mun. Um tunnlar og byrgingar ikki vórðu gjørd seinastu 30-40 árini, so hevði støðan í hesum bygd- um og økjum uttan iva ver- ið nógv verri, enn hon nú er. Vegurin rakk eisini til Múla, men sambandið tann vegin kom ikki í nóg góðari tíð. Fólkagrundarlagið var farið undan bygdini framm- anundan, og tað er tann støðan, sum hóttir Svín- oynna, um sambandið ikki verður væl tryggari og skjótari heilt skjótt. Tað er nú ella ongantíð. Stóra uppgávan Avbjóðingin hjá politiska myndugleikanum er stór. Undirskotið á fíggjarlógini í ár varð roknað til 200 milliónir krónur, tá ið lógin undan ársskiftinum varð samtykt. Við gongdini í út- reiðslunum og inntøkunum seinastu tíðina í huga er einki at ivast í, at roknskap- urin fer at vísa munandi størri hall enn tað, sum í lógini verður roknað við, og tað er ilt at ímynda sær, at tað tey næstu árini fer at verða so nógv øðrvísi, um fyritreytirnar ikki fara at broytast munandi. Spurningurin er so, hvussu tað skal raðfestast. Óli á Geilini í Svínoy stað- festi sunnukvøldið, at nú verða ringu tíðirnar og fallandi inntøkurnar nýttar sum umbering fyri, at einki verður gjørt har úti. Men hann fjaldi ikki, at hann hevði einki álit á, at polit- iski myndugleikin mundi fara at raðfesta útjaðaran hægri, um so landið fór at flóta í pengum, sum hann tók til. Sambært orðaskiftinum í Løgtinginum mikudagin, so var trongdin at geva positivan hugburð til kennar so stór, at tað ikki er so torført at ímynda sær, at onkur kanska fer at fáa ta hugsan, at kanska tað verð- ur øðrvísi, enn Óli á Geilini sær fyri sær. Men svínoy- ingar hava drúgvar royndir, tá ið tað ræður um hetta, og hóast teir vóna, at politiski viljin fer at bera t. d. betri samferðsluumstøður við sær, so vita teir betri enn nakar annar, at talan er um ógvuliga tógvið stríð og strev. Poul Michelsen og An- finn Kallsberg vóru ítøki- ligir. Poul staðfesti, at tað ikki ber til at rokna bjarg- ingina av útoyggjunum at hoyra undir vanligar kommunalar uppgávur og vanligar uppgávur hjá landinum. Tað er neyðugt við heilt serligum átøkum frá landsmyndugleikunum, sum eru teir einastu, ið megna at lyfta teimum. Og Anfinn Kallsberg vísti á Útjaðaragrunnin, sum kundi verið amboð til íløg- ur og framburð í útjaðaran- um. Um Løgtingið hevði játt- að 5-10 milliónir í útjaðara íløgum á hvørjum ári, og um t. d. Útoyggjafelagið fekk møguleikan at arbeiða við tilmælum um, hvussu peningurin skuldi raðfest- ast og nýtast, so hevði sjøt- ul verið settur á bjargingar- arbeiðið, sum skal gerast nú. Kanska búsetingin í Svínoy so hevði borið boð í bý. Um tað fer at eydnast at varðveita búsetingina í verri staddum støðum eru vánirnar uppaftur verri fyri. ma í fokus Bjarni Djurholm, landsstýrismaður Karstin Hansen, løgtingsmaður