fríggjadagur 8. apríl 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 66 • fríggjadagur • 8. apríl 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Johan hevði ongan kjans
FC Midtjylland setti
Horsens so staðiliga
upp á pláss, meðan
tað framvegis er
spenningur um, um
tað verður Brøndby
ella FCK, sum skal
spæla í finaluni Kristi
Himmalferðardag
DANSKA
STEYPAKAPPINGIN
Jóannes Hansen
Tað er eingin ivi um, at FC
Midtjylland, sum er næst-
fremst í superliguni, Kristi
Himmalferðardag verður
annað finaluliðið í Parkini.
Horsens
við
føroyska
landsliðsspælaranum, Joh-
an B. Hansen, á liðnum
hevði ongan sum helst
kjans, tá ið FCM miku-
kvøldið var í Horsens og
spældi fyrru hálvfinaluna.
Ætlanin hjá Horsens var
frammanundan, at spælar-
arnir á teirra liði skuldu
vera tættir og ikki geva
FCM
monnunum
møguleika at bjóða av ein
ímóti einum. Í Horsens
søgdu teir seg vóna at vinna
tepurt ella kanska at megna
javnleik. Um tað hevði
eydnast, so høvdu teir
roknað møguleika at vera
fyri, at teir í seinnu hálvfin-
aluni, sum verður mikudag-
in 20. apríl, fyri fyrstu ferð
nakrantíð kundu spælt seg í
finaluna.
Horsens hevur tvær ferðir
áður verið í hálvfinaluni.
Mikukvøldið legði Hors-
ens rygg til eyðmýkjandi 4-
0 tap á heimavølli. Úrslitið
kom eitt sindur óvart á
Horsens. Teir eru á fremsta
plássinum
í
næstbestu
deildini, og harvið eru ván-
irnar góðar fyri, at teir fara
at flyta upp um nakrar vik-
ur. Úrslitið mikukvøldið
bendir á, at talan verður um
rættuliga stóran setning, tá
ið Horsens fer at royna at
krøkja seg fast í super-
liguni.
Framvegis spennandi
Í Brøndby var stórur spenn-
ingur, og tað er framvegis
spennandi undan seinnu
hálvfinaluni. Brøndby vann
1-0 á heimavølli. Málskjútti
var tólv minuttir undan
dystarenda Morten Skoubo.
Nakar frammanundan hevði
hann eftir flatt innlegg úr
høgru fyri opnum málið
misnýtt so stóran møgu-
leika, sum tað næstan ikki
skal bera til at ímynda sær,
at tað ber til at misnýta.
FCK
venjarin,
Hans
Backe, var ikki mildur við
sínar spælarar. Eftir óføra
avrikið í Odense sunnu-
dagin riggaði einki hjá
FCK. Venjarin metti, at
hugburðurin hevði verið
langt frá tí, sum hann plag-
ar at vera, og FCK venjarin
staðfestir, at tað fer ikki at
bera til hjá FCK sunnudag-
in at vinna landskappingar-
dystin ímóti Brøndby og
heldur ikki seinnu hálvfin-
aluna, um spælararnir ikki
taka seg heilt øðrvísi sam-
an, enn teir gjørdu miku-
kvøldið.
Todi var ikki í FCK hóp-
inum. Peter Møller var lið-
formaður og álopsspælari
saman við Álvaro Santos,
ið var rættuliga lítið eyð-
sýndur. Bestu FCK roynd-
ina átti Jesper Bech, sum
tveitti
seg
afturav
og
heilfluktaði í stólpan.
Í útsettari uppgerð í
superliguni styrkti Silke-
borg um sína støðu, meðan
tað sær alt svartari út hjá
Herfølge. Silkeborg vann
3-0 á Herfølge á heima-
vølli. Harvið er Silkeborg
farið langt frá botnstrikuni.
Gamal
kenn-
ingur
bjóðar
seg
fram
8-mannafarið í
Árnafirði ætlast
aftur at taka lut í
FM kappingini,
sum teir í seksti ár-
unum vunnu
tríggjar ferðir
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Tað er okkurt, sum
bendir á, at ein heilt
gamalur
kenningur
verður við, tá ið tað á
Norðoyastevnu í Klaks-
vík verður farið undir
FM kappingina í kapp-
róðri. Talan er um 8-
mannafarið í Árnafirði.
Árnfirðingur, sum varð
smíðaður í 1965, hevur
ikki luttikið í kappróðri
í mong ár. Nú hava teir í
kappróðrarfelagnum í
Árnafirði sett bátin í
stand. Hann verður flot-
aður á Vánni í Klaksvík,
og tað verður har, at teir
fara at venja við honum.
Sambært heimasíðuni
hjá Klaksvíkar Róðrar-
felag, krf.fo, so verður
báturin fyri tað mesta
mannaður við árnfirð-
ingum, men onkur av-
bygdamaður verður við
eisini, sum tað verður
tikið til. Talan er fyri tað
mesta
um
óroyndar
rógvarar.
Árnfirðingur taldist tey
fyrstu árini millum teir
allar bestu. Bygdin og
Norðoyggjarnar
allar
fylgdu væl við, og tað
hilnaðist væl. Árnfirð-
ingur var FM vinnari í
1966, 1967 og í 1968.
Í summar fara tvey 8-
mannafør at venja á
Vánni í Klaksvík. Nevið
Reyða hjá Klaksvíkar
Róðrarfelag, sum ikki
luttók í kappingini í fjør,
er mannað í ár.
FM í yngru
deildunum
TÍÐINDASKRIV
Sunnudagin 10. apríl
2005 verður spælt um
føroyameistaraskapið í
borðtennis í yngru deild-
unum.
Kappingin fer fram í
Ítróttarhøllini í Trongis-
vági, og kappast verður í
øllum
teimum
yngru
deildunum, til og við
gentu- og dreingjadeildini.
Kappast verður bæði í
einmannsleiki og tví-
mannsleiki.
Hendan kappingin
skuldi annars eftir ætlan
verið leikt í Tórshavn
leygardagin 9. apríl, men
av tí at luttakaratalið er
sera høgt, uml. 80 leikarir
og tað at umstøðurnar
ikki eru so góðar í Havn-
ini, til slíkar stórar kapp-
ingar, so valdi Borðtenn-
issambandið heldur at
flyta hesa kappingina
suður til Tvøroyrar, tí har
hava tey avbera góðar
umstøður til at fyriskipa
eina so stóra kapping.
Ístaðin so verður før-
oyameistaraskapið í eldru
deildunum leikt í Havn,
hetta verður leygardagin
16. apríl 2005.
Við 2-0 sigri á Nott-
ingham styrkti Cov-
entry rættuliga væl
um sína støðu fyri at
sleppa undan niður-
flyting úr næstbestu
deildini
ENGLAND 1. DEILD
Jóannes Hansen
Mikukvøldið lætti Cov-
entry sær eitt sindur burtur
frá niðurflytingar strikuni í
næstbestu deildini í Eng-
landi. Á heimavøllli vann
Coventry 2-0 móti gamla
stórfelagnum Nottingham
Forest. Fyrra málið var
brotsspark í 21. minutti, og
dygst undan steðginum økti
Coventry til 2-0.
Venjarin hjá føroyska
landsliðsspælaranum hevði
mikukvøldið einki pláss til
Claus Bech Jørgensen.
Hvørki millum teir fyrstu
ellivu ella á beinkinum.
Nú tað resta seks umfør í
næstbestu deildini stendur
tað illa til hjá Nottingham
Forest. Gamla stórfelagið
vann
meistaraskapin
í
1978, og í 1979 og í 1980
vunnu
teir
europeisku
meistarakappingina.
Nú
eru teir næstaftastir í næst-
bestu deildini, og tað skal
nógv vinnast innaftur, um
teimum skal eydnast at
sleppa undan niðurflyting.
Claus og teir á rættari kós
Claus Bech Jørgensen og Coventry tykjast nú av álvara at
verða á veg úr botninum í næstfremstu ensku deildini.
savnsmynd
Tað var einki at gera hjá
Johan Byrial Hansen og
liðfeløgunum úr Horsens, tá
ið teir mikukvøldið spældu
fyrru hálvfinaluna í donsku
steypakappingini á heima-
vølli móti FC Midtjylland.
Útiliðið vann 4-0.
savnsmynd