fríggjadagur 8. apríl 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 66 - 8. apríl 2005
19
Meinhard framvegis skaddur
Nýggi málverjin hjá
GÍ, Meinhard Joen-
sen, sum felagið fekk
fatur á undan hesum
kappingarárinum, er
framvegis skaddur
SKAÐAR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað er nú nakað síðani, at
Meinhard breyt sær eitt
bein í arminum, og eftir
ætlan skuldi gipsið takast
av farna fríggjadag, men
hetta bleiv útsett.
Neyvan klárur enn
Meinhard Joensen greiðir
frá, at eina góða viku eftir
at hann fekk skaðan, datt
hann í kavanum, og tað
hevur helst gjørt ilt verri.
Tískil er gjørt av, at Mein-
hard ikki fær gipsið av fyrr
enn síðst í komandi viku,
og síðani ganga nakrar
vikur, áðrenn hann verður
førur fyri at spæla aftur.
- Eg havi roynt at hildi
formin viðlíka, meðan eg
havi verið skaddur, og tí
verður tað fyri so vítt bert
hondin, ið skal venjast upp
aftur, tá ið eg eri sloppin av
við gipsið, greiðir Mein-
hard Joensen frá.
Sjálvur vónar klaksvík-
ingurin í GÍ-málinum, at
hann verður førur fyri at
spæla aftur umleið mánað-
arskifti apríl/mai, men enn
er ilt at meta um hetta.
Nú Meinhard er skaddur,
hevur Hallur Hansen vart
málið hjá gøtumonnum.
Tað sær ikki út til, at nýggi
GÍ-málverjin, Meinhard
Joensen, verður førur fyri at
spæla fyrr enn um
mánaðarskiftið.
Mynd: Jonhard Hammer
Samanbresturin mill-
um Liverpool og Ju-
ventus gjørdist bæði
undirhaldandi og
spennandi. Tað er tó
framvegis Juventus, ið
er favorittur undan
seinna dystinum. Í
hinari fjórðingsfinal-
uni eydnaðist PSV
Eindhoven at fáa ein
kærkomnan 1-1 javn-
leik á útivølli ímóti
Lyon
CHAMPIONS LEAGUE
Stefan í Skorini
stefan_skorini@hotmail.com
Dysturin millum Liverpool
og Juventus á Anfield Road
varð spældur í skugganum
av tí ræðuligu tragediu, ið
leikvøllurin Heysel var
karmur um fyri júst tjúgu
árum síðani. 39 fólk lótu lív
í einari av ræðuligastu fót-
bóltsvanlukkum nakrantíð.
Tey 39 vóru fyri tað
mesta italsk viðhaldsfólk,
og revsingin frá UEFA var,
at ensk feløg ikki sluppu at
luttaka
í
evropeiskum
kappingum í fimm ár.
Liverpool fekk trý ár løgd
afturat tí revsingini.
Nú møttust júst hesi bæði
liðini aftur fyri fyrstu ferð
síðan vanlukkuna í 1985.
Hetta merkti eisini upptakt-
ina til dystin. Nógv varð
gjørt burturúr at minnast
tey, ið lótu lív í vanlukkuni,
og serliga Liverpool hevur
tikið stig til ymisk tiltøk í
sambandi við Heysel-van-
lukkuna.
Liverpool legði hart út
Men tá dysturin varð
bríkslaður í gongd, var tað
hesin dysturin, ið var í mið-
deplinum. Tá bert tjúgu-
fimm minuttir vóru leiktir,
hevði
Liverpool
sera
óvæntað skorað tvey mál.
Fyrst stóð Hyypia á rætta
staðnum við handaru stong
eftir hornaspark og hamraði
bóltin í kassan. Síðani
sendi Garcia eitt sera
vakurt bananskot í netið, so
tað sang í meskunum.
Liverpool legði út sum
eitt óløgi, og tað sást á øll-
um brøgdum, at Juventus
leikararnir vórðu tiknir á
bóli fyrsta hálva tíman.
Liverpool spældi við
fullari ferð oman ímóti
málinum hjá Buffon, og
Juventus hevði ilt við at
fóta sær. Seinastu løtuna av
fyrra hálvleiki vísti Ju-
ventus tó, at teir sanniliga
eisini kunnu bíta frá sær.
Fyrst sendi sviin Zlatan
Ibrahimovic eitt skot á
stongina, og síðani mátti
ungi málverjin Scott Car-
son toyggja seg í hvørjari
lykkju fyri at bjarga skoti
frá Del Piero, ið var púra
leysur. Sami Del Piero fekk
eisini bóltin í meskarnar,
men hann var av órøttum
veitraður at vera rang-
staddur.
Juventus hevði undan
hesum dystinum bert fingið
tvey mál ímóti sær í teim-
um átta undanfarnu dystun-
um. Nú vóru brádliga tvey
mál skotin ímóti Juventus,
og tað mundi koma óvart á
tey flestu.
Juventus fekk
útimálið
Í slíkum finalum er tað ofta
altavgerandi at fáa eitt mál
á útivølli. Og tað var júst
tað, ið Juventus megnaði.
Eftir steðgin hevði Ju-
ventus initiativið, og tað var
italska liðið, ið setti dags-
skránna. Capello royndi seg
eisini við tí somu útskift-
ingini, ið hann framdi ímóti
Real Madrid í undanfarna
umfari, tá hann setti Treze-
guet inn fyri Del Piero.
Tá seinni hálvleikur varð
hálvrunnin eydnaðist tað
Juventus at fáa málið, ið
teir høvdu dyrgt eftir. Zam-
brotta legði innfyri til
verjuleikaran Cannavaro, ið
hevði leitað sær fram í
brotsteigin.
Hann
setti
høvdið á bóltin, og mál-
verjin Carson fekk ikki
hildið bóltinum. Málið
verður Carson, ið bert
hevði spælt tveir vaksna-
mannadystir undan hesum,
noyddur at taka á sín kappa.
Eingin ivi var um, at tað var
uppiborið, at útiliðið fekk
tað eina málið. Teir høvdu
skapt fleiri vandamiklar
møguleikar og enntá fingið
eitt mál kolldømt, sum
skuldi verið góðkent.
Í seinna hálvleiki vísti
Juventus
sínar
dygdir.
Pavel Nedved, ið altíð er
vandamikil, kom meira við
í dystin, og gav verjuni
mikið høvuðbrýggj.
Móti endanum dovnaði
dysturin nakað, og bæði
liðini hugsaðu mest um at
tryggja núverandi støðu
heldur enn at satsa alt ov
nógv frameftir.
Liverpool tók seg
aftur
Liverpool var bert ein
skuggi av tí, teir vístu fyri
steðgin. Hetta var møguliga
ætlanin hjá Benitez, ásann-
andi at tað er ómøguligt at
spæla við somu ferð allan
dystin.
Hetta var eisini eitt skert
lið, ið Benitez sendi á vøll-
in. Bæði Hamann og Al-
onso sita uttanfyri við
skaða, og hann mátti nýta
Carson, ið vanliga er triðja
val, í málinum. Harum-
framt er Cissé langtíðar-
skaddur og Pellegrino og
Morientes hava ikki loyvi at
umboða
Liverpool
í
Champions League.
Eingin ivi er um, at Ju-
ventus verður mett at vera
greiður favorittur at spæla
seg í hálvfinaluna, og Liv-
erpool skal veruliga standa
sína roynd, tá teir møta
Juventus á Stadio Delle
Alpi um eina viku. Men út-
gangsstøði er, at Juventus
skal fram at skora. Hetta
kann møguliga geva einum
leikara Baros gott pláss í
kontraspælinum.
PSV væl fyri
Hin fjórðingsfinalan týs-
kvøldið vakti ikki eins
stóran ans sum dysturin
millum Liverpool og Ju-
ventus. Hon var ímillum
Lyon og PSV Eindhoven.
Dysturin endaði 1-1, og
tað munnu teir í PSV vera
fegnast um. Tað var Lyon, ið
legði seg framum, tá bert
tólv minuttir vóru farnir.
Tað var Florent Malouda, ið
skoraði málið fyri heima-
liðið.
Tað var eisini Lyon, ið
stýrdi dystinum, og kundi
lættliga lagt seg framum
við tveimum málum, men
tað var stolpe-ud heldur
enn stolpe-ind hjá Lyon.
Ístaðin fekk PSV út-
javnandi málið, ið eisini er
eitt kærkomið útimál hjá
hollendska liðnum. Tað var
garvaði miðvallarin Philip
Cocu, ið stóð fyri tí.
Lyon skal tí skora í úti-
dystinum ímóti PSV, um
teir skulu gera sær vónir
um at koma víðari.
Champions League, 1.
fjórðingsfinala:
Liverpool - Juventus 2-1
(2-0)
1-0: Sami Hyypia (12)
2-0: Luiz Garcia (25)
2-1: Fabio Cannavaro (64)
Lyon - PSV Eindhoven 1-
1 (1-0)
1-0: Florent Malouda (12)
1-1: Philip Cocu (79)
Juventus enn góð kort í hondini