Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. apríl 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 66 - 8. apríl 2005 Flogbóltsgalla leygarkvøldið Komandi leygar- kvøldið verður árliga gallaveitslan hjá før- oysku flogbóltsspæl- arunum á Hotel Før- oyum, og tá verða árs- ins leikarar eisini kosnir FLOGBÓLTSGALLA Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Gallaveitslan leygarkvøldið fer at hava ein heilt serligan dám, tí umframt vanligu gallaveitsluna, so eru tað í ár 25 ár síðani, at Flogbólts- samband Føroya varð sett á stovn, og tí verður okkurt serligt gjørt burturúr. Hvør verður ársins leikari Nú er kunngjørt, hvørji eru í uppskoti til at vinna tey ymsu heitini sum ársins leikari hjá monnum og kvinnum. Umframt hesi heiti verða eisini ársins áleypari, blokkleikari, verjuleikari, hevari, stjørnuskot, venjari og út- lendski leikari vald. Flogbóltssambandið hevur útflýggjað eitt yvirlit yvir teir leikarar, ið eru við í kappingini um at vinna tey ymsu heitini. Slagið um at gerast ársins leikari hjá kvinnum stendur millum tvær úr greipuvinn- arunum úr Mjølnir, veter- anin Marjun Kalsø og Margit Joensen, umframt ungu sørvágsgentuna Karin Mikkelsen. Marjun Kalsø hevur boð- að frá, at hon gevst við flog- bólti á hægsti støði nú, og tað hevði kanska verið ein hóskandi endabrestur upp á longu og glæsiligu flog- bóltstíð hennara, at hon bleiv kosin ársins leikari í ár. Hjá monnunum stendur slagið millum tveir mans hjá greipuvinnarunum úr SÍ, Jóan Petur á Stongum og liðskipain Jón Nielsen, og triði kandidaturin er Bartal Eliasen úr ÍF. Ilt er at taka dagar millum hesar leikarar, men Jón Nielsen hevur havt eitt framúr gott kappingarár og er kanska favorittur. Kandidatlisti Kvinnur Áleypari Anna Maria Kruse ÍF Karin Mikkelsen SÍ Gudrid Nolsøe TB Blokkleikari Ingun Midjord TB Vivian Mikkelsen SÍ Lena í Buð Mjølnir Verjuleikari Karin Mikkelsen SÍ Maria Steinkross TB Margit Joensen Mjølnir Hevari Torgunn Jónsdóttir Dráttur Marjun Kalsø Mjølnir Angeli Johannesen KÍF Stjørnuskot Eva Black Mjølnir Karin Mikkelsen SÍ Helga Guttesen SÍ Venjari Todor Marinov Mjølnir Bartal Eliasen ÍF Kell Jensen Dráttur Útlendski leikari Eliza Bogeva Mjølnir Nina Alter Dráttur Marija Bobic ÍF Ársins leikari Marjun Kalsø Mjølnir Margit Joensen Mjølnir Karin Mikkelsen SÌ Menn Jens Heri Mortensen Fram Jón Nielsen SÍ Andrass Jógvansson Fleyr Jón Falkvard SÍ Heiðrikur Bergsson Fram Sune Juul Petersen Fram Bartal Eliasen ÍF Jens Heri Mortensen Fram Jóhan Petur á Stongum SÍ Ólavur Jensen SÍ Klæmint Isaksen Fleyr Hans Fróði Jensen Fram Jón Syderbø Mjølnir Ingi Ole Jacobsen SÍ Terji D. Olsen Fleyr Romica Pascu Fleyr Stanislav Hristov Mjølnir Rajko Petrovic SÍ Borko Ilic SÍ Rajko Petrovic SÍ Romica Pascu Fleyr Jóan Petur á Stongum SÍ Jón Nielsen SÍ Bartal Eliasen ÍF Margit Joensen úr Mjølnir er ein av teimum trimum leikarunum, ið eru í uppskoti til at gerast ársins leikari hjá kvinnum í ár savnsmynd Milan er stórfavoritt- ur at vinna Champi- ons League eftir eitt sera professionelt avrik ímóti grannun- um úr Inter. Chelsea er eisini væl fyri eftir fyrru hálvfinaluna ímóti Bayern Mün- chen, sum enska liðið vann 4-2 á heimavølli CHAMPIONS LEAGUE Stefan í Skorini stefan_skorini@hotmail.com Milan vísti enn einaferð, at teir vera ómetaliga tungir at syfta í ár. Við einum 2-0 sigri í grannauppgerðini ímóti Inter hevur Milan so at siga tryggjað sær pláss í hálvfinaluni. Milan byrjaði heldur var- liga, og Inter hevði í veru- leikanum yvirvág at byrja við. Men Inter megnaði ikki at spæla seg fram til nakrar opnar málmøguleikar. Mi- hajlovic hevði eitt vanda- mikið fríspark og Cruz sendi eitt skot omanfyri, tá hann var í góðari støðu. Tá Inter ikki megnaði at gera sær dælt av leikligu yvir- vágini, sló Milan bæði kalt og kyniskt til. Við tveimum deyðbóltum frá Andrea Pirlo fekk Milan tvey sera virðismikil mál. Hóast báðir dystirnir verða leiktir á sama stadi- on, var hetta var heima- dysturin hjá Milan, og tí var tað sera umráðandi at halda málið reint. Úrslitið gav ikki eina heilt rætta mynd av dystinum, tí Inter spældi allatíðina upp við Milan. Tó hevði tú ongantíð eina kenslu av, at Inter fór at skora í seinna hálvleiki. Fyrra málið hjá Milan kom beint fyri steðgin. Eitt fríspark varð sent innfyri úr vinstru, og Jaap Stam snitt- aði bóltin víðari í netið. At Milan var frammanfyri í steðginum var ikki bein- leiðis uppiborið, tí tað hevði leikað javnt á, og hvørki av liðunum hevði megnað at spæla seg fram til teir stóru málmøguleik- arnar. Eftir steðgin kom meira gongd á álopsspæli hjá Milan, men aftur var tað ein deyðbóltur, ið skuldi vísa seg at vera avgerandi. Enn einaferð varð eitt fríspark sent innfyri úr høgru, at Shevchenko ótarnaður slapp at skalla bóltin í netið. Saknurin hjá Inter eftir áleyparanum Adriano var stórur. Tað sást týðuliga á álopsspælinum hjá Inter, tí har var ov lítið bit í. Martins royndi alt tað, hann var mentur, men Jaap Stam, ið møguliga var besti leik- ari á vøllinum, hevði gott tak á tí lítla og kvika áleyp- aranum. Milan er ein væl saman- spæld eind við einari krút- sterkari verju, einum miðvølli, ið bæði hevur arbeiðshestin Gattuso og kreativar leikarar sum Pirlo og Kaka, og einum stak vandamiklum álopi við Shevchenko og Crespo. Tí er Milan í løtuni tann stóri favoritturin at vinna Cham- pions League í ár. Aftur 4-2 til Chelsea Fyri aðru ferð á rað vann Chelsea 4-2 á heimavølli í Champions League. Síðst var tað Barcelona, og hesu- ferð var tað Bayern Mün- chen, ið stóð fyri tørni. Mourinho hevur fingið tveir dystir leikbann frá UEFA, og tí var hann ikki at síggja á síðulinjuni til hendan dystin. Bayern vóru sera skerdir í álopinum til hendan dyst- in. Bæði Roy Makaay og Claudio Pizarro vóru ikki tøkir vegna skaða, og liðið saknaði hesar báðar mál- revarnar í álopinum. Chelsea fekk eina dreymabyrjan, tá skotið hjá Joe Cole rakti ein verjuleik- ara og snýtti Kahn í málin- um. 1-0 og bert fýra min- uttir vórðu leiktir. Bayern lat seg tó ikki taka av fótum av hesum skelki at byrja við. Týska liðið trýsti Chelsea aftur á vøllin, og Bayern var vandamiklari í fyrra hálvleiki. Trýstið gav tó ikki úrslit fyrr enn eftir steðgin. Tann annars tryggi Petr Cech fekk ikki hildið einum skoti frá Ze Roberto, og Sebastian Schweinsteiger var fyrstur á returinum og javnaði. Hetta fekk veruliga Chelsea at rakna við aftur. Frank Lampard, ið hevur havt eitt framúr gott kapp- ingarár, skoraði tvær ferðir innanfyri tíggju minuttir, og Didier Drogba skoraði fjórða málið til 4-1. Bayern München pyntaði tó um úrslitið við einum sera týdningarmiklum máli í seinasta minutti. Ballack vann sær eitt brotsspark, tá Carvalho var óansin og feldi týska miðvallaran. Ballack skoraði sjálvur brotssparkið til endaliga úrslitið 4-2. Hetta gevur Bayern ein møguleika, tá teir taka ímóti Chelsea á heimavølli, men kravið er, at týskarar skulu fram at skora í minsta lagi tvey mál. Champions League, 1. fjórðingsfinalur: AC Milan - Inter 2-0 (1-0) 1-0: Jaap Stam (45) 2-0: Shevchenko (75) Chelsea - Bayern München 4-2 (1-0) 1-0: Joe Cole (4) 1-1: Sebastian Schweins- teiger (53) 2-1: Frank Lampard (60) 3-1: Frank Lampard (70) 4-1: Didier Drogba (82) 4-2: Michael Ballack, br. (90) Milan vísir ræðandi styrki www.sosialurin.fo