Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-08, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. apríl 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 66 - 8. apríl 2005 21 - Vænta eitt gott kappingarár Dreingjaliðið hjá AB hevur í løtuni 4 út av 6 møguligum stigum. Og teir vóna at fáa mong aftrat FÓTBÓLTSVENJING Rói Danielsen Venjarar á dreingjaliðnum hjá AB eru Tórálvur Sten- berg og Eyðun Dalsgarð. Vit venja mánadag kl. 17, týsdag kl. 19:30, hósdag kl. 19:30 og fríggjadag kl. 16, og leygardag spæla vit dyst. Til venjing plaga vit at vera uml. 12-14 leikarar, meðan til dyst eru vit næstan altíð 15. Síðsta vikuskiftið spældu vit dyst ímóti KÍ, og tann dysturin endaði 1-1. Leyg- ardagin verður tað so B36, ið leikast skal ímóti. Í løt- uni hava vit 4 út av 6 møgu- ligum stigum. - Vit í AB vænta eitt gott kappingarár í ár. Vit fara sjálvandi eftir at vinna hvønn dyst, og tá ið kapp- ingarárið er liðugt, standa vit vónandi eftir við gull- medaljunum í hondini. - Men so krevst sjálvsagt eitt rimmararbeiði av okk- um. Ein vanlig venjing Vit byrja venjingina við at sparka bóltin ímóti band- anum. Hetta er ein sera góð upphiting, tí at man gerst lættliga hitaður upp, og ein fær betri bóltføling. Aftaná uml. 5 min. byrja vit at reka runt í 16- metrinum. Her dribla vit aftur og fram og venda nógv við bóltinum. Hetta fær okkum heilt hitaðar upp. Tá ið hetta so er liðugt, plaga vit sum oftast at taka spurtir ella onkra aðra rennivenjing. Aftaná hesa rennivenjing er sum oftast dystur á skránni. So deila vit leikararnar upp í tvey líka stór lið, og spæla dyst, tað ið eftir er av venjingini. Aftaná dystin jogga vit spakuliga í millum síðulinj- unar nakrar ferðir, fyri at líkasum kølna niður. Síðani strekkja vit út, og so er venjingin liðug. Hetta er so ein typisk venjing, men venjingarnar eru ongantíð heilt líkar hvørji aðrari. Tær skifta altíð eitt sindur, so at onk- untíð er tað eitt sindur strævnari, og onkuntíð lættari. Sagt verður úr Mið- vági, at hýsan er góð, men smáfallandi. Hon er ikki so feit, sum hon hevur verið í vetur. Hetta hongur saman við árstíðini, nú at kalla allur fisk- ur verður meira rak, til hann fitnar aftur út á summarið og heystið FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tvey línuskip landa í Mið- vági í vikuni. Stapin landaði eini 80.000 pund mikudagin, harav stívliga 60.000 pund var hýsa. Restin var toskur og onnur fiskasløg. Ætlandi byrjaðu tey at landa línuskipið, Helenu, tíðliga í morgun. Helena hevur eisini eini 80.000 pund tilsamans, harav eini 60.000 pund er hýsa. Restin er onnur fiskasløg. Fiskavirking í Miðvági keypir bara hýsuna hjá skipunum. Hini fiskasløg- ini fara í bili til onnur virkir. Sagt verður úr Miðvági, at hýsan er góð, men smá- fallandi. Hon er ikki so feit, sum hon hevur verið í vetur. - Hetta er tíðin, tá ið fiskurin sum heild gerst meira rak. Síðan fitnar hann aftur, tá ið summarið fer at halla, og tá ið komið er út á heystið, plagar úr- tøkan at verða betri aftur, siga tey í Miðvági. Á virkinum hjá Fiska- virking í Miðvági hevur annars verið hampiliga støðugt arbeiði í vár. - Onkur dagur er tó farin burtur ímillum, eitt nú her- fyri, tá ið veðrið var so vánaligt, siga tey í Mið- vági. Í hesi vikuni øtlaði hann aftur veðrið. Stapin og Helena landa í Miðvági Eysturoyar Gongufelag aftur til gongu GONGUTÚRUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nú veturin er av, og várið er farið at halla, fer Eysturoyar Gongufelag aftur at skipa fyri gongu- túrum. Sunnudagin, 10. apríl, sum er komandi sunnu- dag, skipar felagið fyri gongutúri niðan á Streymnesháls og Sand- felli. Tey, ið ætla sær túrin saman við Eysturoyar Gongufelag, møtast í Saksunardali sunnudagin klokkan 14. Miðaltungur túrur Sagt verður í tíðinda- skrivi, at hetta er ein mið- altungur gongutúrur. Neyðugt er ikki at tekna seg til túrin. Tey, sum ætla sær við, skulu bara at møta upp, áðrenn farið verður til gongu úr Saks- unardali. Her er Eysturoyar Gongufelag á ferð úti í Skúvoy Mynd: Vilmund Jacobsen Venjarin, Eyðun Dalsgarð (vinstrumegin á myndini) leiðbeinir dreingjaliðið hjá AB undir venjingini. Hetta skal gera sítt til at liðið fær eitt gott úrslit í ár Mynd: Rói Danielsen Internet Sosialur www.sosialurin.fo in Í Miðvági arbeiða tey hýsu frá Stapanum og Helenu. Skipini høvdu umleið 60.000 pund av hýsu í part hendan túrin