týsdagur 5. september 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
15
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 169 - 5. september 2000
Nr. 169 - 5. september 2000
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
JÁKUP MØRK
Tað var ein fegin føroyskur
liðformaður, sum eftir dyst-
in takkaði fyri seg á hesum
sinni. Leiðin gekk til aftur
til Havnar, har hann saman
við familjuni skuldi fáa sær
ein góðan bita.
Spurdur um hann var
nøgdur við føðingardags-
gávuna, sum liðfelagarnir
høvdu givið honum, svaraði
liðformaðurin, at tað var
hann so avgjørt.
Kundi ikki
veri betri
Føðingardagsbarnið, Jens Kristian
Hansen, var fegin um gávuna frá
systkinabarninum, Øssi Hansen
- Hatta var góð gáva, og
tað so ikki hendi fyrr enn
móti endanum av dystinum
gjørdi bara alt nógv stuttlig-
ari. So slapp man eisini
undan at hoyra hasi niður-
setandi orðini sum »fisher-
man« og »go back to fish«,
sum meira enn eina ferð
komu frá slovensku leikar-
unum, helst Jens Kristian
heldur speiskliga fyri.
Um dystin sjálvan helt
hann annars, at fyrri og
seinni hálvleikur vóru sum
dagur og nátt.
- Fyrri hálvleikur var als
ikki góður frá okkara síðu.
Vit fingu ongantíð fatur á
slovensku leikarunum, sum
fluttu seg sera væl, og veru-
liga sýndu, hvussu góðir teir
eru.
Í seinna hálvleiki fingu
vit tó nógv betur fatur á
teimum, og sjálvur haldi eg,
at vit meira ella minni
dominera seinna hálvleikin.
Men mistu tit ikki mótið,
tá teir so koma upp á 2-0?
- Jú, tað var rættuliga de-
primerandi. Teir eru so at
siga púra ófarligir, og so fáa
teir ein møguleika, tá Kurt
og misskilja hvønn annan.
Verjuleikarin hjá teimum sá
ikki so mikið sum út til at
avlevera bóltin, men spark-
ið hjá honum spældi so ein
áleypara
frían.
Tíbetur
megnaðu vit kortini at reisa
okkum, so alt í alt varð talan
um ein góðan dag.
Hugsar ikki um
mótstøðuna
Undir dystinum hevði Jens
Kristian annars til uppgávu
at verja størstu stjørnuna á
slovenska liðnum, Zlatko
Zahovic.
Um hetta hevði ávirkan á
spæl hansara, segði Jens
Kristian, at tað hevði tað
ikki.
- Tað er fullkomuliga
líkamikið, hvør beinleiðis
mótstøðuleikarin er. Tað er
so ikki nakað, sum eg hugs-
ið serliga nógv um undan
einum dysti, svaraði hann.
Út frá hesum seinasta
kann so staðfestast, at før-
oyska landsliðið veruliga
hevur lært nakað seinastu
10 árini. Í hvussu er er líkt
til, at ovurhonds stóra virð-
ingin fyri mótstøðumonn-
unum er burtur, nú 10 ára
dagurin fyri sigurin á Eyst-
urríki nærkast.
Á 29 ára degnum fekk
Jens Kristian eina
ógloymandi føðingar-
dagsgávu frá liðfeløgum
sínum
Mynd: Álvur Haraldsen
Kanska
er tað
álvarsligt
Todi Jónsson noyddist skaddur av
vøllinum, og tað tykist óvist, nær
hann verður klárur aftur til at spæla
Hóast góða úrslitið, harmais Todi Jónsson um skaðan,
sum hann fekk í lærið
Mynd: Álvur Haraldsen
JÁKUP MØRK
Hóast týdningarmikla stigið
móti Slovenia, so tóktist
lagið á Toda Jónssyni ikki
at vera tað besta eftir dystin
sunnudagin. Orsøkin til
hetta var skaðin, sum
noyddi Toda av vøllinum,
tá seinni hálvleikur var um
at verað hálvrunnin.
Gamal skaði
Talan er um lærið, sum Todi
áður hevur havt trupulleikar
við, og líkt er til, at talan
hesu ferð er um eina so-
nevnda fipurspreinging.
Júst, hvussu leingi hann
ikki fær spælt, tykist óvist í
løtuni. Er talan um eina
vanliga fipurspreinging, er
helst neyðugt at binda frið
í einar tríggjar til fýra vikur,
men tað kunnu eisini gerast
einar átta vikur, um heilt illa
vil til.
Tað var undir einum
spurti móti slovenska mál-
inum, at skaðin breyt upp,
og Todi tóktist ongantíð í
iva um, at nú var galið.
Todi hevur onkuntíð áður
fingið skaðar, tá hann hevur
spælt við landsliðnum, og
eftir dystin sunnudagin
… kanska er tað álvarsligt
ásannaði hann eisini, at
hetta vóru tung boð at hava
niður aftur við sær.
- Tað verður ikki serliga
stuttligt at skula greiða
teimum frá støðuni, men
vónandi hálpir tað eitt sind-
ur, at vit fingu eitt gott úr-
slit, var svarið, tá hann varð
spurdur um hetta.
Vónandi hevur hann rætt
í hesum, og fyri føroyskan
fótbólt er so avgjørt at vóna,
at tað ikki ganga alt ov
nógvar vikur, fyrr enn skjóti
framherjin aftur er tøkur hjá
Allani Simonsen.
Sosialurin - 311820
Á Hálsi, Tórshavn
Tel. 31 92 20
Tvøroyri
Tel. 37 10 81
Saltangará
Tel. 44 91 49
TILBOÐ Laminat Professional 11000
Eik-Bók-Ahorn-Kirsuber-Merbau
10 ára garanti Spar 40,-
BERT 159,-
Ahorn parkett
3 stav
14x200x2000 mm.
Lakkerað
516,-
Olja
572,-
Ask parkett
3 stav
14x200x2000 mm.
Lakkerað
438,-
TILBOÐ
388,-
Olja
478,-
Merbau parkett
3 stav
14x200x2000 mm.
Lakkerað
396,-
Olja
490,-
Birk parkett
3 stav
14x200x2000 mm.
Lakkerað
448,-
Eik parkett
3 stav
14x200x2000 mm.
Lakkerað
338,-
TILBOÐ
298,-
Olja
398,-
Bók parkett
3 stav
14x200x2000 mm.
Lakkerað
338,-
TILBOÐ
298,-
Olja
398,-
Kirsuber parkett
3 stav
14x200x2000 mm.
Lakkerað
490,-
10-ára garanti
10-ára garanti
10-ára garanti
10-ára garanti
10-ára garanti
10-ára garanti
10-ára garanti
RIMMAR TILBOÐ
RIMMAR TILBOÐ