Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. september 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 17 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 169 - 5. september 2000 Nr. 169 - 5. september 2000 Vit menniskju gloyma, ja gloyma so skjótt, ver›ur tik- i› til í einum vøkrum sálmi. Hetta er satt á øllum økjum í lívinum. At ta› eisini er galdandi í fótbóltslívinum, kunnu øll tey, sum nutu summarve›ri› á Svanga- skar›i sunnudagin skriva undir uppá. Tá 85 minuttir vóru farnir, skora›i innskifti Milan Os- terc. Føroyingar høvdu í gó›a løtu tr‡st fyri at javna til 1–1. Mi›verjarnir ota›u seg alt longri fram á vøllin. Ein sending frá Jens Kristi- ani Hansen miseydna›ist, stungi› var› frameftir mi›- ásinum, Osteric megna›i at halda eitt sindur tøvandi Óla Johannesen aftanfyri seg, og tá hann kom í brotsteigin til vinstru, megna›i hann at senda flatt í handara sí›u- neti›. 2–0 og fleiri fóru til gongu. Kenslan var, at ve›r- i› hev›i veri› fínt, men ta› fótbóltsliga var einki at minnast aftur á. Føroysku spælararnir høvdu í 1. hálv- leiki meiri enn trupult at sleppa úr 3. geari. Ta› sama hev›i veri› galdandi fyri ásko›ararnar, og úrsliti› hev›i veri›, sum ta› so mangan á›ur hevur veri›. Ta› er strevi› at vera lítil í altjó›a høpi. Tey stóru kunnu spæla illa og alíka- væl fara úr Føroyum vi› øll- um stigunum, mundi mala í høvdinum á mongum. Men so var ta›, at ta›, sum hev›i vent ni›ur, fór at koppa sær á, og eftir tveim- um minuttum var alt vent á høvdi›. Og tá teir 3.200 ásko›ararnir fóru av Svangaskar›i var ta› vi› einum sterkum ráka av, at hetta hev›i veri› ein fínur seinnapartur. Føroyingar høvdu enn eina fer› hálva vegna fingi› bilbukt vi› ein av teimum stóru, og ta› var sjálvsagt hugaligt. So huga- ligt, at øll ætla sær at koma aftur komandi ár, tá Russ- land, Jugoslavia, Sveis og Luksemburg koma til Før- oya. Upp í loft Ta› var› sett punktum fyri landsli›sárinum heima á landi sunnudagin. Og ta› vóru seinastu tríggir minutt- irnir, sum so at siga bjarg- a›u tí›ini í hi. Jóhannes Joensen, sum stó› seg væl ta› lítla korter- i›, hann var á vongverjanum í høgru, smekka›i móti mál- inum, eftir at langt innkast frá Allani Mørkøre hev›i veri› bent úr aftur brotsteig- inum. Flata skoti› fór mill- um vinir og mótstø›umenn í tætt fólka›a brotsteiginum, og Uni Arge hev›i sí›sta fótin á og st‡rdi bóltinum í máli›. F‡rverki› dundi omanfyri Svangaskar›, og ta› kom av álvara futtur í ásko›ararnar. Um teir framvegis vóru á sínum plássi, um teir vóru á veg av stadion ella um teir vendu aftur, so var ta› fel- ags fyri teir allar, at nú var stu›ulin til landsli›i› eitt hundra› prosent. 4. dómarin vísti skilti›, at tríggir minuttir vóru lagdir afturat, og slovenararnir skiftu fólk í eini roynd at draga tí›ina út. Men nú hefti einki fyri hjá føroyingunum. Taklingar- nar høvdu í størra partin av tí›ini veri› hálvhjarta›ar, hálvu bóltarnir vóru farnir skeiva vegin, men nú var saft og kraft í, og bóltarnir fóru rætta vegin. Allan Mørkøre, sum hev- ur spælt nógvar meiri sannførandi landsdystir enn henda, tiltuska›i sær eitt frí- spark dygst uttanvert brots- teigin eitt sindur til høgru fyri máli›. Øssur Hansen hev›i longu ímóti Danmark givi› ábendingar um, at hetta var ein ynskistø›a fyri hann. Fólki› helt ondini, me›an slovenararnir bryggja›u verjugar›in, og so small bólturin í nettaki› dygst frá stólpa og tvørtræ, me›an málverjin stó› sum kánus. Venjarin og øll hin i á beinkinum fegna›ust saman vi› spælarunum og ásko ›- arunum. Slovenararnir stó›u sum negldir, og tá finski dómarin, sum á yvir- høvur ongan hátt var heima- dómari – heldur var ta› tvørtur ímóti – bríksla›i fyri sí›stu fer›, kendist ta› sum um, at eingin føroyingur vildi sleppa stóra fagna›in- um í gó›ve›rinum. Hugflogsríkir Fyrra umfari› var ta› líti›, sum bendi á, at føroyingar- nir skuldu fáa stig. Todi Jónsson stúta›i hundra › prosents møguleika vi› sí›- una av, eftir at John Petersen hev›i stungi› Allan Mør- køre leysan í høgru, og hes- in hev›i sent neyvt innfyri máli›. Og úr eitt sindur trongdari stø›u stúta›i Juli- an Johnsson vi› handara stólpan vi› sí›una av, eftir at Allan Mørkøre hev›i lagt fríspark innfyri úr høgru. Slovenarar gjørdu ta› tor- ført hjá føroyingunum. Sum í EM endaspælinum vístu teir stórt hegni vi› bóltin- um. Vi› framúr væl upp- lagda Mladen Rudonja í vinstru, og Ales Ceh og Miran Pavlin sum bindili›- um á mi›vøllinum vóru teir skjótir og hugflogsríkir. Í út- gangsstø›u vóru teir skipa›- ir í 3–4–3. Teir spældu nógv eitt tvey og vi› bóltyvirtøk- um, og teir megna›u sum sjáldan sætt á›ur at taga bá›ar tær føroysku sí›urnar sundur. Spentu stø›urnar framm- anfyri føroyska málinum vóru heilt nógvar, og ta› Nú vinna føroyingar upp á konditiónina Bóltsnillingarnir av Balkan gloymdu at binda kjaftbandi›, og so bjarga›i frágera gó›i endaspurturin føroyingum javnleik og ljósar vónir í n‡ggju HM undankappingini Føroyar - Slovenia Dysturin í tølum Mál : 2 - 2 Onnur skot á máli› : 3 - 4 Skot vi› sí›ina av málinum : 7 - 6 Hornaspørk : 7 - 5 Gul kort : 3 - 1 Fríspørk : 15 - 12 Øssur Hansen hev›i longu ímóti Danmark givi› ábend- ingar um, at hetta var ein ynskistø›a fyri hann Mynd: Álvur Haraldsen hev›i avgjørt einki forgjørt veri› í tí, um mótstø›u- menninir eftir fyrra umfari › hev›i veri› á odda vi› tveimum ella trimum mál- um. Men teir vóru tøvandi í avgerandi stø›unum, og fyri føroyingarnar var ta› gull vert, at mi›verjarnir vunnu so at siga allar teir høgu bóltarnar, sum komu í brots- teigin, og at Jákup Mikkel- sen vísti stórspæl , tá ta› rættuliga vóru bo› eftir hon- um. Lei›slumáli› mi›skei›is í 1. hálvleiki hev›i leingi hingi› í luftini. Horna- sparksinnlegg úr høgru var› stúta› á handaru saman- komingina, á›renn Jákup Mikkelsen hálvbjarga›i fløtum skoti úr seytjan metr- um. Saso Udovic var fyrstur á returinum, og so var mál. Ta› komu ikki fleiri mál í fyrra umfarinum, og ta› kendist sum ein lætti, tá ta› var› bríksla› fyri ste›gin- um. Slovenararnir høvdu veri› boysnir. Føroyingnir høvdu havt líti› álopsspæl, teir høvdu ligi› ov langt frá mótstø›umonnunum, og tá teir endiliga høvdu roynt at takla, var finski dómarin heilt ómøguligur. Sannførandi Seinna umfari› tørna›i heilt ø›rvísi út. Slovenararnir spældu líti›. Teir fóru ni›ur í fer›, teir løgdu seg aftur á vøllin, og í sta›in fyri fram- haldandi at gera nyttu burtur úr gó›a bóltførleikanum, kvikleikanum og hugflogn- um, fóru teir til stóra i›ran fyri ney›ars venjaran, Srecko Katanec, at sparka høgt og langt. Føroyingarnir fingu yvir- vág. Álopsspæli› fleyt ong- antí› av tí besta, men ta› var meiri tyngd í. Ta› mesta gekk fyri seg á slovensku hálvuni, og sí›sta hálva tím- an kendust dreymarnir um útjavnandi máli› ikki heilt burturvi›. Sámal Joensen, i› rann sum ongantí› á›ur, tetti í verjupartinum og fylgdi bólthaldaranum, fekk skapandi leiklut, Øssur Hansen og Allan Mørkøre komu til fleiri innlegg, Jul- ian Johnsson helt fram at renna sólina svarta, og mi›verjarnir bjó›a›u seg allir til í álopspartinum. Todi Jónsson noyddist at taka seg burturúr, men Kurt Mørkøre leg›i saman vi› Una Arge alla orku í. So var ta›, at kalda pøsin var› oyst omanyvir føroyska felags- skapin á Svangaskar›i. Slo- venararnir øktu til 2–0, og alt tóktist vera yvirsta›i›. At føroyingarnir bæ›i lik- amliga og sinniliga megn- a›u at halda fram tænir spælarunum til stóran hei›- ur. Dømini eru so mong um, at mótstø›uli›ini hava skora› tr‡, f‡ra og fimm mál í 2. hálvleiki. Solei›is var ta› ikki hesa fer›. Før- oyingar skora›u tvey mál í evstu løtu, og nú hava allar europeiskar fótbóltstjó›ir fingi› gula korti›: Í Føroyum ver›ur ta› ikki sum at siga ta› at fáa øll stigini, og ta› er ikki óhugs- andi, at onkur komandi ár fer at fara higani vi› ongum. Føroysku landsli›sspælar- arnir fóru av landinum í gjár, og teir kunnu uttan himpr hyggja allar teir út- lendsku li›felagarnar í eyg- uni. Avriki› á Svangaskar›i var flott, og ta› ger ta› hugaligt at hugsa um kom- andi landsdystirnar! jh Føroyar–Slovenia 2–2 (0–1) Á Svangaskar›i sunnudagin 3. september 2000 kl. 15.00 3.200 ásko›arar Dómarakvartett úr Finnlandi: Mikko Vuorela, Ari Turkki, Lassi Lahti og Petteri Kari FIFA umbo›sma›ur úr Sveis: Léon Walker 0–1: Saso Udovic 25. 0–2: Milan Osterc 86. 1–2: Uni Arge 89. 2–2: Øssur Hansen 90. Føroyar: 1. Jákup Mikkelsen, Herfølge BK Danmark, 15/0 – 5. Hans Fró›i Hansen, Sogndal IL Noreg, 13/1, 2. Óli Johannesen, AGF Danmark, 46/1, 3. Jens Kristian Hansen, B36, li›forma›ur, 36/2 – 9. Allan Mørkøre, HB, 51/1, 6. Sámal Joensen, Leiftur Ísland, 18/0, 11. John Petersen, Leiftur Ísland, 27/2, (13. Jóhannes Joensen, HB Tórshavn, 77., 7/0), 8. Julian Johnsson, Sogndal IL Noreg, 35/1, 4. Øssur Hansen B68, 40/2 – 7. Uni Arge ÍA Akranes Ísland, 31/7, 10. Todi Jónsson, FCK Danmark, 41/9, (15. Kurt Mørkøre, Sogndal IL, 57., 31/2) Á beinkinum uttan at ver›a skiftir inn: 12. Henning Jarnskor, GÍ, 35/2, 14. Johan B. Hansen, OB, 0/0, 16. Jens Martin Knudsen, Leiftur Ísland, 51/0, 17. Fró›i Benjaminsen, B68, 6/0, 18. Rógvi Jacobsen, KÍ, 4/0 Venjari: Allan Simonsen Hjálparvenjari: Jógvan Martin Olsen Li›lei›ari: He›in Askham Hjálpari: Rúni Mohr Lækni: Jens Pauli Marstein Fysioterapeutur: Álvur Hansen Gul kort: Øssur Hansen, 23., Óli Johannesen, 66. og Allan Mørkøre 74. Slovenia: 1. Marko Simeunovic, MP Lasko – 6. Zeljko Miliovic, GAK Graz Eysturríki, 4. Muamer Vugdalic, MP Lasko, 2. Spasojé Bulajic, 1. FC Köln T‡skaland – 7. ‹onj Novak, Sedan Ardennes Frakland, 8. Ales Ceh, GAK Graz Eysturríki, li›forma›ur, 11. Miran Pavlin, Porto Portugal – 9. Saso Udovic, LASK Linz Eysturríki (18. Milan Osterc, Hapoel Tel–Aviv, 70.), 10. Zlatko Zahovic, FC Valencia Spania, 13. Mladen Rudonja, Portsmouth FC England (16. Anton Zlogar, Goreca Slovenia, 90.) Á beinkinum uttan at ver›a skiftir inn: 14. Sasa Gajser, Gent Belgia, 15. Rajko Tavcar. 1. FC Nürnberg T‡skaland, 17. Ermin Siljak, Servette Sveis (Slovenia hev›i bara seytjan spælarar vi› til Føroya) Gult kort: Amir Karic 85. Venjari: Srecko Katanec Hjálparvenjarar: Danilo Popivoda og Janko Irgolic Lækni: Bojan Korosec Fysioterapeutar: Domagoj Sutalo og Tomaz Savnik Ognarrøkil: Igor Bencic Skrivari: Peter Zagar Fyri føroyingarnar var ta› gull vert, at mi›verjarnir vunnu so at siga allar teir høgu bóltarnar, sum komu í brotsteigin Mynd: Álvur Haraldsen F‡rverki› dundi omanfyri Svangaskar›, og ta› kom av álvara futtur í ásko›ararnar Mynd: Álvur Haraldsen