hósdagur 7. september 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
11
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 171 - 7. september 2000
Nr. 171 - 7. september 2000
gult cyan magenta svart
EDVARD JOENSEN
Fámjin: Ein kvart millión
smolt doyðu, tá ein rist í
vatnveitingini til smoltstøð-
ina typtist í summar. Fisk-
urin var tryggjaður.
Hann var landnyrðingur
í ættini, tá alarmurin fór í
gongd um sjeytíðina hendan
Óhapp við vatnveitingini hjá smoltstøðini Guttanstøð í Fámjin kostaði
250.000 smoltum lívið í summar
morgunin, greiðir Edvard
Magnussen, leiðari á smolt-
støðini Guttanstøð í Fámjin,
frá. Og landnyrðingurin ger,
at móra flytir seg eftir botni
á Kirkjuvatni, haðani Gutt-
anstøð fær vatn til alikørini.
Rist er fyri vatninntakinum,
og tað var hendan, sum typt-
ist hendan morgunin.
Summarið hevur verið
turt, eisini í Fámjin. Men
ikki turrari enn so, at tað
onkuntíð hevur verið líka
lítið vatn í Kirkjuvatni, sum
tað var í summar, sigur Ed-
vard Magnussen. Tað vóru
so fleiri óheppin samanfall,
sum gjørdu, at fiskurin
doyði.
Beinanveg, ávarðingin
var farin í gongd, varð boð
sent eftir arbeiðsfólkinum,
sum gjørdi so skjótt av, sum
til bar. Men kortini doyðu
250.000 fiskar, tí luft var
komin í rørini.
Edvard Magnussen sig-
ur, at hetta var serliga ó-
heppið, og at tað var óvan-
ligt, at ristin skuldi typpast
so skjótt. Hon var reinsað
bara tveir dagar framman-
undan.
Tað er stórarbeiði at taka
upp aftur eftir slíkt felli, sig-
ur Edvard Magnussen. Ikki
alt doyði hjá teimum, men
stórir partar úr fleiri kørum.
Og tað stóra arbeiðið lá í at
fáa lúka burturúr. Livandi
og deytt hvørt fyri seg.
Fiskurin var tryggjaður,
so nakað fekst aftur tann
vegin. Men ikki meira enn
reiðiliga helvtin av talinum
kortini.
130.000
smolt
vórðu flutt norðaneftir til
Fámjins. So missurin verð-
ur altíð eitt sindur. Bæði í
tíð og fiski.
Edvard Magnussen sig-
ur, at teir høvdu ætlanir at
byggja út, soleiðis sum tær
flestu smoltstøðirnar gera í
løtuni. Skifta smá kør út við
størri og gera eina høll at
hava fiskin inni í. Hetta er
nú seinkað nakað, og ikki
er til at siga, nær hetta kann
fara at verða gjørt.
Hóast ætlaða útbygg-
ingin er flutt eitt sindur fram
í tíðina, gjørdi óhappið kort-
ini ikki, at støðin ikki fer at
250.000 smolt doyðu á Guttanstøð í Fámjin í summar
Mynd: Edvard Joensen
hóra undan, sigur Edvard
Magnussen.
Annars letur hann at, at
tað er heldur trongligt, har
smoltstøðin
liggur,
so
møguleikarnir fyri útbygg-
ing eru ikki teir heilt opti-
malu kortini.
Smoltstøðin Guttanstøð
hevur 850.000 smolt gang-
andi. Tey verða øll latin til
alistøðina Hellisvað í Árna-
firði. Flutningurin norður
um Fjørðin er bæði langur
og strævin, sigur Edvard
Magnussen.
Fyrst verður fiskurin
koyrdur í kør í Fámjin og
fluttur við bili til Tvøroyrar.
Haðani í brunnbát, sum
siglir hann norður til Árna-
fjarðar, har hann verður
settur í aliringarnar. Deyði-
ligheitin er helst í hægra
lagi. Um minni enn tíggju
prosent doyggja undir flutn-
ingi, halda teir ikki illa
standa til. Tó er tað sera
ójavnt, sigur Edvard Magn-
ussen og leggur aftrat, at
venjingin við tíðini er vorð-
in so mikið góð, at tað er
farið at batna munandi.
Guttanstøð fær eyga-
rogn frá Fiskaaling við Áir
at klekja. Tað eru bara
Fiskaling og Fútaklettur í
Vágum, sum hava loyvi at
ala lívfisk.
Guttanstøð er einasta
arbeiðsplássið í Fámjin. Har
arbeiða trý fólk fast. Men
tá okkurt stórvegis er at
gera, plaga eini tvey-trý
aftrat at verða biðin til ar-
beiðis.
Edvard Magnussen sig-
ur, at støðin hevur15 ár á
baki og rindar árliga einar
800.000,- til eina millión
krónur í lønum.
Og tað eigur at merkjast
hjá eini lítlari komunu sum
Fámjins Kommunu.
Hópdeyði í Fámjin
EDVARD JOENSEN
Gøtueiði: Vegagerðin á
eystara armi á Skálafjørð-
inum er við at steðga upp
fyri í ár. Játtanin er brúkt,
tá asfalteringin undir Vala-
knúkum er liðug.
Vegastrekkið úr Skála-
firði og út um Valaknúkar
skal nú asfalterast. Byrjað
verður, fyrsta líkindi verða,
og so eru ikki fleiri pengar
eftir til vegagerð har á
leiðini í ár, verður sagt av
vegdeildini hjá Landsverk-
frøðinginum.
Vegurin út eftir eystara
armi á Skálafjørðinum er
heldur
smalur
millum
Skálafjørð og Skipanes.
Okkurt er gjørt, men enn er
ymiskt, sum stendur á
ynskilistanum hjá vegdeild-
ini. Eitt nú strekkið innan
fyri Tjørnunes, sum kann
vera beinleiðis vandamikið
at koyra á. Sýnið er so sum
so, og eingin verja er.
Annað er vegastrekkið
um Gøtueiði. Har vóna teir
á vegdeildini at sleppa at
gera liðugt komandi ár.
Treytað av, at játtan fæst.
Nógv tilfar er fingið úr
spreingingini, sum hevur
ført vegin tvørtur um Eiðið.
Ætlanin er at fara oman á
»Vendiplássið«, sum tað
fyrr varð nevnt ,og har
bynda í vegin milum Søld-
arfjørð og Skipanes.
Sum er, er eingin játtan,
so har verður iki arbeitt
meira í ár. Men vónandi og
væntandi verður nýggja
játtanin so mikil, at arbeiðið
kann gerast liðugt komandi
ár, verður sagt av vegdeild-
ini.
Annars eru tað nógv,
sum hava sett álit á, at veg-
stubbin, sum fer niðan um
bygdina Undir Gøtueiði
innaneftir, fer at verða festur
í vegin um sjálvt Gøtueiði.
Játtanin
uppbrúkt
Tá asfalteringin, sum nú verður gjørd
undir Valaknúkum, er liðug, verður
ikki meira vegarbeiði har á leiðini í ár
Vegastubbin Undir Gøtueiði er kommunalur og verður ikki bundin í landsvegin um Gøtueiði
Mynd: Edvard Joensen
Men hetta er ikki lands-
vegur, siga tey á vegdeildini
hjá Landsverkfrøðinginum.
Talan er um kommunalan
veg, eins og tær maskinur
og bilar, sum har standa, eru
ogn hjá privatum entrepre-
nørum.
Hinumegin
fjørðin
verður farið undir onkrar
smávegis umvælingar á
Strandavegnum. Har verður
bara tað ringasta tikið so-
leiðis, verður sagt av veg-
deildini hjá Landsverk-
frøðinginum.
Sum skilst er ein samla
verkætlan fyri Strandavegin
gjørd. Talan er um at leggja
vegin frá ítróttarhøllini á
Skála og út á Strendur oman
fyri bygdirnar út eftir. Men
har eru- sum so manga-
staðni - ikki pengar tøkir.
Og inni í Skálafirði er
eisini eitt strekki frá íbind-
ingini við Statoilstøðina og
út um bygdina vestanfyri,
sum ynskiligt hevði verið at
fingið breiðka ella flutt.
V Ø R U M E S S A N
Sosialurin - 311820
í Ítróttarhøllini á Hálsi
8.-10. september