fríggjadagur 8. september 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
7
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 172 - 8. september 2000
Nr. 172 - 8. september 2000
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
Dagrøktarpápi
í Hósvík
Barnaverndin fingið
sálarfrøðing
Barnaverndin hjá Tórs-
havnar Kommunu hevur
fingið sálarfrøðing at
taka sær av barna-
verndarmálum hjá
kommununi. Sálarfrøð-
ingurin fer at arbeiða
hálva tíð fyri barna-
verndina og hálva tíð hjá
umsitingini
staðnum.
Elin Lindenskov, formað-
ur í sosialu nevnd Tórs-
havnar Býráðs, sigur, at
mett varð, at tørvurin á ein-
um sálarfrøðingi var so stór-
ur, at rætt var at seta ein í
starv.
Tað kann bæði vera tekin
um, at tungu málini økjast í
tali, men eisini ein ábending
á, at barnaverndarnevndin
er vakin og tekur arbeiðið í
álvara.
Ikki so at skilja, at undan-
farnar nevndir ikki hava
gjørt tað, men tað tykist,
sum slík mál, sum hoyra
barnaverndini til, gerast alt
fleiri. Ella bara sjónligari,
sigur Elin Lindenskov.
Hon sigur, at tað gerst alt
meira vanligt, at fólk, bæði
børn og vaksin, verða meira
opin, tá talan er um mál sum
eitt nú insest og harðskap.
Eisini stovnar og feløg eru
farin at vera meira vakin og
fylgja við, hvussu tað ein-
staka barnið hvur tað og ber
seg at.
Sálarfrøðingurin, sum nú
er settur í starv, fer at verða
við í teimum málsviðgerð-
um, barnaverndin hevur,
umframt eisini at gera upp-
søkjandi arbeiði, har tað til
einahvørja tíð tykist neyð-
ugt.
Umframt at arbeiða bein-
leiðis fyri barnaverndina
skal sálarfrøðingurin eisini
arbeiða hálva tíð fyri fyri-
sitingina hjá býráðnum.
Fyrisitingin hevur eisini
brúk fyri vegleiðing. Tað
hevur verið so, sigur Elin
Lindenskov, at býráðið hev-
ur keypt sær hesa tænastuna
frammanundan. Tað er í lagi
at brúka konsulentar, men
tá ein hevur egna arbeiðs-
megi, sum ein kann brúka
100 prosent, verður tað utt-
an iva lagaligari at arbeiða.
Eisini hevur Tórshavnar
Kommuna sett ein samskip-
ara at taka sær av barna- og
familjumálum. Tað er Katr-
in Petersen, sum fyrr hevur
verið leiðari á dagstovnin-
um í Hoyvík.
EDVARD JOENSEN
Tórshavn: Tann 1. januar
komandi ár tekur Sigrun
Samuelsen, sálarfrøðingur
við starvi sum sálarfrøð-
ingur hjá barnaverndini og
umsitingini hjá Tórshavnar
Kommunu. Hon skal ar-
beiða hálva tíð á hvørjum
ORÐ: EDVARD JOENSEN
MYNDIR: JENS K. VANG
Hósvík: Fyrsta september
byrjaði Hans Jørgen Christ-
ensen í nýggjum starvi sum
dagrøktarpápi hjá Hósvíkar
Kommunu. Eftir at hava
verið eini 37 ár á sjónum,
er tað ein rímiliga stór
broyting, viðgongur hann.
Dagrøktarbørnini í Hós-
vík eru samlað í bygdar-
húsinum fyrrapartin miku-
dagin. Tey eru rímiliga nógv
í tali, og nakrar dagrøktar-
mammur eru við teimum.
Og ein pápi.
Hin 55 ára gamli Hans
Jørgen Christensen er júst
byrjaður sum dagrøktarpápi
í Hósvík, og tað er væl
dámt, verður látið at. Bæði
av foreldrum, og ikki minst
av børnunum.
Hans Jørgen spælir við
tey smáu á gólvinum. Tey
hava byggiklossur og aðrar
leikur. Og so mitt í øllum er
ein drongur, sum vil ríða,
og sjálvandi er Hans Jørgen
hestur. Soleiðis. Júst sum
tað gongur fyri seg heima.
Hans Jørgen Christensen
er dani, sum er giftur før-
oyskari konu. Tey búgva í
Hósvík. Hann er útbúgvin
radiomekanikari og skipari.
Í umleið 20 ár var hann í
donsku sjóverjuni, og seinni
hevur hann verið næstan
líka leingi við føroyskum
ísfiskatrolarum. Hann hevur
verið bæði stýrimaður og
skipari, greiðir hann frá.
Hans Jørgen greiðir frá,
at hann hevði verið sjúkra-
meldaður, eina tíð, áðrenn
hann gjørdist dagrøktari.
Hevði verið gjøgnum eina
størri skurðviðgerð. Konan,
Gunnleyg, arbeiðir sum
dagrøktarmamma, og tá
søkt varð eftir dagrøkt her-
fyri, søkti hann hetta starvið
og fekk tað. So nú hava tey
tíggju dagrøktarbørn í hús-
inum, hann og Gunnleyg.
Og tað sær út til at rigga
væl.
Og Gunnleyg er eisini
væl nøgd við skipanina. Nú
er maðurin heima alla tíð-
ina. Ikki sum tá hann var
við ísfiskatrolarunum. Nei,
tað er ikki tað sama.
Kristina Nybo er leiðari
á kommunalu dagrøktini í
Hósvík. Hon sigur, at hjá
henni var eingin ivi, tá Hans
Jørgen søkti starv. Hann
varð settur beinanveg. Hon
Hans Jørgen og Gunnleyg arbeiða bæði sum dagrøktarforeldur í Hósvík
veit ikki um, at nakar annar
maður er í slíkum starvi
aðrastaðni.
Í Hósvík eru í løtuni 35
børn í aldrinum eitt til
níggju ár í kommunalari
dagrøkt. Men pláss er ann-
ars fyri 40 børnum, sigur
Kristina Nybo.
Eftir at hava verið
sjómaður og radio-
mekanikari reiðiliga
hálvan mansaldur, er
fyrrverandi ísfiska-
skiparin farin at
passa børn
støðirnar kring landið
Í Gundadali
tel. 31 47 70
Í Kollafirði
tel. 42 10 83
Í Saltangará
tel. 44 91 33
Í Klaksvík
tel. 45 73 53
Í Sørvági
tel. 33 20 01
Í Leirvík
tel. 44 33 60
Í Skálafirði
tel. 44 12 00
VIKA 36
VIKA 36
1 American Beauty
1 American Beauty
2 Jeanne d'Ar
2 Jeanne d'Arc
3 Blue Str
3 Blue Streak
eak
4 The Bone Collector
4 The Bone Collector
5 Den sjette sans
5 Den sjette sans
6 Den gr
6 Den grønne mil
nne mil
7 Nattens skygger
7 Nattens skygger
8 Thr
8 Three to T
ee to Tango
ango
9 House on Haunted Hill
9 House on Haunted Hill
10 Instinct
10 Instinct
p e t u r & p e t u r 3 2 0 8 7 0
Fruen på Hamre
JOHN JOHANNESSEN
Løgtingsins formansskapur
hevur gjørt av, at Útvarps-
høllin skal virka sum ting-
salur, meðan tinghúsið
verður umvælt.
Fyrsti tingfundurin í Út-
varpshøllini verður í aðru
viku, tá tingið kemur saman
at viðgera uppskot frá
Karsten Hansen, landsstýr-
ismanni í fíggjarmálum, um
eykajáttanarlóg fyri okto-
ber.
Fleiri møguleikar
Formansskapur løgtingsins
Tingfundur haldast
í Útvarpinum
Útvarpshøllin verður karmur, tá tingið í aðru viku kemur saman at viðgera
eykajáttanaruppskot
og umsitingin á Løgtings-
skrivstovuni hava havt fleiri
høli í kikaranum at halda
løgtingsfundir í, meðan
tinghúsið verður umvælt.
Millum uppskotini hava
Havnar Klubbi og Hotel
Hafnia verið nevnd. Men
formansskapurin er komin
til ta niðurstøðu, at Útvarps-
høllin er best egnað.
Finnbogi Ísakson, løg-
tingsformaður, vísir á, at út-
varpshøllin er rúmlig, og
tískil kann hon væl hýsa
teimum 32 tinglimunum,
teimum 7 landsstýrismonn-
unum, løgtingsskrivarun-
um, ríkisumboðnum og
áhoyrarum.
Eisini vísir Finnbogi Ísak-
son á, at rúm eru uttan um
Útvarpshøllina, hagar ting-
fólk kunnu leita sær at práta
saman. Somuleiðis er Norð-
urlandahúsið nærhendis og
Útvarpið hevur eisini høli,
har møguleiki er at halda
nevndarfundir.
Umstøður at taka upp
Ein løgtingslóg frá 1981,
sum kortini enn ikki er lýst,
staðfestir, at allar munnligar
umrøður á tingi skulu stað-
festast við bandupptøku.
Hóast lógin enn ikki er
lýst, hevur løgtingið fylgt
hesi lóg.
Í Útvarpshøllini ber sjálv-
sagt væl til at taka løgtings-
fundirnar upp á band, og tað
fer eisini at verða gjørt. Men
løgtingsformaðurin vísir á,
at fundirnir kortini ikki fara
at verða sendir afturvið
royndarmyndini hjá Sjón-
varpinum eins og vanligt.
Rúmliga Útvarpshøllin verður á fyrsta sinni tingsalu í komandi viku
Mynd: Jens Kristian Vang
STEFAN Í SKORINI
Páll Petersen hevur boðað
frá, at hann er í farloyvi frá
18. august í ár. Í býráðið fyri
Páll Petersen kemur næsti
maður á listanum, sum er
Steen Juul Pedersen.
Eisini Jan Christiansen er
í farloyvi. Hansara farloyvi
byrjaði 22. august. Næsti
maður á listanum er Jákup
Jacobsen, og hann tekur
sætið hjá Jan Christiansen í
býráðnum.
Hesi bæði farloyvini
vórðu fráboðað býráðnum
Tveir nýggir býráðslimir
Tveir býráðslimir úr Fólkaflokkinum hava boðað frá, at teir fara í farloyvi frá
býráðsarbeiðnum, og nýggir limir taka teirra sæti
hóskvøldið, tá býráðsfundur
var. Á hesum fundi varð eis-
ini 3. og 4. viðgerð av árs-
fíggjarætlanini hjá Tórs-
havnar kommunu. Í sam-
bandi yvirtøku av barnaans-
ingarøkinum verða nakrar
broytingar gjørdar.