Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. september 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 9 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 172 - 8. september 2000 Nr. 172 - 8. september 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Fyrst sendu teir bræv til ST. Partur av uttanlandsnevnd- ini sigur seg vera kunnaðan á náttartíð á Christiansborg í Keypmannahavn, meðan ein annar partur, andstøðan, als ikki er kunnaður. Síðan fingu teir svar frá ST. Deyðatøgn. Og nú senda teir bræv til Nato og biðja um at sleppa at tosa við aðalskrivaran um møgulig- an føroyskan limaskap í Nato ella í onkrum felags- skapi undir Nato. Framveg- is deyðatøgn. Alt hetta fer fram, uttan at uttanlandsnevnd løg- tingsins rørir hond frá sídu fyri at vidgera hesi mál, sum veruliga eru stórmál. Ser- liga tad seinasta vid Nato. Alt hetta hendir, uttan at løgmadur rættir hond frá sídu fyri at kunna og spyrja seg til ráds, soleidis sum okkara styrisskipan fyri- skrivar. Alt hetta hendir, utt- an at Føroya Løgting fær nakra kunning. Skal andstødan tigast í hel? Løgtingsval var í apríl 1998. Vit vóru 32, id fingu fólksins álit til at sita á Før- oya Løgtingi í tí trúgv, at vit vegna Føroya fólk á samvitskufullan og skila- gódan hátt vildu røkja fólks- ins og landsins áhugamál. Men tad, sum nú hendur er, at 18 ella kanska 19 ting- menn hava tikid sær rætt til einsamallir at greida stór- mál uttan at geva hinum 13 møguleika fyri kunning ella at koma vid vidmerkingum. Vit verda hvørki kunnadir og enn minni eftirspurdir, tá tad snyr seg um ST ella Nato. Hetta er so langt úti, at eg snøgt sagt ikki eigi ord fyri tí. Somu menn, sum hava rópt seg upp á, at Før- oyar skulu verda eitt rættar- samfelag, seta fullkomiliga allar fólkarædisligar mannagongdir til viks. Hugsid tykkum til, at tingmenn úr andstøduni, sum hóast alt vid valid um- bodadu rættiliga stóran part av Føroya fólki, og sum nú kanska umboda uppaftur størri part ella kanska ein meiriluta, verda ikki virdir ein tann einasta møguleika at koma vid vidmerkingum til løgmans, nú hann hevur bidid um fund vid Nato fyri at kanna møguleikarnir fyri limaskapi. Hvussu skulu vit umboda áhugamálini hjá teimum, sum hava valt okk- um? Hava tit avskrivad henda partin av Føroya fólki, eins og tit nú hava avskrivad andstøduna sum ein part av politisku skipanini? Sjálvt um tad er troyttandi og strævið at hoyra upp á eina andstødu, so er eyð- kenni fyri eitt demokratiskt samfelag, at hesir minnilutir verða kunnaðir og koma til orðanna. Men tað, sum vit uppliva júst nú, ja tað eru Orðaskifti: Ein heldur løgin yvirskrift, men kanska verd at hugsa um eina løtu í hesum døg- um, har vit so ofta verða mint á høgan og lágan livi- fót eins og var einki annað til í hesum heimi. Tað er ikki vist, at tað er heilt óneyðugt at seta sær sjálvum tann spurning, um: høgur livifótur altíð er tað sama sum høgt lívsvirði. Ella um: lágur livifótur altíð er tað sama sum lágt lívs- virði. Fyri mongum árum síðani vendi okkara framúr góði frásøgumaður Heini Olsen, verkfrøðingur úr Vest- manna, heim aftur til Før- oya. Hann hevði tá verið burturstaddur í Persia-landi í so mong ár, at útvarp Før- oya helt tað vera vert at fáa eitt prát í lag við Heina. Arbeiði hansara í eystur- londum var at læra hesi fólk at gera vesturlendskar vegir og brýr, og hetta var teimum kærkomin læra. Ein av spurningunum, ið útvarpið setti Heina var, hvat hann helt um hesi fólk, hann nú hevði verið ímill- um so leingi. »Tey eru øðr- vísi enn vit, og hugsa øðr- vísi enn vit«. Eg helt meg ikki skilja á svari hansara, at tey av teirri orsøk vóru verri menniskju enn vit. Tey vóru bæði blíð og glað. Ein annar spurningur til Heina var, um hann legði merki til nakra broyting í Føroyum, eftir hesi mongu ár, hann hevði verið burtur- staddur. Jú tað helt hann. Her var mikið hent. Nógv stór og vøkur fiskiskip vóru komin til landið. Vegir og bryggjur vóru eisini broytt og síðan stór og flott hús. Livifóturin segðist eisini vera nógv hækkaður men, legði hann afturat: Størsta broytingin, ið hann enn var komin fram á, vóru allir hesir feitu mennirnir og hes- ir stóru búkarnir. Fyrr visti man, at tað vóru einir fimm ella seks væla búkar í øllum Føroyum. Tað hevur so svarað til umleið ein tílíkur búkur uppá hvørt sýsli, men nú vóru fleiri í hvørjari bygd. Nú er so spurningurin um okkara hækkaði livifótur altíð er tað sama sum hækk- að lívsvirði? 9. august í ár 2000, visti eitt av tíðindabløðum okk- ara at siga at 1,1 milliard menniskju viga meira enn lækni teirra kann viðmæla. Tey doyggja av fiti. Men eitt var vist, fer tað nú at vera so vorðið hereftir, at hvør grindamaður skal hava ein heilan grindahval í sín part, hvørja ferð, ið grind leggur beinini, so er ikki at vænta, at búkarnir gerast minni. Líka so vist man vera, at fleiri eru tey, ið ynskja bæði heming og tvøstsnert á hes- ar grinda hamstrarar, og tað økir ikki um lívsvirði. Tó er ilt at meta um, hvat tey ymsu halda, tí fyri summum tykist munurin ikki at vera so stórur, um talan er um eina góða spik- fjós ella okkara móðurmál. Hvør kundi eitt nú minst til, at nakar týðandi føroysk- ur polittikari heldur tað vera heilt nattúrligt og enntá frø- ist um, at altjóða felags- skapurin S.T. ikki virðir Føroya Landsstýri so frægt, at teir hirða at svara einum náttúrliga settum skrivlig- um spurningi? Og hvør kundi minst til, at fleiri føroyingar halda tað vera eina vælagerð, at danir nú ár 2000 lýsa fyri al- heimstjóðum, at føroyingar er eitt minnilutamál í danska ríkinum? Nei, her átti mangur maður heldur at tára, og hetta tykist bæði óhugnaligt og óskiljandi. Ikki vóru skaldini bæði Fr. Petersen og Jóannes Patursson altíð samdir á tí polittiska vígvøllinum, men hygg her, hvussu samdir teir vóru í málsspurninginum. Fr. Petersen yrkti: O, móðurmál, stórt er títt so eyðkennini fyri tey lond, sum vit í øðrum høpi als ikki vilja samanbera okkum við. Her er fólkaræðið sett til viks. Føroyar limast inn í Nato ella í Patrnership for Peace Nú kenni eg svarini og við- merkingarnar, sum fara at koma. „Hetta var bert ein kunnandi fundur, sum løg- maður skal hava við Ro- bertson, aðalskrivara. Tit verða kunnaðir aftaná, og sjálvandi skal Føroya Løg- ting viðgera málið, áðrenn ein endalig avgerð verður tikin.“ Men leggið til merkis, hvat løgmaður sigur i brævi sínum: „Tað er sjónarmiðið hjá landsstyrinum, at einar frælsar Føroyar eiga møgu- leikan fyri at søkja um lima- skap í sjálvum Nato ella í øðrum lagi í Patrnership for Peace. “Víðari sigur løg- maður: „I believe this would be an excellent opportunity to discuss with you both our intentions and our options………..“ V.ø.o. ætlaði løgmaður at kjakast um ætlanir hjá landsstýr- inum og møguleikar. Uttan mun til um talan bert var um ein fund, so skal henda prosessin byrja eitt ella annað stað. Og søgu- bøkurnar høvdu skrivað, at ætlanin um føroyskan lima- skap í Nato byrjaðu við ein- um fundi í Reykjavík mill- um Kallsberg og Robertson. Hvat sigur Føroya Løgting? Hvat er og hevur verið løg- tingsins støða til Nato og aðrar verjusamgongur? Jú, tað einasta vit vita við vissu er, at Føroya Løgting hevur gjørt fleiri samtyktir um, at Føroyar skulu haldast óheft- ar av øllum verjusamgong- um. Tí hevði tað ikki verið annað enn rímiligt, at lands- ins hægsti myndugleiki slapp til orðanna ella í mista lagi varð kunnaður um hesa ætlanirnar, landsstyrið hev- ur. Hvat sigur Finnbogi Ísak- son, løgtingsformaður til, at løgtingsins samtyktir knappliga ikki hava frægari virði enn flagið á tinghús- unum, sum varð skrætt av? Hvat sigur føroyingurin til hesa politisku kúvending hjá Tjóðveldisflokkinum, sum einferð um árið sein- astu mongu árini hevur undirhildið við einari mót- mælisgongu niðan í Mjørkadal, har alt hernað- arvald varð bannað undir sand og øsku? Og verður evran føroyskt gjaldoyra eftir sama leisti? Eg siti í mínum stilla sinni og hugsi um, um vanligi føroyingurin kennir seg tryggan við henda einaræð- ishugburð, sum hetta lands- styrið er so befongt við. Um vanligi føroyingurin kennir seg tryggan við, at minni- lutar og andstøða verða skúgvað til viks? Og eitt er vist, at teir kønu, sum í hesum døgum sita og gera uppskot til grundlóg, teir hava so fingið nakað at hugsa um. Og væl kann tað verða, at landsstyrið og samgong- an fær aðra bók enn Hvítu- bók at lesa í. Jóannes Eidesgaard fall úr tínum ærustóli, fyrr virdu allir teg sum jall í tínum egna bóli teir róku teg av kirkju út og aftur burt av tingi; tú mátti liva við sorg og sút– so hevur lív títt gingið. Jóannes Patursson yrkti: Nei, teir skjóta fyri stokk og slá, og har torir eingin at herja á. Í Havnar skúla har er so trongt, at móðurmálið er útistongt. Hvørgin av hesum monnum helt tað verða gott, ei heldur rætt. Men aftur hesu ferð glitrar posin við lokkubit- unum úti í havsbrúnni. Nú verður kunngjørt á dana- tingi, at tit føroyingar skulu í ár fáa 25 milliónir frá okk- um í stuðli. ( Eru teir kanska ikki fittir?) Eg fari at enda greina- stubban við einum ørindi frá einum triðja skaldi okkara J. Dahl: Og eiga tit kærleika til móðurlands, lat kærleikan sýnast í verki! Og eigum vær trúgv, so stígum fram, og móðurmál veri várt merki! Sjúrður Poulsen Hvar er nú fólkaræðið hjá okkum? Aftur í Odense Odense er ikki bara Volls- mose; men hann er við at verða ein multikulturellur býur við m.a. Vollsmose við teim mongu fólka- sløgunum. Runt um í gøtunum eru nógv tungumál at hoyra til dagligt, og vit hava valt at hetta kakofoniska kórið eisini skal hava føroyskan íblástur við boðunum: »Kom, kom til Jesus«. Hví kunnu vit ikki bert siga: »Kom, kom til Jes- us« (á donskum)? Tí móð- urmál er hjartamál, og tað nemur hjartastreingir á annan hátt enn onnur mál. Við góðu tíðunum heima á landi tynnist í vinaskara og færri og færri eru um at halda um endan; men eg haldi nú at vit skulu halda á við at halda um endan. Vit kundu sagt sum unglingin við sjóverki og timbur- monnum um borð á Drot- ningini á veg heim úr Ís- landi í sekstiárunum: »Eg orki ikki meir, hví skal eg orka meir? Hvussu kann eg orka meir? – eg orki ikki meir«. Eg haldi, at vit skulu royna at orka meir, tí tað hevur stóran týdning, at gleðiboðskapurin ljóðar á móður(hjarta)málinum, sjálvt um vit skilja danskt. Tað hevur eisini stóran týdning fyri børnini hjá okkum, at tey hoyra Guds Orð á føroyskum, og tað er eisini av týdningi, at tey síggja, at vit halda fast við henda fedranna arvin – bæði málsliga og átrúnað- arliga. Tað hevur eisini týdning fyri okkum sjálv at lesa, tosa, hoyra og syngja um Harran Jesus Kristus á tí máli, sum hann sjálvur hevur givið okkum. Fundarfólkið í Ting- húsinum í 1888 skilti danskt; men bæði hjá teimum og okkum rørir móðurmálið hjarta- streingirnar á annan hátt, og tí vildu tey »verja Førja mál og Førja siðir«. Tí fóru Dahl og Danielsen eisini undir at umsita Bíbliuna til hjartamálið, og teir gjørdu eisini sítt til, at vit hava stóran sang- og sálmaskatt á móður- málinum. Vit royna eftir førimuni at »verja Førja mál og Førja siðir« við at oysa av tí skatti, sum okk- um er givin. Vit skilja, um onkur sigur: »Jeg frydede mig, da de sagde til mig: »Vi drager til Herrens hus!« Men tað er nakað annað at hoyra: Eg varð glaður, tá ið sagt varð við meg: »Vit skulu fara í hús Harr- ans!« Vit savnast í húsi Harr- ans á móðurmálinum leygardagin 9. sept. kl. 15 í Pinsakirkjuni, Østergade 57, miðskeiðis í Odense. Kennir tú onkran, sum tú hevði sett prís uppá at hoyrt Guds Orð á móður- málinum, ber so endiliga boðini víðari. Árni Helmsdal, Lundekærsvej 70 5750 Odense SV tlf. 65961373 arnihelm@post.tele.dk Høgur livifótur, lágur livifótur! Høgt lívsvirðið, lágt lívsvirði! STEFAN Í SKORINI Endamálið við skeiðnum er, at læra tey menningartarn- aðu at taka ábyrgd av egnari lagnu fyri eisini at fáa ávirk- an á sítt egna lív. Tað er Jóna Dahl, sum er fyrireikari av skeiðnum. Hon fekk hugskotið um eitt slíkt skeið í Føroyum, tá hon var á líknandi skeiði niðri í Danmark. Har kom hon í samband við nakrar av serfrøðingunum á økin- um, sum vóru áhugaðir at koma hendavegin at hava eitt skeið fyri menningar- tarnað. Hetta er fyrstu ferð, at Javni skipar fyri einum slík- um skeiði í Føroyum, og Jóna Dahl heldur avgjørt, at tørvur er á einum skeiði fyri menningartarnað í Føroy- um. Menna menningartarnað Fyrireikararnir vilja við hes- um tiltakinum menna tey menningartarnaðu í tann mun, at tey sjálv eru ment at taka eina ávísa ábyrgd av sínum egna lívi. - Á hesum økinum er vit heilt einfalt eftirbátur í mun til hini Norðurlondini, sum vit sammeta okkum við, sigur Jóna Dahl. Tað eisini tíð uppá, at hetta evnið verður tikið upp hjá bæði menningartarnað- um og teirra stuðlum. Tí er hetta skeiðið eisini fyri hjálparfólk, sum dag- liga arbeiða við og taka sær av menningartarnaðum. Tey skulu eisini læra at taka tey menningartarnaðu við uppá ráð, tá avgerðir skulu takast, sum snúgva seg um teirra viðurskifti. Her heldur Jóna, at tað kanska er neyðugt við eini hugburðsbroyting millum starvsfólk á heimum fyri menningartarnað, tí tað hev- ur ikki verið vanligt at lata tey menningartarnaðu taka avgerðir í tann mun, sum hetta skeiðið leggur upp til. Tí eru starvsfólkini eisini ein týðandi partur av skeiðnum, men tað er tó fyrst og fremst fyri tey menningartarnaðu. Skeiðleiðararnir leggja dent á at læra tey menning- artarnaðu at taka ábyrgd fyri egnum viðurskiftum og fáa ávirkan á teirra lív. Tey menningartarnaðu mugu eisini læra, at tað er teirra ábyrgd, at teirra ynskir verða framborin og førd út í lívið. Tað er ikki okkurt hjálparfólk ella onkur stuð- ul, sum skal syrgja fyri, at tey fáa teirra vilja. Búgva á vallaraheiminum 17 menningartarnað eru á skeiðnum, og tey eru mill- um 25 og 60 ára gomul. 14 av teimum búgva á Vallara- heiminum Tórshavn hjá Smyril Line við Oyggjar- vegin. Hetta er ein liður í skeiðnum, sum hevur til endamáls at geva teimum ábyrgd. Tey búgva tvey saman á hvørjum kamari. Eingin stuðul býr saman við teim- um, meðan tey búleikast á Vallaraheiminum. Hetta er eisini fyrstu ferð, at tey hava fingið møguleikan at búgva soleiðis einsamøll uttan eftirlit. Tey hava sínar uppgávur á Vallaraheiminum, sum tey skulu røkja hvønn dag. Jóna Dahl sigur, at tey hava megnað hesar uppgávur til fulnar, og eingir trupulleikar hava verið. Á henda hátt kunnu tey læra at hava ábyrgd. Skeiðið er allan dagin frá mikudegnum og tríggjar dagar fram. Um kvøldið fáa tey uppgávur, sum tey skulu loysa saman í bólkum, og úrslitið verður lagt fram um morgunin. Hetta er eisini ein liður í menningini. Glað fyri skeiðið Skeiðluttakararnir eru sera glaðir fyri skeiðið og eru eisini spentir um, hvussu hetta fer at rigga aftaná, tá gerandisdagurin byrjar aftur sum vant. Berit Abrahamsen er ein av skeiðluttakarunum, og hon sigur seg hava fingið nógv burturúr. - Mær dámar sera væl og havi eisini fingið nógv burt- Menningartarnað taka sakina í egnar hendur Javni hevur hesar seinastu tríggjar dagarnar skipað fyri skeiði, sum serliga er ætlað menningartarnaðum, har tey skulu læra at taka ábyrgd urúr skeiðnum. Eg havi longu fingið betri sjálvsálit, og tað er gott, sigur Berit. - Eg tori eisini betur at siga mína meining uttan at vera bangin fyri, hvat onnur halda. Tað er ofta so, at tey, sum eru rundanum, taka ein av ræðið, greiðir Berit frá. Ætlanin við skeiðnum er øðrum, sum hava ein leiklut í teirra lívi. Á hesi plakatini hava tey eisini sett nøkur av teirra ynskjum fram. Á henda hátt kunnu tey læra, at bera fram teirra ynskir, sum er ein týðandi partur av skeiðnum. Kontaktnevndin Javni setti í 1994 eina kon- taktnevnd við fimm menn- ingartarnaðum. Henda nevndin skuldi vera bindilið millum Javna og tey menn- ingartarnaðu, men henda nevndin hevur ongantíð virkað, sum hon skal. Í sambandi við hetta skeiðið, har tey menningar- tarnaðu skulu hava meira ávirkan, er ætlanin, at fáa gongd á aftur hesa nevnd- ina. Við hesi nevndini skulu tey menningartarnaðu verða betur hoyrd, sum skeiðið eisini leggur upp til. Hetta skal eisini verða ein partur av niðurstøðuni eftir skeið- ið. Úr Danmark eru komnir tveir konsulentar og tvey foreldur. Annar av konsul- entunum er Frank Ulmer Jørgensen, sum eisini hevur havt fyrilestur á Hotel Haf- nia um menningartarnað við sálarligum breki. Frank Ulmer Jørgensen, sum er annar av skeiðleið- arunum, starvast hjá LEV, sum er danska felagið fyri menningartarnað. Seinasti dagur verður í morgin, og tá fara tey eisini at taka samanum og koma fram til eina niðurstøðu. eisini, at tey menningartarn- aðu kunnu sleppa undan at stríðast ov nógv við at sleppa til orðanna, og tað eiga tey eisini at verða betur før fyri eftir skeiðið. Á skeiðnum hava tey gjørt hvør sína plakat, har tey hava myndir av familj- uni, arbeiðsplássinum og – Eg tori betur at siga mína meinging uttan at vera bangin fyri, hvat onnur halda, sigur Berit Abrahamsen, v.m., sum er ein av skeiðluttakarunum. Jóna Dahl h.m. er ein av fyrireikarunum av skeiðnum Mynd. Jens Kr. Vang Skeiðluttakararnir hava seinastu tríggjar dagarnar lært, hvussu tey kunnu taka ábyrgd av sær sjálvum og fáa teirra ynski førd út í lívið Mynd. Jens Kr. Vang