Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. september 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Konsertfelagið og Norður- landahúsið kunnu sunnu- dagin bjóða øllum sum be- undra Beethoven eitt serligt upplivilsi. Úr íslandi koma tveir tónleikarar, sum spæla allar cellosonatur Beethov- ens fimm í tali út í eitt kom- andi sunnudag kl 16:00 í Norðurlandahúsinum. Eff- ektiva spælitíðin er út ímóti tveimum tímum, tí eru tveir steðgir á konsertini. Tónleikararnir eru Sig- urður Halldórsson, cello- leikari, og Daniel Thors- teinsson, klaverleikari. Hes- ir báðir hava spælt saman síðan 1983 og hava hildið eina fjøld av konsertum víða hvar í Íslandi og uttan- lands. Sum limir í kamarorkestr- inum »Kaput« hava teir spælt í Føroyum í smb. við summartónar. Sigurður lærdi í Íslandi hjá navnframa Gunnari Kvaran og síðani hjá Rap- hael Sommer á Guildhall School of Music and Drama í London. Sigurður er ikki bert aktivur tónleikari í Ís- landi og víða hvar í Europa, har hann heldur konsertir. Hann syngur eisini miðald- arsang í manskórinum, Voces Thules, og spælir suitur Bachs á barokkcello. Allar fimm sonatur Beethovens Sunnudagin verða allar fimm cellokonsertirnar hjá Beethoven framførdar í Norðurlandahúsinum Daniel er frá Neskaup- staði. Hann lærdi klaver- spæl í Reykjavík og síðani á Sweelinck konservatori- inum í Amsterdam. Eisini hann hevur spælt víða hvar í Europa, Amerika og Canada. Áhugamál hansara í yms- um tónleikagernrum hava leitt til, at hann eisini spælir lættan tónleik bæði á klaver og harmoniku. Nýliga var hann solistur ED triðju klaverkonsert Beethovens. Tað kann tykjast ein stór- ur biti at svølgja allar fimm sonatur Beethovens á eini konsert, men hetta er ikki óvanligt uttanlands. Og sum eitt kuriosum kann nevnast, at Thorshavn Sang- og Musikkforening skipaði fyri slíkum drúgvum konsertum fyri góðum hundrað árum síðani, har steðgirniar vóru so mikið langir, at fólk kundu fara heim at fáa sær ein drekkamunn. Tað verður ikki neyðugt sunnudagin, tí Norður- landahúsið hevur okkurt gott at bjóða uppá í steðg- unum. JAN MÜLLER Málið um teir tríggjar Sagex-verkfrøðingarnar, sum herfyri fingu fútafor- boð at arbeiða í føroysk- um øki fyri Føroya Kol- vetni, hevur nú fingið ein enda. Síðani at Sagex- fólkini vunnu frísak í Lagmandsretten, sum harvið ógildaði fútafor- boðið frá undirrættinum, hevur Norsk Hydro biðið kærunevndina um at fáa málið til Hægstarætt. Nú frættist so, at Norsk Hydro hevur broytt støðu og hevur gjørt av heilt at sleppa málinum. Tað ger ikki meira við tað. Tvs. at fríkenningin hjá Lag- mansretten av teimum trimum ráðgevunum hjá Føroya Kolvetni verður endalig. Ein orsøkin til at norska oljufelagið hevur slept málinum skal vera, at nú Norsk Hydro ikki hevur fingið nakað leiti- loyvi í Føroyum, og tí hevur tað heldur onga or- Hydro sleppur Sagexfólkum søk til at halda fram mál- inum um teir tríggjar fyrrv. Sagamenninar. Sambært Nettavisen í vikuni arbeiða Sagex- fólkini nú við at leggja endurgjaldskrav móti Hydro fyri seinkan og tap í teirra arbeiði. Sambært Nettavisen sigur keldur, at kom- promisleysa støðan til teir tríggjar ráðgevararnar hjá føroyska oljufelagnum var ein av teimum mest týðandi orsøkunum til, at Norsk Hydro ikki fekk loyvi at leita eftir olju og gassi á landgrunninum. Hetta verður víst aftur av oljumálastýrinum skrivar norska blaðið. EDVARD JOENSEN Sandavágur: Í Sandavági hevur nógv verið gjørt við at fríðka um bygdina seinnu tíðina. Arbeiðið er komið væl ávegis. Sandavágur varð í 1997 kosin best hildna bygd í Føroyum. Og síðan hevur nógv verið gjørt fyri at fríðka enn meira um bygd- ina. Øll kloakkveitingin er savnað í eina stóra høvuðs- kloakk. Somuleiðis er vatn- veitingin løgd av nýggjum. Hetta krevur nógvan grevstur. Og tá liðugt er, skal alt leggjast aftur, sum rímiligt er. Sandavágs Kommuna hevur so valt at leggja flísar eftir gongu- breytunum í parti av bygd- ini, eins og nýggj gøtuljós eru sett upp fram við vegn- um. Sum arbeiðinum líður, verður eisini komið hagar til, at vegurin skal asfalter- ast. Men her møtti ein óvæntað útreiðsla komm- unukassanum. Gamli vegurin heim gjøgnum bygdina vísti seg at vera lagdur beinleiðis niður á mold. Einki var grivið ella steinsett, tá hann varð lagdur av fyrstan tíð. Við tíðini eru fleiri løg av asfalti løgd oman á vegin so við og við. Og hesi as- faltløgini hava so at siga hildið vegnum saman. Nú er, sum skrivað stend- ur, einki petti skilagott at byggja uttan á fastan botn. eftir, at tað fór ikki at bera til. Vegurin fór stutt sagt ikki at halda. Tí varð valt at grava allan vegin upp og fylla grót undir aftur. Hetta arbeiðið er ikki við í upprunaligu kostnaðar- metingini hjá kommununi. Hetta fer helst at kosta Sandavágs Kommunu einar 300.000,- krónur eyka, verður mett av kommunu- skrivstovuni í Sandavági. Men hildið varð neyðugt at gera hetta, sum nú verður gjørt. Arbeiðið gongur væl, verður sagt av kommunu- skrivstovuni, og væntandi verður tað liðugt um einar fjúrtan dagar ella so. Sandavágs Kommuna ar- beiðir við eini útstykking- arætlan norðuri í Niðaru Sørpum, teir kalla. Tað er økið norðan fyri viðalund- ina oman móti ánni. Pláss verður fyri 22 grundstykkjum í hesi út- stykkingini. Sagt verður, at áhugi er fyri hesi útstykk- ingini, og at onkur hevur biðið um grundstykki, meðan fleiri hava spurt seg fyri. Ætlanin er ikki rættiliga klár enn, tí eigaraviðurskift- ini ikki eru komin heilt upp á pláss. Men loyvi er fingið frá landsmyndugleikunum til útstykkingina, verður sagt av skrivstovuni hjá Sandavágs Kommunu. Grava vegin upp Vegurin heim gjøgnum bygdina í Sandavági verður grivin upp og lagdur av nýggjum sum liður í fríðkanini av bygdini Og tað fingu sandavágsfólk eisini at kenna. Sum ferðslan øktist og tyngdist fór eisini at merkj- ast í grannalagnum, at und- irlendið var ikki nóg trygt. Fóru stór og tung akfør eftir vegnum, risti og skalv alt í námind. Húsini góvu seg sum av jarðskjálvta, og tað hendi seg eisini, at flísar og annað slíkt tilfar klovnaði. Nú asfalterast skuldi av nýggjum, skuldi gamalt as- falt takast oman av, áðrenn nýtt lag varð lagt. Komið varð sjálvandi 10 11 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 172 - 8. september 2000 Nr. 172 - 8. september 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Thunderbird Gold RAM PC-133 harðdisk, 7200RPM, 2MB skermkort 32MB / 17" litskerm ROM / 40x CD-ROM ljóðkort / 90W hátalarasett / knappaborð / mús Windows 98 + - eftir egnum vali! 750MHz 128MB 15.3GB Geforce 10x DVD 56K modem 1 DVD film einans kr. 15.599,- Thunderbird elda T Staravegur 5 - Telefon 317620 - Heimasíða www.tt.fo Prísurin er íroknað MVG. Fígging kann útvegast. J U B I LE U M S P R Í S U R 149.995,- Sosialurin - 311820 við Velbastaðvegin • Box 3043 • 110 Tórshavn • www.wenzel.fo Ford Puma Fyrr kr. 202.000,- Inoculate Virus-skannari Kr:875,- IT www.com-data.fo Printari Skannari Fax Kopi Kr: 8.125,- HP OfficeJet G85 Keyp myndir Keyp myndir Nœ er m¿guleiki at keypa myndir sum standa ’ Sosialinum T’ÝindablaÝiÝ Sosialurin Box 76 110 T—rshavn Navn: BœstaÝur: Telefon: BlaÝ nr.: S’Ýa: St¿dd: Mongd: KostnaÝur pr. stk. fyri litmynd: 10x15 cm. kr. 80,- 13x18 cm. kr. 100,- 15x21 cm. kr. 130,- 18x24 cm. kr. 150,- 20x30 cm. kr. 200,- 30x45 cm. kr. 350,- Fyll henda lepan œt. Klipp myndina œt og send hana saman viÝ lepanum til Sosialin. Keyp myndir Keyp myndir Keyp myndir Keyp myndir Skúlagerði - 430 Hvalvík tel +298 422456 far+ 298 286458 fax + 298 422458 andrass@post.olivant.fo heima.olivant.fo/-andrass Skorsteins- sóparin er við til at halda umhvørvið reint Jimex Brenniovnar Isokern Skorsteinsbjálving Isokern Skorsteinselementir Lúkur - Fuglaristir Ventilar - Roykhattar Andrass á Krossbrekku Ársaðalfundur Sp/F Húsið Sp/f Húsið hevur ársaðalfund á Argjavegi 26 mánadagin 18. september kl. 17. Skrá sambært lógum felagsins. Sp/F Húsið Reyði krossur Føroya Sorgarlinjan hjá Reyða Krossi Føroya svarar mánad., mikud. og fríggjad. frá kl. 1900 til 2100  212380 Sosialurin - 311820 Stóra bringu -ella lítla? Dr. Jacobsensgøta 18 • 100 Tórshavn • Tel./Fax 316610 Visti tú at 80% av øllum kvinnum ganga í skeivari BH-stødd? Vælkomin inn á gólvið hjá okkum og vit hjálpa og vegleiða tær at finna júst tína stødd. Ring til okkum og avtala tíð. Vit hava BH í støddum úr 65 til 110 cm. í ummáli, og frá AA til H skál. Vit hava eisini korsilett í stórum støddum Sig okkum frá Hendir okkurt, sum er ‡hugvert hj‡ ¿Ýrum at vita, eru vit til reiÝar at bera t’Ýindini v’Ýari. Sosialurin leggur seg eftir at bera t’Ýindi œr ¿llum landinum. Vit koyra runt ’ t’ kenda, gr‡a Toyota bilinum viÝ eyÝkendu fr‡merkjunum. FerÝandi blaÝstj—rnin er dagliga œti kring landiÝ. Vit eru at hitta ‡ telefon nr. 31 18 20. Telefax nr. 31 47 20. Edvard Joensen mannar ’ l¿tuni ferÝandi blaÝstj—rnina. Hann er at hitta ‡ telefon nr. 42 36 17 ella ‡ fartelefon nr. 22 05 07. Eisini ber til at senda teldupost til: edvard@sosialurin.fo ella post@sosialurin.fo sosialin Halt Sandvíkarhjalli Tel. 315600 - Fax 318008 Tosið við okkum! Robustar blandimaskinur Sosialurin - 311820 •Tvangsblandarir 38–800 ltr. • Blandimaskinur 130 – 180 ltr. • Breitt úrval av stav og bjálka-vibratorum Fáast við el, bensin ella dieselmotori Nor›urlandahúsi› í Føroyum Sí SVF tekstvarp s. 650