leygardagur 7. mai 2005síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 85 - 7. mai 2005
Í kvøld og í morgin
verður Jóhannes-
passjiónin fram-
førd í Christians-
kirkjuni og í
Norðurlanda-
húsinum
Um tónaskaldið J. S. Bach
(1685-1750) segði Ludwig van
Beethoven:" Nicht Bach sondern
Meer hätte er heissen sollen", t.e.
"Ikki áarløkur ( sum orðið
"Bach" merkir) men hav ("Meer"
á týskum) skuldi hann itið".
Soleiðis hava øll tónlistarlig
stórmenni frá Haydn, Mozart og
Beethoven um Mendelsohn,
Schumann og Brahms og heilt
upp til nútíðar tónaskøld ligið á
knøum fyri tí tónleikaríkidømi,
sum Bach legði eftir seg.
Allar tónlistargreinir, sum
hann gav seg í holt við, megnaði
hann til fullnar; men inniliga
trúgvandi, sum hann var, var tað
meira enn nakað tað kirkju-
musikalska, sum bleiv hansara
aðal lívsverk. "Soli Deo gloria"
(Gudi eina heiðurin) vóru
merkisorð hansara yvir øllum,
hann festi á blað, tað veri seg
vokalur ella orðleysur tónleikur.
Og so sterkur er hansara andligi
boðskapur, at hann millum
kirkju- og tónlistarfólk ber heitið
"tann fimti evangelisturin".
Sum tindar millum øll tey
mongu gitnu bókmentaligu,
myndlistarligu og tónlistarligu
verk, sum frá miðøld og fram til
okkara dagar hava lýst líðing og
deyða Jesu Krists, standa
Matteuspassiónin og Jóhannes-
passiónin. Talan er um oratori-
um, dramatisk tónaverk, har
bíbilskar hendingar verða lýstar
við orðum og tónum, men ikki
við leiklistarligum spæli sum í
operum. Frávikið frá oratorium
annars er, at passiónirnar burtur-
av snúgva seg um pínslusøgu og
deyða frelsarans á krossinum.
Føroysk framførsla
Tað er Havnarkórið, sum hevur
tikið stig til hetta tónleikatiltak.
Seinastu 20 árini hevur kórið
lagt dent á - stundum í samvinnu
við onnur kór - regluliga at
kunna fáa í lag framførslur av
nøkrum av tónleikasøgunnar
størri kórverkum. Nevnast kunnu
Magnificat og Jólaoratoriið eftir
J.S.Bach, Händels Messias,
Skapanin eftir Joseph Haydn,
Krýningarmessan hjá W.A.
Mozart, "Ein deutsches
Requiem" hjá Johs. Brahms,
Verdis Requiem, oratoriið
"Elias" eftir Mendelssohn,
Carmina Burana hjá Carl Orff og
okkurt meira.
Til framførsluna nú av
Jóhannespassiónini telur kórið
45 sangarar.
Orkestrið er mannað við 20
musikarum, teir flestu lærarar í
føroysku musikkskúlaskipanini,
men 6 koma uttanlendis. Kon-
sertmeistari er Sámal Petersen.
Solistarnir eru 6 í tali. Berg-
hild Poulsen, sopran, er væl
kend í føroyska tónlistarheim-
inum. Umframt at hon í so mong
ár hevur verið ein berandi kraft í
føroyskum kórsangi, hevur hon
Jóhannespassión
eftir Johan Sebastian
“Hann skuldi ikki itið áarløkur (sum orðið Bach merkir) men hav (Meer á
týskum), skrivaði Ludwig van Beethoven um J.S. Bach
Frægir føroyskir solistar: Elsa
Susanna Dalsgaard ...
Berghild Poulsen ...
og Ernst Sondum Dalsgarð
Havnakórið hevur seinastu 20 árini lagt seg eftir at framføra nøkur av stóru kórverkunum í tónleikasøguni. Nú stendur so Johannespassiónin á skránni