leygardagur 7. mai 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 85 - 7. mai 2005
33
Talan er um oratorium, dramat-
isk tónaverk, har bíbilskar til-
gongdir verða lýstar við orðum
og tónum, men ikki við leiklist-
arligum spæli sum í operum.
Frávikið frá oratorium annars er,
at passiónirnar burturav snúgva
seg um pínslusøgu og deyða
frelsarans á krossinum.
Í høvuðsheitum er teksturin í
Jóhannespassiónini, sum navnið
vísir, tikin úr Jóhannesar evan-
gelium (Johs. 18 og 19). Tó eru
tekstir skoyttir uppí og skotnir
innímillum, sum serliga í solo-
arium og kórsálmum hugleiðandi
geva sítt íkast til bíbilsku søgu-
gongdina.
Hvørjum leita tit eftir?
Eftir tignarliga inngangin her-
skaranna Harra til heiðurs byrjar
dramatiska tilgongdin. Evangel-
isturin leggur fyri við, at Jesus í
grasagarði saman við sínum læri-
sveinum verður órógvaður av
Judasi í fylgi við hermonnum,
prestum og øðrum farisearum.
"Hvørjum leita tit eftir?" spyr
Jesus. "Jesusi úr Nasaret", verður
svarað í kóri. "Tað eri eg," sigur
Jesus. Kórið syngur síðan dapur-
ligan sálm um lagnu Jesusar, og
síðan hoyra vit, at Símun Pætur
dregur svørð og høggur oyra av
tænara høvuðsprestsins."Stikk
svør títt í slíðran, tí hesa skál
hevur faðirin givið mær at
drekka", sigur Jesus. "Veri vilji
tín, Harri, her á jørð eins og í
himnasali", syngur kórið.
Jesus verður nú handtikin og
verður førdur bundin til høvuðs-
prestin Kaifas. Altsolisturin fell-
ur inn við ariu "Til tess at loysa
meg úr syndabondum verður
frelsari mín bundin". Sum fram-
hald av frásøgn evangelistsins, at
Símun Pætur og ein annar læru-
sveinur tá fylgdu Jesusi eftir,
syngur sopransolisturin:"Fegin
fylgi eisini eg tær eftir".
Ert tú ikki ...?
Næsta er yvirhoyringin hjá
høvuðsprestinum. Tá Jesus ikki
svarar eftir vild, gevur tænari
honum ein undir vangan, og við
kenslubornum sálmalag harmast
kórið, at Jesus, sum ikki veit av
synd, okkara vegna verður so illa
viðfarin. Uttanfyri stendur Pætur
og vermir seg við kolaeld saman
við tænarum og húskøllum. "Ert
tú ikki ein av hansara læru-
sveinum", spyrja teir hann í kóri.
Dirvisleysur noktar Pætur. Men
tá nú hanin gelur, renna honum
Jesusar orð í huga: "Áðrenn
hanin gelur, skalt tú avnokta meg
tríggjar ferðir." Kenslubornari
tónleikadømi finnst valla, enn tá
Pætur tá fór út og græt sárliga
um sína svikagerð.
Fyrri partur endar við, at fyrst
tenorsolisturin og síðan kórið
taka afturíaftur um vónloysi og
harmastøðu Pæturs.
Ódligir tónar
Í øðrum parti, sum er munandi
longri enn hin fyrri, hugleiður
kórið inngangandi aftur um,
hvussu Kristus ósekur okkara
vegna verður háaður og illa
viðfarin. Jesus verður nú førdur
yvir í dómhúsið, har Pilatus
hevur fyrisæti. "Hvørja klagu
hava tit móti hesum manni," spyr
hann teir ákærandi. Harðliga
svara teir aftur:"Var hesin ikki
ein misgerðarmaður, høvdu vit
ikki latið hann til dóms hjá
tær!"-"Takið hann so og dømið
hann eftir tykkara lógum," sigur
Pilatus. Við somu ódligu tónum
sum í fyrra satsi verður svarað
aftur í kóri:" Okkum er ikki loyvt
at drepa nakran!"
Soleiðis verður syft ímillum í
teirri framhaldandi dómsvið-
gerðini. Pilatus roynir ymsar
vegir at sleppa undan at taka
støðu; men hópurin - prestar,
hermenn og uppøsta mann-
múgvan - spotta Jesus og
streingja á við ymsum argu-
mentum at fáa hann dømdan frá
lívinum.
Tað er fullgjørt
Ov drúgvt verður at fara meira út
í æsir við hesari vælkendu til-
gongd fyri brátt 2000 árum
síðan. Men samanumtikið kann
sigast, at um enn Jóhannespassi-
ónin kanska ikki er eitt so listar-
liga fullborið og búgvið verk
sum Matteuspassiónin, so røkkur
hon við sínum nógvu undurføgru
sálmum, sínum inniligu og
myndandi solo-arium og sínum
skelkandi kórsatsum slíkum
listarligum hæddum, sum neyvan
annað skrivað tónaverk.
Eyðkent fyri Jóhannespassi-
ónina er, at hon er meira enn eitt
kensluborið harmaljóð um ta
líðing og tað vónloysi á kross-
inum, sum orðini "Gud, mín Gud
mín, hví fórt tú frá?" bóru boð
um, frá byrjan endurtakandi er
ein lovsongur til tann himinsins
kongason, sum óvikandi heldur
fast um vilja sín at fremja tað
verk, sum faðirin hevur litið
honum til, og sum sigursælur
sum síni seinastu orð kundi
siga:"Tað er fullgjørt!"
Innihaldsliga gongdin
í Jóhannespassiónini
Millum tey mongu
gitnu bókmentaligu,
myndlistarligu og
tónlistarligu verkini,
sum frá miðøld og
upp til okkara dagar
hava lýst líðing og
deyða Jesu Krists,
standa Matteus-
passiónin og
Jóhannespassiónin hjá
J. S. Bach ovast á
breddanum.
nin
n Bach
so mangan hugtikið sum solistur,
eisini í krevjandi verkum, sum
eru nevnd omanfyri.
Elsa Súsanna Dalsgaard
hevur verið álitið, tá tørvur
hevur verið á altsangara á
professionellum stigi. Miðvíst
hevur Elsa Súsanna ment sína
rødd, hevur lokið hægsta prógv á
donskum musikkonservatorium
og virkar nú sum fastur kórsang-
ari við norsku operuna í Oslo,
har hon eisini hevur solistiskar
uppgávur.
Ernst Sondum Dalsgarð var í
eitt áramál fremsti føroyski
floytuspælari og floytulærari í
føroyska musikkskúlanum. Men
við sínum framúr góðu tónlistar-
gávum fall tað honum lætt at
skifta yvir til sangin, tá ið høvi
beyðst til tað. Hann starvast nú á
kongaligu operuna í Keyp-
mannahavn sum kórsangari og
eisini alt meira sum solistur.
Føroyingar hava hann ikki minst
í huga, tá hann sum hetjutenorur
hugtók á seinastu nýggjárs-
konsert.
Saman við og í somu støðu
sum Ernst á "tí kongaliga"
starvast eisini Hans Lawaetz.
Vit í kórinum huga saman við
áhoyrarum annars hansara
ljómandi bassrødd eitt nú í
Messias og Bach-verkinum
Magnificat.
Krevjandi leiklutin sum
evangelistur hevur ungi svenski
tenorsangarin Conny Thimand-
er. Sprottin úr teirri ríku svensku
sangsiðvenjuni hevur hann sítt
støði bæði í kórsanginum -
syngur í tí heimsgitna Radio-
kören -, í operuheiminum -
hevur havt fleiri solistleiklutir -
og innan kirkjuliga oratoriu-
sangin - m.a. sum evnagelistur í
Jóhannespassiónini.
Lars Thodberg Bertelsen,
sum syngur tann týðandi Jesus-
partin í passiónini, er gitið
sangaranavn í Danmørk. Sum
operusangari hevur hann havt
gitnar leiklutir sum Figaro í
Rossinini-operuni "Rakarin í
Sevilla", greivin í "Brúdleypi
Figaros" og Papageno í "Ganda-
floytuni" eftir W. A. Mozart, og
eisini í oratoriu-samanhangi eru
javnan boð eftir honum til størri
leiklutir. Ofta er hann at hoyra í
donskum kringvarpi, og ikki
minst fyri sínar tulkingar av
danska sangarvinum (Carl
Nielsen, Th. Laub o.a.) hevur
hann fingið fleiri virðislønir.
Hans Thodberg Bertelsen er tann
útlendski sangarin, sum Havnar-
kórið hevur havt mest og best
samarbeiði við.
Framførslurnar nú um viku-
skiftið verða leygarkvøldið kl.
19 í Christianskirkjuni í klaksvík
og sunnukvøldið kl. 19 í Norður-
landahúsinum í Havn.
“Eyðkent fyri Jóhannespassiónina er, at hon er meira enn eitt kensluborið harmaljóð um ta líðing og tað vónloysi á
krossinum, sum orðini “Gud, mín Gud mín, hví fórt tú frá?” bóru boð um, frá byrjan endurtakandi er ein lovsongur
til tann himinsins kongason, sum óvikandi heldur fast um vilja sín at fremja tað verk, sum faðirin hevur litið
honum til, og sum sigursælur sum síni seinastu orð kundi siga:”Tað er fullgjørt!””