Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-07, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. mai 2005síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 85 - 7. mai 2005 UMMÆLI Hanus Kamban Dalarne Venda vit aftur til tekstirnar, so tykist Svøríki av Norðurlondum at vera tað land, sum hevur talað inniligast til Regins tónahjarta. Erik Axel Karlfeldt (1864-1931) var føddur og vaks upp í Dalarne í Miðsvøríki, einum landsparti við djúpum medviti um ætt, mentan og søgu. Her tók seg tíðliga, frá 12. øld, upp ein vinna grundað á rík kopar-, silvur- og málmnám. Fólksins mentan var sermerkt, frælsishugurin ramur, Engelbrekt Engelbrektsson, sum í 1434 stóð á odda fyri uppreisn móti sam- veldiskonginum Eiriki av Pomm- ern, var "bergsmann" úr Dalarne, og somuleiðis fór Gustav Vasa, við stuðuli úr Dalarne, undir frælsiskríggið 1521-23 móti Kristiani II. Tann lutherska rørsl- an festi tíðliga rót í hesum lands- parti. Karlfeldt Karlfeldt gav í 1895 út yrkinga- savnið Vildmarks- och kärleks- visor, í 1898 komu Fridolins visor og í 1901 Fridolins lust- gård. Við hesum verkum kom hann upp í liðið av mætum svenskum nítiársskaldum. Hann var vinmaður við Gustaf Fröding, og Hjalmar Söderberg - annars í lyndi og baksýni púra ólíkur Karlfeldt - fegnaðist sum ummælari um musikalitetin í yrkingum hansara. Karlfeldt var av søgumed- vitnari bóndaætt, men var sam- stundis lærdur maður, sum kendi seg ryktan við rót upp úr sínum jørðildi. Bóndin yrkir sjáldan um seg sjálvan, ein fyritreyt fyri hansara sjálvskoðan er nettupp ofta eitt ávíst rótloysi. Karlfeldt lýsir við álvarsemi, kæti, sjálv- spei og rúsandi dionýsiskari kenslu almúgunnar lív í Dalarne. Kunnleiki til urtir og fólkalív, kensla fyri árstíðanna skiftum og ein ávísur áhugi fyri stjørnu- spáfrøði hómast í hansara uni- versi. Høvuðsættin er norðan, høvuðsárstíðin heystið og yvir øllum dagar mánin við rúsandi og døkkari megi. Heystsins kongur Tær yrkingar eftir Karlfeldt, sum Regin Dahl hevur valt at tóna- seta, geva okkum eina ríka mynd av hesum svenska universi. Her hitta vit bønarmenn, spælimenn, sjómenn, bøndur og kamin- reinsarar. Her eru ólukkuligur kærleiki og kúgaðir húskallar. Tætt samanvovin í hesum yrkta heimi eru náttúra, gróður og sevjumikil erotikkur. Alt hetta kemur á sansaligan og mót- sagnaríkan hátt til sjóndar í tí fullkomnu yrkingini "Nattyxne", sum ber navn av einum slag av líragrasi. Í yrkingini hevur blóman fingið døgg - vakurleika og brá av hættisligari ást - frá sjálvari ástargudinduni, Venus ella Afrodite. Orð sum tungelnatt og tungel- fest í hesi yrking siga eitt sindur um tað serliga málførið í Dalarne, men sipa eisini til mánan sum veldismátt, vit eru her undir tignarstavinum hjá The White Goddess. Uppaftur týðil- igari sæst hetta í "Månhymn ved Lambertsmässan", ið er ein kvøða til mánan, heystsins kong, hvørs vald rínur við ong og skóg, hav og grøði og kvinnunnar fang, og sum førir skaldið í huganum aftur til "fädernas länder, i sagornas tid". Fridolin Standandi yvir av hesum ríku tekstum tykist Regin - eina ferð enn við støði í opinleika og viðkvæmi - at liva seg inn í orðalistina, so at bæði tann demoniski heystmánin og tann elskhugs-hættisliga kápukonan fáa klanglit. Yvir mongum av Karlfeldts tekstum er ein bell- manskur barokkdámur, týðiligur í kvøðuni til Juliu Djuplin, sum tykist vera ein nýggjari útgáva av Ullu Wiinblad. Regins lag til hesa yrking (kent frá fløguni Tú lýsti, har vit hoyra svenska sangaran Håkan Hagegård) er ein opinbering av prangandi vakurleikadyrkan. Somu djúpu lívskenslu hava sangirnir um Fridolin, henda eyðkenda Karlfeldt-figurin, skemtari og álvarsmaður, bóndi og víðfarin, sum talar við "med bönder på böndernas sätt / men med lärde män på latin". Fridolin er eisini spælimaður, dansari og skald, og í yrkingini "Kom i lunden" syngur hann tí ævinligu songdísini hásong: Hjältar, stormande kring jorden, sökte fåfängt med sitt svärd lyckan som är denne vorden kamplöst på hans dunkla färd. Schalom Ben-Chorin Um vit nú sleppa Karlfeldt, so er í einum ummæli sjálvsagt ógjør- ligt at nema við allar tættir í TÓNASKALDIÐ Tann 14. apríl gav plátufelagið TUTL út Atlantsløg - 25 fløgur við løgum eftir Regin Dahl. Rithøvundurin Hanus Kamban ummælir verkið. SEINNI PARTUR Erik Axel Karlfeldt