leygardagur 7. mai 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 85 - 7. mai 2005
35
Regins velduga verki. Hvat
viðvíkir tóna og tekstinnihaldi, er
spennið næstan ófatiligt - frá
miðøld til modernitet, frá
Grundtvig til Joyce, frá sakloysi
og framburðartrúgv undan 1914
til trúar- og rótloysi eftir 1945.
Um nazistanna ragnarøk og
tíðina aftaná talar tann sorg-
blídna og sára yrkingin "Wenn
wir die Heimat erreichten" eftir
jødiska skaldið Schalom Ben-
Chorin. Lagið hjá Regini til hesa
yrking førir okkum inn í
universið hjá Brecht og Hanns
Eisler:
Wenn wir die Heimat erreichten
Säh sie vor Scham uns nicht an.
All ihre Steine beichten
Was sie uns angetan.
Tað elegiska
Ein, ið sum undirritaði ikki er
kønur í nótum og tónalist, kennir
seg illa mentan at tala við
myndugleika um góðskuna á
hesum løgum. Hinvegin kann ein
sum lurtari halda seg til sína
intuisjón. Persónliga upplivi eg,
meðan eg lurti, at løgini ferð
eftir ferð bera við sær aha-
upplivilsir: mangan, tá ið tú
væntar, at nú kemur ein banalur
nóti, kemur nettupp frávikið, ið
ger lagið óbanalt ella enntá
raffinerað. Viðhvørt koma brot,
sum tú kennir aftur, antin tí tey,
ofta trúliga, ekkóa skjaldraløg,
ella tí at skaldið plagierar seg
sjálvt!
Sum heild hevur ein tí hug at
geva Marianne Clausen rætt, tá
hon sigur, at mong av hesum
løgum eru "góð og vøkur, spenn-
andi og skiftandi". Samstundis er
greitt, at hetta ikki er fløguút-
gáva í vanligari merking, men
varðveitsluútgáva. Ljóðgóðskan
er ymisk, og sanggóðskan
somuleiðis - av natúrligum
grundum - skiftandi. Tað hendir
seg, at sangarin hevur ilt við at
makta sín setning, stundum
syngur hann, so eingin ger
honum tað eftir.
Skal peikast á eitt eyðkenni,
sum í støðum kann gerast
veikleiki, so er tað kanska tað, at
Regin í stóran mun er ein
elegikari - ikki av arktiskum,
heldur av flatlendskum slag -
sum sitandi við Bábýlons
áarbakkar sær tekstir, við farmi
av náttúru, fólki, djórum og
gróðri, daga kallandi í firruni. Í
elegiini, sorgarljóðinum, er einki
forgjørt, og hjá Regini er hon
ofta flættað saman við vakur-
leika. Men viðhvørt tykist tað
elegiska at rína við tekstir, sum í
sær sjálvum eru óelegiskir.
Klárur steinstílur
Til seinast havi eg hug at gera
vart við eitt ummæli (í Dimma-
lætting) frá 1925 av eini
Waagstein-konsert í Havn.
Greinin er áhugaverd og
sjáldsom, tí hesin ummælarin
(hann rópar seg "Makramant")
gevur bæði Waagstein, Ó.J.
Hansen og Peturi Alberg eitt slag
av kritiskum mótspæli, bæði
atfinning og rós, og tí hann setir
tónleik og samfelag í samband
hvørt við annað. Um nýggjari
føroysk løg skrivar ummælarin,
at tey
staar ... den gamle færøske
Musik ret fjernt; de har fremfor
alt ikke dens Stil, denne Stenstil,
der altid er ren og klar, altid i
samme ufravigelige Over-
ensstemmelse med sine enkle
Grundprincipper; saa fast og
klar er kun den store Folkevise-
musik og den store klassiske
Kunstmusik. De nye Melodier,
der nu supplerer de gamle, er
friske, ofte sentimentale, ikke
altid formfuldendte, men helt
igennem fyldt med den stærke
spirekraftige Aand, der
karakteriserer det moderne
færøske Samfund - et Samfund
der er de gamles mørke og
stilfulde Verden saa fuldstændigt
modsat, uroligt, kaotisk og
parvenuagtigt som det er.
Tá ið hetta brotið verður endur-
givið, er tað tí ein spyr seg
sjálvan, um ikki Regin Dahl, í
nøkrum av sínum løgum, nærk-
ast hesi stílreinu, miðaldarligu
einfeldi. Dømir kunnu vera løg
til eitt nú "Meg droymdi ein so
sáran dreym" eftir J.H.O.
Djurhuus, "Jesus leið meg allan
aldur" (við dámi av fedranna
myrku tign!) eftir Jóannes
Patursson, "Menniskjum er ei at
skilja" (við tí bæði ræðuligu og
stórfingnu regluni: "Allir missa
lív og lund"!) eftir sama yrkjara,
og tað grípandi vakra lagið til
sálmin "Leið meg Gud á lívsins
veg" eftir Mikkjal á Ryggi.
Tjaldursklipp, hoyrt
í dreymi
Tær 25 fløgurnar í hesum savni
eru eitt gripaskrín, sum áhugað -
í Føroyum sum aðrastaðni -
kunnu nærkast, granska, brúka,
tolka, gleðast yvir og fáa íblástur
til at skapa nýggja og øðrvísi
tónlist burturúr í komandi tíðum
og ættarliðum. Uttan tað arbeiði,
sum Niels á Velbastað saman við
Regini fór undir í 1972, hevði
savnið ikki verið til í dag, og
uttan treiskt og nærlagt arbeiði
frá eldsálum sum Marianne
Clausen, Zakariasi Wang og
Kristian Blak hevði henda útgáva
ikki ligið á borðinum í dag.
Sum útgáva eru Atlantsløg
hegnisliga greidd úr hondum,
fløgulummarnir lættir og fittligir,
tekningarnar eftir Sámal Blak
reinar í sniði, trækassin lættur og
snøggur. Onkur prentvilla er í
t.d. teimum týsku heitunum.
Hinvegin eru ongar villur í
teimum nótabókum (Atlantsløg
og Atlantsløg II), sum hoyra til
savnið, og sum keyparin fær –
ókeypis – saman við teimum 25
løgunum. Útgávan er gjørd í 100
eintøkum og verður helst sum frá
líður ógvuliga sjáldsom, so her
er bara at skunda sær!
Samanumtikið tykist úr hesum
savni, og kanska serliga løgunum
til yrkingar eftir H.A. Djurhuus,
at streyma ein djúp lívskensla,
ella rættari sagt, ein melankoli,
so sár at hon nemur við hjarta-
røturnar. Kanska botnar hon í
teirri ásannan, at tilveran - sum
eitt tjaldursklipp, hoyrt hálvt í
dreymum móti lýsing, minnandi
á ómissilig lívsvirðir, ein
gloymdi at vara um ella søplaði
burtur - er bæði ófatiliga vøkur
og samstundis merkiliga hvørvin,
tí
We are such stuff
As dreams are made of,
and our little life
Is rounded with a sleep.
Regin Dahl: Atlantsløg.Samskipað:
Kristian Blak.Upptøkuskipan: Kartni
Fornagarð og Jónheðin Tróndheim.
Tekningar: Sámal Blak.Uppseting og
prentumsiting: Niels Arge Galán.
Prent og framleiðsla: Rema,Estra og
Karmur.Snikkarar:
Bygningssnikkaravirkið.Útgáva:
Plátufelagið TUTL.Prísur: kr.2000.
Ð REGIN DAHL
Magnusarkirkjan. Hevur tað
eydnast Regini Dahl – sum
tónaskaldi – at nærkast
miðaldar »steinstíli«?
Marianne Clausen skrivaði løgini eftir Regin Dahl upp