Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-07, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. mai 2005síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 85 - 7. mai 2005 Kjakbók: Eitt díki av respekt Lars-Henrik Schmidt,Om respekten, Danmarks Pædagogiske Forlag,2005 Í nógv umrøddu kjakbókini Om respekten ger Lars-Henrik Schmidt, rektari á Dan-marks Pædagogiske Universitet, upp við tíðarinnar mest sjálvsøgdu pedagogisku tankar um tolsemi, respekt og gyklan um, at vit øll hava líka nógv at bjóða – og eru so ómetaliga týdningarmikil. “Tað er jú lodrøtt lygn. Trupul- leikin er bara, at tey ungu ikki finna út av, at tey ikki eru brakandi eindømi, fyrr enn tey skulu standa á egnum beinum”, sigur Schmidt. Sambært Schmidt hava lærarar og pedagogar alt ov leingi respektera meiningarnar hjá teimum ungu, bara tí tey hava eina. Skulu vit koma úr respekt- díkinum, sum Schmidt tekur til, má tað verað loyvt lærararum at ilskast og argast og gera vart við, at øll sjónarmið ikki hava líka nógv virði. Tað gevur nevniliga onga meining at vísa respekt, um tað ikki er loyvt at vísa despekt, eitt nú fyri næmingum, sum ikki virða frálæruumhvørvið, ein lærari roynir at fremja. Bókin er ikki enn eitt álop á lærarar og pedagogar, men heldur ein roynd at definera eitt moderna repekthugtak, vit kunnu hava virðing fyri. Om respekten hevur elvt til mikið kjak, síðani hon kom út fyri tveimum vikum síðani. Eftir bert einari viku varð bókin við at vera útseld, og verður hon tí endurprentað í løtuni. ave Viðmæli: Ein søga í eini søgu í eini søgu ... Anna V. Ellingsgaard Paul Auster,Oracle Night,2003. Umsett Jørgen Nielsen,Orakelnat, Per Kofod,2004 Rithøvundurin Sidney Orr er við at koma fyri seg aftur eftir eina lívshóttandi sjúku. Ein dagin fer hann inn í ein handil, har ein loyndarfullur kinverji selur honum eina lokkandi, lítla, bláa notesbók. Orr fær hug at skriva aftur, og hetta er byrjanin til eina røð av hendingum, sum broyta tilveruna avgerandi fyri Orr og hansara nærmastu. Orr byrjar at skriva sína skaldsøgu, sum eisini hevur heitið “Orakelnat”, har alt bendir á, at Orr fær somu lagnu, sum sín høvuðspersónur, ið á ein óunniligan hátt byrjar at síggja inn í framtíðina. Bókin verður soleiðis ein kinesisk eskja av søgum - ein skaldsøga um ein rithøvund, sum frá einum øðrum rithøvunda fær íblástur til at skriva eina skaldsøgu, sum er ein lýsing av at skriva eina skald- søgu! Men Orakelnat kann eisini lesast sum ein øðrvísi og hjarta- nemandi søga um ein mann og eina kvinnu og eitt vinarlag, sum má standa sína høðru roynd. Í báðum førum handfer Auster sína snildisliga samansettu søgu so framúr væl, at tú ongantíð missir hvørki tráðin ella áhugan. Fyri ein svornan Auster fjeppara er tað freistandi at við- mæla alt hansara ritverk, sum tað er. Men minni kan eisini gera tað, og fyri nýggjar lesarar er Orakelnat avgjørt eitt gott stað at byrja. Ria Tórgarð, sjónleikari Hvørja bók lesur tú í løtuni? – Eri júst liðug við Skygger paa græsset eftir Karen Blixen og eri farin í holt við Identiteten eftir Milan Kundera. Hesar báðar fann eg í einum kassa í Gl. Bók- handli fyri 30 krónur, so tú skilir helst, at mín bókmentanarligi sjónarringur víðkast og smalkast alt eftir, hvørjar bøkur eru á út- sølu! Eri annars hervilig at dragsa bøkur heim við av útsøl- um, loppumarknaðum og Reyða Krossi í Vágsbotni. Men hvat er eitt heim uttan bøkur, sjannheit? Hvørja bók minnist tú serliga væl? – Nærum allar bøkur, eg havi lisið, hava haft ávirkan á meg, annars hevði eg helst ikki tíma at lisið tær. Men eg minnist serliga fyrstu ferð, eg las Processen hjá Kafka. Tað var, meðan eg gekk í Hoydølum, og ikki haldi eg, at eg heilt fataði, hvat tað var, hann skrivaði um og geri tað helst ikki enn. Men tað var hugtakandi, spennandi og ræðandi, at ein so ungur maður kundi skriva við so stórum lívsvísdómi. Seinni, tá eg fór í holt við Shakespeare, er tað heilt vist Hamlet, sum hevur sett síni spor. Lesi hann við jøvnum millumbilum. Hvør var fyrsta bókin, tú las? – Tað veit eg ikki rættiliga, men eg minnist, hvussu errin eg var, tá eg hevði lisið Pinocchio úr enda í annan. Aftaná hetta megnar avrik, skrivaði eg navnið hjá mær við stórum stavum í bókina, tí sjálvandi helt eg meg eiga hana tá. Eg eigi hana enn, og har stendur Jóhanna Maria, 9 ár. Ikki so galið av eini 9 ára gamlari gentu, ha? Hvørja bók, vildi tú ynskt, tú hevði lisið? – Ádú, ádú, hvat er hatta fyri ein spurningur. Men Edda havi eg ongantíð lisið, bert okkurt brot, heldur ikki Koranina, ella Kirkegaards samlaðu verk (um nakað eitur so), og so teir gomlu klassikararnar, Goethe, Schiller, og, ja listin er langur, men nái eg pensiónsaldurin, nái eg eisini hatta. Hondina á hjarta – lesur tú altíð eina bók lidna? – Áh nei, hugtekur bókin meg ikki, leggi eg hana frá mær, men tað skal nokkso nógv til. Annars eri eg ofta í holt við fleiri bøkur í senn. Er ein bók er tung at strevað seg ígjøgnum, finni eg mær onkra lættari at hava sum hjáputur! Herfyri gav Bókadeild Føroya Lærarafelags ungdómsbókina Hungursbarnið eftir danska rithøvundan, Cecil Bødker, sum Bjørg Matras Jensen hevur týtt. Søgan fer fram í 1850, tá ið tað var vanligt, at børn vórðu send út at tæna. Sama hendir Lárusi, sum er høvuðspersónur í bókini. Lárus verður sendur á ein garð at arbeiða, og meðan hann situr og ansar neytunum, kemur hann fram á gentuna Tinku, sum er svong og skitin. Hann tekur hana heim á garðin við sær, og eisini her noyðist Tinka at stríðast fyri lívinum. Bókin er eisini gjørd til filmin ”Ulvepigen Tinke”, sum snýr seg um gentuna, sum drongurin bjargar undan hungri og órøkt. Hungursbarnið er 164 bl.s. og kostar 140 kr. Eg og bøkurnar Bókatíðindi: Nýggj ungdómsbók – Ria Tórgarð vil vera við, at hennara bókmentaligi sjónarringur víðkast og smalkast alt eftir, hvat er at finna í útsølukassunum í bókabúðunum! Um eina góða viku kemur fyrsta útgávan av føroyska mentanar- blaðnum” Outsider” á gøtuna. Sum einasta blað í heiminum, hevur “Outsider” fingið loyvi at prenta eitt langt brot úr nýggju skaldsøguni hjá Einar Már Guðmundsson, Beatlemanifestet, ið kemur út í august. Eisini verður ein spildurnýggj, lang yrking eftir Jóannes Nielsen at finna í fyrsta “Outsider” Sum skilst á ritstjóranum, Kim Simonsen, kunnu lesarar vænta sær eitt vilt blað um bókmentir, rock í Føroyum, list, globaliser- ing umframt alskyns spennandi tíðindi frá tí, sum rørir seg á al- tjóða mentanarpallinum í løtuni. Íslendsk/føroysk heimspremiera