leygardagur 7. mai 2005síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 85 - 7. mai 2005
37
Mál og Mið
Í vikuni vóru tvær
stevnur hildnar, har
landsins mál og mið
vórðu viðgjørd.
Onnur var um
samspælið millum
politikk og fyrisiting,
hin um grundlógar-
arbeiðið
TINGHELLUANALYSAN
Kári á Rógvi
Marjun Hanusardóttir løgmans-
stjóri greiddi frá í fyrilestri á
ráðstevnuni í Norðurlandahús-
inum mánadagin, hvussu týðandi
tað er at vit semjast um grund-
leggjandi felags virði. Hjá fyri-
sitinigni, ið skal tæna politikar-
um úr øllum flokkum og vera til
tænastu hjá fólkinum, er tað
týðandi at seta orð tey virði, tær
grundreglur og mannagongdir.
Hesar skulu binda saman fyri-
sitingina og tryggja áhaldandi
góða fyrisiting.
Hvørji virði tjóðin øll hevur,
og hvussu landið Føroyar skipar
seg var til viðgerðar á fundi, sum
Havnar Framburðsfelag skipaði
fyri týskvøldi. Har var orðaskifti
um fyrra flaggdagsáltið hjá
grundlógarnevndini. Nevndin
hevur lagt upp til at samtykkja
stjórnarskipan fyri Føroyar, sum
skal koma í staðin fyri stýris-
skipanarlógina. Uppskotið um
stjórnarskipa ger nógv burturúr
at orða mannarættindi, valdsav-
markingar, grundreglur og onnur
politisk og samfelagslig virði,
uppskotið fer tí nóg longri og
víðari enn stýrisskipanarlógin.
Súsanna Danielsen løgtings-
stjóri tók til á fundinum, at løgið
var at fyrra flaggdagsálitið og
uppskotið til stjórnarskipan ikki
vóru meira umrødd, tí tey var
nógv meira provokerandi enn
uppskotið til ríkisflagg, sum
hevur fingið nógva umrøðu.
Lille kat på vejen
Men fyrst nøkur orð um for-
vitnisligan gest á ráðstevnuni í
Norðurlandahúsinum. Poul
Schlüter fyrrverandi forsætis-
ráðharri helt røðu um fyrisitarar
og politikarar. Tá eg hoyrdi
Schlüter hugsaði eg um tað
skeltið, sum ofta er at síggja at
arbeiðsplássum víða íkring. Har
plagdi millum annað at standa, at
praksis er tá alt riggar, men
ongin veit hví.
Danska skipanin er týðiliga av
hesum slagi. Schlüter hevði alt
gott at bera embætisfólki sínum
og donsku skipanini, men dugdi
ikki at siga, hví skipanin er so
góð. Samstundis ávarðaði hann
ímóti svensku fyrisitingarskip-
anini, men dugdi heldur ikki at
seta orð á hví. Eisini helt hann
bretsku sjónvarpsrøðina Yes
Minister vera sera góða óhugna-
liga nær veruleikanum, uttan
nevna eitt einasta dømi um akku-
rát hvussu sendirøðin kann vera
okkum til læru og áminning.
Hesin maður, sum í síni tíð lat
okkum undirgrundina, uttan at
vilja siga hví, lýsti ymiskt í
donsku skipanini og helt ferð
eftir ferð, at talan var um “rigtigt
princip” ella um “god ordning” –
men uttan nakrantíð sannførandi
at siga, hvussu hesar skipanir
virkaðu og serstakliga, hvussu
tær kundu verið fluttar í onnur
lond.
Røðan var borðin væl fram og
stundum skemtilig, men minti
meg á ráðstevnu, eg á sinni var á
hjá grønlensku sjálvstýrisnevnd-
ini. Har vóru mangir serfrøðing-
ar, ið høvdu skrivað drúgvar
greinar og hildu forvitnisligar
røður. Har var eisini fyrrverandi
ráðharrin Isi Foighel, ið sat
saman við Schlüteri í stjórn.
Hann lat onga skrivaða grein frá
sær, greiddi meira frá hvat hendi
nær í tilgongdini við grøn-
lendsku heimastýrisskipanini.
Hinir frøðingarnir vildu hava
hann at seta orð á, hví og hvussu
tað bar til at geva Grønlandi
sumt vald og summar heimildir
og ikki aðrar. Hvør var nú støða
Grønlands?
Isi tók tá til orðanna og lýsti
støðu Grønlands við yrking hjá
Piet Hein:
Lille kat, lille kat,
lille kat på vejen,
hvis er du, hvis er du?
Jeg er da min egen!
Sera hugvekjandi og fitt, men
lýsti í grundini støðuna hjá
mongum dønum, serliga
juristum, skipanin riggar, men
teir duga ikki siga hví – tí er best
at hylja støðuna í retoriskum
royki.
Hetta skal ikki misfatast sum
at eg ikki haldi at danska skip-
anin riggar. Tað ger hon. Men
danska politiska og fyrisitingar-
liga skipani er fyrst og fremst
komin fram í siðvenju. Mangar
ólukkur hjá okkum standast av,
at vit taka til okkara orðingar úr
donsku skipanini og seta tær í
gildi uttan at gáða eftir donsku
siðvenjuni.
Ikki minst í hesum í hesum
døgum, tá kjakast verður um
grundlóg ríkisins og uttanlands-
heimildir er tað hugstoytt, at vit
ikki gløggari fata donsku skipan-
ina og hepnari nýta okkara egnu
at náa innanhýis semju.
Framhald á næstu síðu
Hvørji virði tjóðin øll hevur, og hvussu landið Føroyar skipar seg var til viðgerðar á fundi, sum Havnar Framburðsfelag skipaði fyri týskvøldi
Mynd: Hans Kárason Mikkelsen