Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-07, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. mai 2005síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

TINGHELLUKLUMMAN Thomas Arabo Nú um dagarnar var ein ráð- stevna í Norðulandahúsinum um viðurskiftini millum politik- arar og umsitingina. Tað man vera lítil ivi um, at vit hava vælkvalifiseraði fólk í umsit- ingini. Ein partur av umsiting eru pappír og reglur. Hesin partur kann lærast, og hava tey flestu eina holla útbúgving í slíkum. Hin parturin er menn- iskjaligheit. Hetta er ikki nakað, man uttan víðari lesur seg til, hetta er nakað man lærir, tá man fæst við fólk gjøgnum lívið, og tá er líka mikið, hvat kandidatgradin er í. Hugburður eftir við hús Vit hoyra, at fólk hava trupul- leikar við at fáa viðgjørt um- sóknir um uppihaldsloyvi í Føroyum, tí umsitingin noktar at skriva brøv á donskum. Hvar hesin hugburður kemur frá, veit eg ikki, men eg hopi, at umsit- ing okkara í hvussu so er so mikið at sær komin, at holdn- ingar verða lagdir eftir við hús. Tá medmenniskju okkara eru í trupulleikum, tí Innlendismála- ráðið noktar at skriva brøv í tí máli, allir føroyingar skriva feil- frítt, so er okkurt rívandi galið. Ein persónur í almennari makt- positión, ið einsporað fylgir einum sekunderum prinsippi, uttan atlit til, hvussu menniskju vera viðfarin við teirra handl- ingum, verða við einum fremm- andum orði rópt “skranki- pávar”. Føroyski skattgjaldarin hevur, so vítt eg minnist, ongantíð biðið um slíkar. Eg skammist sum føroyingur Hevði málið hjá innlendismála- ráðnum av øllum illum snúð seg um deyð ting, so var kanska øðrvísi. Eftirsum tað eru menniskjalagnur, ið málið snýr seg um, so skammist eg sum føroyingur, at fólk, ið ynskja at liva og virka í Føroyum, skulu liggja í klemmu, av tí at nøkur fólk ikki vilja skriva eitt bræv á donskum. Brúkið tað mál, sum er neyðugt til at avgreiða málið! Embætisverkið eigur at av- greiða málið til frama fyri tey fólk, ið nýta skipanina so skjótt sum møguligt. Fá brøvini av- stað á donskum, enskum ella fyri tað á Swahili máli, um tað styttir um tíðina, sum hesi neyðars fólk liva í óvissu, tí onkur noktar at skriva danskt. So kunnu embætisfólk skeldast aftaná, hvørt tað var rætt ella ikki at skriva á donskum, og hvussu hetta skal gerast fram- yvir. Hetta snýr seg ikki, hvørt man er góður við føroyska málið ella ikki, hetta snýr seg um menniskjaligheit kontra einari ótrúligari kynismu, ið ongastaðnis hoyrir heima. Óføroysk kynisma í Innlendismálaráðnum TINGHELLUKRONIKKIN Agga Niclasen: attitude@niclasen.fsnet.co.uk Ein rættiliga eftirfarandi regla í bretskum politikki er, at einki er, sum tað sýnist. Fatanir og var- hugar skjóta nærum altíð við síðuna av. Skoðanarkanningar vísa á, at størsta gremjanin um Tony Blair er, at hann ikki lurtar—at hann ongantíð lurtar. Í staðin stjórnar hann hugmóðigur og ráðaríkur frá Downing Street fullkomiliga óáhugaður í hvat veljarin heldur. Men hetta er ikki rætt. Tony Blair lurtar altráur eftir hvat veljarin vil. Og um hansara andstøðufólk hildu seg vinna valstig við at ganga út frá, at hann um bera sjálvnøgd fór at missa sambandið við bretsku veljarafjøldina, undirmeta og mislesa tey bretska forsætis- málaráðharran. Uppundir valið høvdu vinstra- og høgrahallir viðmerkjarir fílst á hvussu “ósmæðið” manifestið hjá New Labour til bretska parla- mentsvalið var. Men tá ið Blair vann sítt triðja val á rað, gjørdi hann hetta plaseraður so dyggi- liga á politiska miðvøllinum. Ágrýtnið og persónliga útstrál- ingin hjá Blair kávar útyvir hvat lutvíst er ein verjukend leikætlan fyri at varðveita maktina og so- statt halda fram við at fremja politikk, hann og aðrir liberal- istar trúgva uppá: at generera ríkidømi fyri at hava ráð til at skapa eitt spennandi ný-væl- ferðarsamfelag við upplýsingar- tíðini og materialismuni sum sín snúningsdepil. Men alt til sína tíð. Tí sjálvt um ein uppgerð ímóti marxist- iskum pedantaríi er fyri neyðini, og sum lutvíst eisini er í umbúna sum vinstrafasistar—ikki bara í Englandi, men kring Evropu— endiliga fáa av at vita fyri kommunistisku lifranini, er Blair væl varugur við, at hann skal ansa sær fyri ikki at lata týðandi vælferðarbroytingar fara fyri bakka. Men ein dystur er jú í 90 minuttir og verða teir avgerandi minuttirnir, pluss tað leysa, helst halgaðir at koma heimføðisligu smánationalismuni og tí sosial- státsliga samlyndinum til lívs. Av og á tekur hann eisini fótbólts-myndburðin í brúk: “There is no point in scoring Spunasmi næstan al Tá kunnu vit sanniliga læra av praksis hjá dønum. Ein søgan er um Schlüter, tá danir í 80’unum kjakaðust um atomvápn skuldu setast á danska jørð. Hin gløggi Schlüter merkti at undirtøkan var ikki nóg mikil fyri hesum, tí segði hann á stjórnarfundi, at hann helt, at “vit bíða við at seta upp fleiri atomvápn, til tey, vit hava, eru brúkt.” Fundurin end- aði við látri og uttan nakrar kreppu og uttan ov nógv bind- andi skjøl fekk forsætisráðharrin við viðmerking síni bæði blíðka vinstraveingin og samstundis kyrra høgraveingin. Okkara millum Áhugaverdari enn at hoyra um danska praksis var á stevnunum báðum at hoyra okkara egnu fólk greiða frá. Vit eiga sera mangar gløggar eygleiðarar, ið bert ov sjálvdan eru at hoyra alment og helst ikki hava stundir, og verða ei heldur nóg ofta bidnir at greiða frá vitan og royndum sínum. Til dømis Tummas Arabo, ið hevur havt sera týðani og gjølla umhugsaða grein um játtanar- skipan og grunnar á tinghelluni, ið tíverri ongin hevur gjørt viðmerkingar til. Á ráðstevnuni í norðurlandahúsinum nært Tummas við týdningin av at fáa fleiri prinsippiellar dómar, ið kunnu vegleiða fyrisitingina og loysa tulkingarspurningar í lóggávu. Tummas skeyt upp at játta pengar til slík rættarmál, tí hóast tey beinleiðis bert hava við einstakling at gera, kunnu almennu tulkingarnar í dóminum hava týdning fyri mong onnur. Slíkir tankar eru sera við-kom- andi at arbeiða við, serliga hesum døgum, tá semja er fingin um at vit kunnu yvirtaka rættarskipan upp til landsrætt og harvið stovna okkara egna lands- rætt við gløggum og royndum lógkønum dómarum. Herálvur Joensen, ið sjálvur er sera gott boð uppá ein av fyrstu landsdómarum okkara, dugdi at gera spurningin um felags virðis- grundarlag ítøkiligan. Serliga nært hann við, hvussu vit eiga at leggja avgerðarmál í lægri stovnar, meðan tær hægru, stjórnarráðini við politikarum á odda, fyrireika og taka støðu til størri og framtíðar spurningar. Fleiri vístu á, at málsviðgerð og ikki minst kærumálsviðgerð í stjórnarráðunum forðar teimum í at fyrireka lógaruppskot, gera á lóg í kunngerð og taka prinsippi- ella støðu til virðispurningar og valmøguleikar av týdningi. Til stuttleikar er at nevna, at júst hetta uppbýtið er staðfest í svensku stjórnarskipanini, sum tí hóast úttalilsini frá Schlüteri mann hava sínar góðu eginleikar. Hin snúðni Finnbogi Ísaksson, ið manga gløgga eygleiðing hevur havt her á tinghelluni, segði seg ikki vita av frábrygdum í svensku skipanini í mun til ta donsku. Hetta talar føroysku fyrisiting- ini til lítlan sóma, at ting- og landsstýrismaður ígjøgnum nærum hálva øld ikki verður kunnaðar við skipanirnar í øllum grannalondum okkara, men bert við tær donsku. Tá var tað ein frøi at hoyra Jóannes Hansen greiða frá, hvussu grundlógar- arbeiðið var merkt av, at tey fólkavaldu vórðu kunnaði um mangar aðrar skipanir og dent- urin var lagdur á analysuna heldur enn bert á vitan. Júst greiðningin, analysan – at skilja hví – er neyðug, skulu vit ikki bara ørkymlast av roynd- unum hjá øðrum. Í so máta skuffaði innleggið hjá Leifi Abrahamsen, sum nærum bert tosaði um vitan, vit skulu savna vita og flyta vitan. Tá kommunurnar taka yvir málsøki, krevst teimum vitan. Hetta er sera vandamikið, og besta dømið um hetta er grunna- álitið, sum Leif nevndi uttan at greiða frá hví tað var so gott. Í veruleikanum ber grunnaáltið navnið av røttum tí tað er so grunt, ikki tí tað er um grunnar. Nýlig grein í lógarritinum er symptom uppá hesa einsíðugu fokusering uppá vitan. Eftir drúgvar lýsingar av beskrivilsum hjá donskum professara av eyðkennunum hjá privatum grunnum í Danmark, verður niðurstøðan gjørd, at almennir grunnar í Føroyum áttu at verið meiri sum teir privatu donsku. Punktum. Her er nyttuleys umenn rúgvusmikil vitan, men ongin greiðan, fatan ella analysa. Tey, ið vilja vita, hvussu galið tað kann ganga, tá vitan og ikki fatan ráða, kunnu hyggja at tingmálinum málinum um ALS, sum møguliga kann føra við sær at helst størsta fyrisitingarliga nýbrotið í føroysku søguni fær skaða ella fer fyri onki – bert tí stýrisskipanaráltið og grunna álitið byggja á teori, ið er tilogna sum vitan heldur enn fatan. Vónandi fáa vit í Føroyum ment eina skipan, har alt riggar og vit vita hví – og ikki eina, har onki riggar, uttan at vit vita hví. Framhald av síðu 37