Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. september 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jógvan K. Mørkøre, for- maður í Føroya Kommunu- felag, sigur við Sosialin, at endamálið við nýggja ar- beiðsgevarafelagnum er, at samskipa kommunalu løn- arsamráðingarnar. - Sum støðan er í løtuni, so kunnu fakfeløg ferðast frá kommunu til kommunu og gera sáttmálar, og tá er Kommunalt arbeiðs- gevarafelag á veg Formaðurin í Føroya Kommunufelag arbeiðir í løtuni við at gera eitt kommunalt arbeiðsgevarafelag. Fyrst í næsta mánaði verður felagið stovnað vandi fyri, at munur verður á teimum ymsu sáttmálun- um. Hesum fyribyrgja vit við at gera eitt felag, sum samráðist við fakfeløgini, sigur Jógvan K. Mørkøre. Hann heldur ikki at tað er nakað løgið í, at gera eitt kommunalt arbeiðsgevara- felag. - Tað er púra vanligt at privat feløg taka seg sam- an í arbeiðsgevarafeløg, og tað er eisini púra vanligt, at starvsfólk taka seg saman í fakfeløg. Vit kunnu ikki vera limir í Føroya Arbeiðs- gevarafelag, so tí stovna vit okkara egna felag, sigur Jógvan. Hóast tað er Føroya Kommunufelag, sum stend- ur, sum stovnari av felagn- um, so er ikki óhugsandi, at allar kommunur í Føroyum gerast limir í felagnum. Stóru kommunurnar hava sítt egna felag — Komm- unusamskipan Føroya — men tað er ikki óhugsandi at limirnir í tí felagnum eis- ini fara upp í nýggja felagið. Tað heldur Jógvan við Keldu í hvussu er. - Hóast hetta er rættuliga nýtt fyri meg, so dugi eg væl at síggja nakrar fyri- munir í einum kommunal- um arbeiðsgevarafelag, sig- ur Jógvan við Keldu, bý- ráðsformaður í Klaksvík. Hansara meting er, at tað sjálvandi er lættari at hava eina felags samráðing, held- ur enn 50 — ella har á leið — og tí er hetta ein áhuga- verdur tanki, eisini fyri Kommunusamskipan Før- oya. Hann leggur tó dent á, at málið ikki er viðgjørt í samskipanini. Hjá Starvsmannafelagn- um verður tað bara staðfest, at kommunurnar arbeiða við ætlanini. Gunnleivur Dalsgarð sigur, at tað eru kommunurnar vælkomnar til, men at hetta ikki broytir framferðarháttin hjá hans- ara felag. - Starvsmannafelagið er í ferð við at gera sáttmálar við allar kommunur. Vit hava gjørt nakrar og sam- ráðast í løtuni við aðrar. Hesum fara vit at halda fram við, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum. Hóast hann tí ikki er so bangin fyri tí nýggja arbeið- sgevarafelagnum, so vónar hann, at ætlanirnar eru meira »seriøsar« enn tær vóru mitt í áttatiárunum. — Verður tað uppskotið, sum Kommunufelagið tá hevði gjørt, grundarlagið, so er einki at tosað um. Ta ferðina høvdu teir gjørt eitt uppskot, sum var púra burtur úr vón og viti. Men lat okkum nú fáa at síggja, sigur Gunn- leivur Dalsgarð. Jógvan K. Mørkøre, for- maður í Føroya Kommunu- felag Jógvan við Keldu, býráðs- formaður í Klaksvík Gunnleivur Dalsgarð, for- maður í Starvsmannafel- agnum 10 11 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 173 - 9. september 2000 Nr. 173 - 9. september 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart NÝTT HÁR! Nú koma vit aftur á vitjan í Føroyum. Við okkum hava vit snotuligasta úrvalið av hárkollum og parúkkum. Vit hava einaumboðan av nýggjari japanskari tægr, sum er einastandandi slitsterk, og tískil serstakliga vælegnað til fólk við kropsliga hørðum arbeiði - til dømis fiskimenn, handverkarar og onnur. Hárluturin hevur ótrúlig evni at halda hársniði, og verður ikki sleipin sum frálíður. Harumframt er hann sera vælegnaður til varandi áseting. Og júst varandi áseting er serøki okkara. Lagdur verður ein tráður undir húðina, og síðan verður hárluturin fastgjørdur. Nú vaskar og greiður tú hárið, sum var tað títt egna. Ein lættur og fittligur máti at endurnýggjað hárið. Sjálvur avger tú alt um lit, snið, bygnað o.s.fr. Legg til merkis: Vit eru fremstu útvegarar og serfrøðingar Danmarkar tá umræður øðrvísi hár, so kom innar og hygg at tilfarinum... HOTEL HAFNIA (Loftið) Leygard. 16. sept. og sunnud. 17, sept. frá kl.14.00 - 19.00 SJÓMANSHEIMIÐ Í KLAKSVÍK Mánad. 18. sept. kl.12.00 - 18.00 Vinarliga ring og bílegg tíð -Góðir brúktir frá REYNI SERVICE REYNI SERVICE Opi : M n.-fr . 8.00-17.00 Vegurin Langi -188 Hoyvík - Tel. 313040 Sosialurin - 311820 Sýnaður 6/99 TOYOTA CARINA E 2,0 GLi SEDAN Skrás.: 17-08-92 Km.: 95.000 Prísur: 85.600,- Garanti* TOYOTA CARINA E 2,0 Gli AUT. GEAR Skrás.: 13-06-96 Km.: 82.000 Prísur: 127.600,- Garanti* TOYOTA CARINA E 2,0 Gli SED. Skrás.: 30-04-98 Km.: 24.000 Prísur: 167.600,- Garanti** TOYOTA CARINA E 1,6 GXi Skrás.: 11-09-95 Km.: 48.000 Prísur: 110.600,- Garanti* TOYOTA CARINA Skrás.: 12-04-96 Km.: 105.000 Prísur: 105.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 1,3 GALLA Skrás.: 20-09-95 Km.: 72.000 Prísur: 85.600,- Garanti* Sýnaður 2/99 TOYOTA COROLLA 1,3 STATION Skrás.: 13-04-92 Km.: 110.000 Prísur: 57.600,- Sýnaður 8/00 TOYOTA COROLLA 1,3 STW. Skrás.: 01-06-92 Km.: 82.000 Prísur: 62.600,- TOYOTA CARINA E 1,8 Gli Skrás.: 28-06-95 Km.: 72.000 Prísur: 108.600,- Garanti* TOYOTA YARIS 1,0 TERRA Skrás.: 07-05-99 Km.: 30.000 Prísur: 112.600,- Garanti** TOYOTA YARIS 1,0 TERRA Skrás.: 21-04-99 Km.: 26.000 Prísur: 118.600,- Garanti** TOYOTA CARINA 2.0 Gli Skrás.: 02-07-90 Km.: 170.000 Prísur: 65.600,- VOLVO 460 SEDAN Skrás.: 25-05-90 Km.: 92.000 Prísur: 48.600,- TOYOTA COROLLA 1,3 H/B Skrás.: 20-04-99 Km.: 7.000 Prísur: 128.600,- Garanti** HONDA CIVIC 1,4 Skrás.: 07-04-97 Km.: 52.000 Prísur: 110.600,- Garanti* * Brúktir bilar yvir 75.000 kr. verða seldir við BRÚKTBILAVÁTTAN ** TOYOTA bilar hava 3 ára garanti frá fyrstu skrás. dato Støkk inn á gólvið! FORD MONDEO 2,0 AIR-CON Skrás.: 02-07-96 Km.: 52.000 Prísur: 120.600,- Garanti* PEUGEOT 106 DIESEL Skrás.: 15-05-96 Km.: 60.000 Prísur: 63.600,- KIA SEPHIA 1,5 Skrás.: 17-04-97 Km.: 59.000 Prísur: 62.600,- KIA SEPHIA 1,5 Skrás.: 14-03-97 Km.: 107.000 Prísur: 58.600,- VOLVO 240 GL AUT. Skrás.: 04-06-86 Km.: 165.000 Prísur: 22.600,- NISSAN PATROL 4x4 Skrás.: 01-07-89 Km.: 197.000 Prísur: 55.600,- FORD COURIER DIESEL Skrás.: 22-05-94 Km.: 91.000 Prísur: 48.600,- VW TARO 4x4 PICK-UP Skrás.: 05-11-91 Km.: 175.000 Prísur: 72.600,- TOYOTA COROLLA 1,3 GALLA Skrás.: 01-05-95 Km.: 139.000 Prísur: 87.600,- Garanti* VØRUVOGNAR AVHEINTINGAR- TILBOÐ OPEL CORSA 1,4 SWING 5 HURÐ. Skrás.: 19-06-96 Km.: 61.000 Prísur: 83.600,- Garanti* FORD ESCORT 1,8 Skrás.: 21-08-95 Km.: 81.000 Prísur: 65.600,- FORD ESCORT 1,8 T-DIESEL STW. Skrás.: 08-10-97 Km.: 24.000 Prísur: 118.600,- Garanti* MAZDA 323 DIESEL Skrás.: 04-07-97 Km.: 90.000 Prísur: 114.600,- Garanti* OPEL ASTRA 1,8 STATION Skrás.: 09-11-95 Km.: 71.000 Prísur: 79.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 1,3 TERRA Skrás.: 16-03-98 Km.: 50.000 Prísur: 112.600,- Garanti** Sýnaður 12/99 Sýnaður 6/99 Sýnaður 3/00 TOYOTA CARINA 2,0 Xli Skrás.: 19-10-90 Km.: 122.000 Prísur: 57.600,- TOYOTA CARINA 2,0 Gli L/B Skrás.: 14-08-91 Km.: 69.000 Prísur: 72.600,- Garanti* Sýnaður 5/99 Sýnaður 12/99 Sýnaður 8/00 TOYOTA LANDCRUISER 4,0 TURBO Skrás.: 20-10-88 Km.: 159.000 Prísur: 99.600,- Sýnaður 12/98 TOYOTA LANDCRUISER 2,4 DIESEL Skrás.: 05-11-86 Km.: 230.000 Prísur: 48.600,- TOYOTA DYNA 150 V/LAST Skrás.: 24-02-97 Km.: 100.000 Prísur: 90.600,- FORD SIERRA 1,6 Skrás.: 10-05-89 Km.: 110.000 Prísur: 12.600,- Sýnaður 5/00 NISSAN BLUEBIRD Skrás.: 12-06-87 Km.: 157.000 Prísur: 17.600,- VW LT 35 VAN Skrás.: 30-06-93 Prísur: 39.600,- TOYOTA CARINA 1,6 XL SEDAN Skrás.: 19-10-87 Km.: 175.000 Prísur: 7.600,- Sýnaður 10/98 FORD ESCORT Skrás.: 14-03-88 Km.: 177.000 Prísur: 9.600,- Sýnaður 3/99 TOYOTA CAMRY 1,8 Skrás.: 30-06-88 Km.: 140.000 Prísur: 15.600,- OPEL ASCONA 1,6 Skrás.: 01-01-87 Prísur: 3.600,- Sýnaður 4/99 HONDA ACCORD Skrás.: 09-04-87 Km.: 179.000 Prísur: 14.600,- Sýnaður 5/98 Sýnaður 5/00 TOYOTA CARINA 1,6 DS Skrás.: 09-06-87 Km.: 221.000 Prísur: 15.600,- Sýnaður 5/00 STEFAN Í SKORINI Fróðskaparsetrið hevur sett met við nýggjum student- um. 82 nýggj andlit verða at síggja á Setrinum í ár. Av teimum tilsamans 130 studentunum eru 82, sum byrja lesturin á fyrsta ári. Hetta er væl meira enn helvtin av øllum studentun- um. Orsøkin til ta stóru til- gongdina er, at allar tríggjar deildirnar hava tikið nýggj- ar studentar inn, og tær hava eisini tikið nógvar nýggjar sammett við onnur ár. Á Náttúruvísindadeildini eru 20 nýggir studentar í støðisútbúgving í stødd- og alisfrøði. Á Føroyamáls- deildini eru 25 tikin inn til exam. art. í norðurlendskum og serliga føroyskum máli og bókmentum. Á søgu- og samfelagsdeildini eru 37 nýggir studentar tiknir inn til ársnám í samfelagsfrøði. Ársnámini eru fleiri í tali, og tey kunnu setast saman til BA. Tey samfelagsfrøðiligu námini eru tey einastu nýggju skeiðini á Fróðskap- arsetrinum. Einki pláss Tað er óivað gleðiligt, at alt fleiri velja at fáa sær víðari útbúgving her heima, men umstøðurnar hjá teimum lesandi í Føroyum eru sera vánaligar. Í løtuni eru ikki færri enn seks ymiskir bygningar, sum Fróðskaparsetrið nýtir. Nakrar deildir eru í teirra egnu húsum í Nóatúni og í seturshúsunum á Debesar- trøð. Søgu- og samfelags- deildin er í J.C. Svabosgøtu. Harumframt er undirvísing í Brúna skúla hjá Venjing- arskúlanum og úti á Sjó- mansskúlanum. Umsitingin húsast á setursskrivstovuni, sum liggur handan Á. Her eru tilsamans seks ymiskar adressur, sum studentarnir mugu renna ímillum, og tað fer ikki at bera til í longdini. Malan Marnersdóttir er rektari á Fróðskaparsetri Føroya, og hon sigur, at hetta er alt plássið, sum tey hava fingið. Hon leggur afturat, at plásstrot og hølis- trupulleikar er ein vanligur trupulleiki hjá fleiri almenn- um lærustovnum. Fróð- skaparsetrið er sostatt ikki eindømi. Spurd um tað ikki er løgið at taka so nógvar nýggjar studentar inn, tá umstøð- urnar eru so vánaligar, svar- ar Malan Marnersdóttir, at tey hava tikið inn eftir tí, tey fingu lovað áðrenn summarfrítíðina. Hon ásannar samstundis, at um- støðurnar eru als ikki nóg góðar. Hon sigur eisini, at hølini á Sjómansskúlanum fingu tey lyfti um einaferð í vár. Enn er eingin varandi loysn funnin á hølistrupul- leikunum á einum av okk- ara hægstu lærustovnum, og ógreitt er, hvussu støðan verður næsta ár. - Nú fáa vit at síggja, tí hetta eru bara fyribils av- talur, ið vit hava gjørt. Einki varandi er komið uppá pláss, og tí mugu vit hava fund við Undirvísingar- og og mentamálastýrið og saman finna eina loysn á málinum, sigur Malan Marnersdóttir. Hon sigur seg sjálvandi vænta, at okkurt munagott kemur burturúr. Rektarin á Fróðskapar- setrinum er enn ikki greiður yvir, um talan verður um at fara undir at byggja nýggjan bygning til Fróðskaparsetr- ið, og hon skuldi verið tann fyrsta at fingið nakað at vita tí viðvíkjandi . Neyðugt við lestrarumhvørvi Tað er avgjørt tørvur á betri umstøðum fyri studentarnar á Setrinum, tí støðan í dag er ótolandi við so nógvum ymiskum bygningum. - Tað er sjálvandi best, um Fróðskaparsetrið verður savnað undir eina lon, so studentar kunnu uppliva eitt veruligt lestrar- og gransk- ingarumhvørvi, tí tað er ein týðandi partur av lestrinum, sigur Malan Marnersdóttir. - Studentarnir hava heilt einfalt ov vánalig viður- skifti. Tað eru nøkur spjadd undirvísingarhøli og einki Fróðskaparsetrið illa spert Nú eru studentarnir á Setrinum farnir aftur á skúlabonk, men umstøðurnar eru alt annað enn góðar, tí húsast verður í seks ymiskum bygningum annað, leggur Malan aftur- at. Studentarnir hava sostatt ikki serliga góðar møgu- leikar at koma saman uttan- fyri skúlastovuna, og tað eigur tað at verða møguleiki fyri. Nýggjar lærugreinar Hóast teir núverandi álvar- somu trupulleikarnar hava tey gott mót á Fróðskapar- setrinum, tí í næstum verður farið undir eina nýggja út- búgving. Ætlanin er, at geva før- oyingum møguleika at fáa eina KT útbúgving á Setr- inum. Í vár varð tosað um at byrja eitt KT nám, og tær ætlanirnar eru ikki sleptar enn. Talan er um framhald av støðisútbúgving í KT-frøði, og tað verður ein opin út- búgving, har studentarnir bara eru hálva tíð. Teir taka so eina hálvtannað ára út- búgving yvir trý ár. Ætlanin var at fáa tað í gongd í ár, men tað hevur ikki ligið fyri. Vegna plásstrot mugu studentar av Fróðskaparsetrinum hava undirvísing á Sjómansskúlanum Mynd: Jens Kr. Vang