Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. september 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 13 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 173 - 9. september 2000 Nr. 173 - 9. september 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Jú tí›in hon gongur Klaksvíkingar – a›rir nor›- oyastevnugestir! Eg havi ein trupulleika. Hvat skal ein íslendingur siga í rø›u á Nor›oya- stevnu? Klokkan 12 á mid- nátt? Nøkur hava givi› mær bo› um evni – bo› sum eg í roynd og veru ikki skilji. Ein sigur, at rø›an ikki skal vera ov long. Ta› skilji eg. Ein annar sigur, at hon má ikki vera ov alvorlig. Ta› skilji eg eisini. Tann tri›i sigur, at hon skal vera bæ›i alvorlig og vi› onkrari skemtan. Í hvussu er havi eg fingi› tey bo›, at eg ikki skal tosa um bispar, prestar ella dómarar í fótbólti. Eg veit ikki rættliga hvussu eg skal baka okkurt úr øllum teim misvísandi bo›unum. Klokkan 12 á mi›nátt. Tá kanska øll hava fingi› eina gó›a kenning. Men tá minnist eg, at um- lei› helmingur av klaksvík- ingum er baptistar, og bap- tistar drekka ikki. Skal so rø›an bara vera fyri helming av klaksvík- ingum? Og hvat skal evni› vera? Skal eg tosa sum ein altingsma›ur úr Íslandi? Nei, ta› hóskar seg ikki, tá eg skal siga okkurt skemti- ligt. Sum íslendingur? Nei, ikki um rø›an skal vera stutt. Men hví ikki sum ein gamal klaksvíkingur. Hví ikki mála nakrar myndir av teimum sumrunum sum Klaksvík fostra›i meg frá 8 ára til 14 ára aldurin? Langa fer›in gjørdist stutt Skjótt koma í minni nakrar myndir. Tær fyrstu frá 1958. Men tá eg hugsi um tær myndir og síggi allar broytingarnar í Klaksvík sí›ani tá, spyrji eg meg sjálvan, um eg longu eri vor›in 200 ár – so stórar eru broytingarnar. Tá eg kom fyrstu fer› til Klaksvíkar, tók fer›in næsta tr‡ døgn – fyrst vi› Dronn- ing Alexanderine til Havnar og so ví›ari vi› gamla Britt- ons Pride til Klaksvíkar. Tá vit afturímóti komu sí›sta mikudag, tók ta› okkum bert hálvanannan tíma úr Ís- landi í Vágar – ta› vil siga, at vit vóru nógv skjótari úr Íslandi til Føroyar, enn ta› tók okkum at sigla vi› Pride úr Havn til Klaksvíkur í 1958. Her er hóskandi at siga, sum so ofta hoyrist hjá før- oyingum: Ja, tí›in hon gongur. Og me›an tí›in gongur, síggja vit broyting- ar. Summi ræ›ast tær broyt- ingar, tí vit vita, hvat vit hava, men óttast ta› sum vit fáa ísta›infyri. Fyri smádrong úr Íslandi var ta› ein stór broyting at fara av húsi og búgva nøkur summur hjá frændum og vinum her í Klaksvík. Fyri Hjalmar Waag má ta› vera ein serlig gle›istund at standa her í Vágstúni og halda eina rø›u. Ikki bara tí íslendskum politikkurum, sum føroyskum, dámar væl at halda rø›ur, men meira tí her standi eg á fedranna heimsta›i – fedranna grund – og heilsi teirri bygd, sum hevur veri› mær so gevandi. »Lengi b‡r a› fyrstu ger›,« sigur eitt íslendskt or›atak og vísar til tann heim, sum barni› veksur upp í og leggur grundina til lívi›. Fyri meg sum smá- drong var heimurin Klaks- vík. Kanska ikki so stórur heimur – avmarka›ur av Kunoyargalvi og Bor›oya- vík vi› sínum vøkru fjøll- um. Ikki stórur heimur, og á onkran hátt isolera›ur, men ríkur av mannlívi í allari sín- ari breidd og vakurleik. Isoleringin Her lærdi smádrongurin at skilja hvussu fólki›, havi› og vinnulívi› renna saman í eitt samfelag. Róligt og fast móta› eftir reglum, sum ongin skilti, men allir res- pektera›u. Mannlívi› hevur sínar kenslur og sín vilja – alt samanlagt leggur ta› grunnin til eina sterka heild – at vera klaksvíkingur. Smádrongurin úr Íslandi sigur eina stóra tøkk fyri at hava fingi› høvi til at vera ein t‡dningarmiklan part av lívi sínum luttakari í samfel- agnum Klaksvík. Har lærdi hann, at vi›- hvørt var isoleringin í hes- um einastandandi samfelagi brotin. Til dømis tá Pride fór mikukvøld til Havnar ímóti Tjaldrinum og kom aftur til Klaksvíkar vi› fer›afólki og donsku blø›unum. Tá var ta› eitt eygablik, sum heim- urin uttanfyri kom inn á pollin í Klaksvík og klaks- víkingar lósu og hoyrdu ta› n‡ggjasta úr heiminum. Ígjøgnum vinir ni›ri, ígjøgn- um Hjemmet, Familie Jour- - nal og Anders And. Men so dagin eftir var heimurin aftur stongdur, og lívi› í Klaksvík gekk aftur sum fyrr. Isoleringin var eisini brot- in, og tann stóri heimurin vísti seg, tá tey donsku verjuskipini komu inn. Niels Ebbesen, Hvidebjørn og hvat tey nú itu. Tá var ta› naka› undarligt fyri unga drongin at síggja, hvussu hópin av ungum og fittum klaksvíksgentum fóru í flokkum í b‡in í sínum fín- astu troyggjum og vi› rey ›- ari varrum enn nakrantí› á›- ur, og í b‡num var onkur sterkur luktur. Ta› var ikki fyrr enn smádrongurin bleiv eldri, at hann skilti, hvat ta› var sum heimurin bjó›a›i Klaksvík hesi kvøldini. Har fann hann út av, onkrum sum eitur romantikkur og undarligar kennslur. So ímillum Pride og verjuskipini var alt sum á›- ur. Teir eldru sótu og krok- a›u undir skjøldrinum í sto- iskari ró, og heimurin bleiv aftur bundin af Kunoyar- galvi og Bor›oyavík. Lívi› í Klaksvík veri› ein stu›ul Klaksvík er einasti sta›i› í heiminum, har eg havi upp- liva›, at sunnudagurin er hvílidagur. Íslendingar hava enn ikki lært ta›, og kanska hava føroyingar gloymt ta›. Men hátí›ardámin lærdi drongurin her í Klaksvík. Men han lærdi eisini, at klaksvíkingar eisini vita, hvussu ta› er at skemta sær. Í brúdleypum, stórum fø›- ingardøgum ella á sjálvari Hjalmar Waag Árnason Hjá smádrongi úr Íslandi var ta› ein stór broyting at fara av húsi og búgva nøkur summur hjá frændum og vinum her í Klaksvík, seg›i Hjalmar Waag, tá hann helt rø›u á midnáttarsamkomuni á nor›oyastevnu fyrr í summar. Vit prenta rø›una, sum er ein kvø›a til noy›ingar og allar føroyingar Hjalmar Waag Árnason er av føroyskari ætt. Abbin var Hjalmar Waag , nor›uri í Vági. Her er hann saman vi› dóttrini, sum fyrstu fer› vitjar landi› hjá langabbanum nor›oyastevnu. Í kappró›ri- num, at ganga í b‡num og síggja fólk, í dansinum – eta, drekka og vera gla›ur. Solei›is havi eg uppliva › nor›oyastevnu sum smá- drongur og solei›is vil eg minnast nor›oyastevnu. Onkuntí› komi eg í tankar um, hvussu nógv giftarmál eiga røtur í Nor›oyastevnu. Ta› kundi veri› vert at granska – í hvussu so er standa í minni ævint‡r- myndir av ungfólki á nor›- oyastevnu vi› glógvan í eygum á veg inn í náttina. Nú hevur hetta unga fólk fingi› størri búk, minni hár og kanska minni glógvan í eygum. Fyri tey, sum tey yngru, er nor›oyastevna ein stór gle›istund. Hendan gamla myndin av lívinum í Klaksvík hevur veri› mær gó›ur stu›ul í mínum lívi. Ta› hevur nógv at siga øll at vita, at ta› menniskjaliga hevur stórt vir›i og at í samfelagnum eru vit einstøk, men saman í einari heild. Ta› lærdi eg í Klaksvík, og fyri ta› sigi eg aftur stóra tøkk. Hóast Kunoyargalvurin er her enn og Bor›oyavík eis- ini, kann man siga, at tann stóri heimurin er flogin inn á gólvi› í Klaksvík líka sum a›rasta›ni. Teldur, internet, sjónvarp og anna› vi› n‡ggjari tøkni hava bundi› heimin vi› n‡ggjum bond- um og broti› isoleringina. Heimurin er ikki bara bund- in vi› fiskavirkinum á Kósi- ni ella føroyska dansinum. Hann liggur allur undir. Før- oyingar leita fram í n‡ggj- um heimi. Vit lesa um før- oyska landsli›i›, sum vinn- ur á Eysturríki í fótbolti, síggja føroyska flaggi› á skipum um allan heim, og nú sær man Føroya Bjór í tí gitna handlinum í Íslandi: Ríkinum. Ja, tí›in hon gongur. Sambandsmenninir eru gloymdir Eisini lesa vit og hoyra, at hvør føroyingur nú metir um, hvørja stø›u hann skal taka vi›víkjandi sjálvst‡ri- num – tí stóra málinum hjá eini og hvørjari tjó›. Frá 1918 til 1944 var sama stø›a í Íslandi. Okkara stø›a var so tikin í 1944. Sí›ani tá hevur íslendska fólki› havt sjálvst‡ri. Ta › eru ikki meir enn um 50 ár sí›ani. Men ta› vita vit at tey árini eru størstu fram- bur›sárini í íslendskari søgu. Er ta› tí at vit tóku sjálvst‡ri, ella var ta› okkurt anna›? Ta› skal ikki svarast her, men íslendingar minn- ast enn 17. juni í 1944. Tá eg kom higar sí›sta mikudag, spurdi ein gó›ur føroyingur meg, hvørjir vóru sambandsmenn í Ís- landi fyri 1944. Eg mátti hugsa meg leingi um, á›r- enn eg svara›i, at eg kundi ikki minnast hvørjir teir vóru. Eg hugsi, at teir eru allir gloymdir. Ta› eru ikki teir, i› yrkingar eru skriva ›- ar um, ta› eru ikki teir, i › vóru mála›ir, ta› eru ikki teir, sum eru nevndir í søg- uni. Ta› vóru frælsishetjur- nar. Hinir høvdu kanska ikki ta› at berjast fyri, sum var vert at minnast. Íslendingar skilja væl tá stø›u, sum føroyingar eru í nú. Hjarta› okkara slær vi› tykkum. Hvat úrsliti› enn ver›ur er ta› vist, at ís- lendingar eru til sta›ar sum frændur, grannar og vinir. Samvinnan millum hesar lítlu grannatjó›ir í Nor›ur- atlantshavinum skuldi veri › nógv størri, tí saman geva tær hvørjari a›rari stu›ul til at byggja upp inn í framtí›- ina. Og vit skulu minnast, at sjálvt um vit tilsamans ikki eru meira enn gott 300.000 fólk, so er øki› okkara stórt - havi› og mannlívi› á hesum oyggjum er ta› ríki- dømi, sum vit saman kunnu gera enn sterkari. Ta› er heilsan, sum eg flyti úr Íslandi til Føroyar, og eg ynski klaksvíkingum og ø›rum nor›oyastevnu- gestum alt ta› besta á stevn- uni og í framtí›ini. Myndir: Jan Müller Í 70-árunum var farið niður til Danmarkar at fáa sær royndir og út- búgving á Designskúlanum. Tað bleiv til nakrar tekningar, permur til bøkur, plátuhúsar, búmerkir og fotoframsýningar. Tá ið 80-árini komu, var farið aftur til Føroya, har arbeitt varð við formgeving av bókum, permur, faldarar, plátuhúsar, búmerkir, foto, lýsingar, ljósmyndasýningar, veggjaprýði og annað. Eisini var farið undir at framleiða »jinglur«, kulissur og grafiskt arbeiði til Sjónvarp Føroya, umframt onkra sjónvarpssending. Í 90-árunum hevur Grafik Studio eisini arbeitt við form- geving, framleiðslu av bókum, permum, faldarum, búmerkjum, lýsingum og ljósmyndaframførslum. Eisini hevur verið arbeitt við videoframleiðslu og sjónvarps- lýsingum umframt design og framleiðslu av heimasíðum. Nýggja øldin hevur stórar avbjóðingar við sær. Grafik Studio er farið - og fer enn longri - inn á nýggjar leiðir innan teir miðlar og ta tøkni, sum verður brúkt í dag. Umframt at vaksa um partin av prentlutum, verður í ár 2000 og frameftir arbeitt enn meira við at designa og framleiða aktivar heimasíður, CD-Rom, DVD og aðrar miðlar, har allar royndir okkara tey síðstu 30 árini smelta saman. Í dag starvast trý fólk fast hjá Grafik Studio, umframt tað arbeiði, sum dugnalig virkir og fakfólk gera fyri okkum. Tað er tó pláss fyri einum ella tveimum fólkum afturat, so vilt tú verða partur av eini spennandi fyritøku, sum ætlar at seta sín dám á nýggju øldina, so les starvslýsingarnar... Grafiskur designari Tú ert útbúgvin designari ella grafikari og hevur skil á sýnissamskifti (visuellum samskifti). Tú veitst hvussu tú skapar sýnis-ætlanir ella sýnissamleikar fyri virkir, stovnar, vørur og hendingar. Tú ert sostatt við í teimum avgerðum, sum viðskiftafólkið tekur í sambandi við ta kunning/lýsing, sum avsendarin vil hava fram. Tú arbeiðir professjonelt - sjálvstøðugt og í bólki. Tú vilt gjarna liva og arbeiða í einum kunningarsamfelagi við telduni, sum títt dagliga amboð. Lærlingur: Grafikari Um tú ert vill/ur við grafiskari kunning, so er grafikari júst nakað fyri teg. Tú veitst eina rúgvu um teldur og dámar væl at arbeiða við ymiskum forritum og gera myndir og tekst til heimasíður og prentlutir. Tú hevur góðan form- og litsans, dugir kanska eisini at tekna og kundi væl hugsa tær eina útbúgving innan økið. Heldur tú, at tú passar til omanfyri nevndu lýsing, so send okkum nøkur orð um teg sjálvan og nøkur dømir uppá, hvat tú hevur gjørt. Løn og treytir eftir nærri avtalu. Vilt tú vita meira um størvini, so ring til okkum og spyr eftur Inga. Umsóknir skulu vera okkum í hendi innan 22. sept.