leygardagur 9. september 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
15
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 173 - 9. september 2000
Nr. 173 - 9. september 2000
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
EYÐUN KLAKSTEIN
Nú er 5 ára gamli Bergur
farin at flenna eftir tekni-
filmunum hjá sær í øðrum
støðum, enn hann plagdi at
gera. Fyrr vóru tað bara
myndirnar, sum kundu fáa
hann at flenna, men nú kann
hann fyri fyrstu ferð hoyra
stuttligu ljóðini, sum ljóma
aftur við Tom og Jerry, og
tað hevur givið honum eina
nýggja verð at leita inn í.
Tá Bergur Nón var hálvt
ára gamal fingu foreldur
hansara at vita, at hann var
rørslutarnaður og deyvur.
Men fyri tveimum vikum
síðani hoyrdi hann fyri
fyrstu ferð.
- Vit hava longu sæð
eina broyting, men tað
ganga eini trý ár áðrenn vit
vita, hvussu endaliga úrslit-
ið av skurðviðgerðini verð-
ur, sigur Elna Nón, sum er
mamma Bergur, og sum býr
saman við manni sínum,
Johnny, í Runavík.
Eisini tveir synir hjá
Tórhalli Áslaksson og Turid
Askham á Argjum hava
fingið somu skurðviðgerð,
og bæði knapt 1 ára gamli
Fríði og 8 ára gamli Dánial
hoyra nú.
- Tað er longu hent størri
framstig, enn vit høvdu
vónað frammanundan, og
vit hava mót uppá, at tað
skal blíva enn betur, sigur
Turid Askham.
Sonur hennara, Dánial,
er farin at smílast, tá hann
hoyrir poppbólkin, Venga-
boys.
Nýggj tøkni
Tær báðar familjurnar vóru
um mánaðarskiftið juni/juli
í Hannover, har serkønur
lækni setti tað, tey rópa
Cochlea Implant, inn í oyra
á dreingjunum.
Hetta er nýggj tøkni,
sum ger at deyv kunnu
hoyra. Hvussu væl tey
koma at hoyra er ymiskt frá
fólki til fólk, men umráð-
andi er, at skurðviðgerðin
verður gjørd so tíðliga sum
gjørligt.
Ein leiðari verður lagdur
inn í oyrasnigilin, og hann
skal geva boð til hoyrisentr-
ið í heilanum. Við oyrað
verður eitt tól opererað inn
undir húðina, og uttaná er
síðani eitt tól afturat, sum
magnetar við tólið inni und-
ir húðini.
Tólið, sum situr uttan á
høvdinum, verður drivið av
einum lítlum streymveitara,
og tólið skal so uppfanga
ljóð.
Hendan tøknin er nýggj,
men hevur verið roynd í
nøkur ár við góðum úrslit-
um, og nú vóna foreldrini
at teimum føroysku børn-
unum, at tey fara at fáa ein
nýggjan møguleika at sam-
skifta við síni børn, og at
tey, sum ikki duga teknmál,
eisini kunnu samskifta við
tey.
Fingu vón úr Danmark
Tá foreldrini hjá Bergi Nón
fingu at vita, at sonur teirra
var deyvur og rørslutarnað-
ur, komu tey skjótt á sporið
av Cochlea Impant. Síðani
Deyvu dreingirnir
eru farnir at hoyra
Tríggir føroyskir dreingir, sum hava verið deyvir alt sítt lív, eru nú farnir at hoyra aftur. Hóast stutt tíð er liðin síðani
skurðviðgerðina, síggja foreldrini longu størri framstig, enn tey høvdu vónað frammanundan
hava tey stríðst fyri, at sonur
teirra kundi fáa hetta tól í
oyra.
Í 1998 var ein danskur
serpedagogur í Føroyum og
kannaði Berg, og hann helt,
at góðir møguleikar vóru
fyri, at Bergur kundi skurð-
viðgerast á sjúkrahúsi í År-
hus. Men hóast foreldrini
hjá Bergi fingu góðar vónir
eftir vitjanina hjá danska
læknanum, gjørdist skurð-
viðgerðin í Danmark til
einkis, tí sjúkrahúsið hevði
ymsar umberingar fyri, at
tað skuldi lata seg gera.
Síðani fingu Elna og
Johnny samband við eitt
Fríði, sum skjótt verður eitt ár, Dánial, sum er 8 ára gamal, og Bergur, sum er 5 ár, hava allir fingið serliga skurðviðgerð í Týslandi, og tað gera, at teir nú eru farnir at hoyra.
Mynd: Jens Kristian Vang
sjúkrahús í Hannover, sum
spesialieraði seg í Cochlea
Implant, og tað var av hes-
um sjúkrahúsi, at tey í fjør
fingu boðini um, at Bergur
kundi skurðviðgerast hjá
teimum. Hesi boðini fingu
foreldrini hjá Fríða og
Dániali eisini.
28. juni fingu Fríði og
Dánial skurðviðgerðina í
Hannover, og 3. juli fekk
Bergur sítt i tól í oyra.
Óvæntað ljóð
Eftir
skurðviðgerðina
skuldu børnini fyrst koma
fyri seg, men fyri tveimum
vikum síðani vóru nýggju
tólini sett til.
- Tað var stuttligt at
síggja, hvussu Bergur rea-
geraði, tá tólið varð sett til,
og hann hoyrdi fyri fyrstu
ferð. Tað sást á honum, at
okkurt óvæntað hendi.
Hann hugdi rundan um seg,
sum fyri at spyrja, hvat sør-
in var hatta, greiðir Elna
Nón frá.
- Nú vóna vit, at Bergur
kemur kunna siga nøkur
orð og at skilja tað, sum vit
siga við hann. Higartil hava
vit bara kunnað samskift
við teknmáli, men nú royna
vit alla tíðina at tosa við
hann. Tað er sum at byrja
við smábørnum, tey skulu
læra tað heilt frá grundini
av, sigur mamman.
At byrja við skulu
dreingirnir hava ljóðinn-
trykk av alskyns slagi, og
Bergur, ja, hann er serliga
fegin um klokkuljóð, tí tá
hann hoyrir tey, fer hann at
smílast.
Umframt vónina um, at
Bergur kann koma at tosa
eitt sindur og skilja, hvat
fólk tosar um, er eisini
møguleiki fyri, at hann
kemur at styrkjast á annan
hátt. Rørslurnar broytast, tá
børn fara at hoyra, og tað
gerst meira áhugavert at
venda sær og fylgja við, tá
onkur ljóð eru at hoyra.
-
Týskvøldið
hugdi
Bergur fyri fyrstu ferð eftir
Dagur og Viku. Tað hevur
hann ongantíð tímað áður,
tí hann hevur einki hoyrt. Nú
hoyrir hann so mikið, at
hann tímir at sita í friði, tá
vit hyggja eftir tíðindasend-
ingini, og tað var stuttligt at
uppliva, sigur Johnny
Fingu góða hjálp
Besti møguleikin fyri einum
góðum úrsliti við Cochlea
Implant er, um skurðvið-
gerðin verður gjørd so tíðl-
iga sum gjørligt.
- Vit vita ikki, hvussu
nógv Dánial, sum er 8 ára
gamal, kemur at fáa burtur
úr skurðviðgerðini, men vit
vóna tað besta. Hinvegin er
helst størri møguleiki fyri,
at Fríði, sum er 11 mánaðir,
kann fáa nógv burtur úr, og
hann er eisini longu farin at
geva ljóð frá sær, sigur
mamman, Turid Askham.
- Vit vita ikki, hvussu
væl teir koma at skilja ljóð,
men vit síggja longu ein
mun, hóast tað bara eru
gingnar nakrar vikur, síðani
tólið var sett frá, sigur hon.
Næstu tvey árini skulu
teir tríggir dreingirnir nak-
rar ferðir til Hannover, har
neyðugu
innstillingarnar
skulu gerast við tólunum.
Tey verða so líðandi koyrd
harðari frá, so dreingirnir fáa
møguleikan at venja seg
spakuliga við at hoyra.
- Vit hava fingið ómeta-
liga stóra hjálp frá barna-
læknanum, Ulrike Steuer-
wald. Hon hevur allatíðina
- Tað var stuttligt at
síggja, hvussu Bergur
reageraði, tá tólið varð
sett til, og hann hoyrdi fyri
fyrstu ferð. Tað sást á
honum, at okkurt óvæntað
hendi. Hann hugdi rundan
um seg, sum fyri at spyrja,
hvat sørin var hatta,
greiðir mamman, Elna
Nón, frá.
Mynd: Jens Kristian Vang
Teir tríggir dreingirnir hava fingið sett serlig tól innnanfyri og uttanfyri húðina við oyra. Hesi tól skulu uppfanga
ljóð og senda tey víðari inn í oyrasnigilin.
Mynd: Jens Kristian Vang
trúð upp á, at dreingirnir
kundu fáa nakað burtur úr
skurðviðgerðini, og uttan
hana hevði hetta als ikki
komið so langt. Hon syrgdi
eisini fyri, at vit av fyrstan
tíð komu í samband við
sjúkrahúsið í Hannover,
sigur Elna Nón.
Umframt
hjálpsama
barnalæknan, hevur inter-
netið eisini verið hent, tá
foreldrini hava leitað eftir
upplýsingum.
Tað hevur verið ein
langur vegur, og næstu árini
fara at vísa, hvussu nógv
teir tríggir dreingirnir fáa
burtur úr skurðviðgerðini.
Men longu nú er vent í
holuni.
Teir deyvu dreingirnir
hoyra.