Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. september 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 17 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 173 - 9. september 2000 Nr. 173 - 9. september 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Lesið eisini ÍtróttaSosialin á alnetinum: www.sosialurin.fo JÁKUP MØRK Fyri mong hevur HB verið tað stóra positiva yvirrask- ilsið í ár. Undan kappingini varð sagt, at HB at kalla fór undir eina langtíðarætlan, har tosið um gull og heiður mátti bíða í nøkur ár. Nógvu ungu leikararnir hava tó tikið skjótt við læru, og eftir nakrar stigamissir tíðliga í kappingini, hevur gingið sum eftir ánnin hjá nýskipaða HB liðnum. Ja, somikið væl, at teir nú tel- jast millum heitastu biðlar- nar til FM-gullið. Torfør uppgáva Hetta er tó als ikki nakað, sum teir vilja tosa hart um í HB húsinum. - Vit taka ein dyst í senn, men í longdini er gullið sjálvandi onkustaðni í høvd- inum, men tað tosa vit so slettis ikki um. Hetta sigur HB tekur ein dyst í senn Í HB vilja tey als ikki tosa um eitt møguligt gullmerki enn. Menn royna ístað- in at hugsa um ein dyst í senn Rúni Nolsøe, sum aftur í ár er liðskipari hjá havnar- monnunum. Longu nú eru fólk farin at tosa um dystin á Toftum um eina góða viku, men hetta vil liðskiparin als ikki hoyra talan um. - Eg eri fullvísur í, at upp- gávan hjá okkum sunnudag- in verður minst líka torfør, og tí eigur hon at takast í størsta álvara. GÍ hevur ofta staðið seg væl í Gundadali, og tað ætla teir sær helst eisini at gera í ár, heldur altso Rúni. Til dystin hevur HB ann- ars allar leikarar tøkar. Eingi kort vórðu havd á lofti, tá oddadystur varð leiktur í Vági, og skaðar hevur held- ur ikki verið talan um. Flo- rin var leikbannaður ta ferð- ina, men nú er hann eisini tøkur aftur, og so er spur- ningurin, hvussu HB ven- jarin fer at blanda sær kort- ini hesu ferð. GÍ kann avgera FM Gøtumenn hava ikki sama trýstið á sær, sum HB leik- ararnir hava. Teir hava long- u tryggjað sær atgongu- merki til komandi europe- isku kappingarnar, og í landskappingini er teirra leiklutur at kalla útspældur. Tó ikki meira enn so, at teir eftir øllum at døma koma at hava ein týðandi leiklut, tá avgerðin um FM- heitið skal takast. GÍ skal nevnliga royna seg móti øllum trimum gull- biðlunum, og kenna vit gøtumenn rætt, er einki at taka seg aftur í, at teir í øll- um hesum dystum ætla at geva alt tað teir orka. Til dystin móti HB tykist einasta ivamálið at vera Jó- an Petur Olsen, sum hevur drigist við ein skaða. Hós- kvøldið var framvegis ikki greitt, um hann fær spælt við. Helgi L. Petersen er leik- bannaður, eftir at gulu kort hansara eru vorðin ov nógv í tali, men vanliga sendir Johan Nielsen ellivu mans á vøllin, og tað ger hann allar helst eisini hesu ferð. Fyrri dysturin millum liðini bæði endaði við 2-1 sigri til HB, og teir reyð/svørtu hava helst einki ímóti einari endurtøku av hesum úrslitinum vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 B68 14 10 - 0 - 4 38 23 15 30 2 HB 14 9 - 3 - 2 29 17 12 30 3 VB 14 8 - 4 - 2 25 18 7 28 4 B36 14 8 - 0 - 6 40 21 19 24 5 NSÍ 14 6 - 3 - 5 32 22 10 21 6 KÍ 14 6 - 2 - 6 30 19 11 20 7 GÍ 14 6 - 2 - 6 27 26 1 20 8 B71 14 3 - 2 - 9 19 27 -8 11 9 Sumba 14 3 - 0 -11 11 56 -45 9 10 FS Vágar 14 2 - 2 -10 15 37 -22 8 Støðan, 1. deild menn Tað stendur heilt nógv upp á spæl, tá vágbingar seinnapartin í morgin fáa vitjan av vágamonnum. Um dreymurin hjá vág- bingum um fyrsta FM heitið framvegis skal hava møguleika at gerast til veruleika, so skulu teir vinna. Um dreymurin hjá FSV um framvegias at hava møguleika at spæla í bestu deildini skal gerast til meiri enn ein dreymur, so skulu teir í hvussu so er hava eitt stig. – Vandin er sjálvandi, at tað er lætt at undirmeta eitt botnlið, men tað vóni eg ikki, at vit fara at gera, og eg rokni heldur ikki við tí. Vit minnast allir, hvussu torført tað var, tá vit fyrr í ár vóru í Sørvági. Dysturin endaði 2–2, men vit vóru hepnir at javna í síðstu løtu. Ta ferðina spældu vit ikki væl, sigur Krzysztof Popczynski, spælandi venjarin hjá VB. Hetta er fyrsta ferðin, at VB er so tætt FM heit- inum. Heldur tú, at tað er vandi fyri gummibein- um? – Vit royna at útiloka hugsanina um medaljur- nar og meistaraskapin. Vit taka bara ein dyst í senn. Hesa ferð snýr tað seg um FS Vágar. Um tað eyd- nast, so vita vit, at tríggjar aðrar torførar uppgávur bíða okkum, áðrenn tað verður greitt, hvørja enda- støðu vit fara at røkka. Hjá vágbingum, sum hóskvøldið vandu í høll- ini á Vágseiði, eru allir spælararnir tøkir. Tað brennur undir FSV Í Vágum ásanna teir, at avrikið ímóti sumbingum var alt annað enn gott. Teir siga seg kortini ikki hava mist mótið. Longu í gjárkvøldið var ætlanin at fara suður til Vágs at fyri- reika seg til dystin í mor- gin. Allir spælararnir hjá FSV eru tøkir uttan Tór– Ingar Axelsen. Ungi mað- urin, sum Jógvan Martin Olsen fyri trimum vikum síðani nevndi at vera eitt av nýggju landsliðsevnu- num, er framvegis plág- aður av skaða. Í 1997 vann VB 4–1 á FSV á Vágseiði. Í 1996 var úrslitið 2–0 og í 1995 var úrslitið hjá Sumba/ VB á heimavølli ímóti FSV 2–2. JH VB hugsar bara um sunnudagin Vágamenn, sum av álvara kenna seg hóttar av niðurflyting, skuldu fara suður longu í gjárkvøldið Hóast flogið hevur verið gott higartil í ár, so tekur VB venjarin dystin móti niðurflytingarhótt vága- monnunum í stórum álvara JÁKUP MØRK Seinnu árini hava tað ofta verið dystir, við avgerandi týdningi fyri oddastríðið, tá KÍ og B36 hava tørnað sam- an. Soleiðis verður ikki í ár, og uttan at skula fara ov nógv í smálutir um hví og hvussu, kann helst staðfest- ast, at hjá hvørgum av lið- unum hevur árið gingið eftir vild. Fara at stríðast Jens Kristian Hansen, lið- skiparin á B36 liðnum sigur, at B36 hevur alt fólkið tókt til dystin. Tað vil tó siga tann parturin, sum enn er at finna í landinnum. Síðani felagið fyri góðari viku síðani segði farvæl við Pelle Andersson, hevur Pi- otr Krakowski staðið á odda fyri venjingini, og bæði hugburður og uppmøting hava verið góð. Jens Kristian ásannar, at hópurin sjálvandi er viknað- Bæði hava nakað at prógva Tá KÍ og B36 fara á vøllin í morgin, er tað fyrst og fremst æran, sum stendur upp á spæl. Gullmerkini munnu tey í øllum førum hava avskrivað ur nakað á pappírinum, nú tríggir leikarar eru farnir burturav, men hinvegin leggur hann dent á, at teir, sum eftir eru, hava nakað at stríðast fyri. - Vit síggja nógv fram til dystin, og vit fara so avgjørt til Klaksvíkar fyri at stríðast fyri okkara møguleika, sig- ur ein avgjørdur liðskipari. Hann ivast ikki í, at talan verður um ein tættan dyst, har viljin hjá liðunum báð- um fer at hava sera nógv at siga. Stigini fara ongan veg Venjari hjá B36 tey trý sein- astu árini hevur verið To- mislav Sivic, men í ár er hann venjari hjá KÍ. Hann sigur, at eingin leik- ari er forðaður av skaðum, men hinvegin hevur KÍ ikki færri enn trý leikbann at stríðast við sunnudagin. Hó- ast missurin av Rógva Ja- cobsen, Ova Nysted og Símun W. Høgnesen sjálv- sagt hevur sítt at siga, so hevur Tomislav góðar vónir til dystin sunnudagin. Hann heldur, at hugurin at venja framvegis er góður hjá leik- arunum, og satt at siga ivast hann ikki í, at KÍ fer at vinn- a dystin sunnudagin. - Tað kann væl vera, at B36 ætlar sær at stríðast, men tað haldi eg teir heldur skuldu gjørt, tá B71 var á vitjan hjá teimum. Tey trý stigini sunnudagin verða undir øllum umstøðum ver- andi í Klaksvík, er heilsan hansara til árstalsfelagið undan uppgerðini. B36 skuldi heldur hugsað um at stríðast, tá B71 vitjaði teir. Sunnudagin verða stigini so í Klaksvík, sigur KÍ venjarin, Tomislav Sivic Sumbingar styrktu nógv um sína støðu í botninum, tá teir næstseinasta sunnudag fóru úr Vágum við øllum trimum stigunum. Nú skal Sumba aftur spæla ímóti einum liði úr lægra endanum. Sumbingar skulu til Sands, har teir av- gjørt rokna við størri mót- støðu, enn teir fingu í Vág- um. Sumbingar eru fram- vegis í niðurflytingarvanda. Tað eru sandoyingar eisini. Tí kann roknast við einum tøttum dysti, og tað er neyv- an sannlíkt, at málini fara at verða so ógvuliga mong. Sumba hevur ongantíð fingið stig á Sandi. Møgu- leikarnir hava heldur ikki verið so nógvir. Tá Sumba í 1991 var í 1. deild, var B71 í 2. deild. Í fjør vann B71 2–1, og í 1995 vann B71 5– 1 á Sumba/VB. Úr Sumba frætta vit, at so at siga allir teir somu eru tøkir, sum vóru við í Sør- vági. Tá vit fregnaðust, rok- naðu teir ikki við, at Dánial Johan Joensen verður við. Hann arbeiðir í Danmark. Tá Sumba var í Vágum kom hann úr Danmark fyrrapart- in, og fór niður aftur bein- anvegin, tá dysturin var lið- ugur. Páll Magnar Kjærbæk hevur vant eitt sindur. Hann var ikki við í Sørvági, og hann verður heldur ikki við í morgin. Nicola Biberdzic hevur verið smáskaddur. Hann hevur vant fyri seg sjálvan, og teir rokna við, at hann verður við í morgin. Onkrir sumbingar hava ta seinastu tíðina mist okkurt venjingarkvøldið. Teir hava rokast við nátar. Tað halda teir er ein partur av bygd- arlívinum, sum – um tað er neyðugt – skal takast fram- um fótbóltin. Eitt leikbann Á Sandi halda teir seg vera hampuliga væl fyri at taka ímóti Sumba. Sandoyingar ásanna, at tað hevði komið sera væl við at fingið trý stig. So hevði niðurflyting- Sumbingar ætla at tryggja seg Men so skulu teir gera enda á hagtølunum, sum siga, at teir ongantíð hava fingið stig á Sandi arspøkilsið av álvara verið manað í jørðina – í hvussu so er fyri í ár. Jón Brekku er leikbann- aður, tí hann fekk reytt kort, tá teir í Gundadali vunnu ímóti B36. Síðani næstsíð- sta sunnudag hava sandoy- ingar verið vitni til skrivi- borðs telving um stigini, sum teir vunnu á vøllinum. Teir hava ikki verið partur í málinum, men teir hava vit- að, at endaliga avgerðin fór at hava árin á støðuna hjá teimum. Nú er tað greitt, at stigini fara ongan veg. Spur- ningurin er, um fleiri koma á kontoina í morgin. JH Fær Sumba stig við sær av Sandi, eru góð líkindi fyri framhaldandi tilveru í bestu deildini