leygardagur 9. september 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
19
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 173 - 9. september 2000
Nr. 173 - 9. september 2000
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
JÁKUP MØRK
Flestum kunnugt var undan-
farna vikuskifti stór, ella
skuldi ein sagt RISAstór,
kapping hildin í lítla hø-
vuðsstaði okkara.
Sterkir menn úr ymsum
londum vóru komnir til Før-
oya, við tí endamáli at fáa
greiðu á, hvør kundi rópa
seg Atlantsrisan komandi
árið.
Ikki bert kapping
Hetta við kappingini, var
sjálvsagt fremsta endamál
við ferðini hjá ymsu risu-
num, men harumframt vóru
eisini onnur tiltøk á skránni.
Tiltøk, sum sýndu, at við
síðuna av sjálvum kapping-
unum eru stóru menninir
bert menniskju, eins og vit
onnur, hóast nógv av tí teir
takast við, helst má flokkast
undir tað danir nevna ó-
Atlantsrisar á Atlantshavi
Hóast teir allir eru kappingarneytar, duga sterku vinmenninir hjá Regini eisini at hugna sær saman. Undan kapping-
ini um Atlantsrisan vóru teir við Norðlýsinum á floti
menniskjaligt.
Besta dømi um hetta
mundi vera fríggjadagurin,
har
kappingarneytarnir
saman løddu battaríini til
komandi kappingina.
Fyrst vóru teir savnaðir
niðri á internet-caféini, Or-
bit, har teir hugnaðu sær
óført við at kappast í teldu-
spølum. Fleiri høvdu sjálv-
andi ynski um at koma á tal
við, og kanska fáa ein auto-
graf frá, sterku monnunum,
og tí fóru teir eftir hetta nið-
an í SMS, har teir í ein tíma
ella so kundu hittast í 3’arin
eletronics, og tað var eisini
heilt fitt av fólki, sum nýtti
hetta høvi.
Á risunum sjálvum skilt-
ist tó, at eingin ivi var um,
hvør stóra hendingin á deg-
num skuldi vera. Høvuðs-
stuðulin hjá Regini Vága-
dal, Formula.fo, hevði boð-
ið teimum eina útferð við
Norðlýsinum, og hetta fekk
beinanvegin góða undirtøku
millum teir átta kapping-
arneytarnar.
Janni bjóðaði av
Hugurin til útferðina gjør-
dist ikki minni, tá høvuðs-
dómarin, Jamie Reeves,
kunngjørdi eina avbjóðing
á tíðindafundinum, sum
varð hildin fríggjamorg-
unin.
Tað vísti seg nevnliga, at
heimsins sterkasti maður,
Janni Virtanen, hevði bjóða
hinum av í fiskikapping.
Hann helt ikki, at nakar hev-
ði kjans at vinna á sær í
hesum, og skeyt tí upp, at
allir rindaðu fimm pund í
eina felags pulju, og tann,
sum fekk størsta fiskin,
skuldi síðani eiga peng-
arnar.
Undirtøkan millum hinar
var stór, og tað var ikki við
sørt av spenningi, at teir um
fýra tíðina fríggjadagin hitt-
ust við Bursatanga, har
Norðlýsið lá klárt at loysa
frá landi.
At spenningurin var stór-
ur, var einki at ivast í. Súpan
var bíløgd úr býnum, og tá
henda ikki var komin fram
til ásettu tíðina, byrjaðu teir
beinan vegin at ótolnast.
Teir vildu til havs, og ong-
antíð ov skjótt.
Rullaði í meira lagi
Tað gekk tó ikki so leingi,
so kom súpanin kortini om-
an á keiina, og so var bara
at loysa. Nakrir byrjaðu nú
at kanna, um allar greiðirnar
vóru í lagi, meðan aðrir bert
stóu á dekkinum. Prátaðu,
skemtaðu og bara hugnaðu
sær.
Tá komið var út um mol-
an, fór at rulla at sindur, og
lotið var eisini farið at
merkjast. Klæðini teir høv-
du vóru í flestum førum
góð, so vindurin bilti einki,
men verri var við rullinum.
Stuttligt var at síggja eitt nú
heimsins sterkasta mann, tá
vindurin tó í seglini, so
Norðlýsið legði seg móti
aðrari liðini. Stórmenni sá
hann í øllum førum ikki út
til at vera tað løtuna, men
at sjómansskapur var í hon-
um, varð kortini prógvað
nakað seinni.
Mest men ikki størst
Tað var nevnliga soleiðis, at
tá vit nærkaðust Nólsoynni
varð sjógvurin nakað kyrr-
ari, og nú skiparin, Birgir
Enni, segði seg hava eitt
mið, var málageipanin aftur
at hoyra.
Skjótt vórðu snørini tveitt
út, og eftir at Regin fyrst
hevði givið boð um, hvussu
farast skuldi fram, var skjótt
at onkur fór at kenna.
Teir báðar fyrstu átti
heimsins sterkasti, og smíl-
ið var stórt, tá hann ikki sørt
erpin helt fyri, at hann hevði
ávarað teir frammanundan.
Smílið gjørdist tó nakað
minni, tá venjari hansara,
Ilka Kinnunen, dróg higartil
størsta fiskin upp. Ein reyð-
fisk.
Birgir hevði lagt seg na-
kað norðan fyri miðið, og
tá rákið lá suðureftir, var
skjótt, at rættuligur rokfiski-
skapur tók seg upp. So at
siga alla tíðina var onkur,
sum dróg einhvønn fong
upp, og Regin hevði úr at
gera við at krøkja av. Tóktist
ikki leggja nakað í, at hann
soleiðis ikki slapp framat
sjálvur.
Janni Virtanen var fram-
vegis raskastur at fiska, tá
tosað varð um nøgd, men
reyðfiskurin hjá Ilka hevði
framvegis munin í stødd. Tá
so venjarin aftur fekk fatur
á einum stórum reyðfiski,
ásannaðu teir flestu, at nú
var spælið úti. Hesin seinni
hjá Ilka var nógv størri enn
tann fyrri, og ikki sørt stolt-
ur stillaði hann seg fram-
man fyri myndatólið, so løt-
an ikki skuldi gloymast.
Av miðinum
Stutt eftir stóra fongin tók-
tist tað, at vit vóru riknir av
miðinum. Hugagóðir royn-
du teir framhaldandi at fáa
fatur á onkrum sterti, men
tað var so eiðasørt.
Nú einki beit á, var hug-
urin líka sum farin at svíkja
eitt sindur, og tá so ung-
verski venjarin eisini byr-
jaði at kenna seg illa, varð
gjørt av at sigla inn til Nóls-
oyar.
Her var kyrt, so uttan stór-
vegis trupulleikar fingu vit
skorað okkum niður í lug-
arin, har nakað av hita fekst
aftur í kroppin, so hvørt sum
súpanin fór niður um.
Tosið um fiskiskap gekk
heitt, og av og á hoyrdist
láturin runga, meðan bjørn-
irnar
vinarliga
argaðu
hvønn annan.
Jú, allir tóktust teir hugna
sær, og nú vindurin var un-
dan, tá siglt varð aftur til
Havnar, tóktist ikki at bila
stórvegis við sjóverkinum.
Allir tóktust teir vera
samdir um, at talan hevði
verið um eina sera væl eyd-
naða útferð, og hóast stóri
dagurin stóð fyri framman,
tóktist eingin teirra at hava
hetta í huganum, tá farið var
av farinum og upp aftur á
Bursatanga. Jú, Atlantsris-
arnir høvdu so sanniliga
hugna
sær
á Atlants-
havinum.
Stuttligt var at síggja hesar stóru menninar standa og royna seg við snørinum. Sjálvir hildur teir eisini, at hetta var nakað heilt serligt, og hóast
talan eisini var um kapping á hesm øki, var lagið av tí allarbesta
Tað var heimsins sterkasti, Janne Virtanen, sum hevði bjóðað av, og hóast hann ikki
fekk størsta fiskin, var hann tann av sterku monnunum, sum fekk flestar fiskar
JÁKUP MØRK
Eitt tað fyrsta tú leggur
til merkis, tá tú tosar við
sterka mannin, er, hvussu
smæðin hann er. Hálva-
vegna rodnar, tá hann
verður spurdur, um vit
kundu fingið okkum eitt
stutt prát.
Ein skuldi í øllum før-
um ikki trúð, at heimsins
sterkasti maður hevur or-
søk at vera smæðin, og
tað tykist heldur ikki so-
leiðis, tá kappast verður.
Landið ein
fyrimunur
Janne Virtanen byrjaði í
1995 at kappast í sonevn-
du Strongman-kapping-
unum, og sjálvur sigur
hann, at hann alla tíðina
hevur roknað við, at hann
kundi røkka heilt langt í
hesum.
Longu trý ár seinni, í
1998, vann hann heitið
sum sterkasti maður í
Finnlandi, og sama ár lut-
tók hann eisini fyri fyrstu
ferð í kappingini um at
gerast heimsins sterkasti:
- Eg visti tá, at eg var
millum teir bestu í heim-
inum, tí ert millum teir
bestu í Finnlandi, telist tú
eisini millum teir teir
sterkastu í heiminum, sig-
ur hann, og vísir á, hvuss-
u stolta siðvenju Finnland
hevur í ítróttini.
- Vit hava í nógv ár havt
sera góð úrslit innan hesa
ítrótt, sigur Janni, og vísir á
nøvn sum Ilkka Nummisto,
Riku Kiri og Jouku Ahola.
Júst Jouko Ahola hevur í
nøkur ár verið venjingar-
felagi hjá Janne, og sjálvur
er Janni ikki í iva um, at
hetta eisini hevur gjørt seg
til ein nógv betri íðkara.
- Hvør tann einasta ven-
jing gerst ein kapping mill-
um okkum báðar, og tí
verða vit alla tíðina noyddir
at geva okkum 100%. Hetta
viðførir sjálvsagt, at ven-
jingin gerst harðari, og so
kemur sjálvandi eisini meira
burturúr.
Góðir vinir
Eitt, sum vit løgdu til merk-
is umborð á Norðlýsinum,
er, hvussu væl allir kapp-
ingarneytarnir tykjast at
vera. Somu fatan hevði ein
eisini, tá teir fríggjamorg-
unin høvdu tíðindafund um
sjálva kappingina.
Spurdur um hetta svarar
hann, at soleiðis hevur tað
altíð verið.
– Sum so kann man siga,
at hesar kappingarnar eru
ein rættulig familjuítrótt.
Hóast tað ofta er ógvusligt,
tá kappast verður, so verður
ongantíð nakað ilt sagt mill-
um luttkararnar, og eitt nú
hjálpa vit altíð hvørjum øð-
rum, soleiðis at vit nýta
somu hjálparfólk o.s.fr.
Eitt heldur sjáldsamt fyri-
brigdi innan ítrótt á høgum
støði, sum alt meira hevur
lindið til skilja, heldur
enn savna partarnar, so
hvørt sum pengarnir fáa
alsamt meira vald í í-
tróttaheiminum.
Málið rokkið
Sum nevnt omanfyri, so
hevur Janni alla tíðina
trúð uppá, at hann kundi
koma langt innan ítrótt-
ina, og verður hugt at,
hvørji heiti hann hevur
vunnið, kann ein bert gev-
a honum rætt í hesum.
Bæði einsamallur og tá
kappast verður í pørum
(saman við Jouku Ahola)
hevur hann vunnið sterk-
astu kappingarnar í heim-
inum, men er so nakað
eftir at stríðast fyri.
- Ja, tað er tað. Sum so
er tað rætt, at eg einki
havi eftir at vinna, men
so má man bara seta sær
sum mál, vinna kapping-
arnar umaftur – og um-
aftur, sigur hann.
Metini hjá millum ann-
að Magnus Ver Magnus-
son og Jón Páll Sigmars-
son leggur hann ikki í at
tosa um, men havandi úr-
slit hansara higartil í hug-
a, er ikki óhugsandi, at
Janne Virtanen eisini fer
at røkka hesum. Finn-
lendingurin, sum eftir
bert fimm árum longu
hevur togað, lyft og borið
seg upp á ovastu tindarnar
í síni ítróttargrein.
- Eg ætli mær at
vinna alt umaftur
Heimsins sterkasti maður er í løtuni finnlendingur og
eitur Janne Virtanen. Umborð á Norðlýsinum fingu vit
eitt stutt prát við sterka mannin
Hví stóri finnlendingurin er so smæðin, kann tykjast ilt at skilja. Undir øllum
umstøðum eru tað ikki nógvir, sum av røttum kunnu breggja sær av eini tílíkari
tatovering
Mynd: Jens Kr. Vang
Hóast Janne fekk mest, var tað venjari hansara, Ilka Kinnunen, sum fekk størsta fiskin.
Her stendur hann og erpar sær av vælvaksna reyðfiskinum
Regin hevði úr at gera við at hjálpa vinmonnum sínum. Her sæst hann krøkja av fyri
bretan, Rob Dixon
Áðrenn farið varð aftur til Havnar, varð lagt at í Nólsoy, so ein biti kundi fáast nið-
urum, uttan at rull og sjóverk gjørdu fortreð
Allir tóktist teir vera samdir um, at talan var um ein serstakliga góðan túr, lagið var
av tí allarbesta, tá teir aftur høvdu fingið fótin á land
Myndir: Jákup