Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. september 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 21 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 173 - 9. september 2000 Nr. 173 - 9. september 2000 gult cyan magenta svart gult cyan magenta svart Grannauppgerðin í Runavík í morgin verður klokkan 17. Fyrireikararnar av felags sunnudagsskúlanum, sum verður á Svangaskarði ella í ítróttarhøllini í Runavík – um líkindini ikki vera til at vera uttandura – hava heitt á NSÍ um at flyta dystin til klokkan 17, og tað hevur NSÍ gjørt. Talan er um fjórði síðsta umfar. Um talan hev- ði verið um triðisíðsta um- far, so hevði hetta ikki borið til. Ásetingarnar siga, at í trimum teimum síðstu um- førunum skulu allir dyst- irnir spælast í senn. Eftir summarsteðgin hev- ur NSÍ tikið øll stigini frá tveimum av oddaliðunum. Í morgin fæst at síggja, um teir fara at megna tað ímóti B68, sum teir hava megnað ímóti HB og VB. Tá vit tosaðu við teir í NSÍ, vóru teir ikki heilt greiðir yvir, hvussu tað fór at vera, men nógv bendi á, at Christian Høgni Jacobsen og Sonni Lamhauge Peter- sen verða leikbannaðir í morgin: – Sonni fekk reytt kort í Gøtu, og Christian Høgni fekk triðja gula kortið. Í á- setingunum verður sagt, at leikbannini skulu sitast av í vakstramannadeildini. Vit halda, at hetta kann tulkast soleiðis, at teir sótu leik- bannini av sær, tá 2. deild spældi síðsta vikuskifti, meðan 1. deild helt frí. Hett- a hava vit sagt við kapp- ingarnevndina hjá FSF, men vit hava ikki fingið endaligt svar frá teimum, segði NSÍ venjarin, Trygvi Mortensen, fyrrapartin í gjár. Gert Langgaard er plág- aður av knæskaða. Felags fyri allar hesar tríggjar er, at teir síðani summarsteðgin hava verið millum mest eyðsýndu menninar í álops- partinum hjá NSÍ. Jan við aftur Tá toftamenn av álvara settu KÍ upp á pláss, var Jan Pe- tersen ikki við, tí hann var leikbannaður. Jan Dam fór út í 2. hálvleiki, og orsaka av trupulleikum við knæ- num gav hann avboð til landsdystin ímóti Slovenia. Jan Dam og Jan Petersen eru báðir tøkir aftur. Øssur Jacobsen loysti Jan Dam av síðstu løtuna ímóti KÍ. Tá fekk hann eitt gult kort og Álopsessið hjá NSÍ leikbannað Toftamenn fara í morgin, tá teir fara á vøllin í Runavík, at vita, hvat skal til fyri at varðveita oddasessin er leikbannaður í morgin. Hóskvøldið vandu tofta- menn í ítróttarhøllini í Run- avík, meðan NSÍ vandi á vøllinum uttanfyri høllina. Toftamenn plaga at leiga høllina hóskvøld. Síðani NSÍ í 1997 kom aftur í bestu deildina, hava teir rættuliga havt takið á B68 í Runavík. Í 1997 vunnu teir 2–1, í 1998 4–1 og í fjør 5–0. Í 1995 vann B68 5–0 í Runavík. JH Ta lættir um hjá B68, sleppa teir frá at hugsa um Christian Høgna Jacobsen Eftir at hann í nógvar vik- ur fyrr í summar var noyddur at liggja bakk, tí hann var skaddur í øks- lini, hevur Uni Arge, sum sunnudagin á Svanga- skarði vísti, at hann er ser- a væl fyri, rættuliga fingið luft undir veingirnar fram ímóti endanum á kapp- ingarárinum. Í morgin fær ÍA vitjan úr Keflavík. Talan er um næstsíðsta umfarið í Landssímadeildini, og teir á Akranesi vóna, at Uni Arge fer at gera eins nógv um seg, sum hann hevur gjørt tær síðstu ferðirnar. Áðrenn hann fór heim til Føroya at spæla landsdyst skoraði hann ímóti KR á útivølli í Rey- kjavík, so skoraði hann fyr- ra málið ímóti Slovenia á Svangaskarði, og miku- kvøldið var hann aftur upp á spæl. Í hálvfinaluni í steypa- kappingini bendi alt á, at FH av Hafnafjørðinum skuldi vinna finaluplássið, og at teir av Akranesi skuldu standa vónbrotnir eftir við ongum. Tá vanliga leiktíðin var farin, var støðan 0–1. FH hevði eftir skjótálop lagt seg á odda, tá 70 minuttir vóru farnir. Dómarin legði fýra min- uttir afturat, og tað vóru bar- a tjúgu sekund eftir av long- du leiktíðini, tá Uni Arge syrgdi fyri longdari leiktíð. Sum ein rættur boksspælari, sum teir plaga at kalla tað, var hann á rætta staðnum í málteiginum, tá innlegg kom innfyri. Uni setti skall- an undir bóltin, sum spenti netmeskarnar, og harvið var neyðugt við longdari leik- tíð. Einki mál kom í longdu leiktíðini, sjálvt um FH hev- ði ein risa møguleika, tá teir fingu brotsspark. Ólafur Þór Gunnarsson, málverjin hjá ÍA, var onnur av hetjunum hjá heimaliðnum. Hann bjargaði bæði brotsspark- inum í longdu leiktíðini og einum brotssparki, tá tað var neyðugt at finna vinnaran í longdari leiktíð. Hin hetjan hjá ÍA var Uni Arge, sum skoraði uppá síð- sta brotssparkið. ÍA skal spæla finalu á Laugardalsvøllinum í Rey- kjavík sunnudagin 24. sep- tember. Hetta verður 17. ferðin, at ÍA verður annar parturin í steypafinaluni. Uni Arge hevur eina ferð áður verið í finaluni. Tað var í fyrraárið, tá Leiftur tapti á Laugardalsvøllinum. Mótstøðuliðið hjá ÍA verður ÍBV úr Vestmanna- oyggjunum. Heldur ikki hjá teimum stóð nakað serligt til. Teir spældu týskvøldið hálvfinalu á heimavølli í- móti Fylkiri, sum í síðstu løtu misti finaluplássið. Síðsti møguleikin Av nógvum verður mett, at møguleikin hjá Leiftri at halda fram í bestu deildini er mest sum fok- in. Í morgin fáa teir á Ó- lafsfirði vitjan av Fram úr Reykjavík. Fram er triði niðast, og hjá Leiftri er setningurin púra greiður. Um nakar hugsningur skal vera um at halda fram í bestu deildini, so skulu teir vinna. Tað er ikki víst, at tað verður nóg mikið hjá Leiftri at vinna báðar dystirnar, sum eru eftir at spæla. Jens Martin Knudsen verður ikki á liðnum hjá Leiftri í morgin. Hann er leikbannaður. Í íslendskum fjølmið- lum hevur upp undir vikuskiftið verið gjørt ikki so lítið burturúr, at møguleiki er fyri, at Ne- ville Southall, sum í mong ár var málverji hjá Everton og Wales, kanska skal vera venjari hjá Fram. Venjarin, sum teir hava havt í ár, hevur boð- að frá, at hann fer ikki at halda fram. Teir hava lýst eftir nýggjum venjara, og Neville Southall hevur søkt. JH Uni skorar hvørja ferð Føroyski álopsmaðurin tryggjaði Akranesi pláss í íslendsku steypafinaluni, sum verður ímóti ÍBV 24. september JÁKUP MØRK Rógvi Johansen boðaði hós- kvøldið frá, at hann verður við, tá FM í einkultstarti skal avgreiðast leygardagin. Rógvi hevur áður víst á, at tað so at siga var ógjørligt hjá sær at koma heim til FM kappingarnar, tí hesar vóru spjaddar um fleiri viku- skifti, og at tað tí gjørdist ov kostnaðarmikið hjá sær at ferðast. Heimbygdin hjálpir Nú hava so fleiri vágbingar, saman við Fa. Ellen Dahl, traðkað til, soleiðis at frem- sti súkklari okkara aftur kann verja FM-heitið. Eitt heiti, sum hann hevur havt seinastu seks árini. Rógvi sigur annars, at hann framhaldandi er av teirri áskoðan, at FM-kapp- ingarnar áttu at verið av- greiddar um eitt vikuskifti. Møguliga skipað saman við einum umfari av Grand- Prix kappingini. At Rógvi leggur stóran dent á at verja heitið, er eingin ivi um. Hann hevur nevnliga givið avboð til eina Post-Danmark kapping, sum hetta vikuskifti verður á Sælandi, tí hann tekur FM kappingina fram um hetta. At hann er harmur um, at hann ikki fekk vart heitið á 100 km teininum er eingin loyna, men vón hansara er, at hetta kann lata seg gera komandi ár. - Eitt FM. eigur og skal verða nakað serligt. Eitt FM. eigur og skal hava so nógvar av av okkara bestu súkklarum við og tað verður ikki gjørt við at draga kapp- ingarnar, út yvir fleiru viku- skifti, sigur Rógvi Jo- hansen, sum annars vónar, at uppmøtingin til kapping- ina verður fjølment. Rógvi verður við Við fíggjarligum stuðuli úr Vági, kemur Rógvi Johansen heim til FM í einkultstarti Sosialurin - 311820 DesignaKnit Um nóg stór undirtøka verður, er ætlanin at hava frálæru í bindiforritinum DesignaKnit 22-23/9-2000. Skeiðið verður hildið í Havn. Seinasta freist at boða frá luttøku er leygardagin 16/9-2000. Tilmelding á tel. 25 11 82 Thunderbird Gold RAM PC-133 harðdisk, 7200RPM, 2MB skermkort 32MB / 17" litskerm ROM / 40x CD-ROM ljóðkort / 90W hátalarasett / knappaborð / mús Windows 98 + - eftir egnum vali! 750MHz 128MB 15.3GB Geforce 10x DVD 56K modem 1 DVD film einans kr. 15.599,- Thunderbird elda T Staravegur 5 - Telefon 317620 - Heimasíða www.tt.fo Prísurin er íroknað MVG. Fígging kann útvegast. Royn eina av sm‡ttunum ’ Kv’v’k. îgloymandi upplivilsi fyri vaksin og b¿rn. "Túgvurnar" eru 27m2 til støddar og útgjørdar við øllum hentleikar. Hvør smátta hevur pláss fyri 4 vaksnum ella familju við børnum. Dýnur og koddar eru til taks, so tygum nýtast bert hava seingjaklæðir við. Kostnaður fyri eina viku er kr. 3.000,-, fyri vikuskifti kr. 1.200,- og fyri ein dag kr. 500,-. Depositum er kr. 1.000,-. GLITNIR Tel. 320532 (best eftir kl. 13.00) Teldupost: glitnir@glitnir.fo Sosialurin - 311820 Pr’sir viÝ litmyndum verÝa sendir kring landiÝ og til œtlandiÝ Til útisetar í Danmark Vit kunnu seta gravsteinar upp ’ Danmark uttan eyka kostnaÝ Tel. 318323 Tel. 447512 Tel. 217512 Fax 449961 www.danstein.fo Sosialurin - 311820 Original Útstoyt p/f Esmar Simonsen Kambsdalur FR-530 Fuglafjør›ur Tlf. 444405 Fax444629