týsdagur 12. september 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
11
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 174 - 12. september 2000
Nr. 174 - 12. september 2000
Fyri kortum sendi landsstýr-
ismaður eitt skriv til ráð-
harra í Danmark - á før-
oyskum - sjálvandi!
Men spurningurin er um
tað er so klókt. Tí vandi er
fyri, at móttakarin als ikki
dugir at lesa brævið.
Loysingarpolitikkur
At loysingarsamgongan nú
krevur, at øll onnur skulu
lesa føroyskt og helst eisini
svara okkum aftur á før-
oyskum, eru sjálvandi øll
her á landi glað ivir. Tí nú
má vera liðugt hjá okkum
at læra okkum nakað
fremmant mál. Vit kunnu
hereftir blaka allar útlendsk-
ar bøkur burtur, ella brenna
tær - spilluna - sum onkur
gjørdi fyri nøkrum árum
síðani. Øll hini kunnu bert
læra seg føroyskt, og tey
kunnu byrja við ð.
Fíggjarligur
møguleiki?
Møguliga kann mentamála-
ráðharrin bjarga fullveldis-
kollapsinum fíggjarliga, við
at geva skeið á føroyskum
til allar milliónirnar av fólk-
um, ið nú koma higar at
læra seg føroyskt, av tí at
landstýrið nú er farið at
„kommunikera“ á føroysk-
um máli á „internationala
leikpallinum“.
Stokkut var gleðin
Men „tíverri“ skuffaði
Landsstýrið álvarsliga. Í
Dimmu ídag er at lesa eitt
skriv frá Føroya Landstýri
- á enskum máli. Tað hevði
lyndi at trútna kring eyguni!
Skrivið á føroyskum
tað er best fyri Føroyar!
Ein spyr seg sjálvan, hvat
meiningin er? Hví svíkir
loysingar landsstýrið før-
oyska málið á slíkan hátt?
Mitt í fullveldissvansinum?
Er nakað í vegin við at
senda eitt skriv til NATO
ovastan á føroyskum?.
Eg vil so vóna, at ST aðal-
skrivarin, Kofi Annan, fekk
skrivið frá føroya landsstýri
á skærum føroyskum máli!
Í hesi loysingartíð kunnu vit
rokna við, at tá ið ein dansk-
ur ráðharri kann lesa før-
oyskt, so kunnu bæði
NATO ovastin og ST aðal-
skrivarin enn betur lesa før-
oyskt. Tí í eini fullveldistíð
er danin tann býttasti av
teimum trimum. Og uttan
nakað kjak stendur føroy-
ingurin omanfyri allar og øll
hini.
Áheitan
Sum Sambandsmaður fari
eg hervið at heita á Føroya
Landstýri um at kommun-
ikera við øll útlendsk lond
og stjórnir á føroyskum
máli - bæði í skrift og talu.
Tað tænir føroysku tjóðini
best. Tað hava úrslitini hig-
artil víst.
Vinarliga Marjus Dam,
Løgtingsmaður
Orðaskifti:
Vit skulu loyva okkum at
vísa til brævaskifti um sam-
ráðingarnar millum Føroyar
og Danmark um at skipa
Føroyar sum eitt sjálvstøð-
ugt ríki, nevnliga bræv til
tygara frá løgmansdeildini
í føroysku stjórnini, skjal nr.
400-01-0002/2000, dagsett
26. juli 2000, bræv somu-
leiðis til tygara frá danska
uttanríkisráðharranum,
skjal nr. JT.1, 8.H.36, dag-
sett 23. august 2000, eins
og bræv tygara til løgmans-
deildina í føroysku stjórn-
ini, dagsett 29. august 2000.
Eisini skulu vit vísa til bræv
okkara til aðalskrivara tyg-
ara, dagsett 10. februar
1996, har vit vegna 3094
borgarar í ríki okkara gjørdu
vart við, at Danmark í stríð
við altjóða sáttmálar, sum
tað sjálvt hevur undirritað,
viðger okkum sum eina
koloni. Avrit av hesum sein-
ast nevnda brævi er, eins og
tygum kunnugt, sent til øll
limalondini í ST.
Danski uttanríkisráðharr-
in sigur í sínum brævi, at
Føroyar eru ein partur av tí
danska kongsríkinum. Tað
undrar okkum, at danska
stjórnin boðar alheimssam-
felagnum frá hesum, tí sum
vit hava greitt frá í nevnda
brævi okkara, boðaði sama
danska stjórnin tann 14.
september 1995 okkum frá,
at hon ikki megnaði at siga,
nær og hvussu Føroyar eftir
14. januar 1814 vóru vorðn-
ar ein partur av Danmarkar
ríki. Men tá Danmark ikki
kann siga, nær ið hetta skal
vera farið fram, ber hetta
við sær, at einasta heimild-
in, danska stjórnin hevur til
at umboða okkum mótvegis
Nýtt bræv til S.T.
So er barna- og ung-
dómsblaðið Strok &
Snirr aftur í skúlunum og
í leysasølu!
Nú eru tvey ár síðan,
at 45 ára gamla Barna-
blaðið varð hamskift:
Blaðstjórnin setti sær fyri
at gera blaðið meira nú-
tíðarhóskandi, og fyrsta
kravið var tá, at tað
skuldi vera í litum, alt
sum tað var. Síðan skuldi
tað býtast sundur soleið-
is, at tað skilliga vendi
sær bæði til teir yngru og
eldru børnini. Hetta varð
gjørt við at gera blaðið
sum tvey bløð í einum
við hvør sínum heiti:
Snirr til tey yngru, og
Strok til tey eldru. Byrjar
tú úr øðrum endanum,
eitur blaðið t.d. Strok,
men tá ið tú ert komin á
opnuna í miðjuni, mást
tú venda blaðnum á
høvdið, og byrjar tú aftur
fremst, er blaðið Snirr. Á
opnuni í miðjuni er
ynskimyndin, sum øll
kunnu ynskja sær. Í fyrsta
blaðnum hesuferð er
mynd av einum fittum
hundi, og í tí næsta
blaðnum
verður
tað
sangbólkurin Westlife.
Hesar myndir hava les-
ararnir sjálvir valt.
Innihaldið er sera fjøl-
broytt: Í hvørjum Stroki
er nakrar síður um okkurt
serligt evni, har vit eisini
práta við fakfólk og ung.
Hesuferð snýr tað seg um
at standa á tónleikapalli
og syngja ella spæla. Tíð-
indafróða sigur tíðindi úr
øllum herðarhornum, og
afturvendandi eru for-
vitnisligar frásagnir úr
søguni, Blits – súrt og
søtt um tey kendu, upp-
gávusíður, gaman, tekni-
søgur,
krossorðagáta
o.m.a.
Í Snirri sigur Tíðinda-
fróði tíðindi, Gløggi
Blokk greiðir frá ymisk-
um vísindaligum, hesu-
ferð um alnótina, har eru
søgur, teknisøgur, úr
bíbliusøguni, fleiri upp-
gávusíður o.m.a. Í fleiri
førum ber til at senda
loysnir inn og sostatt
vera við í lutakasti um at
vinna fløgur, ymiskar
bøkur o.a.
Aftur í ár verður skip-
að fyri haldarakapping
við stórum vinningi: Ein
av teimum nýggju Sony-
playstation á jólum, og
so verður aftur stórur
vinningur
komandi
summar. Umframt hesar
vinningar eru 4 smærri
vinningar frá Føroya
Bjór at vinna í hvørjum
blaði.
Blaðið kemur út 8
ferðir í skúlaárinum, tað
er 40 bls. í litum. Tey
flestu tekna seg sum hald
arar í skúlunum, og tá er
haldaragjaldið kr. 120
fyri alt skúlaárið. Tað ber
eisini til at fáa blaðið
sendandi við postinum.
Tá kostar tað kr. 120 +
postgjald. Snirr & Strok
verður eisini at fáa í bók-
handlum og stórum ki-
oskum fyri 20 kr. blaðið.
Snirr & Strok verður
umbrotið, prentað og
heft á Pf. Dimmalætting.
Í blaðstjórnini eru
Niels Jákup Thomsen,
blaðstj., Beinta Johann-
essen, Jonna Olsen og
Eyðna Magnussen.
Strok & Snirr
Talan er um prýðislutir
og brúkslist úr kopari,
stáli, granitti og øðrum
tilfari, ið verða sýndir
fram undir merkinum
»Erik Olsen Design«, og
eru lutirnir á framsýning-
ini yvir 50 í tali.
Síðstu 10-15 árini hev-
ur Erik Olsen miðvíst ar-
beitt við at gera ymsar
lutir úr komprimeraðum
stáli og kopari og gran-
itti, og gjarna leggur
hann stóran dent á, at
skap, litir og funktión
skulu ganga upp í eina
hægri eind, samstundis
sum
handverksliga
dygdin hevur nógv at
siga.
»Erik Olsen Design«
fevnir í dag um alt frá
fleiri røðum av ljósastak-
um og skálum til borð,
stólar og spegl, har
omanfyri nevnda tilfar er
afturvendandi í øllum
listaverkunum.
Bygdamaðurin
hjá
Eriki,
Hans
Tausen
Olsen, býráðslimur í
Runavík, fer í dag kl. 17
at seta framsýningina,
sum verður opin kom-
andi tvær vikurnar, til
sunnudagin 24. septem-
ber — hvønn dag frá kl.
14 til 20.
Erik Olsen
í Smiðjuni í dag
Rituvíkingurin Erik Olsen, sum hevur
búð í Íslandi og Danmark síðstu
mongu árini, letur seinnapartin í dag
upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík.
umheiminum, er tann sátt-
máli, sum vit gjørdu við
Danmark tann 29. august
1450. Hesin sáttmálin áset-
ur, at partarnir hava somu
rættindi og skyldur í felags-
skapinum. Tað sum Dan-
mark gjørdi við brævi sín-
um til okkara í 1995, var at
bróta henda sáttmála. Dan-
mark sýtti okkum nevnliga
at fáa ein tjóðfund, sum
skuldi gera av, hvussu vit
skuldu stýra ríki okkara,
eins og danska tjóðin hevur
rætt til at stýra sínum. Her-
við fór Danmark við okkum
sum við eini koloni, men
heldur ikki koloniir eru
partar av tí veldi, sum um-
boðar tær í altjóða sam-
skifti. Tað er tí heimildar-
leyst at danski uttanríkisráð-
harrin boðar ST frá, at Før-
oyar eru ein partur av
danska kongsríkinum.
Síðan ST-felagsskapurin
varð stovnaður hevur hann
barst fyri, at koloniir skulu
sleppa at fáa ræði á egnum
viðurskiftum, og sum før-
oyska stjórnin hevur boðað
frá við brævi sínum dagsett-
um 26. juli, hava Føroyar
nú sett sær fyri at fáa hetta
ræði. Við brævi sínum dag-
settum 23. august játtar
danska stjórin sjálv, at hon
hevur tikið upp samráðingar
við føroysku stjórnina um,
at Føroyar skulu gerast
sjálvstøðugt ríki.
Um so var, at danska
stjórnin ikki hevði brotið
tann sáttmála, sum er um
viðurskiftini millum okkum
og danska ríkið, so høvdu
vit heimild til at hava eitt
ávíst samskifti við altjóða
samfelagið, tí tann sáttmálin
áleggur okkum bert skyldu
til at vera saman við Dan-
mark í kríggi. Men nú,
danska stjórnin viðger okk-
um sum eina koloni, og
samstundis góðkennir, at vit
kunnu gerast sjálvstøðugt
ríki, hevur danska stjórnin
eftir øllum ásetingum í al-
tjóða rætti givið okkum
loyvi til at fyrireika stovns-
setingina av einum nýggj-
um ríki. Ein natúrligur part-
ur av hesum arbeiði er at
seta seg í samband við onn-
ur ríki og sjálvsagt somu-
leiðis við ST.
Tað undrar okkum tí al-
mikið, at danska stjórnin
skal siga ST frá, at føroyska
stjórnin ikki hevur nakra
heimild til at seta seg í sam-
band við altjóða samfelagið,
tí hesa heimild hevur Dan-
mark sjálvt givið føroysku
stjórnini við at taka upp
samráðingar við hana um at
skipa Føroyar sum sjálv-
støðugt ríki.
Ein av teimum skyldum,
sum koloniveldini hava
mótvegis kolonium sínum,
er at geva teimum eitt frælst
val um tilknýti uttan at nak-
að fíggjarligt trýst verður
framt. Men í teimum sam-
ráðingum, sum higartil hava
verið millum føroysku og
donsku stjórnina, hevur
danska stjórnin boðað frá,
at hon ikki hevur í hyggju
at fylgja hesi altjóða reglu,
men vil síggja til, at lívs-
korini í Føroyum versna við
20%, um Føroyar gerast
sjálvstøðugt ríki.
Orsøkin til, at danska
stjórnin hevur møguleika til
at hótta á slíkan hátt, er at í
1946 var ein fólkaatkvøða í
Føroyum har ein greiður
meiriluti samtykti, at Før-
oyar skuldu gerast sjálv-
støðugt ríki. Fyri at forða
fyri at hetta gjørdist veru-
leiki, setti danska stjórnin
eina ætlan í verk, sum hevði
til endamáls at Føroyar
skuldi gerast ósjálvbjargnar.
Hetta varð gjørt við at
danska stjórnin galt ein part
av føroysku fíggjarlógini.
Avleiðingarnar av hesum
politikki hava verið, at Før-
oyar, sum í 1946 var tað rík-
asta av Norðurlondum, nú
eru tað fátækasta av hesum
londum. Við nú at bróta sína
altjóða skyldu til at hjálpa
okkum burtur úr hesi mann-
minkandi støðu, sum er úr-
slit av miðvísum donskum
politikki, vónar danska
stjórnin, at samráðingarúr-
slitið verður so vánaligt, at
tað ikki verður samtykt av
føroyska fólkinum.
Men tað Danmark hevur
altjóða skyldu til, er at geva
okkum eina fíggjarliga
skipan, so at vit fara at hava
eitt frítt val. Tað er hesa
skyldu, sum Danmark ikki
hevur hildið í teimum sam-
ráðingum, sum higartil hava
verið millum partarnar, og
tí taka vit fult út undir við,
at stjórn okkara vendir sær
til ST fyri at fáa greiði á
hesum máli.
Vinarligast
Vegna
Fólkaítakið fyri
tjóðfundi
EIRIKUR LINDENSKOV
Bussarnir hjá Bygdaleiðum
eru í ringum standi. Hetta
verður staðfest í kanningin
hjá Strandferðsluni um
Bygdaleiðir.
– Miðalaldurin á buss-un-
um er 11 ár, og má tað met-
ast at verða ov høgt, stað-
festir kanningin. 61% av
bussunum eru yvir 12 ár, og
teimum tørva stórar ábøtur
ella eiga at vera skftir út.
Hetta hevur m. a. við sær
stórar útreiðslur til viðlíka-
hald og renoveringar. Bara
26% av bussunum eru í so
góðum standi, at teir ikki
krevja ábøtur.
Nakað væl eftir á mál
Seinastu trý árini eru nakrir
bussar skiftir út, í førum, tí
tað beinleiðis var neyðugt
fyri, at raksturin ikki skuldi
steðga upp. Støðan er tí bøtt
eitt sindur við útskiftingum,
men nakað væl er eftir á
mál.
Útskiftingar av bussum,
sum standa fyri framman,
hava við sær stórar út-
reiðsluhækkingar til rentur
og avskrivingar, um so er,
at núverandi rakstrarskipan
heldur fram.
Nógvir partar eru, sum í
felag eiga at samstarva fyri
at skapa nøktandi karmar
fyri at reka kollektiva
ferðslu. Hetta samstarv
eigur at virka betur, heldur
Strandferðslan.
Umframt bussarnar, so
eru heldur ikki allir vegirnir
nóg forsvarligir at flyta fólk
eftir, og mælir Strandferðsl-
an til, at stig verða tikin til
at fremja neyðugar broyt-
ingar og ábøtur.
Barnagarðar krevja
nógv
Flest allir brúkarar av
Bygdaleiðum fáa sersømdir
í sambandi við gjald av
flutningi. Hetta verður seg
við mánaðarkortum, skúla-
kortum o. l., sum geva sera
Persónbilatalið
vaksið 25 prosent
Ein av stóru broytingunum við kollektivu ferðsluni í Føroyum er, at persónbila-
talið er vaksið við 1.771 bilum - 25% síðani 1994
stóran avsláttur. Børn undir
sjey ár fáa fría ferðing og
verður hetta nógv brúkt, eitt
nú av barnagørðum. Av tí,
at tað antin er lutfalsliga
bíligt at ferðast ella frítt at
ferðast, so verður eftir-
spurningurin størri, verður
sagt í frágreiðingin hjá
Strandferðsluni um Bygda-
leiðir, og tí mugu stór og
kostnaðarmikil
anlegg
verða til taks.
Afturat hesum verður
viðmerkt, at Strandferðslan
í fleiri førum noyðist at
keypa bussar størri enn mið-
al nýtsluprosentini vísa, at
tørvur er á. hetta kemst av,
at tað til ávísar tíðir eru fleiri
ferðandi, sum samstundis
skulu brúka flutning, t. d.
til og frá arbeiði og skúlan-
um, meðan tað í millum
hesi tíðarskeið er lítið og
einki at flyta.
Kapasiteturin er í nøkrum
økjum í landinum ov stórur
í mun til íbúgvaratalið.
Nýtsluprosentini fyri flestu
farleiðirnar eru sera lá, t. v.
s. at bussarnir sum heild
verða illa útnyttaðir.
Vísandi til íbúgvaraviður-
skiftini í útjaðaranum er
kundagrundarlagið
hjá
Bygdaleiðum avmarkað.
Tað er tí ikki hugsandi, at
verandi inntøkugrundarlag
verður betri orsakað av
fleiri kundum í útjaðaran-
um. Framtíðar kundagrund-
EIRIKUR LINDENSKOV
Í síðstu viku lat Strand-
ferðslan landsstýrismannin-
um í samferðslumálum,
Bjarna
Djurholm
eina
drúgva
frágreiðing
um
Bygdaleiðir, har stovnurin
mælir landsstýrismanninum
sum skjótast at fyrireika
formligar
karmar
hjá
Strandferðsluni at virka inn-
anfyri,
herundir
eisini
Bygdaleiðir, at orða ein
arlagið verður eisini merkt
av, í hvønn mun tað al-
menna leggur ein sam-
ferðslupolitikk, ið stuðalr
kollektivari ferðslu.
Bygdaleiðir eru í einiari
slíkari marknaðarstøðu, at
neyðugt er við ymsum strat-
egiskum tiltøkum. Tørvur
verður á at gera umskipanir,
eitt nú broyta rakstrarform
og gera rationaliseringar og
effektiviseringar á øllum
økjum.
Seinstu árini eru hendar
stórar broytingar á markn-
aðinum innan kollektiva
ferðslu. Í tíðarskeiðnum
1994-1999 er talið av per-
sónakførum í útjaðaranum
vaksið við heili 1.771 ella
25%. Henda gongdin hevur
sera stóra negativa ávirkan
á raksturin og nýtslu-
prosentini á Bygdaleiðum.
Samstundis er busskapasit-
eturin í landinum vaksin
nógv, og hevur hetta havt
við sær størri kapping innan
serflutning.
Spurningurin er, um tað
almenna í størri mun eigur
at verða við til at broyta
hugburðin hjá fólki, soleiðis
at alt fleiri velja at brúka
kollektiva ferðslu, hetta við
atliti til samfelagsbúskapin,
umhvørvið, viðlíkahald av
vegum, íløgur í anlegg o. a.
Karmarnir um kollektivu
ferðsluna ótíðarhóskandi
Í drúgvari kanning frá Strandferðsluni um Bygdaleiðir verður m. a. stafest, at karmarnir um kollektivu ferðsluna ikki eru
endurskoðaðir seinastu 20 árini
Kanningin hjá Strandferðsluni um Bygdaleiðir mælir m.
a. til, at fyrireika formligar karmar hjá Strandferðsluni at
virka innanfyri
savnsmynd
ÓLAVUR Í BEITI
Fiskiskapurin eystan fyri
hevur verið rættiliga góður
seinastu tíðina. Í nakrar dag-
ar yvir 2 mánaðir hevur
»Sundaberg« fiskað nakað
yvir 600 tons, so talan hevur
verið um rokfiskiskap hjá
»Sundaberg«.
Tá ið vit høvdu stjóran í
JFK Trol, Hanus Hansen, í
Góður fiskiskapur
eystanfyri
»Sundaberg« hevur 600 tons inni í flaki eftir fiskiskap í 2 mánaðir
samferðslupolitikk,
her-
undir politikk um kollektiva
ferðslu og viðgerð av frá-
greiðingini um Karmar fyri
framtíðar
virkseminum,
sum frágreiðingin kallast.
Í arbeiðsbólkinum hava
umframt Reidar Nónfjall,
stjóri eisini sitið Heri Joen-
sen fólkaflutningleiðari og
Helgi Nielsen, roknskapar-
leiðari.
Í frágreiðingini sigur
Strandferðslan, at formligu
karmarnir um kollektivu
ferðsluna í Føroyum eru
ótríðarhóskandi, og at teir
ikki eru endurskoðaðir tey
seinastu 20 árini. Tað er
neyðugt, at virksemið innan
kollektiva ferðslu verður
lagt í støðugar karmar so-
leiðis, at eitt málrættað ar-
beiði kann gerast fyri at
menna henda partin av tæn-
astunum hjá tí almenna.
Tað verður eisini staðfest,
at galdandi sáttmaáttmálar
um busskoyring eru ikki
nøktandi. Teir eru ógreiðir
og eru ikki í nóg stóran mun
til fyrimuns fyri landið. Tað
er eisini ov trupult hjá øðr-
um arbeiðstakarum at koma
inn á marknaðin fyri rutu-
koyring, og at henda skipan
tí kann virka avlagandi upp
á kappingina.
Koyrisáttmálarnir hava í
hesum fimm ára skeiði havt
við sær bruttoútreiðslur upp
á tilsamans um 100 milli-
ónir krónur. Sáttmálarnir
eru bindandi, men eru SL
kunnugt ikki góðkendir av
landsstýrinum og tað fyri-
liggur heldur eingin lógar-
heimild til at binda lands-
kassan á henda hátt fíggjar-
liga. Harafturat er busskoyr-
ingin ongantíð boðin út í
almennari kapping, sum er
við til at tryggja bestu og
bíligastu tænastuna.
Næstan øll feløgini hava
bara ein buss og gevur hetta
m. a. ongar stórrakstrarfyri-
myndir, við atliti til útnyttan
av kapasiteti, effektivan
rakstur, fyrisiting, innkeyp
av eykalutum, viðlíkahald
o. ø. Hetta er við til at dýrka
avtalurnar munandi, sigur
frágreiðingin frá Strand-
ferðsluni.
Galdandi sáttmálar fara úr
gildi 31. desember í ár.
telefonini, hevði hann júst
tosa við »Sundaberg«, og
sum skiltist, hevði ikki verið
so nógv at fingið seinasta
døgnið. »Sundaberg« tekur
eini 900 tons.
Tvey loyvir
Síðan JFK Trol seldi
»Skálaberg« til Grønlands
hevur felagið tvey loyvir og
bert ein trolara, so »Sunda-
berg« hevur nóg mikið av
kvotu.
Skuldi staðið á at fiska
kvotuna hjá »Sundaberg«,
er »Sjúrðraberg« tøkur. Í
løtuni fiskar »Sjúðraberg«
rækjur á Flemmish Kap og
hevði gott 300 tons í lastini.
»Enniberg« og »Akra-
berg« eru eisini eystanfyri.