Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. september 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 11 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 176 - 14. september 2000 Nr. 176 - 14. september 2000 Seta á stovn Kommunalt Arbeiðsgevarafelag Tann 5. oktober er settur at vera stovn- ingardagurin fyri nýggja kommunala arbeiðsgevarafelagið, sum er tikið framaftur eftir at hava ligið í eini skuffu síðani mið- skeiðis í áttatiárunum. — Vit gera tað fyri at halda eitt javnt hósk- andi lønarlag, sigur Jógvan K. Mørkøre, formaður í Komm- unufelagnum, sum er stigtakari SVEINUR TRÓNDARSON Seinastu tíðina er tað vorðið alt meira vanligt, at t. d. Starvsmannafelagið ferðast frá kommunu til kommunu - Tankin og endamálið við okkara felag er tann sami. Men fyri at komm- unurnar kunnu geva frá sær samráðingarrætt, so mugu tær hava loyvið frá lands- stýrinum fyrst, sigur hann. Helmingurin er málið Jógvan Mørkøre leggur eina við, at kommunala arbeiðs- gevarafelagið verður stovn- að hesaferð. Seinast gekk tað eitt sindur seint fyri seg, og tað vil hann ikki skal henda hesaferð. - Vit hava longu fingið fráboðan frá 12 kommun- um, sum vilja vera við, men málið er, at helmingurin av kommununum í Føroya Kommunufelag, skulu ger- ast limir. Men felagið verð- ur stovnað undir øllum um- støðum, sigur Jógvan K. Mørkøre. Tað er hansara fatan, at tað í fyrsta umfari ikki hev- ur so stóran týdning at allar eru við at stovna felagið, tí tær kunnu koma upp í aftaná. - Føroya Kommunufelag stendur sum stigtakari av felagnum, men tað merkir ikki, at felagið bara er ætl- aður limakommununum í Kommunufelagnum. Allar kommunur í landinum eru vælkomnar at gerast limir í felagnum, og tað vóna vit eisini at tær gerast, sigur Jógvan. Miðskeiðis í áttatiárunum varð gjørd ein roynd, men hon datt niðurfyri. Tá var ætlanin komin rættiliga langt, men so kom kreppan, og tey næstu árini máttu kommunurnar brúka alla orku upp á kreppuloysnir. - Men vit høvdu gjørt eitt stórt fyrireikingararbeiðið, so vit vóru rættiliga væl fyri tá, sigur Jógvan. Hóast fyrireikingarar- beiðið bert var gjørt frá kommunalari síðu, so er Jógvan vísur í, at grundarlagið var gott til at byrja eitt kommunalt ar- beiðsgevarafelag, men tað skuldu altso ganga umleið 15 ár, áðrenn tað veruliga kom. Formaðurin í Kommunu- felagnum sær einki løgið í at gera eitt kommunalt ar- beiðsgevarafelag. Hann heldur tað verða eins náttúr- ligt og tað er fyri privat fe- løg, at gera eitt landsdekk- andi arbeiðsgevarafelag, sum hevur samráðingarrætt. Og tá kommunur ikki hava loyvið til at gerast limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag, so er hetta tann skilabesta loysnin. at gera sáttmálar, og tað er m. a. fyri at sleppa undan at sáttmálarnir víkja ov nógv frá hvørjum øðrum, at nýggja felagið verður stovnað. - Í løtuni gongur rákið tann vegin, at lønarlagið verður eins líkamikið hvar í landinum tú er, og tað er fyri at halda eitt javnt hósk- andi lønarlag, vit seta á stovn eitt kommunalt arbeiðsgevarafelag, sigur Jógvan K. Mørkøre. Kortini viðgongur Jógv- an, at hann ikki hevur tosað við Starvsmannafelagið um hvussu arbeiðast skal frameftir. - Nei, tað havi eg ikki. Og eg haldi heldur ikki, at tað er rætt at gera tað enn. Lat okkum fyrst fáa felagið upp á beinini, sigur formaðurin í Kommunufelagnum. Gomul ætlan Ætlanirnar um at seta á stovn eitt kommunalt ar- beiðsgevarafelag eru ikki nýggjar. Minni enn so. Limagjald eftir lønarútgjaldingum Sum vanligt er, tá eitt felag verður stovnað, so eru tað limirnir, sum skulu gjalda tað, sum tað kostar at reka felagið. Her hugsar Jógvan sær, at eitt fólk verður sett at taka sær av rakstrinum, fyri at talan ikki skal gerast um vinstrahondsarbeiði, sum hann tekur til. - Tað er neyðugt, tí talan er um eitt stórt og tungt øki. Tì er neyðugt at seta fólk at taka sær av tí. Um tað verð- ur í hálvum ella fullum starvi er ov tíðliga at siga nakað um enn. Kostnaðin av felagnum hugsar hann sær, at limirnir í felagnum skulu bera, og hann verður býttur eftir, hvussu stórar lønarútreiðsl- urnar hjá kommununi eru. - Eg hugsi, at tað er tann rættasta loysnin, sigur Jógv- an K. Mørkøre. - Tað er sami leistur, sum verður brúktur í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Og formaðurin í Komm- unufelagnum er helst á rættari leið, tí umframt tær kommunur, sum hava boð- að frá, at tær taka undir við uppskotinum, so er ikki óhugsandi, at tær stóru kommunurnar taka undir við uppskotinum um eitt fe- lags kommunalt arbeiðs- gevarafelag. Jógvan K. Mørkøre Hóast Klaksvíkin ikki er limur í Kommunu- felagnum, men í sam- skipanini, so er ikki so kalt millum feløgini bæði, at býráðsfor- maðurin í Klaksvík ikki dugir at síggja fyri- munirnar í einum kommunalum arbeiðs- gevarafelag SVEINUR TRÓNDARSON - Hóast vit ikki hava við- gjørt málið í Kommunu- samskipan Føroya, so er avgjørt nógv skilagott í hasum uppskotinum, sigur Jógvan við Keldu, býráðs- formaður í Klaksvík. Klaksvíkar kommuna hevur lutfalsliga nógv starvsfólk, og tí kunnu vera bæði fyrimunir og vansar í einum kommunalum ar- beiðsgevarafelag. Kortini dugir Jógvan við Keldu væl at síggja møguleikar- nar við einum slíkum fe- lagi. - Eg eri av tí fatan, at tað er rættast at tað eina felagið hevur samráðingarrættin fyri kommunurnar, og tað er ikki óhugsandi, at tað verður eitt kommunalt arbeiðsgevarafelag, sigur býráðsformaðurin í Klaks- vík áðrenn hann leggur afturat, at áðrenn nøkur av- gerð verður tikin frá stóru kommununum, skal málið viðgerast bæði væl og virði- liga í Kommunusamskipan Føroya. Spurdur um nøkur orsøk er til iva hjá stóru kommunu- num at fara upp í eitt komm- unalt arbeiðsgevarafelag, sig- ur Jógvan, at tað kann verða ein spurningur um, hvussu felagið er skipað. — Komm- unurnar í samskipanini eru so nógv tær størstu í landinum, og tað eru eisini tær, sum hava flestu starvsfólkini, so tað er nakað, sum vit mugu hava í huganum, tá vit eina- ferð fara at hyggja at mál- inum. Tá tað snýr seg um skip- an av felagnum, so er upp- skotið um at felagið skal skipast á sama hátt sum Føroya Arbeiðsgevarafe- lag, ikki so fjart frá býráðs- formanninum í Klaksvík. Hann heldur tað vera eina rímuliga skilagóða loysn. — Eg kundi eisini hugsað mær, at limagjaldið verður roknað sum partur av lønargjaldingunum. Tað er nokkso náttúrligt, sigur hann. Men áðrenn hann og hinir borgarstjórarnir í teimum stóru kommunun- um kring landið taka støðu til málið, so er nógv, sum skal fáast upp á pláss fe- lagnum viðvíkjandi. Fyrst av øllum skal Komm- unusamskipanin hava eina áheitan frá Kommunufe- lagnum, og tann áheitanin er ikki komin enn. So skal alt málið, sum tað er við- gerast í samskipanini og ikki fyrr enn tað er gjørt, taka kommunurnar støðu til um tær vera við í nýggja kommunala arbeiðsgev- arafelagnum. Stóru kommunurnar: – Skilagóður tanki Jógvan við Keldu - Er endamálið at sam- starva um eitt skilagott felags lønarlag, so eru vit als ikki bangin fyri at samstarva við eitt kommunalt arbeiðsgev- arafelag. Men talan má vera um samstarv, sigur Gunnleiv Dalsgarð for- maður í Starvsmanna- felagnum SVEINUR TRÓNDARSON - Soleiðis var ikki tá kommunurnar í áttatiárun- um ætlaðu at seta á stovn kommunalt arbeiðsgevara- felag, tí tá høvdu tær gjørt alt klárt áðrenn feløgini, t. d. Starvsmannafelagið, varð tikið við upp á ráð. Tá er ikki talan um samstarv. Og soleiðis verð- ur støðan ikki hesaferð, sigur Gunnleiv Dalsgarð avgjørdur. Seinastu tíðina hevur Starvsmannafelagið gjørt sáttmálar við nakrar kommunur, og í løtuni er felagið í samráðing við aðrar kommunur um sátt- mála fyri teirra starvsfólk. So nýggja arbeiðsgevara- felagið kemur ikki óvart á formannin í Starvsmanna- felagnum. - Vit leggja okkum ikki út í, um kommunurnar gera eitt kommunalt arbeiðsgev- arafelag. Vit brúka okkara orku til at gera eitt seriøst arbeiði. Og tí fara vit at tryggja okkum, at ætlanirnar við felagnum eru at gera ar- beiðs- og sáttmálaumstøð- urnar hjá starvsfólkun-um betri, samstundis sum viður- skiftini verða líka kring alt landið, sigur Gunnleiv Dals- garð. Fyri hansara felag er tað hetta, sum hevur ligið fremst í huganum, og tað er ein av orsøkunum til, at tey sam- ráðast við kommunurnar í løtuni. - Tað er júst fyri at betra um sáttmálaviðurskiftini hjá starvsfólkunum. Vit hava jú havt sáttmálar við Klaksvíkar Kommunu og við Tórshavnar Kommunu í fleiri ár, so hetta er eingin kollvelting í so máta, men heldur ein stand- ardisering av viðurskiftunum, sigur Gunnleiv. Tá kommunurnar mið- skeiðis í áttatiárunum royndu at gera eitt kommunalt ar- beiðsgevarafelag var núsit- andi formaðurin ikki limur í Starvsmannafelagnum. Men hann hevur kannað, hvussu tað gekk fyri seg, og tað hann er komin til, ynskir hann ikki at síggja enn einaferð. - Sum skilst, so høvdu kommunurnar gjørt alt klárt, og starvsfólkini skuldu bara tiga og góðtaka. Hatta kemur ikki upp á tal í dag, tí soleiðis fæst ikki eitt samstarv í lag. Tað er eingin orsøk til at fara at uppfinna tann djúpa tallerkin enn einaferð. Vit hava sáttmála við eitt nú Fíggjarmálastýrið, og tað er hesin sáttmálin, sum hevur verið grundarlag, tá vit hava tosað við komm- unurnar. Tí ímynda eg mær, at hesin sáttmálin eis- ini verður leisturin, til ein sáttmála við eitt nýtt felag, sigur Gunnleiv Dalsgarð, formaður í Starvsmanna- felagnum at enda. Starvsmannafelagið: – Vit arbeiða víðari við okkara ætlanum Gunnleiv Dalsgarð AUTO - Dag sum nátt - - skjótt og gott - Skalt tú bil hýra - so er tað 311234 BENZIN DIESEL KIOSK - ALT DØGNIÐ - AUTO 311234 AUTO Streymoy Vilja tygum vi› í Í b‡in - hvønn hósdag Ynskja tygum at l‡sa í teiginum í b‡in, so fylli› út henda lepan og sendi› hann til Sosialin, box 76, 110 Tórshavn – ella fax 314720 Tekstur Norðoyggjar Lesið -tað loysir seg Eysturoy Tekna teg sum haldara, so fært tú sosialin 5 ferðir um vikuna til dyrnar Haldarar ’ F¿royum: 360,-/‡rsfj. Haldarar ’ Europa: 510,-/‡rsfj. 5 bl¿Ý einaferÝ um vikuna ’ Europa: 425,-/‡rsfj. Onnur lond: Ymiskir pr’sir Internet: 240,-/‡rsfj. Kaggin Hjarnar Hjarnar Kaggin Kaggin Kaggin Fríggja-og leygarkvøldið spæla Sosialurin - 311820 5'ARI frí.-, leyg.- og sunnukvøld frá kl. 17.00 Sunnudagin dystur í Faxe Kondi-ligaini á stórskíggjanum Klaksvíkar Klubbi Klubbin hevur: POOLBORÐ BILLARDBORÐ ENSKAN FÓTBÓLT Á SKY Leygarkvøldið 16. september spælir " COCKTAIL" til dans ---------------------------- Fríggjakvøldið 15. september spælir "COCKTAIL" til dans í Lognbrá EYDNUNI EYDNUNI EYDNAN EYDNAN ‡ Oyrarbakka Dansur ’ Fríggjakvøldið spælir TRIO TRIO Leygarkvøldið spæla LAGA- MENN LAGA- MENN Mat- seðilin Hósdagin 14. sept.: Minuttbúffar Fríggjadagin 15. sept.: Kotelettir Leygardagin 16. sept.: Rullisteik Mánadagin 18. sept.: Kjøtbollar í karrysós Týsdagin 19. sept.: Bankikjøt Mikudagin 20. sept.: Hakkibúffur Kostnaður 32,- kr. *** Seinnaparts- TILBOÐ frá kl. 14.00: Juniorburgari 14,95 Maxiburgari ella Búffsandwich 19,95 Matstovan í Hoyvík NÁTT- BUSSURIN hjá Øssuri Christiansen Leygarkvøldið: • Úr Vestmanna kl. 24 • Úr Tórshavn kl. 01 • Úr Vestmanna kl. 04 • Úr Tórshavn kl. 05 (Koyrt verður um Kvívík og Kollafjørð, tá fráboðan fyriliggur) Onnur kvøld kann koyrast eftir avtalu Tlf. 424254 Bussarnir: Tlf. 287752 • 286254