hósdagur 14. september 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
15
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 176 - 14. september 2000
Nr. 176 - 14. september 2000
JÁKUP MØRK
Størsta vónbrotið í fótbólts-
landskappingini 2000 hevur
uttan iva verið KÍ. Undan
kappingarárinum
tóktist
ikki vera nakar ivi um, at
verandi føroyameistararnir
fóru at skúgva alla mótstøðu
til viks.
Mann fyri mann tóktist
liðið at vera nógv tað sterk-
asta í landinum, og við ein-
um sigursvandum venjara
við róðrið, skuldu verið góð
útlit fyri, at gullmerkini aft-
ur í ár fóru til Klaksvíkar.
Fleiri orsøkir
Nú kappingarárið av álvara
er farið at halla, er støðan
tó ein heilt onnur. Ivaleyst
eru fleiri orsøkir til
væntandi úrslitini, og
í royndunum at fáa
greiðu á hesum,
hava vit spurt
venjaran hjá KÍ,
T o m i s l a v
Sivic, hvør-
jar orsøkir
h a n n
h e l d u r
hava vig-
að mest í
so máta.
- Lat
m e g
fyrst og
f r e m s t
s i g a ,
at tað eru fleiri orsøkir til,
at áriði hevur hilnast so-
mikið illa fyri okkara við-
komandi.
- Fyrst og fremst tykist
tað mær, at føroyski menta-
liteturin hevur nógv at siga
í so máta. Vit hava sæð tað
við
føroyameistarunum
seinnu árini, har hvørki
B36, HB ella KÍ hava meg-
na at hildi sama støði, árið
eftir at tey hava vunnið
meistaraheitið.
- Heldur ikki hava vit havt
tað hepnið, sum skal til
fyri at vera oddalið.
Hóast vit ikki áttu tað
uppiborið, taptu vit teir
báðar fyrstu dystirnar,
so longu tá byrjaði tað
at ganga skeiva vegin
hjá okkum.
- Harumfr-
amt hava vit eisini
mist leikarar í ár-
inum, og eitt nú
eru leikarar sum
Kristian á Lakj-
uni og John Ry-
an givnir av
ávum,
sum
ikki hava na-
kað at gera
við tað, sum
fyriferst á
vøllinum.
- Om-
aná
alt
hetta, men
k a n s k a
s a m a n -
hangandi við tí fyrstnevnda,
vil eg siga, at leikararnir á
liðnum ikki hava verið nóg
disciplineraðir. Hetta má eg
so eisini taka mín part av
ábyrgdini fyri, tí eg havi
kanska lagt í so nógva á-
byrgd á leikarar, sum ikki
hava megnað at borið hana.
Tungt at taka arvin
yvir
Nógv hava eisini sett fram
spurningin, um ikki miss-
urin av Kurt Mørkøre hevur
verið ov stórur?
- Eg veit ikki um man
kann siga, at missurin av
Kurt hevur verið ov stórur.
Liðnum hevur tó væntað ein
rættuliga leiðara í ár, og so
hava vit heldur ikki havt
málskjúttan, sum kann av-
gera dystirnar. Hesar egin-
leikar hevði Kurt, og í so
máta er tað rætt at vit sakna
hann.
- Hóast alt omanfyrinevn-
da kann tykjast heldur keð-
iligt, so vil eg eisini leggja
dent á, at tað so sanniliga
eisini hava verið positivar
upplivingar við KÍ hetta
kappingarárið.
- Vit spældu væl í Europa-
Cup, og serliga seinni dyst-
urin móti Reyðu Stjørnu var
sera góður frá okkara síðu.
Minnast skal eisini til, at
talan helst er um sterkasta
lið, sum hevur spælt móti
føroyskum felag í Europa-
Cup høpi, so vit høvdu av-
gjørt orsøk til at vera stoltir
av okkara avriki í hesum
dysti.
- Eisini haldi eg, at tað í
nógvum dystum hevur eyd-
nast okkum at spælt vakran
fótbólt, og hjá nógv meta
okkum sum tað liðið, sum
hevur spælt mest undirhald-
andi av øllum. Hesum havi
eg altíð lagt meg eftir, og í
so máta hevur gingist væl
hetta árið.
- Eitt annað, sum kanska
ikki so nógv hugsa um, men
sum eisini hevur havt sína
ávirkan, er, at tað var sera
tungt at taka yvir eftir Tony
Paris. Serliga í byrjanini
varð eg alla tíðina saman-
borin við hann, og tað haldi
eg ikki vera rættvíst, tí vit
eru ikki sami persónar.
- Ikki tí, eg havi alla virð-
ing fyri teimum úrslitum,
sum Tony Paris hevur rokk-
ið, men eg haldi tað ikki
vera »fair« at skula saman-
berast við hann alla tíðina.
Nakað sum onkur av fjøl-
miðlunum gjørdi nógv burt-
urúr.
Fullan stuðul
Hóast KÍ venjarin sjálvur
dugur at síggja fleiri posi-
tivar lutir í tíðarskeiðinum í
Klaksvík higartil, so skerst
ikki burtur, at úrslitaliga er
hetta lakasta ár hansara yv-
irhøvur í føroyskum fót-
bólti.
Spurdur um hetta ásannar
hann, at tað er so, og sjálv-
sagt sigur hann seg eisini
vera vónbrotnan av hesum.
- Eg eri tó ikki typan, sum
bara gevur upp uttan víðari,
og eg ætli mær framhald-
andi at virka fyri, at úrslitini
gerast betri. Eg veit væl, at
summi fólk fegin høvdu
sæð onkran annan í venja-
rasessinum, men so leingi
eg eri í starvinum, ætli eg
mær at gera eitt gott arbeiði.
- Eg vil í hesum føri
nevna, at leiðslan í KÍ alla
tíðina hevur stuðlað mær í
einum og øllum, og hetta
havi eg verið sera fegin um.
Hetta er í hvussu so er nak-
að, sum eg ikki hava upp-
livað sum venjari hini árini,
eg havi verið í Føroyum.
- Eg ætli mær heldur ikki,
at eitt vánaligt ár skal oyð-
ileggja tey góðu, sum eg
havi havt í Føroyum, og eitt
er so púra vist. Sjálvur havi
eg lært nógv meira hetta
eina árið, enn hini tilsam-
ans, og eg eri sannførdur
um, at eg fari styrktur undir
arbeiði mítt komandi ár.
Menningin steðgað
Fleiri ferðir í ár hevur verið
ført fram, at føroyska lands-
kappingin ikki er eins sterk,
og hon hevur verið undan-
farin ár. Fleiri spælarar eru
farnir uttanlands at spæla,
og hetta hevur gingið út yvir
dygdina. KÍ venjarin er als
ikki ósamdur í hesum, og
vísir á fleiri lutir, sum eru
orsøk til hetta.
- Fyrst og fremst sær tað
út til, at føroyingar eru vorð-
nir eitt sindur troyttir. Leik-
arar og venjarar hava lagt
sera nógv fyri seinnu árini,
og hóast teir nú eisini í á-
vísan mun fáa løn fyri hetta,
so haldi eg, at feløgini mugu
Dygdin er lækkað síðani í fjør
- Eg ætli mær ikki, at eitt vánaligt ár skal oyðileggja tey góðu, sum eg havi havt í Føroyum, og eitt er so púra vist.
Sjálvur havi eg lært nógv meira hetta eina árið, enn hini tilsamans, og eg eri sannførdur um, at eg fari styrktur undir
arbeiði mítt komandi ár, sigur Tomislav Sivic
Lesið eisini
ÍtróttaSosialin á
alnetinum:
www.sosialurin.fo
»Eg havi kanska lagt í so nógva
ábyrgd á leikarar, sum ikki hava
megnað at borið hana«
Um laku úrslitini hjá KÍ hetta
kappingarárið
»Eg vóni bara, at viðhaldsfólkini hjá
felagnum fyrr ella seinni vakna, so-
leiðis at tey seta spurning við, hvat
hasir menninir gera í felagnum«
Um leiðsluna í B36
gera upp við seg sjálvan,
hvat tað er, sum tey í veru-
leikanum ætla.
-
Eitt
ættarliðsskifti
stendur fyri framman, tí
fleiri royndir leikarar eru
ikki longur at finna í kapp-
ingini, men verður rætt bor-
ið at, er einki at vera bangin
um í so máta. Eitt nú er U-
18 árgangurin hjá Føroyum
óvanliga evnaríkur, og dugi
væl at ímynda mær, at einir
fýra ella fimm av hesum
kunnu koma heilt langt við
fótbóltsevnum sínum.
- Eitt annað, sum hevur
viðført eina lækkandi dygd,
er, at fleiri av teimum út-
lendsku leikarum, sum sein-
astu tíðina eru komnir higar,
ikki hava verið nóg góðir.
Eftri mínari fatan skal ein
útlendskur leikari verða ein
greiður styrkur fyri lið sítt.
Hann skal stýra viðleika-
rum, biðja um bóltin, og
vera við til at avgera dystir-
nar. Hesir leikarar hava ver-
ið sera sjáldsamir í ár, og
eitt nú hava vit sjálvir kent
sviðan av hesum. Eisini á
hesum øki mugu feløgini
gera sær greitt, hvat tey vil-
ja, tí aloftast er tað soleiðis,
at leikaradygd og prísurin
fyri leikaran eru nær tengd
at hvørjum øðrum.
- Samanumtikið hevur alt
hetta viðført, at dygdin í før-
oysku kappingini er lækkað
í mun til undanfarin ár, og
hetta haldi eg eri galdandi á
øllum økjum. Fyri liðini,
einstøku leikararnar og eis-
ini fyri dómararnar.
Tíðin í B36
Er tíðin higartil í Klaksvík
tann lakasta, tá mált verður
í úrslitum, vóru tey trý árini
í B36 hinvegin bestu árini
hjá Jugoslavanum.
Eitt gullmerki í fyrsta ár-
inum, umframt heiðurs-
merki tey bæði næstu árini
vóru úrslitið av hesum, og
mong vóru av teirri fatan,
at árstalsfelagið í hesum tíð-
arskeiði spældi besta fót-
bóltin í landinum.
Samstarvið endaði tó
heldur keðiligt, og tað var
ikki nakar skilnaður í sátt
og semju, tá partarnir í fjør
heyst fóru hvør til sítt. To-
mislav heldur sjál
- Lat meg fyrst og fremst
siga, at eg eri ógvuliga stolt-
ur av teimum árunum, sum
eg var í B36. Vit vunnu
meistaraheitið fyri fyrstu
ferð í 35 ár, og áttu umboð í
Europa á hvørjum ári, og
úrslitaliga er tað langt síð-
ani, at B36 hevur staðið seg
somikið væl.
- Tað, sum harmar meg,
er at tey, sum stýra felag-
num, takka fyri hetta við at
hála meg í rættin. Tað má
so vera teirra stílur, og ann-
ars ætli eg mær ikki at gera
nakra viðmerking um hetta.
- Verður hugt eftir, hvat
er hent í felagnum í ár, so
haldi eg hetta vera púra ørt.
At senda venjara og spæl-
arar heim fýra umfør fyri
kappingarárslok, tykist í
mínum hugaheimi full-
komuliga við síðuna av.
Serliga tá felagið eftir mín-
ari fatan hevur fingið so góð
úrslit, sum teir á nakran hátt
kundu droymt um. Tú skalt
minnast til, at so at siga eitt
heilt lið er skift út, og tú
kanst ikki lasta venjaranum
fyri, at hann ikki fær bygt
eitt nýtt lið upp eftir einum
ári.
- Eg vóni bara, at við-
haldsfólkini hjá felagnum
fyrr ella seinni vakna, so-
leiðis at tey seta spurning
við, hvat hasir menninir ger-
a í felagnum.
- Tað er tó ikki bara av tí
ringa. Tað, sum teir hava
gjørt. Teir hava millum ann-
að eisini bygt eitt flott
hús við góðum skifting-
arrúmum.
Framtíðin
Tá tosið fellur inn á
framtíðina í KÍ, og
í venjarayrkinum
yvirhøvur, er To-
mislav ikki í iva.
- Eg havi eitt
ár eftir av sáttmálanum við
KÍ, og hetta ætli eg mær
eisini at halda.
- Eftir mótgongdina, sum
eg havi havt í ár, haldi eg
meg nú vera til reiðar at
gerast meistari við liðnum.
Serliga tí eg alla tíðina havi
fingið fullan stuðul frá leið-
sluni.
- Eftir hetta rokni eg ikki
við, at verða verandi í Før-
oyum, tí eg havi eisini ætl-
anir um at koma víðari. Eg
havi hægstu jugoslavisku
venjaraútbúgvingina, og eg
rokni ikki við, at tað verður
trupult at fáa starv aðra stað-
ni. Satt at siga, so hevði eg
eitt tilboð úr Jugoslavia í
vetur, men tá hevði eg longu
bundi meg til KÍ.
Tá tosið fellur inn á fram-
tíðina hjá føroyskum fót-
bólti, er venjarin ikki heilt
so avgjørdur.
- Føroyskur fótbóltur
hevur upplivað eina sanna
kollvelting seinnu árini.
Fleiri útlendskir venjarar
og spælarar eru komnir til
landið, og pengar eru eis-
ini komnir við í spælið.
- Framburðurin av hes-
um hevur eisini verið
sjónligur, og ikki minst
sæst hetta aftur í avriku-
num, tá føroyskir leikarar
royna seg uttanlands.
Landsliðið stendur seg
aloftast sera væl, og verð-
ur sæð burtur frá útidyst-
inum hjá B36 í ár, so
standa feløgini seg eisini
sera væl í europeiskum
høpi.
- Hetta er eisini nakað,
sum verður bitið merki í
uttan um okkum, og eitt nú
vóru so at siga øll jugoslav-
isk bløð av týdningi til dyst-
in, sum vit spældu móti
Reyðu Stjørnu í Beograd.
- Skal menningin varð-
veitast, er tó alneyðugt, at
størri dentur verður lagdur
á ungdómsarbeiðið í feløg-
unum. Hetta er eitt øki, sum
alt ov lítið verður gjørt við,
og hóast nøkur feløg royna
at gera eitt skipað arbeiði
hesum viðvíkjandi.
- Heldur ikki dugi eg at
skilja, at FSF ikki roynir at
gera størri nýtslu av teim-
um útlendsku venjarum,
sum eru í landinum. Eg
hevði t.d. sjálvur vón-
að, at sloppið at vant
onkran av yngru ár-
gangunum, men
eg dugi ikki at
síggja, hvørji
kriterium teir
nýta, tá ven-
»Eftir mótgongdina, sum eg havi havt
í ár, haldi eg meg nú vera til reiðar at
gerast meistari við liðnum«
Um framtíðina í Klaksvík
jarar verða sett-
ir, so hetta havi
eg nú uppgivið.
- Tað verður tó
ikki við beiskleik-
a, tá eg um eitt ár
farið av landinum.
Eg havi havt nøkur
góð ár higartil í Før-
oyum, og tað góða
fer helst altíð at stan-
da framman fyri tað
keðiliga, sum sjálv-
andi eisini er á skránni
viðhvørt, sigur Tomi-
slav Sivic at enda.